Thursday, June 9, 2011

Rættleiðing til Hans Andreas Sølvará: veruligi veruleikin um trúgv og ástøði innan søgukritisku bíbliugranskingina

Aftursvarið niðanfyri, er ein (ikki so djúptgangandi) grein, eg skrivaði í 2010, sum eitt aftursvar til aftursvarið hjá Hans Andreas Sølvará til Kristian Hansen. Eg skrivaði í hesum sambandi tvær greinar, men kom ongantíð so langt sum at senda greinina í bløðini. Hetta er tí ógvuliga forsinkaður lesnaður men kann verða til áhuga fyri onkran. 

Í greinini ‘Rættleiðingar til Kristian Hansen’, í Dimmalætting 20 september skrivar Hans Andreas Sølvará um avrik sítt ‘Guds orð ella orð um Gud’ í samband við Bíbliuna og søgukritisku bíbliugranskingina:
‘eg havi skriva eina søgubók og ikki ein gudfrøði bók...bókin snýr seg fyrst og fremst um bíbilsku tekstirnar sum søguligar keldur grunda á tað søgukritisku bíbliugranskingina.

Víðari skrivar Sølvará:
‘søgufrøðingar kunnu bara koma fram til tað, sum er sannlíkt—hvat fólk trúgva hevur ongan áhuga í hesum høpi’.

Tað tykist fyri mær her, at Sølvará metir sína granskingar framfer um bíbilska tekstin at byggja á fakta, meðan trúgv í hesum samanhenginum, tykist at verða ein mótstríðandi faktorur í útilukkandi byggir á blindleika fyri veruleikum.

Eftirsum eg sjálvur hava lisi gudfrøði í útvið 7 ár og týðiliga síggi bæði óveruleikan og eisini andsøgninar í hesum pástandinum hjá Sølvará, so meti eg meg eisini føran fyri at koma við nøkrum rættingum.

Eg ætli mær tí í hesum aftursvarinum, at vísa á ávísar veruleikar innan bíbliukritisku granskingini sum ikki stuðla undir ómetaliga avgjørda pástandinum, at søgukristiska bíblugranskingin er ein granskan sum ‘bara’ kann ‘koma fram til tað, sum er sannlíkt’.

Heldur ikki tykist tað fyri mær at Sølvará ger rætt í at úthýsi trúgv frá hesi gransking, eftirsum bíbliukritikkurin sjálvur byggir á trúgv og neyvan hevði megna a framført seg, bara við sokallaðum søguligum førleikum.

Objektiva nátturan í søgukritiskari bíbliugransking

Sjálvur meti eg ikki alt innan søgukritisku bíbliugranskan at verða nyttuleyst og subjektivt, ein slíkur holdingur hevði verið alt ov einsporaður og óakademiskur.

Veruleikin er at tekst, keldu, redaktións og enntá form kritikkur eru metodir sum allar hava veit eitt hvørt ljós yvir ávís økir í hesi gransking. Tildømis kann ein verða samdur í at ávísir formar taka seg upp í evangeliums tekstinum, tó at ein ikki er samdur við formkritikki.

Somuleiðis kann ein verða samdur í at høvundarnir Matteus og Lukas tiltíðir redigera, tó at ein ikki byggir sína gransking á redaktiónskritikk. Ongin av hesum kritisku framferðarhættunum kunnu nýtast sum fullar heimildir til at skilja millum fakta og óveruleika í bíbliu-søgugranskan! Um so var høvdu tendens kritikkur, literelur kritikkur, form-kritikkur enn verði galdandi.
Tó skal sigast at kritiska metodan er í mongum førum objektiv og tí koyrir í fleiri sporum. Tað eru tildømis fleiri av oddamonnunum innan enska skúlanum av rørðsluni, sum í ávísum niðurstøðum hava verið góðir umboðsmenn eisini fyri tann konservativa vongin.
Somuleiðis eru tað nógvir kristnir granskarir sum halda seg til hesar metodir og enntá summar av niðurstøðunum.
Eisini skal sigast at andsøgninar millum eitt nú týska og enska skúlan, í báðir halda seg til hesa metodu, antin vísir ómetaligan objektivitet ella í mongum førum totalan ørvitiskap.

Tí er tað ikki mín absolutta niðurstøða at søgukritisk bíbliu gransking ikki kann verða objektiv og søgulig. Men um slík gransking er heilt søgulig og bara kemur ‘fram til tað, sum er sannlíkt’ og fulkommiliga útilukkar ‘trúgv’, sum Sølvará vil hava okkum at trúgva, har haldi eg at Sølvará yvirdrívur sín pástand nakað ov vítt.

Søguligi óveruleikin innan søgukritiskari bíbliugransking

Her vildi tildømis liberali gudfrøðingurin Raymond Collins, neyvan verið heilt samdur við Sølvará. Collins lýsir í bók síni ‘Introduction to the New Testament’ søgukritiska bíbliugranskan sum eina framferð í áhaldandi útleggur Nýggja Testamenti og søguna um tess uppruna eftir samfelags ella filosofisku paradigmunum (s. 41-74).

Her kemur tað greitt fram sum eisini Collins lýsir tað, at bíbliukritikkurin er í nógvum førum fyrst og fremst hypotetiskur og at kritikkarin framleggur slíkar hypotesur ikki tí tær eru bygdar á veruleika men tí hann sjálvur hevur behov fyri teimum.

Víðari í bókini útgreinar Collins tær mongu granskingar metodinar og eina ørðgrynnu av hypotesum sum eru fundamentalar fyri slíka granskan. Men leitar ein eftir fakta í hesum høpinum, so er líti og einki at fara eftir, tað er ilt at siga um nakrar av hypotesunum veruliga kunnu indikerast út frá søguligari gransking. Hetta hevur ført til nógvar trupuleikar og Collins greiðir tildømis frá, hvussu ástøðis tíðarrák verða útskift við onnur. Eitt nú niðurstøðan av 100 ára hørðum akademiskum avrikið hjá mongum granskarum, við óteljandi hypotesum og bókum í teirra viðgerð av tí ‘søguliga Jesusi’, sum fer fyri skeyti.

Sjálvur Ernst Kasemann, næmingur hjá Bultmann, ein av tiltiknu Marburgarunum og ein av oddumonnunum innan hesi rørðslu, skrivar um hesa gransking:
‘her liggja landamørkini víð opin fyri teimum mest ólíku hypotesunum’ (Essays on New Testament Themes, 1964).

Tíðskil lýsa bæði Collins og Kasemann søgukritiska bíbliugransking sum eina metodu har so at siga ongar avmarkingar eru fyri hugfloðinum; hettar er sostatt ikki ein sovorðin staðfesting av tí ‘sannlíka’ sum Sølvará tekur til.

Tað eru hesar ovurhonds mongu gitingarnar, sum eisini mynda søgukritisku bíbliugranskingina úr einum enda í annan, sum gera avgjørda úttalisi hjá Sølvará so ekstremt yvirdrívandi. Men hetta er hóast alt tað sum søgukritiska granskingin byggir á.

Skal eg tala fyri meg so haldi eg sjálvur at hetta kemur heldur týðiliga til sjóndar í bókini hjá Sølvará ‘Guds orð ella orð um Gud’. Fyri at taka eitt líti dømis, so pástendur Sølvará á síðu 96, at Matteusar evangeliið var skriva í býnum Damaskus. Hesin pástandur, veit eg út frá míni egnu granskan, hevur ómetaligan týdning fyri summar bíbliukritikkar.

Men kann Sølvará út frá søguligari gransking prógva hendan pástandin? Her nyttar einki hjá Sølvará at ákæra meg fyri at hava falssitera seg, eftir sum eingin kelda er upgivin, hetta má tí verða eitt og hvørt sum Sølvará sjálvur má hava granska seg til.

Men um Sølvará ikki kann veita okkum søguligar indikeringar fyri hesum pástandið, so má lesarin her geva mær rætt í at Sølvará blint trýr einari hypotesu, ella hevur slongt ein pástand út sum hann ongar heimildir hevur fyri.

Heldur enn staðfesting av tí ‘sannlíka’ so hevur hendan metodan ført til hópin av søguligum villum. Tí eigur tað ikki at undra okkum at tað er júst henda vevjanin í hypotesum sum oftani hevur komi illa við hjá kritikkarinum.

 Tildømis Robert J. Miller, ein av talsmonnunum fyri ‘the Jesus Seminar’ myndar í bók síni ‘The Jesus Seminar and its critics’ ruðuleikan av hesi granskingar atferð í fyrstu tíð teirra, sum tilseinast kravdi, at leiðandi røddirnar í hesi gransking máttu innsetta ástøðiligar lógir í bók, tá granskingin alment skuldi framleggjast (s.20-21).

Aftur, má eg siga at hetta tykist ikki at verða ein staðfesting av tí ‘sannlíka’ men heldur ein blind trúgv á ástøðir og ein kombinering av útvaldum hypotesum.

Eingin lýsir hendan framgangshátt betur enn sjálvur E.P. Sanders, heimskendi bíbliu kritikkarin sum Sølvará vísir stóran heiður í greinini 20 september (2010) og sum eg sjálvur sýni stóra virðing.

Tað kann tó av røttum sigast at kritikkarir sum heiðra Sanders sum ein autoritet ofta skjóta seg í fótin.
Viðvíkjandi metodini, í søgu-kritisku bíbliugranskangini, pástendur Sanders at søgukritiska bíbliugranskanin av røttum, letur hesar ástøðini ráða yvir søguligum keldum og tí sum annars verður mett sum Ur gamalt:
‘The statement about Matthew’s date is dismissed as impossible because of the modern academic theory... They believe that this theory is sound, and therefore they dismiss ancient evidence which runs contrary to it...they are prepared to reject ancient ‘testimony’ when it conflicts with their own scholarly stance... (Sanders & Margaret, Studying the Synoptic Gospels, p.16).

Men her uppstanda jú fleiri trupuleikar. Tildømis kemur tað heldur greitt fram at søgukritiska bíbliugranskanin loyvir sær at vraka keldutilfar grunda á mongu ástøðini, ella rættari sagt hypotesunum og tað eru júst hesar mongu ‘ólíku’ hypotesurnar sum Kasemann sipar til, sum skapta so nógv óskil á ‘The Jesus Seminar’.

At granskarir loyva sær at vraka søguligar keldur grunda á hypotesur sum teir ikki sjálvir semjast um, sáar eisini ómetaligan iva um akademiska førleikan innan hesi gransking. Eitt nú verður Sandersa tíðarfesting av evangeliinum væl mótargumentera av øðrum kritikkarum tildømis, John A.T. Robinson, og tíðskil eru ikki allir granskarir samdir í teirra ‘own scholarly stance’.

Akademiski førleikin er tí ikki at meta meiri sannlíkur enn ur-keldunar og vísir hetta at hypotesunar eru slett ikki so álítandi ella sannlíkar sum tað verður lagt upp til. Tíðskil er hetta ikki sum Sølvará pástendur, eitt stríð millum søgugranskan og trúgv, men heldur oftari eitt stríð millum hypotesur og keldur og sum eg nú skal koma inná, heimsmynd móti heimsmynd.

Sanna motivi innan søgukritisku bíbliugranskingini

At hendan søgugranskingin hjá Sølvará ikki bara er hypotetisk men eisini heimsmyndarlig heldur enn bara søgulig kemur eisini greitt fram í skrivingini hjá mongum kendum bíbliu kritikkarum.

Nevnast kunnu tildømis Hermann Samuel Reimarus (1694-1768), Ernst Troeltsch (1865-1923) og Rudolf Bultmann, fyri at taka nakrar fáar. Troeltsch inførdi inní hesa gransking 3 princippir, tilætla snildisliga at skilja tey ónátturliga elementini frá bíbliusøguni.

Um hetta lýsir eisini Rudolf Bultmann kendi týski form kritikkarin í bókini ‘Jesus Christ and Mythology’ (1958) um leiklutin av modernismu í gudfrøðini sum eitt konsept bygt á nátturlismu, við endamálinum at fyribeina supernátturlismuni. Víðari lýsir Ernst Kasemann, ein av oddamonnunum fyri redaktións kritikki í bókini: ‘Essays on New Testament Themes’ (1971), náttúrlistiska sigurin gjøgnum hesa teologisku vísindina, og her hann meinar við søguliga bíbliu kritikkin.

Tíðskil eru bæði Bultmann og Kasemann á einum málið um at tendensurin innan bíbliukritiki er at byggja fyrst og fremst á eina reint fanatiska nátturulistiska heimsmynd.

Í Nýggjari tíð kundi vit eisini nevnt Barth Ehrman, sum í kjakið sínum við William Lane Craig, um uppreisn Jesusar, í 2006, metti nátturulistiska argumenti at verða serstakliga galdandi.

At hesin hugburður, eins og við hypotesunum, heldur ikki byggir á fakta verður staðfest bæði av Bultmann í ‘Problem of Miracle’ og F.H. Bradley í bókini ‘The presuppositions of critical history’, har teir meta prógv at verða óneyðug í hesum høpi og nøkta seg heldur við fortreytum og útgangstøði.

Hetta forklárar ivaleyst hví, eitt nú Ludemann í bók síni ‘Jesus after 2000 years, uttan nakað søguligt hald ger krav uppá at allar hendingar í evangeliinum sum bróta við nátturulógina bara mugu roknast um óalítandi (s.4-5).

Burtursæð frá nøkrum fáum ástøðum sum granskarir ikki duga at semjast um, so er hesin ekstremi hugburður mótvegis tí ónátturliga ivaleyst eisini høvuðsorsøkin til at synoptisku evangeliini eru tíðarfest eftir ár 70, heldur enn áðrenn, sum annars vildi havt við sær at spádómurin um fall Jerusalems í synoptisku evangelium var uppfyltur.

Eg haldi tað verða harmiligt at søgugranskarir skulu hava rættin at tvinga ein heimsmyndarligan monopol uppá søgugranskan, at søgugranskan bara skal skiljast út frá filosofiskum útgangsstøði. Eru vit tá inni á søgugranskan? Er tá nakar hugsningur um, at koma fram til tað sum er mest søguliga sannlíkt? Er ikki heldur talan um eitt gudloysis rák, sum loyvir sær at solda frá granskingini allar teir veruleikar, sum kunnu sáa iva um gudloysis heimsmyndina?

Søgukritiskir granskarir ávarða

Sigast skal tó, at tað eru kritikkarir sum í seinastuni hava vent sær frá hesum hugburið og metodum og nú ávara ung lesandi um ikki at lætta seg lumpa av hesum snildum.

Eg kann nevna, fyri at taka eitt dømi, Eta Linnemann, kendi Týski professarin og næmingur hjá Rudolf Bultmann. Í bók síni ‘Gud å Biblekritikken’ ávarðar hon næmingar um at gloypa søgukritisku bíbliugranskanini, eitt nú tí at henda granskanin byggir ikki á objektiva gransking men í nógvum førum, heldur á ein filosofiskan monopol á statsligum universitetum (s.18).

Eisini sum hon útgreinar í bókini ‘Is there a Synoptic Problem’ at upprunaligu oddamenninir í hesi gransking vóru slett ikki gudfrøðingar men heimspekingar (s.19-20). Og víðari, har hon eisini ávarðar um motiv-trupuleikan, sum hon metir at vera sonnu náttúruna í hesi gransking og sum byggir á ein radikalt anti-kristiligan hugburð (s.20). Um Linnemann er ov ekstrem í síni lýsing, og myndar bíbliukritik ov dapurt, dugi eg ikki at meta um, men í hvussu er, er hon ein av mætastu fakkvinnunum á økinum og hevur drúgva og nærum lívlanga erfaring.

Andsøgninar innan søgukritiskari bíbliugranskan

At søgukritiska bíbliugranskanin oftani sýnir eina ivingarsama framferð, enntá frároknandi ein ekstreman nátturlistiskan hugburð, kemur eisini týðiliga til sjóndar í teimum ástøðiligu andsøgnum. Læt okkum bara halda okkum til Sanders og taka 2 dømir. Sanders sigur at Matteus og Lukas heilt greitt skrivaðu av frá Markusi, men sum hann aðrastaðni í bók síni upplýsir at verða ein peruvellingur av trupuleikum, og sum hevur ført við sær aðrar villar og óveruligar hypotesur (s.71-74).

Tíðskil er áliti til hypotesunar hjá Sanders mótvegis keldunum ikki heilt eftirfarandi kortini. Somuleiðis vrakar Sanders eisini hypotesuna um Q , keldan sum Matteus og Lukas skula hava gjørt brúk av eftir at hava kopiera Markus.

Sanders er ikki einsamallur í hesum, nógvir lærdir granskarar (eitt nú Mark Goodacre) standa við hetta sama sjónarmiðið ídag og er hetta ein vaksandi rørðsla. Men eftirsum Q er eitt høvuðsástøðið innan miklum parti av søgukritisku bíbliugranskingini, so sáar Sanders við hesum, iva ikki bara um førleikan hjá mongum av hesum fleirtals granskarum (sum Sølvará roknar sum autoritetar), men eisini um trúðvirði innan 150 ára bíbliukritikki.

Eisini kunnu vit líka nevna andsøgnina um tíðarfesting, har søgukritiska metodan metir tildømis Lukas (fyri at taka eitt dømi) at verða skriva eftir ár 70 eftirsum sipa verður til fall Jerusalems, tó at sama metodan eisini staðfestir at Lukas má verða skriva í seinasta lagi um ár 60, eftirsum Lukas slett ikki viðger kristnu søguna millum ár 60 - 70.

Áheitan til Sølvará

Eg havi ongan áhuga í at loypa á Sølvará, ella hansara søguligu førleikar (tað er ikki endamálið við hesum aftursvarið), sjálvur haldi eg hansara avrik um Klaksvíksøguna at verða einastandandi.

Í Samband við bókina ‘Guds orð ella orð um Gud’ haldi eg í hvussu er, at Sølvará hevur megna at skriva eina áhugaverda, men einsporaða bók, har hann hevur samla rúgvuvís av bíbliukritisku meiningunum saman.

Eg havi tó ein trupuleika av avgjørda pástandinum hjá Sølvará, har hann metir seg hava skriva føroyingum eina søgubók um bíbliuna og tess uppruna. Eftirsum Sølvará ger sær serliga galt av kritikkarum og nærum ikki loyvir einum mótspælið, meti eg ikki hetta verða eitt serliga akademiskt verk.

Í hvussu er, átti Sølvará at upplýst føroyingum um at bókin byggir meiri á tað ateistisku ella materialisku-nátturlistisku heimsmyndina, tess ástøðir og søguligu metodir og at bókin er av nátturu (um vit skulu taka Kasemann, Troeltsch og Ludemann, nakrar av oddamonnunum til eftirtektar), nógv meiri ein filosofisk-nátturlistisk viðger av eini ónátturligari bók.

Slíkt má tiltíðir takast inn við nøkrum kilo av salti.

Harnæst átti Sølvará at greitt frá andsøgnini, at tær metodir og tey útgangstøðir sum nýtt vera, í mótsetning til tað sum Sølvará pástendur, útilukka sjálvar í flestu førum ikki blinda trúgv, ella blint álit, í hesum høpinum trúnna á tær mongu ‘mest ólíku hypotesunar’ sum Kasemann sjálvur upplýsir okkum um. Men so skramblar jú ‘sannlíka’ søguliga metodan hjá Sølvará saman, sum Sølvará jú eisini sjálvur skrivar: ‘hvat fólk trúgva hevur ongan áhuga í hesum høpi’.

Um Sølvará kann veita mær søguligt prógv fyri, at Matteusar evangeliið var skriva í býnum Damaskus (síða 96), sum hann tekur til (bara fyri at taka eitt dømi), so skal eg taka ávíst í meg aftur. Um hann ikki megnar hetta so metið eg Sølvará søgufrøðingin í hesum føri at hava sett sítt blinda álit og trúgv á eina hypotesu.

Hetta er ikki stórt øðrvísi enn setningurin: ‘trúgv er full vissa um tað sum vóna verður, sannføring um tað sum ikki sæst’.