Thursday, May 3, 2012

Mismunur móti Kristindómi á Youtube

Fyri nýðliga gjørdi Youtube seg inn á kristna felagskapin Answering-Muslims. 


Hesin bólkur, hevur í áravís kjakast við muslimar og Islam um óteljandi evnir í samband við Kristindóm og Islam. Tað kom tó sum óvart á okkum, at Youtube valdi at niðurleggja part av tilfarðinum í hesum kjakið. Tilfarð sum annars ikki breyt við nakra reglugerð, men sum vísti seg at verða politiskt ókorrekt tí at islamska sharialógin var undir álopi. 

So mikið fyri talufrælsið.


Men síðani er túrurin komin til aðrar trúarverjufelagskapir, tildømis William Lane Craig.

Hetta mátti henda, í apríl, var Youtube síðan hjá Reasonable Faith (felagskapurin hjá William Lane Craig) stongdur.


http://apologeticsuk.blogspot.com/2012/04/drcraigvideos-fall-and-rise.html

Hvør var orsøkin? Surprise surprise, grundin tykist verða eitt harkalið av youtube gudloysingum sum opinbart ikki tola talufrælsi ella tankan um at teirra áskoðan og heimsmynd verður intellektuelt avbjóða.

Ljóðar milt sagt, næstan sum um at Craig fekk skovlina undir teir.

Tað tykist eisini sum at youtube sjálvt tekur undir við slíkum atburði, og sum summi halda, at Youtube møguliga er í ferð við spakuliga at byrja eina útreinsan av teimum kristnu forsprákarum og trúarverjum sum veruliga bróta ígjøgnum. Fleiri kristnar heimasíður hava í seinastuni uppliva somu lagnu, ella at ávís sjónbond uttan veruliga orsøk verður bannað.

Mær vitandi var so eingin orsøk til at niðurleggja hesa síðuna hjá Reasonable Faith. Tað einasta eg kann hugsa um, er at boðskapurin og tilfarið hevur havt sína ávirkan og tað hevur ikki líka tilhengarum av eini ávísari áskoðan og heimsmynd.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.