Monday, May 9, 2011

Er menningarlæran við at gerast ein vesturlendsk minniluta meining?


Ávísar kanningar seinastu árini tykjast benda á, at menningarlæran stendur nógv veikari sum ein samfelags áskoðan enn higartil hildi.

Sum dømi verður víst á eina enska kanning, har meiri enn 50 prosent av teimum luttakandi, hildu at børn áttu at lært um kreationismu á sama støði, ella saman við menningarlæruni. Einans 21 prosent av teimum spurdu hildu, at menningarlæran átti at verði atskild frá kreationismu.


Eftirsum eg havi hesi tølini frá ‘creation conference’ felagskapinum og ynski at veita eina óhefta keldu, so pástandi eg ikki at hesi tølini eru røtt. Somuleiðis gevi eg persónliga ómetaliga lítið fyri líknandi Gallup kanningar, har ein lítil fjøld verður tráðspurgd sum ein roynd at umboða heila samfelagið.

Okkurt er tó um tølini hjá Creation Conference.

Eg minnist at eg í 2005 prátaði við ein enskan filosofi lærara sum greiddi mær frá, at lærarir (tá) væntaðu ID at gerast partur av frálæruni innan fá ár.

Somuleiðis eru tølini, ella rættari, tess ábending, ikki tengd á ‘creation conference’ eina. Ein líknandi døpur mynd kom fram í ljósi í 2006, takka verði BBC. Hendan kanningin vísti á, at møguliga bara helvtin av enska fólkinum, metir menningarlæruna ikki at lýsa tað mest sannlíku nátturligu gongdina av hvussu lívið upprann á jørðini.

Harnæst vildi BCC verða við, at meiri enn 40 prosent av teimum sum tóku lut í kanningini vóru av tí áskoðan at ID (intelligent design) átti at verði partur av frálæruni.

Just under half of Britons accept the theory of evolution as the best description for the development of life, according to an opinion poll.
Furthermore, more than 40% of those questioned believe that creationism or intelligent design (ID) should be taught in school science lessons.
The survey was conducted by Ipsos MORI for the BBC's Horizon series.
Its latest programme, A War on Science, looks into the attempt to introduce ID into science classes in the US.
Over 2,000 participants took part in the survey, and were asked what best described their view of the origin and development of life:
• 22% chose creationism• 17% opted for intelligent design• 48% selected evolution theory• and the rest did not know.
Intelligent design is the concept that certain features of living things are so complex that their existence is better explained by an "intelligent process" than natural selection.
Andrew Cohen, editor of Horizon, commented: "I think that this poll represents our first introduction to the British public's views on this issue.
"Most people would have expected the public to go for evolution theory, but it seems there are lots of people who appear to believe in an alternative theory for life's origins."
When given a choice of three descriptions for the development of life on Earth, people were asked which one or ones they would like to see taught in science lessons in British schools:
• 44% said creationism should be included• 41% intelligent design• 69% wanted evolution as part of the science curriculum.Participants over 55 were less likely to choose evolution over other groups."This really says something about the role of science education in this country and begs us to question how we are teaching evolutionary theory," Andrew Cohen added.
The findings prompted surprise from the scientific community. Lord Martin Rees, President of the Royal Society, said: "It is surprising that many should still be sceptical of Darwinian evolution. Darwin proposed his theory nearly 150 years ago, and it is now supported by an immense weight of evidence.
Horizon: A War on Science was broadcast on BBC Two at 2100GMT on Thursday, 26 January 2006
Ein líknandi kanning sum var at lesa í Yorkshirepost vísti á somu niðurstøðu, har vit lesa:
A Mori poll three years ago estimated that less than half the UK population fully accept the theory of evolution and last month it emerged a third of all science teachers think creationism should be taught in their lessons alongside the Big Bang theory

Minnist meg lesa eitt papír útgivi av donsku ambassaduni, í London í 2009. Hesir mettu at talið á onglendingum sum trúðu á menningarlæruna, neyvan longur uppi enn 15 prosent og at talið í Danmark var líknandi.

Sjálvur metti eg tølini av statistikinum at verða bæði yvirdrivin og skeiv, undrist tó yvir hví danir allmenna kunngera slíkt gjøgnum eina sendistovu, um ikki onkrar ábendingar varpaðu ljós tann vegin.

Harnæst má eg ásannað, í ljósinum av omanfyri standandi kanningunum at okkurt er áfat. Vesturlendska samfelagið tykist møguliga vakna úr einum dreymi, til eina verð har pláss er fyri tí andaliga og tí dulda.

Richard Dawkins er ein av teimum, sum harðliga setur seg ímóti hesum nýggja rákinum. Haldi bara at maðurin ger seg fyri gjøldur og at mótfall og angist møguliga einafer tekur hann av bólið. 

Dawkins man vita at trúgvin á Gud og á annað ónátturligt er við at birtast í hjørtunum á hesum vesturlendingum, sum hungra eftir andaligum veruleika og upplivingum. Ivaleyst varnast hann eisini, at hendan tilgongdin kann hava við sær at man skjótt leggur menningarlæruna aftur um seg.

Óansæð, er Dawkins nevyan fult greiðir yvir, hvussu máttmiklar hesar kreftir eru, sum fylgja við einum slíkum tíðarrákið og tess paradigmu skiftið?

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.