Saturday, April 7, 2012

Gudloysingar argast inn á kristna lýsing





Í Toronto Kanada eru gudloysingar um at flippa út, tí niðanfyri standandi lýsingin var at lesa á einum buss stopstaði:
"Dear Jesus, My mom and dad do drugs at home and it scares me. Will you help them stop? Thank you for hearing my prayer.“Don’t worry about anything; instead, pray about everything. Tell God what you need, and thank him for all he has done. If you do this you will experience God’s peace, which is far more wonderful than the human mind can understand.”"
Ateistar pástanda at lýsingin ávirkar neyðstødd børn, um ikki at søkja sær nøktandi hjálp frá løgreglu, socialmyndleikum og aðrastaðni.
http://www.patheos.com/blogs/friendlyatheist/2012/04/05/christian-bus-ad-advises-child-with-druggie-parents-to-pray-not-call-for-help/

Sum ikki einaferð, so er gudleysi hugburðin bæði villeiðindi, fram av leypandi og tekur slett ikki hædd fyri veruleikanum.


Sjálvsagt eru bíbliu-kristin ikki av tí áskoðan, at vit ikki eiga at involvera myndugleikarnar tá vandi er fyri tildømis illgerðum og skemdargerðum, ella tá støðan hjá børnum er hættislig heima; slíkur hugburður er hvørki bíbilskur ella vanligur.  

Tað sum hesir gudloysingar ikki taka hædd fyri er, at lýsingin slett ikki er ein roynd at fráráða børnum um at leita sær hjálp frá myndugleikunum. 

Orðini 'don't worry about anything' stava frá orðum Jesusar í Markus Evangeliinum 6, har Jesus áleggur Jairus í hansara vónleysu støðu um ikki at óttast men trúgva á Gud. 

Veruleikin er at mong av hesum børnum eru í einari hættisligari og vónleysari støðu, har í so at siga eingin vil ella megnar at grípa inn.

Gudloysingar tykjast ikki at taka hædd fyri, at myndugleikar í mongum, kanska flestu førum, longu eru væl vitandi um hættisligu støðuna sum, tildømis í Onglandi har hundra túsundavís av børnum strevast í hesum ræðuleikunum dagliga; í Kanada ivaleyst tað sama. Støðan er so mikið hættislig, at myndugleikarnir hvørki hava pening, fólk, myndleika, tíð ella orku til at gera tað stóra. Tí verður eisini heitt á vanliga bretan um hjálpa myndugleikum fíggjarliga.

Hvat gera so hesir myndugleikarnir við trupuleikan? Einki!
Hvat gera gudloysingar við trupuleikan? Mær vitandi einki!

Men eg kann so tryggja hesum gudloysingum, at kristin aktivt og áhaldandi, fríðvilliga og við egnum peningi gera hópin av arbeiði fyri at lætta um og hjálpa hesum ungu og teirra hart raktu familjum. 

Eg havi búð ikki minni enn 9 ár í Onglandi, har eg eisini havi antin samstarva við, ella vitja felagskap eftir felagskap, átak eftir átak, trúboðara eftir trúboðara, sum ikki bara eggja hesum hart raktu at biðja, men eisini gera alt sum kann gerast fyri broyta uppá teirra umstøður. 

Hví? Tí hesi kristnu eru, eins og øll onnur væl vitandi um, at mynduleikarnir slett ikki megna at grípa inn í hesar umstøðurnar, ditto í Kanada. Í Onglandi har Kristindómur oftani er undir ágangi bæði lógarmessiga og í miðlunum, hava myndugleikarnir seinastu árini samstarvast við kirkjur og samkomur sum eina nærum seinastu loysn fyri at røkka út. Tann uppliving sum familja okkara hevði í býnum Halesowen í Westmidlands, var at tey lokalu kristnu samskipaðu yvir hundra áhaldandi social átøk, og tá var talan bara um býin Halesowen. Minnist meg rætt lá árliga peningaliga virði í hesum verkið (sum fevndi um West Midlands), upp ímóti 50 milliónum krónum.
Neyvan hevði nakar muta í móti um sagt var, at um eingi kristin vóru í West Midlands, so hevði West Midlands ligi í rennisteininum. 

Hmm, tað eru annars nógvir ateistar í West Midlands.

Tey 6 árini vit livdu í Birmingham, komu vit at kenna eina trúboðarafamilju, sum fríðvilliga og í fríðtíð sínari tóku sær av umleið 20 hart raktum familjum og einstaklingum.

Fylgdu hesi kristnu orðunum sum Jesus álegði Jairus á sinnið: 'óttast ikki trúgv bert'? 

Absolut!

Skal hetta skiljast sum (gudloysingurin vil verða við) at kristin bara sita passiv meðan nútíðarrákið sindrar familju og samfelag?

Absolut nei!

Niðurstøða

  1. Jú kristin, sum taka orð Jesuar í álvara, óttast einki, men líta á Gud.
  2. Hetta er ikki einsbetýðandi við at kristin eru passiv í samband við myndugleikarnar ella persónligari ábyrgd, heldur eru kristin vælvitandi um at myndugleikarnir ikki megna at nøkta sociala tørvin. 
  3. Tí situr kristna samfelagið ikki á sínari reyv og grenjar um aðrar bólkar í onga samkenslu vísa og einki gera; ístaðin hava hesi tað sum eitt hjartamál at røkka út og tey røkka út.
At gudloysingar síðani skulu koma grenja um eina lýsing á einum bussi, eina lýsing sum eggjar børnum og ungum at biðja til Gud og ikki einki óttast, er heldur ótespuligt, ella reint sagt, so er hetta bara enn eitt dømi uppá gudleyst hyklarí. 

Eg hevði gjarna vilja sæð gudleysar forsprákarir so sum Sam Harris og Richard Dawkins skorið eitt sindur niður uppá teirra grenj og álop á religión og nýtt bara helvtina av teirra orku til umtala hættisligu viðurskiftini í okkara samfelagið, men tað passar kanska ikki inn í teirra eirindaleysu og nátturulistisku hugleiðingar av lívið og tilveru. Hvat nytta orð, tá ein einki sjálvur virkar.

Gudloysi tykist lata tey neyðstøddu eftir í rennidýkinum, samstundis sum rákið avlívar stóran riðil at teimum sum kundu verið við til byggja land (hesi hvørs virði er mær fortalt, ikki er størri enn eitt hønu egg). Stutt sagt Gudloysi er kósin í rennisteinin.

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Tað vóru nakrir ateistar sum høvdu ilt av omanfyri standandi greinini.

Onkur rættaði meg í at talan var um Sam Harris, ikki Mike Harris (tað er so rætta).

Mær er seinni fortalt, at nógvir ateistar lána pengar til neyðstaddar familjur og møgulig átøk at hjálpa hesum í fáttækra londum og at Richard Dawkins hevur ein hjálpargrunn.

Men tað er bara at gleðast um.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.