Wednesday, June 20, 2018

Mín viðmerking til sendingina "Gud signi Føroyar"





Mín viðmerking til sendingina “Gud signi Føroyar”

Eg var sjálvur partur av aðru sendingini í røðini, og her eru mínir tankar, sum kunnu kókast niður í fimm punkt av kritikki til sendingina.
Eg skal ikki vera negativur um alla upplivingina. Eg haldi, eg hevði gott samstarv og prát við Heina og upptøkumannin. Og eg haldi, at teir virdu meg sum persón og fyri tað, sum eg eri, og tað seti eg stóran prís uppá.

1) Eg dugi ikki at siga, hvat leiðslan í Zarepta og tey, sum skipaðu sendingina, høvdu avtalað, men sjálvur skilti eg tað sum, at hetta fór at vera ein sending um Zarepta við onkrum kritikki. Tað, sum eg ikki var vitandi um, var, at hetta fór at bera brá av onkrari uppgerð, einari hyperskeptiskari sending, nærum uppløgd at skaða umdømið hjá Zarepta.
Endamálið við sendingini vísti seg nevniliga ikki at vera ein viðgerð av Zarepta ella Nesvík, men hetta var harafturímóti ein long viðgerð av evninum ‘helviti’, har Zarepta og Nesvík í høpinum vóru nýtt sum negativu dømini.
Eg skal vera varin, hvussu eg orði hetta, tí kanska var tað als ikki ætlanin. Men tá hugsað verður um døpru og skeptisku umtaluna av Zarepta og døpru uppsetingina av sendingini, so eru tað mong - og eg svari fyri mong - sum sita og kenna á sær, at Kringvarpið onkursvegna misnýtti tað álitið, sum har varð víst teimum.

2) Tað. sum skuffaði meg, var tað, eg sat eftir við eftir sendingina - dapurleikin, hvussu sendingin legði upp til, at Zarepta er eitt stað, sermerkt av heilavaskan, ræðslu og tvingsli, ein mynd, ið als ikki málar veruleikan, hvussu leguluttakarar uppliva Zarepta í hesi tíðini. Zarepta var ikki at kenna aftur í sendingini.
Tá tað er sagt, so kann tað ikki dyljast, at helviti er partur av bíbliulæruni hjá Brøðrasamkomuni. og at helviti tí hevur sítt pláss í tess frálæru sum heild, eisini í Zarepta. Men himmalvíður munur er á, at helviti er partur av tí, sum samkoman lærir, og til at siga, at helviti fyllir samkomulív og legulív út um alt mark.
Tó kann tað heldur ikki dyljast, at tað eru fólk, sum hava verið óansin og penslað helviti ov grafiskt á vegginum, og at ung hava verið bangin. Men talan er um dømir, sum typiskt kunnu sporast aftur til undanfarnar tíðir.
Á leguni, sum víst varð í sendingini, minnist meg ikki helviti vera nevnt av nøkrum leguleiðara ella talara eina einastu ferð, og minnist meg rætt, var helviti ikki nevnt eina einastu ferð inni á kamarinum, har eg og ein annar leiðari høvdu andakt alla vikuna. Ikki tí at eg ikki vildi ella ikki mátti ella ikki tordi. Eg var bara meiri upptikin av at læra dreingirnar um at halga Jesusi alt lív sítt.

3) Eg sat við ein ávísari kenslu av skepsis, tá eg hoyrdi um tilburðin, har ein leiðari hevði undirvíst 10 ára gomlum leguluttakarum um demonir.
At byrja við í frásøgnini var eg bilsin, men ikki heilt ivandi. Eg kundi tó ikki lata vera at hugsa um strongu reglurnar, toymisleiðararnir á 16-17 ára leguni fingu at halda seg til í sambandi við samskifti við børn og ung á liðinum. Eg kann ikki ætla, hvussu strangar reglurnar eru fyri samskifti við børnini á 10 ára leguni.
Eg kundi heldur ikki lata vera at hugsa, at eingin leiðari við síni fullu fimm fór at tosa við 10 ára gomul um demonir – og ikki at gloyma, at evnið demonir er ikki eitt evni, sum er nógv frammi í Brøðrasamkomuni. Í mínum huga var okkurt har, sum ikki hekk saman.
Tó vóru tað nøkur orð í innihaldinum av hesari demonframløguni, at demonir: “kravlaðu eftir vegginum og krógvaðu seg í myrkrinum...” sum gjørdu, at ketan hoppaði av.

“Demonir, sum kravla á vegginum og krógva seg í myrkri”, er hvørki bíbilsk ella kristilig terminologi fyri demonir, og eg eri 100% vísur í, at orðavalið hevur verið eitt heilt annað, um ein leiðari hevði greitt frá evninum. Demonir, sum krógva seg í myrkri, skápum, undir songini og ganga upp eftir veggjum, eru demonir, sum vit síggja í filmum, og tað fekk meg at hugsa, at tað møguliga var meiri sannlíkt, at evnið var partur av prátinum millum leguluttakarar heldur enn ein framløga hjá einum leiðara.
Tað er ikki óvanligt, at 10 dreingir í einum liði tosa um Ku Klux Klan, Adolf Hitler, endatíðina, aliens, ”ånden i glasset” og demonir. Tá eg var 10 ára gamal og á legu í 1982, minnist eg, at vit sótu fleiri dreingir í kamarinum í meir enn ein tíma og tosaðu um tað ónaturliga. Á 9 ára leguni í 1981 sótu vit 9 ára gamlir og tosaðu um rúmdarverur. Tað kemur meiri enn so fyri, eitt nú við eina andakt, at líknandi evnir koma upp, og at leiðarin antin má steðga prátinum ella greiða frá evninum við meiri javnvági, meiri fyri at sissa leguluttakararnar. Kundi tað hugsast, at hetta var veruligi samanhangurin?
Eg kann ikki siga og fari ikki at siga, at kvinnan, sum greiddi frá hendingini, segði ósatt. Ivaleyst upplivdi og tulkaði hon hendingina, soleiðis sum vit fingu greitt frá henni. Men tey fýra punktini omanfyri siga mær samstundis, at tað átti at verið pláss fyri nøkrum mótspurningum til frásøgnina, og teir vórðu ikki tiknir fram.
Eg havi annars seinastu dagarnar fingið innlit í eina heilt aðra frágreiðing um hendingina frá øðrum, sum eisini vóru á kamarinum. Onkur teirra greiddi frá, at teir minnast drongin fara heim, men einki um hesa framløguna um demonologi. Onkur annar teirra vil vera við, at prátið um demonir í veruleikanum ikki var framløgan hjá einum leiðara, men upprunaliga var partur av prátinum millum legulutakarar, sum samsvaraði við mín illgruna um, at demonir, “ið krógva seg í myrkri og kravla eftir vegginum”, ikki eru orð, sum ein Zarepta-leiðari hevði brúkt at lýsa ein demon.
Eg tori tó ikki at vera ov avgjørdur, men vóni, at hesin ivi mín eisini verður móttikin jaliga, nú vit skulu viðgera hendingar og keldur og mugu tola kritikk.

4. Tað undraði meg, at so lítið jaligt kom fram um legurnar, at vinkulin sum heild var negativur og bara negativur, og at sjálvt tá hópurin av ungum, sum stuttleikaðu sær, varð vístur, var tað við døprum tónum spældum í bakgrundini, har ið tað tyktist, sum at enntá stuttleikin og positivar upplivingar vórðu lýst dapurt og huldisligt. Eftir sendingina bar til at sita eftir við kensluni av, at Zarepta má vera eitt ótespiligt stað at koma í – líkur einum dularfullum, devulsettum umhvørvi úr einum ræðufilmi.
Men hvussu við teimum, sum kunnu siga, at Zarepta hevur havt positiva ávirkan á teirra lív, ella at Zarepta hevur verið ein varði á teirra lívsleið, ella at Zarepta hjálpti teimum ígjøgnum torførar tíðir og umstøður? Einki í sendingini vísti á, at Zarepta hevur broytt lívið hjá mongum ungum til tað betra og hevur stimbrað tey á lívsleiðini.
Mær dámdi als ikki, hvussu sendingin var miðvíst redigerað soleiðis, at hon tænti endamálinum at eitra myndina av umhvørvinum.

5) Men tað, sum veruliga gjørdi mær ilt, var, at í øllum hesum vóru upptøkurnar av ungum legulutakarum, teirra andlitum, víst við døprum bakgrundstónum fyri líkasum at prenta í huga hyggjarans, at hetta eru tey heilavaskaðu offrini, ella nógv verri, teir ungu tilhangararnir av hesari helvitis kultini - hesi ungu, sum elska og fylgja hesum ræðuliga gudinum, sum drepur fólk, slær fólk við sjúku, tveitir smádreingir í helviti, hesi ungu, sum í dularfullu myrku høllini í kór syngja: “Lat gleðiboðskap frá Zarepta bleiktra út.” Ein upptøka, ið ivaleyst varð upptikin í høllini, tí at klangurin egnaði seg til upptøku, men sum í sendingini snildisliga varð vavd inn í ein feril av víðgongdari tilgongd.
Ræðandi tankin slóð meg so, hvat tað var, vit møguliga høvdu útsett hesi ungu fyri, tá vit lótu tey verða tikin upp og lýst í slíkum ljósi í einari sending, sum hevði eitt so mikið áleypandi og skeptiskt endamál.
Henda hugsan rakti heldur ikki heilt langt við síðuna av, tí eftir sendingarnar hoyrdu vit frá ungum leguluttakarum, sum vóru at síggja í sendingini, at fleiri vóru stúrin og óttafull um at koma í sítt dagliga umhvørvi aftur.
Eg dugi ikki at siga, hvat komandi sendingarnar hava at bjóða hyggjarunum, men hesa sendingina av Zarepta og Nesvík dámdi mær lítið. Eg vóni heldur ikki, at hesar sendingar, sum vilja varpa ljós á ávíst, sum fleiri halda hevur týdning at fáa fram, og sum skal betra um okkara land, samstundis eru við til at elva til størri spjaðing millum føroyingar í okkara lítla samfelagi.
Høgni Johannesen

Wednesday, June 13, 2018

Socialistisk Ung siga hvat?





So fekk eg Sosialistisk Ung uppá nakkan.

Teirra aftursvar til mítt skriv bendir á, at eg onkursvegna má viðurkenna høgravendu sjónarmið Breiviks og eina fríkenni mannin tá eg vil verða vit at hann er eitt forstýra menniskja, ein psykopatur:
“Høgni Johannesen skrivar m.a., at gerningsmaðurin handan álopið hin 22. juli ikki umboðar høgravenda hugsan, men psykopatismu.
Hetta passar einfalt ikki. Gerningsmaðurin hevur onga sálarliga diagnosu, og rættarpsykiatarin metti hann vera fullkomiliga føran fyri at standa til svars fyri sínar gerningar í rættinum. Við øðrum orðum var gerningsmaðurin ikki sálarliga órógvaður, tá hann framdi álopið og tók lívið av 77 menniskjum.
Gerningsmaðurin var ein høgraekstremistur, og álopið var politiskt.”
Her leggur SU beint fram orð í mín munn, tí í undanfarna skrivi legði eg áherðslu á, at:

“Breivik umboðar tí ikki høgravenda hugsan sum heild, men psykopatismu.”

Eg undrist á, at SU ikki gav sær far um spesifikku orðini: 'sum heild'. 

Eg sigi sostatt ongastaðnis, at Breivik ikki heldur fast uppá høgravenda áskoðan. Eg dugi eins og SU væl at síggja vandan í høgravendari ekstremismu, men samstundis havi eg eisini førleikan at síggja út um politisku korrektu rammurnar; eg dugi eitt nú at skoða og fata vandan við vinstravendari ekstremismu, islamismu og øðrum ismum eisini, sum líkaleiðis kunnu leggja lív og samfelag okkara í sor.

Á hesum sinni fari eg ikki at brúka tíð uppá sálarliga persónleika Breiviks. Eg havi ikki somu áskoðan sum SU og onnur, at Breivik er sálarliga rættvorðin. Breivik er lýstur sum ein sera sálarliga skaddur maður og álvarsligum árinum, við bakgrund í einum sálarliga órógvaðum heimaumhvørvi, har bæði omma og móðir vóru sálarsjúkar.


Eg skilji heldur ikki, hví so mikið verður gjørt burtur úr at lýsa mannin sálarliga rættvorðnan, tá vit júst í hesum døgum lýsa flestu syndir og víðgongdar hugburðir sum úrslit av sálarligum ella likamligum trupulleikum; bara ikki hjá Breivik; hettar sigur so mikið sum at her er motivatión og politiskt spæl íblanda.

Flestu munnu ivaleyst halda við mær, at tá eitt fólk uttan himpr og skuldarkenslu beinir fyri 69 tannáringum, so ber viðkomandi brá av álvarsomum sinnisligum trupulleikum.
Harvið skal eg tó ikki halda uppá, at maðurin ikki var tilvitandi; men tað sagt: flestu psykopatar eru tilvitandi og kunnu taka fulla ábyrgd fyri sínar ógerðir.

Tað, sum eg legði dent á í mínum fyrra skrivi, var, at talið á høgravendum og enntá ultrahøgravendum, sum vildu fylgt í fótasporum Breiviks, umboðað eitt fáment herlið.

Men aftur til tað, sum hevur týdning.

Nakrar persónligar viðmerkingar hava, síðani eg legði skrivið út, fingið tað at ljóða sum um, at eg hevði eitthvørt ímóti hesum vinstrasinnaðu ungu, sum vóru úti fyri ræðuleikunum á Utøya. Men einki er meira fjart frá sannleikanum. Hóast ósamdur við hópin av teirra áskoðanum, so eri eg sannførdur um, at talan er um sera fitt ung fólk, sum meina ómetaliga væl, og sum veruliga ynskja at gera heimin til eitt betri stað, enn tannn hann í løtuni er.

Í míni upprunaligu grein var tað ikki fyri at lasta tey ungu á Utøya, men heldur var tað upprunaliga í samanhanginum at viðgera framsøgnirnar hjá Erik Poppe, at eg legði undanfarna skriv út, har Poppe skal hava borið fram, at filmurin var gjørdur við tí endamáli at lýsa, hvussu høgraekstremisma kann síggja út. 

Erik Poppe. Maðurin handan filmin Utøya.


Poppe ville lage filmen for å minne verden om hvordan høyre-ekstremisme kan se ut. Det sa han under møtet med pressen etter filmen. Terroristen som drepte 69 mennesker på Utøya hadde høyre-ekstreme ideer.

Spurningurin, sum eg sjálvandi loyvi mær at seta her, er: hvat  er høgraekstremisma í hugaheiminum hjá Poppe og ivaleyst øðrum vinstrahallaðum, progressivum ella vinstraekstremistum?

Eg royndi í greinini at vísa á, at Breivik er dømi um víðgongdan ørskap (also íblandaðan psykopatismu), men so legði eg dent á, at hansara ørskapur ivaleyst var ein mótgerð móti øðrum víðgongdum ørskapi.

Hvørjum øðrum víðgongdum ørskapi?

Sum eg eisini vísti á í skrivinum, so snýr høgrahallaða aktivisman í Bretlandi í hesum døgum seg millum annað um at verja rættin og tryggleikan hjá túsundtals (nøkur siga í hesum døgum hundraðtúsundatals) ungum gentum, sum í mong ár hava verið útsettar fyri kynsligum trælahaldi og skipaðari neyðtøku.
Um slík aktivisma kemur undir at vera høgrasinnaður ella enntá høgravíðgongdur, so eru eg og mong við mær í hasum føri, høgravíðgongd.

Tað sagt, so er tað ómetaliga harmiligt at gølan mangan verður rænd av høgra hugsandi í eisini hava ilt í huga.

Men snýr høgraekstremisma seg um at varpa ljós á slíkar ræðuleikar heldur enn at tiga og sópa teir burtur, so kann eg enn einaferð, í hasum føri, roknast sum høgravíðgongdur.

Snýr høgraekstremisma seg um rættin at finnast at einum myndugleika, sum í mong ár hevur vent blinda eygað til hesar skipaðu hópneyðtøkurnar og enntá handtikið offur og hjálparleys foreldur ístaðin, so er tað heilt greitt, at eri eg høgraekstremistur.

Tá so SU langar út og áleggur mær at stuðla teirra stríði í bardaganum móti høgraekstremismu, tí høgraekstremisma er ein vaksandi hóttan í Europa, so vantar ein nærri lýsing frá teimum av, hvat høgraekstremisma veruliga hevur við sær og umboðar, ið hvussu er í teirra hugaheimi.
Meina tey við nasismu, rasismu ella líknandi psykopatar sum Breivik, so vil eg jaliga bólkast millum teirra, ið standa høgrarákunum ímóti.

Men er talan um at vera politiskt korrektur, at vera forðaður í at finnast at aðrari mentan, at tora at hugsa øðrvísi og vera religiónskritiskur og ismu kritiskur, so vendi eg jaliga kritikki mínum móti teimum vinstrumegin.

Tað er eyðsæð altíð harmiligt at viðgera slíkar truplar sakir. Í hesum føri má eisini staðfestast at tað finnast hópurin av góðum muslimum, sum ongantíð vildu stuðla slíkum ágangi; eg kenni nógvar. Tó eiga vit heldur ikki at síggja burturfrá, at búrkropparnir vóru eftirfylgjarir av religiónini Islam og her má ein seta neyðugu spurningarnar fyri at sleppa til rótina av trupuleikanum.

Fyri mær tykist sum um at progressiva rákið vil lekja krabba við plásturi.    

Hvat roynir SU at siga?

Ávíst í aftursvarinum hjá SU satt at siga skelkaði meg, og satt at siga veit eg í løtuni ikki, um SU miðskilti okkurt í mínum undanfarna skrivi.

Í skrivinum nýtti eg sum samanbering við víðgongda ørskapin hjá Breivik gøluna, sum seinastu árini hevur rakt enska samfelagið, har omanfyri nevndu túsundtals blaðungu genturnar hava verið lumpaðar og tvingaðar til áhaldandi skipaða neyðtøku í áravís av harkaliðum, samansettum av eftirfylgjarum Islams.



Sjálvandi bólka við slíkt undir víðgongdan ørskap. 

Men ikki er tað minni víðgongt og ørligt, tá myndugleikar og miðlar venda blinda eygað til, lata tað um seg ganga fyri at kunna verða sátt við Islam og tilflytarar og harvið velja at ofra hesar ungu borgararnar á altarinum av politiskari korrektheit.

Her er eina játtanin: 

Disgraced former Labour politician Denis MacShane has admitted that he shied away from investigating allegations of a child sex abuse scandal in Rotherham because he is a 'true Guardian reader' and did not want to 'rock the multi-cultural boat'.
The former MP, who resigned as MP in 2012 over the expenses scandal, said ‘misplaced racial sensitivity’ prevented him from 'burrowing into' the widespread sexual abuse allegations and oppression of women in the Muslim community.
He made the comments after a damning child protection report found 1,400 children were sexually exploited in the town by gangs - most of them of Pakistani origin - between 1997 and 2013.
A group of 'influential' Pakistani councillors were accused in the report by a council officer of blocking attempts to tackle the abuse and also meddling in domestic abuse cases involving Asian women in the town.
Mr McShane said: 'I think probably [I didn’t do as much as I could]. I think that I should have burrowed into it. 
'Perhaps yes, as a true Guardian reader, and liberal leftie, I suppose I didn’t want to raise that too hard.'
He also told the BBC: 'I think there was a culture of not wanting to rock the multi-cultural community boat if I may put it like that....

...In the report, one council official also told author Professor Alexis Jay social workers felt pressure from Pakistani officials to reveal the whereabouts of women fleeing domestic violence.
They were also told to encourage women to go back to their attackers rather than support the victims' own choice of action, they said.
Ukip's Yorkshire and Humber MEP Jane Collins said: 'This part of the report is just shocking. 
'To cover up something of this scale, they cannot have been acting out of shame; it is evil.'
http://www.dailymail.co.uk/news/article-2735194/Girls-young-11-doused-petrol-told-raped-next.html

Tað var nøkrum, men ikki mongum vinstrahallum politikarum, miðlum ella aktivistum fyri at takka, at gølan lak út, og at hesar gentur í løtuni hava eina meiri umboðandi rødd.

Í mínum huga uppførdu ensku myndugleikarnir seg ábyrgdarleyst, ómoralskt og svíktu samfelag, land og fólk. 

Sjálvandi var orsøkin tann genturnar vóru hvítar og at hesi sum framdu ræðuleikurnar vóru av øðrum uppruna. Við øðrum orðum, rættindir eru eina galdandi grunda á hvør í offuri er og hvør fremur harðskapin. 

Vanlagnur hava ongan týdning um tú ikki kemur undir politiska korrekta skjólið hjá vinstravonginum. 

Fari eg skeivur? 

Neyvan:

Til hetta skrivar SU í sínum aftursvari:
Høgni tekur upp dømi úr Stóra Bretlandi, har hann skýrir vinstravendum at leggja bond á løgreglu, almennar tænastur og miðlar fyri at steðga víðgongdari islamismu.
Hesar ræðuligu og syrgiligu hendingar, ið eru úrslit av víðgongdari islamismu, mugu sjálvsagt steðgast, men loysnin er ikki einføld. Vit noyðast at vera humaniter, og tað er langt frá altíð lætt.
Image result for what meme

Skilji eg aftursvarið hjá SU rætt (og tey mugu endiliga rætta meg, um eg ikki geri), so tykjast tey siga at, at ensku myndugleikarnir vístu rætta og sanna humanitera atferð og hugburð, tá tey lótu sex-trælkanina av tannáringum, hesar skipaðu og áhaldandi neyðtøkurnar av ungum gentum niður í 11 ára aldur fara fram ósteðgaðar í mong ár. Eisini var tað humanitert og moralskt at handtaka hjálparleys foreldur. 

Og hesin hugburður tykist eisini fevna út um SU:

Rigmor Dam skrivar soleiðis um aftursvarið hjá SU tá hon deilir postin:

Rigmor Dam deildi eitt uppslag.

23. Mai
Spot on SU!
Tað snýr seg ikki um einstaklingin, men um strukturarnir, sum forma og avmarka okkum!

Hvør er einstaklingurin her: hesar túsundatals genturnar? 

Um so er, so gevst Høgni her at hugsa vinstrasinnað.

Beint mótsett áskoðanini hjá SU, soleiðis sum eg skilji aftursvarið, so haldi eg loysnina vera sera einfalda og sera lætta. 

Tann rætthugsandi, sum hevur førleikan at hugsa humanitert og vil hvørjum einstøkum tað besta, fer ongantíð at grunda sín moral á rák og politiska korrektheit. Ein rætthugsandi fer ongantíð at venda blinda eyga til tá smágentur verða neyðtiknar. So heldur upplýsa og varpa út sjálvt um ein ávísur samfelagsbólkur kemur at standa fyri skotum.

Image result for british authorities scandal grooming gangs

Slíkt boðar frá einum vandamiklum politiskum hugsunarhátti, og slík áskoðan eigur ikki av hava nakran sum helst leiklut í einum frælsum, framkomnum samfelagi.

Tað var ið hvussu er niðurstøðan í mínum fyrsta skrivi, tá eg legði dent á, at slík áskoðan og slík samfeløg leiða til hópin av ofrum og harnæst kúgan, og so uppala vit jú, sum frá líður, ein annan Breivik ella eitt rák ið hugsar líkaleiðis.

Ikki fyri at gloyma, at vit geva bólkum og ismum í vilja hata og gera seg inn á okkara fólk og íbúgvar grønari ljós at gera um seg.