Fyri stuttum løgdu limir í
LGBT eina grein út um Matthew Workman, ein mormonara, sum luttók í einari ‘gay
pride' skrúðgongu, og sum í løtuni eggjar øðrum mormonum og eisini kristnum til at luttaka
og eisini at broyta hugburð mótvegis samkyndum.
Umsetta greinin við heitinum:
‘Hví eg luttók í Pride skrúðgonguni, og
hví tú eisini áttið at komið við’
tyktist vera ein innbjóðing til føroysk kristin um eisini at luttaka og ein
frágreiðing um, hví kristin sambært bíbilskum sjónarmiði kunnu luttaka.
Hetta skrivið hjá mær er ein
viðmerking til nakað av innihaldinum í greinini.
Men áðrenn eg viðmerki, vil eg fyrst
siga: Takk fyri innbjóðingina.
Eg eri partvíst samdur við
viðkomandi (Matthew Workman), sum hevur skrivað greinina. Tey kristnu eru
ongastaðni (í Bíbliuni) eggjað til at kúga, døma ella hata samkynd, eins og vit ikki er eggja til at kúga, døma og hata menniskju sum heild. Somuleiðis eri eg samdur í,
at tey, sum eru við til at kúga síni medmenniskju, eitt nú samkynd, koma í høpinum av ‘Ríkið Guds’ (sum kemur) einaferð at
standa til svars fyri hægru maktini.
Soleiðis skal kristindómur ið hvussu er skiljast. Tí verður í hesum sambandi ikki sipað til Móselógina - ein lóg, sum varð givin øðrum fólki í øðrum andaligum tíðarhúshaldi, í aðrari tíð og undir øðrum umstøðum - men læru Kristindómsins og Nýggja Testamentis, sum er til okkum kristnu ídag, allastaðnis.
Soleiðis skal kristindómur ið hvussu er skiljast. Tí verður í hesum sambandi ikki sipað til Móselógina - ein lóg, sum varð givin øðrum fólki í øðrum andaligum tíðarhúshaldi, í aðrari tíð og undir øðrum umstøðum - men læru Kristindómsins og Nýggja Testamentis, sum er til okkum kristnu ídag, allastaðnis.
Tó (og her kemur tað
partvísa inn) merkir hetta ikki, at kristin eiga at taka undir við samkyndum
lívsstílið, geva skarvin yvir fyri at vera politiskt røtt ella luttaka í LGBT
skrúðgongum.
Hví?
Jú, sum tey flestu ivaleyst
hava fatað, so hava Jesu eftirfylgjarar bæði persónin Jesus Kristus og Ný
Testamentligu skriftirnar sum útgangsstøði; lív okkara er tengt at læru og
fyrimynd Jesusar og læru ápostlanna, og henda fyrimyndin og hesar skriftir
fevna ikki um gudfrøði eina, men eisini um lívsstil, moral og etikk.
Sum eg longu havi víst á so lærir fyrimynd Jesusar okkum, at vit ikki eiga at vera fordømandi. Í sínari tíð hugdi Jesus ikki hyggja niður á
syndarar (og tá eg nýtið orðið syndari í hesi grein, er tað ikki specifikt eitt skot eftir samkyndum) og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálv, hvussu vit skuldu
kunnað annað. Bíbliunnar læra lýsir, at hvørt menniskja av nátturu er syndigt
og harvið óskikkað at hyggja niður á onnur, meðan hesin Jesus eftir læru Bíbliunnar ikki verður
roknaður sum syndari.
Og tó síggja vit ikki Jesus døma, gremja seg ella ikki umgangast syndarum. Tvørtur ímóti síggja vit Jesus javnan sita saman við teimum sum tey tátíðar religiøsu úr fyrstu øld hugdu niður og ikki bara valdi hann at umgangast tey, men enntá eta og drekka í teirra samfelagi,
eitt eyðkent jødiskt tekin í fyrstu øld um, at tað hesi vóru góðtikin og ikki hugd niður á við fordøming.
Tískil koma her dømi um, at
Jesu eftirfylgjarar eiga hava sama hugburð, og ávaringin um, at tey, sum døma,
skulu sjálvi verða dømd:
"Dømið ikki,
fyri at tit skulu ikki verða dømd!” (Matteus 7: 1)
Jesus dittaði sær enntá at
orða seg soleiðis:
Jesus segði við
teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í
ríki Guds enn tit!” (Matteus 21: 31)
|
|
Orð Jesusar tala fyri seg, tað tykist ofta lættari hjá
hesum óheiløgu og óreligiøsu at ganga inn í Ríki Guds enn hjá religiøsa
fanatikaranum (og enn einaferð 'óheiløg' og 'óreligiøs', eru í hesum høpið ikki ein specifik peikan eftir samkyndum).
Tískil tekur Jesus eisini
mangan meiri dýran til og slær nógvar ferðir meiri niður á hesar religiøsu
fanatikarir enn á tann opinlýsa syndaran.
Tá ið tað er sagt, er tað
harnæst av týdningi ikki at missa fulla samanhangið, tí her er tað, at tey
mongu velja at vera nøgd við avmarkaðan bíbliukunnleika, samstundis sum tey
nokta at hyggja nærri at fullu læru og hugburði Jesusar.
Latið okkum fyrst taka
fyrimyndina Jesus – hesin, sum javnan át og drakk við syndarunum, og sum vísti
okkum á ein ófordømandi hugburð. At Jesus var góður við syndaran, kemst ikki
uttanum, men hetta merkti kortini ikki, at Jesus jaliga góðtók lívsførslu
syndarans. Til dømis tosar Jesus harðliga ímóti hori, lystum eygnanna (t.d. at
hyggja at øðrum við girndarhuga, nakinmyndir o.s.fr.), dráp, vreiði, hatur,
hjúnabandsbrot o.s.fr.
Listin yvir ymiskar syndir, sum Jesus
einaferð setti upp, sum Markus hevur endurtikið í sínum Evangeliið, ivaleyst frá
Pæturi ápostli, ljóðar: “Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur,
svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska” (Markus 7: 21-22).
Hetta yvirlitið rakar hvønn einstakan av okkum og
øll sløg av fólki og hesi, sum Jesus var góður við, men hvørs lívsførslu hann
samstundis talaði ímóti.
Við øðrum orðum: skøkjan og
tollarin, sum hava lættari við at koma inn í Ríki Guds enn religiøsi
fanatikarin, trína ikki inn í hesa sælu, tí tey hykla minni, men tí tey mangan
hava lættari við at umvenda seg, og umvending er kravið.
Hesi sum trúðu Jóhannes umvendu seg og vóru doypt.
Tað eigur tí ikki at koma
dátt á okkum, at Jesus eisini lýsir hesi, sum hann hevur verið góður við, sum
hann ikki hevur dømt og sum hann hevur etið og drukkið saman við, eisini við
neiligum orðum, eins og hann ger við hyklandi religiøsa fanatikaran:
“Stríðist fyri at koma inn
um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn og
ikki koma…Tá skulu tit fara at siga: ‘Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og tú
lærdi á gøtum okkara’! Men Hann skal svara: ‘Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit
eru; farið burt frá mær, øll tit sum gjørdu órætt…’! (Lukas 13)
Greinin, sum eg her svari
aftur, rakar harvið langt við síðuna av, tá hon leggur upp til, at tú dyrkar
Gud, um tú luttekur í skrúðgongum sum Faroe Pride, og tað enntá fyri tína trúgv
(ivaleyst sipað til kristna trúgv). Hetta gevur onga meining í kristnum høpi,
har lystur samkynda eins og ymisk onnur tráan skilir seg frá tí lívsstíli, sum
verður álagdur okkum.
Jú, tú dyrkar Gud, um tú
elskar samkynd, eins og tú eisini elskar øll tíni medmenniskju. Tú dyrkar Gud, um tú ikki
hyggur niður á samkynd ella fordømir og háðar tey, eins og tú somuleiðis dyrkar
Gud, um tú ikki dømir og háðar onnur medmenniskju.
Men tú dyrkar heldur ikki
Gud, um tú tekur undir við samkyndum lívsstíli, eins og tú heldur
ikki dyrkar Gud, um tú tekur undir við øðrum, sum Nýggja Testamenti forbjóðar.
Brot úr Bíbliuni, so sum:
‘dømið ikki’ ella ‘elska næsta tín sum teg sjálvan’ ella ‘alt sum tit tí vilja,
at menniskju skulu gera tykkum, skulu eisini tit gera teimum’ merkja ikki, at
tann kristni neyðturviliga skal taka undir við øllum, sum næstin ger. Havast
skal í huga, at setningurin: “elska næsta tín sum teg sjálvan”, stendur saman
við “elska Harran Gud tín av øll hjarta tínum”; har Jóhannes ápostulin í brævi
sínum skrivar, at: “Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara”.
Boð Guds fevna um hópin av
góðum gerðum, positivan hugburð, sterk hjúnabond o.a, men eisini um ávísan
atburð, lívstíl og hugburð og gerðir og lívsførðslu sum ein skal taka avstand frá.
Tað er tí høpisleyst at
nýta sum grundgeving fyri, at kristin skulu fara á Faroe Pride, at onkur
mormonari er vorðin meiri opinsinnaður, ella at nøkur kristin hava ment seg úr
fornøldini. Tað er høpisleyst, av tí at hesi fara ímóti tí læru, sum Bók teirra
kristnu ásetur og hesi umboða tí slett ikki tað trúgv og tey virðir, sum
kristindómurin upprunaliga stendur fyri.
Talan er her um slík, sum
sundurpetta kristindómin fyri at hann skal hóska seg einum og hvørjum tíðaranda.
Um kristindómurin skal skerjast fyri at toknast hvørjum Peri og Pól, Adam og
Steve og hvørjum Vishnu og Ahmed, bæði í eystri og vestri, hvat hevur
Kristindómurin so eftir at bjóða?
Eg ynski tykkum samkyndu
alla eydnu við lívinum og ætli mær ikki at taka lut í nakrari kúgan;
tvørturímóti er tað mín kristna skylda at virða samkynd sum vanlig fólk og
medmenniskju og eisini at standa saman við teimum, um tey verða atsøkt, verði tað seg í Føroyum, Russlandi ella Uganda.
Men tá ið tað er sagt, so
fari eg neyvan at taka undir við samkyndum lívsstíli og so slett ongantíð við søkini hjá LGBT og ætli mær tí ikki at luttaka í tykkara skrúðgongu.
Annars skrivaði eg hetta
skrivið av tí einu orsøk: ikki fyri at niðurgera samkynd ella onnur, men eina tí at LGBT viðhaldsfólk í hesum førið, í teirra reklamu
fyri Faroe Pride blandaðu Bíbliuna og kristnu trúnna uppí.
Vinarliga
Høgni Johannesen