Wednesday, November 9, 2011

Ágangur móti kristnum í USA

Ikki allar detaljur eru opinberaðar í hesari sakini. Men býráðið í San Diego, hótti í 2009, pastorin David Jones og konu hansara Mary við eini stórari bót. Býráði pástóð at David og konan, ikki høvdu loyvi til at hava vinir í teirra íbúð, um kredsurin snúði seg um Bíblulestur, bøn og tilbiðjan. Hetta segði býráði verða brot á lógina. Ja...ljóðar eitt sindur sum Saudi Arabia og farna Sovjet.

Nú eru vit aftur inná einum líknandi dømi, eins og við Pilgrims Home ellisheiminum, har sekulerar kreftir vísa seg í sínum sannað hami.

Í hesum førinum vóru David og Mary fult klár yvir, at kravið frá býráðnum stríddi við lógir landsins. Tey tóku tí kampin upp og avgjørdu at skapa so stórt postýr um hendingina og tess tilgongd, sum møguligt.

Hetta førdi við sær at býráðið kom krúpandi aftur. Ein almenn umbering var givin, men umberingin vísti seg ikki at byggja á angur, men heldur á royndina at bjarga skinninum.

Hesuferð ljóðaði tað ikki longur, sum um at tað var ólógligt at 15 trúgvandi biðja saman í einari íbúð. Hetta hevði jú verið brot á amerikansku lógina. Nú var versiónin ein heilt onnur, nú var talan um vandan av at ov nógv vitjandi kundu taka ov nógv parkeringspláss, sum tíðskil kundi órógva nábúgvarnir.

Men Jones og Mary vóru skjótt at spyrja, um hetta eisini galt aðrar vinarbólkar, so sum bindiklubbar, poker bólkar, føðingardagar og annað? Í so fall hevði býráði og løgreglan havt úr at gera. Ein onnur versión ljóðaði tí, at ávaringin var upprunaliga grunda á klaguna hjá einum nábúgva. Men hetta gav jú heldur onga meining.

David og Mary og mong við teimum, er tí av røttum sannførd um, at ein antikristilig og sekuler ávirkan lá aftanfyri hendingina. Hendan niðurstøðan er ikki so heilt ótrúlig, nógvir slíkir tilburðir hava verið og fara fram í Vesturlendska samfelagnum í løtuni. Dømir uppá hvussu vandamikil og líti frælsislyntar hesar sekuleru krefturnar í veruleikanum eru, ella kunna gerast.


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.