Wednesday, July 13, 2011

Sekularistar banna Kristindómi men loyva islamskari bøn

Hetta var tað sum eg bíðaði eftir, sekularistar eru nú fyri islamskari bøn á almennum stovnum.

Hetta vísir:

1) Sekularisma er anti-kristilig (hetta er eingin loyna)

2) Sekularisma er ov veik fyri teimum kreftunum sum nú flyta inn í vesturlendska samfelagið. Sjálvt um sekularisma er anti-kristin og enntá materialistisk, er hon kortini pro-islam; logiskt? Nei!  (trúgv tí ella ikki men í USA hevur sekularisma evangelisera fyri Islam á almennum skúlum útyvir 10 ár. Óansæð mótstøðu og klagu frá óttafullum kristnum foreldrum hava kristnu børn teirra, verið tvungin at siga shahada (játta Islam sum einastu sonnu religiónina) og at hugsa sum muslimar í útvið eina viku, og ja (believe or not) enntá at læra positivt um 'jihad'.

Sekularistar hava í hesum føri sligi hart niður á tey sum seta seg í móti, og hava í hesum føri valt at bróta við annars harða normin um at skilja religión frá statinum. Í Islam er religión og statur eitt og tað sama)

3) Eru sekularisma og Islam bara ein og tann sami andi, frá somu anti-kristiligu keldu? Hetta er ein ekstremur spurningur, men hvat læra vit annars av tilgongdini?

Minnist væl, tá hesar somu kreftur løgdu á kristnar næmingafelagskapir í Onglandi, bara tí at kristin ikki vildu loyva eina gudleysa infiltrering á CU leiðsluni. Her avgjørdi universiteti at banna kristna felagskapinum. Slík viðferð var ikki framd móti humanistiska næminga felagskapinum ella tí islamska, sum tá var undir mistanka fyri at rekrutera terroristar.


http://blog.beliefnet.com/on_the_front_lines_of_the_culture_wars/2011/07/canadian-school-bars-christian-prayers-but-allows-muslim-prayertime-in-cafeteria.html

------------------------------------------------------------------------------------------------

Jákup Lutzen (limur í Gudloysi) hevur akkurát gjørt nakrar viðmerkingar til hendan postin á Gudloysi blogginum.

Jákup skilir fyrst og fremst ikki sambandi, millum hendingina og sekularismu. Satt at siga skilji eg ikki heilt hvussu hetta skal verða so torført. Tað var grunda av teimum sekuleru kreftunum at kristin bøn var banna úr skúlum í Kanada.
Mær vitandi, var eisini lagt upp til at almennir skúlar, ikki skulu nýtast í nøkrum religiøsum týdningi. Við øðrum orðum nýtsla av einum rættuliga almennum rúmi, eitt nú eini kantinu er ikki rætta plássi til nakran religiøsan aktivitet. Her kann eg sipa til fleiri hendingar, har kristin í pritavum samtalum og ikki í almennum rúmum (so sum einari kantinu) eru blivin útvíst ella ámint, fyri nógv minni.

Jákup heldur at avgerðan hjá skúlaleiðsluni má skiljast í samanhenginum av at fleiritalið av næmingunum eru muslimar. Hmm, er tað ikki so, at nógvar av sakunum, í eitt nú USA komast av at fleiritalið eru kristin og tó verða hartaði og álopin av sekularistum, tó at bøn og religión lokalt hevur spælt ein týðandi leiklut í síðani skúlin byrjaði?

Jákup leggur eisini dent á at kristin hava miðskilt sekularismuna sum eina anti-kristiliga rørðslu. Eg veit ikki hvat ein skal siga til eina slíka viðmerking, ein rørðsla sum ikki vil møtast á hálvari leið og sum heldur bannar bøn, religión frá tí almenna rúminum og almennum stovnum, og hareftir hóttir við handtøku, rættargongd og revsing, fyri síðani at fastleggja frálæru og filosofi uppá eina materialistiska heimsmynd, er heilt avgjørt anti-kristilig av nátturu--veit ikki hvat eg og onnur skulu hava miðskilt.

Ein fer neyvan at siga við ein jøda at nazistar ikki vóru og eru rasistar og jødahatarir, teir ynskja bara ikki samfelagi skal ávirkast av jødamentan--hmm.

Jákup skilir heldur ikki hvat sekularisma og materialisma hava at gera hvør við annað, men eg eri vísir í at hann fult væl er greiður yvir at tað er materialistiska heimsmyndin sum sekularisma umboðar í tí almenna.

Og fyri at svara Jákup um sambandi millum sekularismu og Islam, so kann eg bara siga, sum eg eisini áður havi sagt, at eg skilji heldur ikki samanhengin.

Skjóti bara uppá at sekularisma í veruleikanum bara er anti-kristilig.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.