Thursday, January 30, 2020

Hvat er tilvera okkara í veruleikanum?

Tá tey siga at tilveran er evnið eina og at alt tí má skiljast út frá evnið via reglubundnari materialismu og innan fyri teimum heimsmyndarligu karmunum sum nøkur, aloftast sera motivera menniskju, trýsta yvir okkum.
So vil eg standa slíkari heimsáskoðarligari kúgan ímóti við at sipa til tríggjar grundleggjandi faktorar undir allari hesari materialistisku tilveruni.
1) Byrjan alheimsins og tilverunar.
Eftirsum talan er um eitt eindømi innan okkara tilveru og av sovornum slag sum uppstendur undan og uttan nátturulógir og alskyns logik, so er tilvera okkara grundleggjandi bundin at einari hending sum ikki kann bólkast undir rammur materialismunar. Ein hending sum vit í hesum døgum kalla 'The Problem of the Cosmological Beginning' og sum onnur kalla fyri 'gand'.
2) Quantum Støðið.
Quantum støðið og tess bitlar er støðið grundleggjandi fyri atom støðið, svart evnið (um svart evnið er veruleiki), svørt orka, ljós, etc bestendur av og er samansett av og sum uppheldur alla tilveru okkara saman við tyngdakraft og rúmdartíð.
Sjálvt um vit gera okkum ómak av at skilja hetta støðið so fysiskt og materialistiskt sum til okkum stendur, so spælir quantum støðið ikki eftir okkara reglum. Støðið er ein duldur heimur, ein spøkilsisheimur sum onkur hevur lýst fenomini, har vit mangan mugu bíta í okkum at har finnast kreftir og partiklar sum als ikki eru til (í hvussu er eftir okkara vísindaligu hugsjón), men sum onkursvegna eru til kortini.
3) Tilvitska.
Tilvitska kann ikki útgreinast ella skiljast út frá nátturulistiskari vísindaligari metodu. Tilvitska er eitt upplivilsi og sjálvt evni, óansæð hvussu ein skipar og forritar evni, nær ongantíð einum subjektivum upplivilsi.
Nærmasta vit náa hesum innan sjálvt vísindaligari kanning og eyðleiðing er skoðanin av informatión frá neuronum til synapsum sum peikar á input, men sum tó einki fortelur okkum um upplivilsi ella hugsan.
Vit eygleiða eisini hvussu hvussu partar av heilanum ávirkast av hesum upplivilsi og síðani hvussu kroppurin eftirfylgjur.
Men her steðgar leitanin, tí neurologi og fysisk gransking og eygleiðing megnar ikki greiða okkum frá tilvitskuni. Fysisk kanning kann greiða frá broytingum í heilanum og møguligari persónsbroyting, orsaka antin av heilaskaða ella traumatiskari fysiskari uppliving, men sigur einki um subjektiva upplivilsi hjá tí einstaka.
Tikið saman um, so er upprunin til tilveru okkara, uttanfyri mørk materialismunar og vísindaligu metoduni.
Men sum um tað ikki var ein nóg stórur biti at svølgja, so er eisini grundleggjandi støðið av øllum innanfyri rúmdartíð uttan fyri støðið har vísindin grynnir.
Og har endar tað heldur ikki, tí sjálvt subjektiva upplivilsi av rúmdartíð, kreftum og orku kann heldur ikki vigast á vísindaligu vektini.
Her havi eg tí hug at spyrja: hvat er tilvera í veruleikanum?
Kann tað hugsast, at tilveran er nógv ófysiskari (pr. okkara definatión) enn vit veruliga geva okkum far um?
Mynd hjá Kristindómur Svarar

Wednesday, January 15, 2020

Spotta Anda Guds: Syndin sum ikki kann fyrigevast

Image result for blaspheming the holy spirit
Tað finst fyrigeving fyri spottaran, eisini tann sum dittar sær at spotta Jesus (Lukas 12: 10). Men eingin fyrigeving tykist vera fyri tann sum spottar Anda Guds (Markus 3: 28-30):

“28
Sanniliga, sigi Eg tykkum: Alt skal verða menniskjabørnunum fyrigivið, syndir og spottanir, hvussu stórliga tey so spotta;
29
men tann, ið talar spottandi móti Heilaga Andanum, fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd."
30
Tí teir søgdu: "Hann hevur óreinan anda!"

Markus í sínum evangeliumi leggur áherðslu á at ein slíkur: “…fær í allar ævir onga fyrigeving, men er sekur í ævigari synd (Markus 3: 29)

Hevur tú nakrantíð grunda yvir hvat í Jesus sipar til her?

Mangan siga vit at eingin munur er á synd yvirfyri Gudi. Jákup skrivar tildømis í brævið sínum at um ein brýtur part av Lógini so brýtur ein alla Lógina; skilt soleiðis, at tá kann ein roknast sum fullur lógarbrótari.
Aðrastaðnis í Bíbliuni lesa vit at vit øll hava synda, at góð verk í sær sjálvum ikki broyta støðu okkara yvirfyri Gud og at enntá rættvísu gerðir okkara eru sum dálka plagg (sum er annað langdrigi evnið).

Tó so fortelur hetta okkum einki um munin millum syndir, eina at synd er lógarbrot og at vit øll hava synda og standa til svars fyri Skaparanum.

Fyrsti spurningurin sum má setast er tí: hvat tað meinast við at spotta Heilaga Andan?

Talan kann ikki verða um simpla spottan ella speireking av tign, tí Jesus er somuleiðis hægsta tign, umboðandi Guddómin, hesin Harrin sum Jóhannes doyparin fyrireikaði vegin fyri, sum skal døma og sun kemur aftur við einglum sínum og ivaleyst liggur tí onnur forkláring aftanfyri.

Ein onnur forkláring er, at spottan móti Heilaga Andanum er at avnokta boðskapin um frelsu Guds, har ein tí kemur í ræðuliga støðuna at doyggja ófrelstur og tí kann vænta æviga fortaping.

Jóhannes orðar seg kanska í hesum høpinum tá hann skrivar í sínum fyrsta brævið at synd er sum er til deyða, eins og tað er synd er sum ikki er til deyða (1 Jóh. 5: 16-17):

16
Sær onkur bróður sín gera synd, ið ikki er til deyða, so skal hann biðja; og Hann skal geva honum lív - teimum, ið ikki synda til deyða. Synd er, sum er til deyða; tað er ikki viðvíkjandi henni, eg sigi, at hann skal biðja.
17
Øll órættvísi er synd, men synd er, sum ikki er til deyða.

Ein kundi hildi at munurin her var millum persónliga, moralska synd sum ikki førir til samfelagsligt lógarbrot og synd sum er samfelagsligt lógarbrot, har talan er um samfelagsliga revsing, har viðkomandi hevur dóm sín uppibornan.

Men í samanhengin rakar handan tulkingin við síðunar av. Heldur liggur svarið í samanhenginum av brævinum har stórur dentur verður lagdur á at liva í ljósinum (at fylgja Jesusi/verða lærisveinur Jesusar) mótsatt av at liva í myrkrinum (liva í synd ella religiøsum hykli). Tað tykist tí at synd sum ikki er til deyða, talar um persónligt fall og synd sum kemur fyri tá ein annars er á meiri rættari kós, also livir í ljósinum (1 Jh. 2: 1-2), har viðkomandi síðani játtar sína synd, vendir við (1 Jh.1: 9) og heldur heiløgu kósina víðari. 

Handan tulkingin ljóðar meiri samsvarandi tekstinum hjá Markus. Men neyvan er hetta spesifikka evnið sum Jóhannes her viðger, tað sama sum Jesus boðar í ávísu evangeliums hendingini.

Markus vísir heilt spesifikt á at ófyrigeviliga syndin er spesifikt úrslitið av spottan móti Heilaga Andanum, sum var pástandurin, ákæran um at Jesus hevði ein illan anda:

Tí teir søgdu: "Hann hevur óreinan anda!"

Hetta slepst ikki uttanum! Kritikarir Jesusar eygleiddu Jesus í Hansara førleika at gera kraftargerðir og undur og teir hoyrdu boðskap Hansara.

Aftursvar teirra, var at kraftin sum virkaði í Honum og út frá Honum vóru verk satans.

Í hasari ákæruni liggur spesifikka álvarsama brotið sum er so ófyrigeviligt, har Markus spesifikt sipar til spottan móti Heilaga Andan sum eina spesifikka negativa áherðslu á tað verk sum Jesus útinnir, og í hesum føri at hetta er djevulin.

Hetta setti mínar tankar ígongd.

Tí til bar at spotta Jesus líkaleiðis og játta sína synd og verða fyrigivin, men mótsatt fanst eingin leið aftur til Gud um ein spottaði Anda Guds.

Hví er tað?

Persónliga haldi eg svarið liggja í samanhenginum av Bíbliuni har Andi Guds umboðar meiri enn Anda Guds, men eisini Guds útrættu kraft á menniskju, á samfeløg og samkomur.

Spottanin her ger tí ikki fyrst og fremst Jesus til offur, men hon rakar menniskju sum av ákæruni um at Jesus var undir ávirkan hina illra anda vera villeidd soleiðis at tey taka avstand frá verkið, frelsu og ávirkan Guds á teirra lív.

Stóra álvara í hesi syndini er tí ikki grunda á spottan av tí guddómiliga men spottan av verkið Guds sum leiðir menniskju til frelsu og endurnýggjan og sum tí ger hesi til offur.

Hesin sum fortapist fyri at spotta Anda Guds, er tí fordømdur her og nú í royndini at draga menniskju við sær í sama æviga dýkið.

Men kann Gud veruliga gera sovorit?

Í Seinna Tessalonikabrævinum 2: 8-12 fer Gud í Endatíðini at lata stóra villing koma yvir manna ættina so at hesi ikki skulu hava møguleikan at venda við og uppliva frelsu Guds.
Orsøkin minnir ikki sørt um orsøkina í Markus, har heims samfelagið fer at tilbiðja og fylgja einum alheims valdsharra í ikki eina fer spotta Gud men líkaleiðis bjóðar seg fram sum alternativið fyri ávirkan og Anda Guds.


Tað er tí nógv sum bendir á at spottan móti Anda Guds er diaboliskt álop á livandi verk Guds við tí endamálið at villeiða menniskju frá sannleikanum í kann leiða tey til frelsu.