Wednesday, January 18, 2012

Sekulerur hykleriskur hugburður

Hevur gudleyst og sekulert hyklarí umsíðir nátt sítt mál? Nýðliga hava hesir brokka seg um at ASA (Advertising Standards Authority) hevur vraka eina klagu frá 'the National Secular Society' um at ASA virkar mótvegis fríðari expressionismu. Talan er um reklamir og aðrar myndir sum alment beinleiðis niðurgera, spotta og provokera kristin og aðrar religiónir.

Hetta byrjar at blíva rættuliga stuttligt, tí sum ikki einaferð vísa hesir ateistar sín hykleriska holdning. Hesir halda tað verða rætt og jaligt at fyritøkur og felagskapir alment eiga at sleppa at tekja sær við tí mest ósigiliga atburðinum. Harnæst halda hesir at samfelagsbólkurin sum er fyri skotum, bara eigur bukka og boyggja seg, tí hetta er ein formur fyri expressionismu.

Samstundis gallopera hesir gudloysingar áhaldandi í rættin og bløðini, har teir grenja, klaga og brokka seg um at teirra rættindir eru brotin, ikki tí at teirra filosofiski holdningur ella teirra persónligheitir verða álopnar ella niðurgjørdar, men tí hesir ikki klára at síggja uppá ein kross, ella tey 'tíggju boðini' í einum almennum rúmi.

Óansæð hvussu ateistar vilja verja hendan holdningin, við tí muni sum eisini má gerast millum reklamur og tey religiøsu útrykk sum hanga á almennum støðum, so vísir hetta kortini ein ótolerantan hugburð sum tykist halda at øll (inkludera kristin og religiøs) eiga at vælkoma kritik og speireking alt meðan hesi sjálvi ikki eiga rætt sín til almenna expressionismu uppiborna. Týðiligt er tað, at hetta í veruleikanum einki hevur við rættindi og frælsi at gera, men heldur tykist verða eitt propagandastríð.

Veit ikki hvussu ateistar høvdu reagera um tað var ateisma og Darwin sum soleiðis alment vóru skýrd, niðurgjørd, verði tað seg í reklamum, skeltum ella sjónvarpi. Halda vit veruliga Dawkins og aðrir høvdu dansa og tekjunum ella siti og frøtt seg um expressionismu, ella høvdu hesir kanska tiki beinini uppá nakkan og runnið beina leið í rættin, ella lobbia nakrar politiskar-samfelagsligar kreftir?


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.