Saturday, September 7, 2013

Aftursvar til Hergeir Staksberg og ivaleyst onnur: um Bíbliuna, at steina børn og samkynd



Fyri stuttum skrivaði Hergeir Staksberg provokerandi greinina ‘Tað var gamalt, at mann steinaði síni børn til deyðis’.

Í skrivinum, sum er enn eitt skot í kjakinum um samkynd og hjúnabond, vil Hergeir onkursvegna javnmeta kristindómin við Móselógina fyri líkasum at vísa á, at hesi órættindi, sum okkara “kristna” samfelag ikki vil geva samkyndum, er ein hugburður úr steinøldini, har mann eisini steinaði børn, avrættaði menniskju fyri ótrúskap og eisini við lóg drap veðurfrøðingar.

Eg veit heilt erligt ikki, hví eg tími at svara uppá alt hetta, men her uppstanda so nógvar feiltulkingar og misskiljingar, at eg kundi ikki halda mær. 


Gamla og Nýggja Testamentið

Fyri tað fyrsta er tað ein grundleggjandi meginregla at skilja millum Testamentini og serstakliga millum sáttmálar, so sum Gamla sáttmálanum mótivegis tí Nýggja, og tíðarhúshaldini so sum lógartíðin og náðitíðin.

Einki av hesum kemur fram í greinini, sum vevur alt í ein vavgreyt. Ikki tí eg skal harta Hergeir fyri hetta - hetta er slíkur ógrundaður og ófakligur viðgerðarháttur, sum ein javnan lesur á netinum.  

Tað fyrsta, sum Hergeir og onnur mugu venja seg at skilja, er, at Móselógin var givin til eitt ávíst fólkaslag, í ávísum umstøðum, í ávísari tíð.
Um ein ikki er samdur, so er bara lesa í hesi bókini, sum Hergeir sigur minnir um eitt ‘spikpetti í útsjónd’, hvussu ávísar óbrúkbarar lógir mugu avtakast og aðrar setast í staðin, tá Ísraelsfólk búsetir seg í Kánan, eftir at tey í fjøruti ár hava reikað runt í oyðimørkini. Longu í upprunatíð fólks Ísraels broytist lógin. 

Harnæst hevur Hergeir heldur ikki givið sær far um bólkingina av lógum. Hetta er serstakliga umráðandi, tá ein skal skilja kristindómin í Mosaiskum ljósi. Til dømis eru ávísar lógir moralskar, ikki politiskar, juridiskar, mentunarligar ella umstøðuligar.

Millum jødar og kristin verður munur gjørdur á hesum bólkingum í Mósilógini. Hetta er ómetaliga viðkomandi í okkara uppfatan av hesum religiónstekstinum og eisini í forholdinum millum jødadóm og kristindóm.
Tað er harmiligt, tá persónar kritisera Bíbliuna og kristindóm eins og Hergeir ger í løtuni, og ikki eru vitandi um týdningarmikil og einføld hugtøk og vanliga bíbliuhermeneutik; í slíkum høpi uppstanda sjálvandi skeivleikar, og neyvan ynskir nakar at spilla tíð uppá at verða villeiddur.

Við øðrum orðum er eitt slíkt skriv ikki vert at lesa. 

Fyri at loypa beint í tað, so eru tær moralsku lógirnar altíð galdandi, bæði fyri jødar og kristin, eisini í dag. Her kunnu vit nevna tey tíggju boðini, boð sum til dømis at æra faðir og móðir, ikki at girnast eftir øðrum enn maka tínum, ikki at dríva hor og sjálvandi at elska okkara næsta.

Hesin partur av lógini fevnir eisini um alt, sum hevur við kynslívið at gera, so sum hvørjum ein kann hava sex við og í hesum høpi er samkyndur lívsstílur og umgangur eisini sipaður til sum eitt forboð.

Her, í høpinum av bíbliukritikki, uppstanda annars tveir bólkar. Tann bólkur, sum vil vísa á, at Jesus ongantíð nevnir samkynd og tí hevði eina jaliga áskoðan á tann lívsstílin, og tey, sum vilja vísa á, at søk Jesusar var veruliga at endurnýggja eitt teokrati undir Móselógini, har samkynd vildu brotið lógina og harvið verið atsøkt.

Tey, sum leggja dent á hesar tulkingar, royna síðani at kroysta hesar á tey kristnu, vónandi at vit (kristnu) verða kroyst í ein krók.

Tó raka báðar tulkingar við síðuna av.

Men Jesus, sum prædikaði moralsku lógina, nevnir ongantíð samkynd?

Var so Jesus jaligur um samkyndan lívsstíl?

Jesus sipar ongastaðni í tekstinum til samkynd, men so skal ein eisini hava í huga, at syndirnar, sum Jesus ongantíð kemur inn á í læru síni, vóru nógvar.
Tað eigur heldur ikki at koma óvart á okkum, at Jesus umboðaði ta moralsku lógina úr Gamla Testamenti, og eftir tí moralsku lógini brýtur samkyndur líviháttur við tær meginreglur, sum Gud gav fólkinum.

Men hví nevnir Jesus ongantíð homosexualitet? Grundirnar eru ivaleyst fleiri.

Millum annað hevði Jesus neyvan havt tørv á at leggja mikið fokus á evnið, eftirsum samkyndur lívsstílur millum jødar í Palestina ikki var líka útbreiddur eins og millum grikkar.
Ólíkur Paulusi í Rómarabrævinum, kapitul 1. og aðrastaðni, fer Jesus ikki í holt við evnið. Tað sagt, er øll læra Jesusar, allar hendingar og allir setningar neyvan niðurskrivaðir, ella varveittir.

Av størri týdningi er tó at bíta merki í, at Jesus, sum hevur nógv at siga um synd, vanliga ikki fer út í smálutir. Tað, sum er niðurskrivað, leggur serstakliga eftir teimum meiri vanligu syndunum, sum aftur kunnu bólkast (nakað, sum vit ikki hava pláss fyri í hesum aftursvari), so sum hor, siðloysi (t.d. sex uttan fyri hjúnaband), lystir eygnanna (t.d. pornografi), hatur, kúgan, osfr.

Við øðrum orðum, um Jesus skuldi, ella rættari, um skrivingin skuldi viðgjørt homosexualitet, mátti skrivingin eisini viðgjørt hópin av øðrum syndum. Men hetta var ikki tørvur á og er ikki tøvur á í hesum føri, eftirsum tey vistu og vit vita, at Jesus umboðar ta moralsku lógina.

Jesus vísir tó á ein lista av syndum, sum fevnir vítt:

“Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska” (Markus 7: 21-22).

Leggur læra Jesusar upp til, at samkynd skulu kúgast?

Øðrvísi kritikkur enn tann omanfyri leggur upp til, at Jesus kom at seta Móselógina í gildi, eisini við hennara juridisku og revsandi lógum, og at kristin í hesum føri, um tey veruliga trúgva boðskapi Kristusar, áttu at søkt at teimum samkyndu.

Hesin seinni pástandur verður vanliga grundaður á orð Jesusar í Matteus 5: 17:

“Hugsi ikki, at Eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki
komin at seta úr gildi, men at fullkoma.” 

Jesus er eisini beskrivaður sum ein framtíðar dómari.



Tó, so er tað júst hetta brot úr læru Jesusar, sum vísir báðum omanfyristandandi pástandum aftur.

At Jesus ikki er komin at seta lógina úr gildi, merkir, at moralska lógin enn er galdandi.

Men Jesus sipar ikki bara til lógina, men eisini profetarnar, -sum broytir alt og vísir á, at søk Jesusar viðvíkur ikki eina ávísu lógini, men boðskapinum í Gamla Testamenti.

Tí nýtir Jesus eisini orðið ‘plerosai’ at ‘uppfylla’. Jesus er komin fyri at uppfylla lógina og profetarnar, tað vil siga uppfylla boðskapin í Gamla Testamenti.

Profetarnir eru av týdningi her, tí profetarnir vísa á, at ein nýggj lóg fer at koma:

“Dagar koma – sigur Harrin – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda, ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg sum teir brutu…Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar – sigur Harrin –: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud Teirra, og tey skulu vera fólk mítt. Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør
bróðir sín og siga: “kenn Harran”, tí tey skulu øll kenna Meg…” (Jeremias 31: 31-34)

“Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal eg geva tykkum í bróstið…Anda Mín skal eg geva tykkum í bróstið, og Eg skal gera, at tit halda lógir Mínar og gera eftir teimum” (Ezekiel).

Talan er tí ikki longur um Móselógina ella juridisku revsilógina, men um eina innaru
umbroyting, sum inniheldur moralsku lógina. 


Paulus ápostul sipar til hesa umbroyting í fleiri brotum:

“Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt” (2 Korintbrævið 5: 17).

“…Hann sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists”
(Filippibrævið 1: 6).

Við øðrum orðum, Jesus umboðar í kristnum høpi ta moralsku lógina, men ikki ta juridisku lógina. Bæði argumentini omanfyri eru tí afturvíst.

Jesus vísir í Nýggja Testamentinum eisini á, at tíð lógarinnar er komin at enda, og at ein nýggj tíð, tað er tíð ríkið Himmiríkis, ella sum tað eisini verður sagt: ‘Ríkið Guds’ er byrjað:

“Men frá døgum Jóhannesar doypara inntil nú verður ríki Himmiríkis tikið við valdi…Tí allir profetarnir og lógin hava profetera líka til Jóhannes” (Matteus 11: 12-13).

Tað er ivaleyst eisini í hesum høpi, at orð Jesu skulu skiljast at:

‘Ríkið Mítt er ikki av hesum heimi’.

Hatta skuldi verði nóg mikið fyri at vísa á, at sjálvt um Móselógin og kristindómur eru samd í ávísum moralskum reglum, so er tað ikki neyðturviliga eitt krav, at kristindómur eisini fevnir um revsilógirnar.

Kristindómur og ríki Guds eru ikki av hesum heimi, og fokusið er á innvortis broyting, heldur enn lóg og revsing; við øðrum orðum er kristindómur ikki ein politisk religión.

Hví eru so Føroyar kristnar?

Her uppstendur so eftirfylgjandi spurningurin, hví kristindómur í Føroyum í so fall er knýttur at statinum? Og sjálvandi, svarið er, at føroyingar í fortíð gjørdust eitt traditionelt kristið fólk, og landið harvið gjørdist eitt traditionelt kristið land.

Upp gjøgnum øldirnar hava føroyingar valt at virða kristnu trúnna, og ávísur kristin hugburður er tí ivaleyst rótfestur í lógum, mentan og hugburði.

Ein kann tí siga í løtuni, at hetta er eitt demokratiskt val. Flestu føroyingar kenna seg í løtuni tryggar við, at Føroyar er traditionelt kristið, at tað er ein fólkakirkja, og at statur og kirkja er knýtt at hvørjum øðrum.
Sjálvt um eg ikki sjálvur eri í fólkakirkjuni og ikki eri samdur við kirkjuni á øllum økjum, og enntá bólki meg sjálvan sum radikal-vekingar-umvendingar-heilaggerings kristnan - (sjálvt um eg ikki eri perfektur), - har eisini mong kirkjufólk vildu bólka seg, so kann eg ivaleyst við flestu føroyingum siga, at hetta samstarv millum stat og trúgv veitir eina trygga etiska barlast fyri samfelag okkara. 

Føroyar hava roynt at hildið fast við ta moralsku lógina í kristindómi, sum eisini sæst aftur í Móselóg, men eftirsum ríki Guds ikki er av hesum heimi, hava Føroyar ikki havt eina líknandi teokratiska lóg; revsilógirnar og rituallógirnar úr Gamla Testamenti hava vanliga ikki fylgt við.

Tað sum eg vil siga er: Skal hetta samstarv enda og land okkara fulkommuliga sekulerast, og harvið moralska lógin í Bíbliuni burturbeinast, so má hetta verða úrslitið av einari demokratiskari broyting; tað vil siga, at fleirtalið av føroyingum mugu broyta hugburð og velja hesa leið. Ein evarska lítil flokkur av illum gudloysingum og ein munandi størri flokkur av uppreistrarsinnaðum liberalistum kunnu ikki bara soleiðis, uttan víðari, krevja at land og fólk knappliga skal dansa eftir teirra pípu.

Men hvør veit, kanska teirra tíð kemur, og tað mugu vit eisini innsíggja, og samstundis mugu vit ivaleyst eisini fyrireika okkum til glíðibreytina inn í eitt gudleyst samfelag, har avleiðingarnar kunnu gerast rættuliga hættisligar.

Her eri eg av tí áskoðan, at kjakið komandi árini má halda á, og at tann ávirkan, sum yvirtekur hjarta og huga fólksins, vinnur.

Nú, eru tað hol í hesum, sum eg higartil hava sagt?

Avgjørt, og eg vil gjarna vísa á nøkur! 

Tað vóru “kristin” samfelag, sum í farnum øldum yvirførdu partar av juridisku Móse-lógini. Vit kunnu sum dømi nevna heksabrenning og enntá í summum førum heilagt kríggj.
Í mongum førum kann tó sigast, at nýtslan av orðinum ‘heilag’ er høpisleys, eftirsum kríggj, við øllum tess ræðuleikum, vildi brostið á kortini.

Í samband við heksabrenning er hetta ein myrkur plettur fyri vesturlendska kristindómssøgu. Men kortini, so uppstóð hetta av tørvandi hermeneutik, at ávísir persónar ikki skiltu bíbliulæruna og júst yvirførdu partar av Móselógina (sum møguliga ikki førkaðu seg so langt frá teirra mentan og lógum) inn í kristnan høp.
Millum annað var kríggj ein týðandi veruleiki í miðaldar Europa, hví ikki kalla hetta heilagt kríggj? Píning var á ongan hátt duld, og hevði ongantíð verið tað, hví skuldi kúgan av øðrum minnilutan og vranglærarum vera ein so stórur munnbiti?
Og síðani heksirnar. Tað er ikki eina í Mósilógini, at heksarí er illa umhildið, aðrar mentanir søktu somuleiðis at heksum.

Tískil, ávíst sum eg her sipi til, og sum kunnu tykjast at vera hol í mínari framløgu, mugu eisini síggjast í umstøðunum av einum samfelag, har kristindómur og tess ávirkan spakuliga gera seg galdandi, - har samfelagið tók kristindóm til sín sum eina statsreligión og traditión, uttan at tann einstaki persónurin neyðturviliga umvendi seg ella fór ígjøgnum nakra andaliga endurføðing.

Í slíkum høpi kann kristindómur penslast ómetaliga dapur. 

Bíbliutulkingarnar hjá Hergeiri.

Lat meg síðan enda hetta aftursvarið við at viðgera nakrar av bíbliutulkingunum hjá Hergeiri.

Eg havi ikki størri viðmerkingar til fyrstu tulkingina, at maður og kvinna, sum dríva hor, vórðu steinað til deyðis. So avgjørt blóðugt og brutalt, men hatta er tað, sum Móselógin legði upp til í slíkum høpi.

Hergeirsa tulking av ‘banna faðir og móðir’ og ‘spádómum’ rakar harafturímóti langt við síðuna av.
Millum annað er Hergeir komin til tað niðurstøðu, at ‘banna faðir sínum’ er tað sama sum at nýta banniorð í einum setningi, tá ein tosar við foreldur síni; fyri at sitera tíni orð:

“For fanin babba! Kom her við tær. Tú hevur sitið alt ov leingi í hasum bálinum. Tú kolast upp, um tú ikki reisir teg upp og finnir tær eitt kaldari stað at sita”.

Hetta kann neyvan raka longur við síðuna av og er bara dømi um, hvussu alneyðugt tað er, at Hergeir setir teg inn í tingini, áðrenn hann leggur slíkar tulkingar út alment. Tað er sjálvandi, um hann heldur tað vera neyðugt at spæla ‘fair play’.

Orðið ‘banna’ í hesum høpi ‘kakologio’ (á upprunamálinum), merkir at ‘tosa ilt um’. Rótin til orðið er ‘kakoetheia’, sum merkir ‘ónt, óndur av náttúru’. Orðið verður nýtt um ein, ið hevur ilt í huga. Teksturin sipar tí ikki til leyst og óskyldugt bannarí, nýtt í einum setningi uttan ábreiðslu, men til ein, ið veruliga ynskir at gera foreldrum sínum ilt.

Tildømis í Markus 7: 7—13 siterar Jesus hetta brotið í samband við tilkomin fólk, ið skera foreldrini út úr teirra lívi; sum velja ikki at taka ábyrgd fyri teirra lívi og heilsu, tá hesi eru komin upp í árini.

Við øðrum orðum, at banna faðir og móðir vildi her lýst ein tilkomnan persón, sum í teimum umstøðum vrakaði síni foreldur.

Í hesum høpi, Jesus sipar til, valdi ein sonur at geva peningin til templið og lata foreldrini ganga svong. Hetta er slíkt, sum ger Jesus svakan, og her siterar Jesus enntá revsilógina, at eftir Móselógini átti ein slíkur at latið lív. Jesus livir hóast alt í fyrsta árhundrað í Judea, har Móselógin var í fokus, í huga fólksins.

Tað eigur tí ikki at koma óvart á okkum, at hetta við at taka ábyrgd fyri foreldrunum og familju er ein grundleggjandi meginregla í kristnu trúnni; sum Paulus skrivar í Fyrra Brævinum til Timoteus:

“Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur avnokta trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi” (5: 8).

Seinna tulkingin, har Hergeir sipar til tey, ið spáa, rakar ikki minni við síðuna av.

“Í somu bók eru eisini ring tíðindi til tey, sum spáa. Tey skulu eisini drepast, so tit veðurfrøðingar, demografar og øll onnur, sum spáa um framtíðina. Tit eru fucked. (3.Mósebók 20, 27)“

Hvussu í allari tí víðu verð Hergeir kemur til tað niðurstøðu, at hetta sipar til veðurfrøðingar, er mær ein størri gáta. Okkurt sigur mær, at Hergeir antin tvætlar, ella hevur hann ikki ánilsi fyri, hvat bíbliuteksturin veruliga snýr seg um.

Í samanhangi sigur teksturin soleiðis:

“Táið onkur—maður ella kvinna—fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív…”

Talan er tí ikki um veðurfrøðingar, men slík, sum seta seg í samband við tey deyðu fyri at vita um framtíðina; nakað, sum vit í dag vildu bólka undir heitið okkultisma.

Tað eru beinleiðis dømi um hetta í Bíbliuni, til dømis tá kongurin Saul ráðaleysur um framtíðarstøðuna við grannalandið av filistarum søkir eitt medie fyri at mana upp profetin Sámuel (Fyrra Sámuelsbók 28). 

Hvør er so niðurstøðan í øllum hesum?

1. Kristindómur inkluderar moralsku lóg Ísraels, men ikki tað juridisku. Tað vil siga, at kristindómur revsar ikki brot á moralsku lógina.
Í einum samfelag sum Føroyum, har mentanin er kristin, eiga vit tí ikki at hálova samkyndum lívstíli, men heldur ikki at niðurgera ella kúga tey, sum velja ella taka hesa lívsleið.

2. Kristindómur er ikki ein politisk religión; eingin kann revsast juridiskt í navni kristindómsins ella Kristusar. Við øðrum orðum er tað ikki ábyrgd kristnu Føroyar at revsa samkyndan eftir Móselógini.

3. Føroyar er eitt traditionelt kristið land, skilt á tann hátt, at flestu kalla seg kristin; í hesum føri er samstarv millum stat og trúgv, og moralska lógin er vorðin partur av okkara grundleggjandi uppfatan av morali. Grundað á hetta kunnu samkynd saktans liva sum samkynd, búgva saman sum samkynd, men ikki fara út í samkynt hjúnalag.

4. Tað sagt: støðan kann í framtíðini broytast, um fleirtalið av føroyingum velja at bróta við kristna arvin, og um slík ávirkan brýtur samstarvið millum stat og kristnu mentanina. Er hetta ynski føroyinga, so má kristna mentanin víkja og onnur mentan fáa valdið.