Tuesday, November 1, 2011

Gud og alheimarnir

Í hesum innlegginum, fari eg at framleggja nakrar hugleiðingar um Gud og multiversir.  
Sum eitt alternativ til eina guddómliga orsøk til uppruna alheimins, hava summi argumentara fyri einari ævigari kosmologiskari ‘inflations teori’. Um vit líka leggja 'Steady State Theory' tílsíðis eina løtu, so kemur hetta kemur tætt uppá og verður av eitt nú summum ateistum, kombinera við tað sum rúmdargranskarir kalla ‘multiverses’ (fleiri alsheimar) og sum eg fari at kalla multiversir. Hypotesan sum samanknýtur 'æviga inflatión' og multiversir leggur upp til, at okkurt økið av rúmd og tíð altíð er og hevur verið til. 
Harnæst verður lagt upp til, sum hypotesan sum multiversir vanliga undirbyggir, at okkara alheimur var settur ígongd av og úr einum øðrum alheimi; við øðrum orðum eitt dóttirunivers føtt av einum móðiruniversið (Davies, God and the New Physics, s.42).
Vísindafólk í vísa hesum áhuga, ger mikið burturúr, at viðgera invortis nátturuna av hesum universum og tess lógir, í antin knýta ella fráskilja hesi. Hetta er eitt annað evnið, sum hevur ført til mikla spekulatión millum fysikarir, rúmdargranskarir og filosofar.
Her verður spekulera í, at hesi (móðir og dóttir) bæði vildu verði upphildin av hvør sínum fysisku lógum, men kortini deila rúmdartíð frá einum økið av ómetaliga høgari orku rúmdartíð (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, s. 201; sí eisini Davies, God and the New Physics, pp. 40-2).
Her gera ávísar hypotesur seg galdandi: 1) tilgongdin er ævig ‘infinite’ (Adams and Laughlin, The Five Ages of the Universe, p. 201; sí Gribbin, In Search of the Edge of Time, p. 233 and Davies); 2) tilgongdin hevur sín uppruna í einari fyrsta-uppruna Big Bang ‘initial first caused’ (Andrei Linde, Self-Reproducing Inflationary Universe, í The Scientific American: Book of the Cosmos,  p. 392). Báðar áskoðanir gera seg annars galdandi millum vísindafólk og í kjakinum millum teistar og ateistar í samband við uppruna alheimsins, óheft av hypotesuni um multiversir.
Í samband við gudloysis áskoðan, so kundi ein í fyrstu sift pástaði, at hypotesan grundgav fyri einari ateistiskari áskoðan, nemliga at móðiruniversi hevjar seg so langt upp um menniskjans førleikar at gera kanningar, eftirsum alheimarnir eru atskildir og teirra lógir ymiskar, at ein ógreið ikki-guddómlig forkláring kann liggja aftanfyri uppruna og tilveru (Davies, God and the New Physics, s.42). Hetta halda summi ger upp við stóra paradoksi um ‘fyrstu orsøkina’ og tíðskil er argumenti um Gud ógrunda (Davies, s.41-42). 
Men Davies viðgongur tó (og hetta er av týdningi), at óansæð um slík hypotesa leggur upp til, at Gud er óneyðugur, so grundgevur hypotesan á ongan hátt fyri, at ein slík tilvera, ein slíkur uppruni og slík tilgongd eru møgulig (Davies, s.41).

Hvussu babyuniversir kunnu uppstanda
Men um tað nú skal grundgevast fyri multiversum, hvussu hevði eitt slíkt babyunivers upprunaliga verið sett ígongd? Her heldur Davies at nóg mikil hitið í móðiruniversinum, møguliga kundi ísett eina slíka tilgongd, har eins og ein minnið bobbla expanderaði frá eini størri, soleiðis kundi partur av universinum broti seg frá uppruna universinum og uppstaði sum eitt nýtt universi (Davies, s.43). Ein annar spekulantur, Stephen Hawking hevur framlagt eina aðra version. Uppskot hansara fevnur sjálvandi um 'svørt hol', har hann framleggur at teir partiklar sum ‘svørt hol’ súgva í seg, vildu í einum ‘singularity punktið’ verið sendir út aftur í forminum av babyuniversum sum enntá megna at uppihalda sær sjálvum.

Tað er sjálvsagt ómøguligt at grundgeva fyri slíkari hypotesu, og Hawking fastheldur ikki, at hetta styrkir hugsjónina um multiversir. Sjálvur heldur hann at slíkar smáar verðir einafer vildu slutta seg til rúmdartíðina av móðiruniversum, við tí úrsliti, at tær svunnu inní ómetaliga lítil svørt hol sum tilsíðst evaporeraðu (Hawking, Black Holes and Baby Universes, s. 105-14; sí eisini Hawking, A Brief History of Time, s. 105-20). Fyri at yvirspekulera kunnu vit eisini nevna Gribbin sum skjýtur upp, at hesir alheimar ikki evaporera, men veruliga kunnu bróta seg frá móðiruniversinum, tó at hesir kortini upphalda seg sjálvstendiga í móðiruniversinum og skapa sína egnu rúmdartíð og dimensión, við øðrum orðum er tað ikki rein rúmd men rúmdartíðin sum expanderar (Gribbin, In Search of the Edge of Time, s. 230-2, 233).

Veikleikar við hypotesuni (í ateistiskum høpið)
 Tað eru tó fleiri veikleikar við hypotesuni, serstakliga um hon skal grundgeva fyri tí ateistisku áskoðanini. Fyri tað fyrsta, so megnar hypotesan  líka lítið sum ‘Steady State ástøði’, at kombinera æviga tíð við eina søgu sum er heft at orsøkum. Við øðrum orðum, er tað meiri logiskt, at talan enn um eina tilgongd hefta at einari kosmologiskari søgu sum er ‘finite’; tað vil siga: sum ikki er ævig og hevur ein uppruna. Hetta frátekur tí ikki paradoksi um ‘fyrsta upprunan’ (Linde, Self-Reproducing Inflationary Universe,  in The Scientific American: Book of the Cosmos,  p. 392).
Harnæst kunnu vit sipa til Hawking. Um hansara hypotesa skal takast við, so má ein hava í huga, at talan er um partiklar í hann sjálvur ikki roknar fyri at verða veruligar. Hypotesan hjá Hawking fastheldur jú, at teir partiklar sum svørt hol súgva inn í seg enda í veruligari tíð og halda á í íhugsaðari tíð tá hesir verða útsendir aftur (Stephen Hawking, Black Holes and Baby Universes, pp. 105-14).
Fyri tað triðja, um talan er um at multiversir í samband við útihýsan av Gudinum, so fellur hendan royndin eisini. Ateistar munnu neyvan hava gjørt sær far um, at tað eru teistar sum halda væl um multiversir. Í bókini hjá Lee Strobel, ‘The Case for a Creator’, nevnir Strobel teistin Collins, sum hevur roynt at kombinera tey ymisku fysisku og kosmologisku ástøðini, so sum ‘inflation field’, convertering av orku til vanligan massa og variation í fysisku konstantunum sum neyðugir í ein pre-alheimi, fyri tryggja eina áhaldandi tilgongd (Strobel, The Case for a Creator, p. 173;). Collins fastheldur at hetta er  ein mekanisma, virkandi álíka einari breyðmaskinu, neyðugt fyri at tryggja eitt onkursvegna skipa univers eins og okkara (Strobel, 177). Torið tó ikki at siga, at Collins hevur framt nakað logiskt gjøgnumbrot. Hartil má tó sigast, at um andstøðan mótvegis teismuni, internet toymi ‘Infidel.org’ á heimasíðu teirra, skal takast í álvara, so er Collins kritiseraður fyri ikki at hava fullført sína doktaragrad í evninum. Men Collins er so bara tann eini teisturin, sum fastheldur at multiversir eru tekin uppá  ID (intelligent design).
Tað fjórða mótargumentið (um nú multiversir skulu eitast fyri at grundgeva móti teismu) liggur í tí sjokerandi veruleikanum at fleiri religiónir halda fast við tí áskoðan at tað eru fleiri alheimar. Talmudin og Koranin sipa til sjey himlar og Bíblian sipar til fleiri himlar (A. Cohen, Everymans Talmud (London: J. M. Dent & Sons Ltd, 1949),  p 31; Koranin (Sura 65: 12) og Esaias 42: 5). 

Mín stutta niðurstøða higartil, er at multiversir ikki vísindaliga kunnu prógvast ella grundgevast fyri. Tó sum ein teistur, kristin og ein sum trúgvi Bíbliuni, so eru multiversir partur av mínari trúðardoktrinu. Persónliga síggi eg ikki hvussu multiversir grundgeva mótvegis Gudi. Dugi heldur ikki at síggja hvussu ein slík tilgongd logiskt sæð skal roknast fyri at verða ævig og óheft av einum Skapara. 

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.