Thursday, December 15, 2011

Richard Dawkins sigur at menniskjalívið ikki er absolut heilagt

Um gudloysi fær fastatøkur á einum samfelagið, hvat virði kemur so at liggja í einum menniskjalívið?

Richard Dawkins sigur, at hetta hevði verði endin á hugburðinum at 'human life is absolutely sacred'.


Hann sigur at sermerki, eigur at liggja í líðing, heldur enn á virði menniskjans. Ivaleyst leggur hann her dent á, fosturtøku og aktiva deyðshjálp. Argumentið liggur eitt nú í, at vit til tíðir, velja at drepa fíggindan um tað tænir einum positivum endamálið.

Eg skilji væl argumentið Dawkins framleggur um neyðugu avgerðina, at taka upp vápnini í ávísum tíðum og umstøðum; eitt nú vildu stríði móti Hitler og Japan undir Seinna Heimsbardaga verið tvey týðilig dømir. Men hevur maðurin rætt í, at hetta samsvarar við nútíðar trendin innan fosturtøku og møguliga aktiva deyðshjálp?

Eg ætli mær ikki at koma stórvegis inná hesi bæði í hesum innleggi. Men vit eru vælvitandi um at Vesturheimurin hevur redusera sítt upprunafólk við 20 prosentum, grunda á 40 ára fosturtøku. Í Svøríki liggur hetta um eina millión, tey seinastu 10 árini (um eg minnist rætt). Í Føroyum kostar fosturtøkan landinum, tveir skúlaflokkar um árið.
Við tosa ikki bara um persónar sum verða fødd við ymiskum brekið (hesi hava í mínari verð somu rættindi sum øll onnur), men eisini um slík, sum annars vildu verði fødd uttan brek. Hesi vildu inkludera okkara núverandi og framtíðar, arbeiðsfólk, læknar, sjúkrasystrar, lærarar, vísindafólk, vinnulívsfólk, serfrøðingar innan økonomi og politik, etc.
Evropa hevur í longri tíð tyst eftir arbeiðsmegi og sum Matthew Wright í Channel 5 sendingi 'The Wright Stuff' segði tað: "var tað ikki fyri stóru innrásini av innflytarum hevði Ongland, í dag ligið á knøunum".

Eisini haldi eg at fosturtøka týðiliga opinberar ein ikki-kristnan hugburð av ábyrgdarloysi. Ómoralur, ótrúðskapur og sjálvsøkni er ein týðandi orsøk..

Eg haldi tí slett ikki, at Dawkinsa analogi við at fara í kríggj er samsvarandi. Eitt nú var seinni heimsbardagi týðandi, eftirsum endamálið var at bjarga menniskjum undan kúgan og líðing. Í tí førinum vóru mong lív tikin av tí einu orsøk, at lívið er absolut heilagt. Eitt sindur mótsigandi, men soleiðis fungerar heimurin vit búgva í.

Men við hesum kann fosturtøka ikki samanberast. Fosturtøka er í flestu førum, eitt úrslit av ábyrgdarloysi og einari flýggjan undan ábyrgd. Hetta er sjálvandi væl skilligt um ein bara hevur 70 ár at liva í og tað sum veruliga geldur er 'eg, mær, mítt'. Tí skilji eg væl at fosturtøka er rættuliga samsvarandi við eina meiri gudleysa áskoðan (sjálvt um eg veit, at ikki allir gudloysingar eru fyri fosturtøku).

Somuleiðis við aktivari deyðshjálp. Tendensurin er ídag, ikki longur bara at veita teimum hjálp at doyggja, sum ikki seta seg før fyri, at liva áhaldandi við pínufullari, deyðiligari sjúku. Tendensurin í nógvum úttalisum, er eisini blivin tann, at eldra ættarliði er blivin ein byrða. Manglandi barnsburður skapir óbalansa og nøkur eru av tí áskoðan, at hesi eldru, kanska áttu at verði eggja til at latið teirra lív, heldur enn at fara á eitt ellisheim har skattakrónurnar frá okkum fáu eftirsitandi, skjótt ikki koma at muna.

Aftur er talan um ábyrgdarloysi og nakað sum er beinleiðis óetiskt.

Eg loyvi mær tí at siga, at óansæð hvussu væl Dawkins argumenterar jaliga fyri einum gudleysum samfelagið, har menniskjalívið ikki er absolut heilagt, eru dømini oftani knýtt at ómoralskum ábyrgdarloysi. Heldur ikki kann maðurin garantera fyri, at markið um etisku virðini ikki verður flutt frá núverandi støðuni, tá hansara dentur á líðing einaferð verður ein holdningur, sum man bara tveitir afturum seg.

Hesin holdningurin hjá Dawkins er tí vandamikil, tí etikur sum ikki er absolutur, kann reduserast og førkast hagar ein vil, og tá kann ein lættliga trakka inní heimin hjá Stalin og Hitler.
Um menniskjan kann reduserast til eina afrikanska apu, ein fisk úr havinum, eina maskinu, ella ein klump av vælskipanum tilfarið, so er lítið høpið í at grundgeva fyri etikki, eftirsum hesin verður mettur subjektivur og tá kann talan verða um meiri enn embryos, ommir og abbar.

Læt ikki Dawkins sannføra teg við hugleiðingum, hann neyvan trýr uppá sjálvur og sum nógvir góðir ateistar ikki trúgva heldur.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.