Tuesday, May 31, 2011

Seinna Aftursvarið Til Eivind Ortind Simonsen: Tann søguligi Jesus

Hetta er annað aftursvarið til Eivind Ortind Simonsen (limur í Gudloysi).

Eg kann ikki annað enn siga, enn at aftursvarið há Eivind var lítið meiri, enn ein minni versión av fyrru grein hansara um tann søguliga Jesus, ein endurtøku. Hann svarar uppá líti av mínum aftursvarið, kallar meg ókritiskan og einfaldan, og mótsigur sær síðani tá hann lýsir aftursvar mítt sum langt og drúgt; sum týðir uppá at Eivind ikki veruliga hevur funni semju við seg sjálvum, um grein mín var detaljera ella einføld; í hvussu so er, hevur hann ikki kunna svara uppá alt hetta einfaldni. Á eini aðrari heimasíðu kallar svar mítt fyri intellektuela óerligheit. Ivaleyst er trupuleikin heldur tann, at hann ikki hevur fult innlit inn í evnið og ikki megnar at svara aftur. Tó skal sigast, at hetta er ikki tí at Eivind tørvar førleikar at granska, men heldur tí at slík gransking tekur langa tíð.

Men satt at siga, so haldi eg ikki at Eivind hevur svara uppá nakað, og tí nøktar hann seg heldur við, at leggja at persóninum og at demonisera alt sum persónurin sigur.

Lætt meg her eisini siga (áðrenn eg byrji), at eg havi einki ímóti Eivind, ella nøkrum øðrum í Gudloysi. Kjak kann ganga hart fyri seg, og kennir Eivind á sær, at eg leggi for hart út, so kann hann altíð gera vart við hetta og so biði eg sjálvandi um umbering.

Men her er so fylgjandi parturin av kjakinum:

Eivind skrivar:
Høgni ákærir meg fyri at royna at villleiða fólk, men tað einasta eg geri er, at halda meg til tað vit veruliga vita, samstundis sum eg seti spurnartekin við tað, sum Høgni heldur seg vita.

Høgni svarar:

Mín fyrstu spurningur her, er: hvørji eru ‘vit’? ‘Vit’ eru í veruleikanum teir granskarir sum eg áhaldandi siteraði og navngav í fyrsta aftursvari mínum; men hesir eru slett ikki samdir við Eivind. Hesir ‘vit’ eru heldur ikki samdur í at evangeliini vóru skriva við endan á 2 árhundra. Heldur ikki eru ‘vit’ samdir í at eindin av teimum 4 evangeliinum, nevnd í tekstinum hjá Irenaeus umleið ár 180 er alt vit vita um. Kann Eivind geva okkum grundgevingar fyri pástandin?

Vil tað so siga, at hvørjaferð Eivind ger nýtslu av keldum, meiningum, niðurstøðum, ástøðum, próvtilfarið, so ger hann seg skyldigan í einfaldari hugsan, names-dropping, óerligheit og ókritiskari hugsan? Hetta er slíkt hann ákærir meg fyri. Hví heldur hann, at hetta bara skal galda fyri meg?

Tá Eivind skrivar, at Testamonium Flavianum í søgubókini hjá Josefus er ein falska kelda, eftirsum nógvir granskarir eru av tí hugsan, avdúkar Eivind so ikki hann sjálvur er einfaldur og ókritiskur? Ella tá Eivind í grein síni framleggur pástandir, sum tildømis: at Eusebius í bók síni játtar, at verk sítt er ein søgufalskan, er hetta so ikki ein einføld hugleiðing, har Eivind slett hevur givi sær far um at tað er ein nógv longri tekstur aftanfyri og ein samanhengur?

Men tá eg avdúki hesar pástandirnar hjá Eivind og svarið aftur við grundgevingum, bæði frá primerum keldum eins væl og niðurstøðum hjá granskarum, so far hann ikki svara mær aftur; hann velur heldur at endurtaka seg sjálvan og lýsa meg sum einfaldan, óerligan og ókritiskan.

Tað harmar meg, at hetta er tann taktikur hesir gudloysingar hava valt at brúka, og sum eg nú fleiri ferðir havi útsettur fyri síðani eg kom til Føroyar og byrjaði at kjakast.

Tað sum Eivind ikki lutar við lesaran er at vit vita rættuliga nógv meiri enn at Evangeliini vóru nevnd sum ein eind í einaferð í 180-200.

Men eftirsum Eivind heldur seg til ovurhonds ekstrema skeptisismu (blinda vantrúgv), so bólkar hann alla aðra vitan undir óerligheit ella óvitan. Nú pástendur hann eisini at hendan vitanin sum hann ikki vil viðurkenna, eru detaljur sum eg (Høgni) 'haldi meg vita’, meðan hann í undanfarnum postum hevur ákært meg, fyri at tveita út við nøvnum og meiningum hjá øðrum.

Eivind skrivar
Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr.. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey. Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er. Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus.

Høgni svarar:

Ok, vit taka hetta punkt fyri punkt:
Vit vita við vissu, at fyrstu ferð evangeliini verða nevnd sum ein eind er í 180 e.kr..
Hetta er í veruleikanum ikki annað enn ein endurtøka av upprunaligu greinini.

Eg eri samdur við Eivind, at evangeliini verða nevndu sum ein eind, umleið ár 180, í skrivingini hjá Irenaeus; men hvussu veit Eivind at hetta var fyrstu ferð evangeliini vóru nevnd sum ein eind? Tað hevði verði rættari at sagt at hetta er elsta keldan, hesum viðvíkjandi, vit vita um ídag.

Men tað er ein rúgva av detaljum sum Eivind heldur aftur, tildømis at Irenaeus var lærisveinur hjá Polycarp sum var lærisveinur hjá Jóhannes ápostli.

Irenaeus var ikki ein hvør sum helst; hann hoyrdi til eina serliga elitu, sum arbeiddi fanatiskt við traditión og skriftum og sum hevði gjørt soleiðis líka síðani tíð Jesusar. Eivind nevnir heldur ikki at Irenaeus, hevði liva størsta partin av aðru øld, og hevði møtt kristnum leiðarum í fleiri londum. Eivind nevnir heldur ikki, at kristnar samkomur í fyrstu og aðru øld vóru væl skipaðar og høvdu síðani samkomu stovnanina lagt stóran dent á at varveita traditión. Eivind nevnir heldur ikki, í hesum sambandi, at Irenaeus í skrivingini, greiðir frá hvussu tey kristnu hava varveit teirra traditiónir og skriftir og hvussu tey kunnu føra hesar traditiónir aftureftir, frá einum yvirførara (successor) til annan og líka aftur til ápostlanar og Jesus. Her útilukkar Eivind eina rúgvu av søguligum detaljum, slíkt sum hesir ‘vit’ eisini vita um, og so kallar Eivind meg einfaldan.

Men annars so sipar Eivind bara til eindina av 4 evangeliinum. Vil hann harvið siga, at evangeliini ikki vóru til sum ein eind, ella hvør sær áðrenn ár 180, orsaka av at tey fyrstu fer verða nevnd sum ein eind í ár 180? Fatar hann slett ikki, at informatiónin sum Irenaeus gevur okkum byggir uppá allar faktorarnar eg nevndi omanfyri?

Men um hetta ikki er nóg mikið av søguligum ábendingum, læt okkum so fara aftur til handritini. Tað eru hópin av prógvum fyri at evangeliini vóru til áðrenn hetta tíðarskeiði. Vit vita at fleiri av handritunum, eitt nú p52 (Jóhannes), sum var skriva onkrastaðni millum ár 100-145, ivaleyst ár 130.

Vit vita eisini at onnur handrit eitt nú P66 (Jóhannes) og P75 (Jóhannes og Lukas) sum verða tíðarfest umleið ár 200, kunnu tíðarfestast ár 175 og fyrri (Philip Comfort). Bruce Metzger, kanska ein tað kendasti tekst kritikarin í seinastu øld, hevur ongan kritik til Herbert Hunger leiðindi, papyrologi samlaran í Austrian National Library, sum tíðarfesti P66 til fyrstu helvt av aðru øld (Metzger og Ehrman, The Text of the New Testament, s.51).

Men tað eru eisini onnur handrit, sum av praktiskum orsøkum eru tíðarfest ár 200, men har upprunin kann roknast at verða munandi eldri. Tildømis P45 (sum inniheldur partar av øllum 4 evangeliinum), sum av summun verður tíðarfest ár 150-160 (Comfort), og P90 sum av summun er tíðarfest 150-200 (Evans).
Tekst kritikkarir eitt nú Barth Ehrman (fyri at sitera eina ómetaliga óhefta keldu), siga at hesi seinastu handritini søguliga staðfesta at evangeliini vóru til við byrjanini av 2 árhundra.

Eg kann eisini nevna Justin Martyr, sum er ein kelda óheft frá bæði Ireaneus og Papias, sum skrivar í Róm ár 140-160 og sum sipar til eitt fleirtal av evangelium í Róm um tað mundi. Hann kallar hesar tekstir ‘Endurminningarnar hjá Ápostlunum’, og nevnir við navni ‘Endurminningina hjá Pætur’ og siterar enntá í tí sambandi eitt brot úr Markus 3.

Eg kann eisini nevna Papias sum, basera uppá ‘internal evidence’, skrivar um ár 100. Papias sipar um hasa tíðina til Markus, Logia (orðini) hjá Matteus, Fyrsta Pætur, brævið hjá Jóhannes og eitt evangeliið sum kallast Hebreara Evangeliið. Kritikarir hava havt rættuliga ilt av Papias, men hesir eru ikki farnir so langt sum Eivind, at røra undir pástandinum at teksturin, slett ikki hevur søguligt virði, eftirsum hann er endurtikin í eini eldri søgubók.

Granskarir tíðarfesta tí vanliga, uttan nakað prógv ella viðhald, Papias umleið ár 140. Um vit so taka undir við hesari tíðarfesting, so prógvar tað kortini at hesar bókur vóru til undir hasum heitnum um ár 140. Her mugu vit tí bíta í okkum, at enntá ateist granskarir og kritikarir prógva Eivind skeivan.

Somuleiðis kann eg vísa á, at øll evangeliini verða sitera av Irenaeus (180) og Justin Martyr (140-160). Polycarp sum doyði í ár 140 siterar rúgvuvís av teksti úr Nýggja Testamenti og eisini úr Klement, millum annað Matteus og Lukas. Klement í ár 90 og Ignatius í ár 110 sitera líkaleiðis Evangeliini, brøv og annað tilfar. Um hetta ikki er nóg gott prógv fyri at Evangeliini eru skriva áðrenn ár 180, so staðfestir hetta bara ovurhonds yvirdrivnu skeptisismuna, hjá Eivind. Tað er uttan iva har trupuleikin veruliga liggur.

Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliinum, sum kann brúkast til at dagfesta tey.
Hmm...hvat baserar Eivind hendan pástandin uppá?

Er nakað í evangeliinum, sum bendir á at tey eru skriva í 180? Er nakað sum bendir á at tey eru skriva í ár 150? Er nakað sum bendir á at tey eru skriva í ár 120?

Áhugavert at hetta argumenti kann bara brúkast øvugta vegin. Tvørtur ímóti pástandinum hjá Eivind, so eru týðilig tekin í tekstinum sjálvum, sum benda á nær hann er skrivaður.

Tildømis, gera hvørki brøvini ella skriving hjá kirkjufedrum mikið burtur úr heitinum ‘menniskjasonurin’, eins og Evangeliini gera. Grundin var uttan iva, at heiti var miskiljandi á griskum málið og í griskari hugsan. Ein griskur høvundur hevði neyvan gjørt brúk av heitinum, um evangeliini bygdu uppá eitt griskt kristi samfelag í aðru øld.

Á sama hátt, gera evangeliini (uttan Jóhannes) ikki mikið burtur úr Heilaga Andanum. Hetta má sigast at verða løgið um tíðarfestingin hjá Eivind er sannlík, tí Heilagi Andin var eitt yvirdrivi evni eftir deyða og uppreisn Jesusar, meðan tann søguligi Jesus var í fokus áðrenn Ur-samkomuna.

Eg nevndi eisini í aftursvarið mínum, dømi uppá tempulskattin í Matteus 17. Kanst tú greiða frá hvussu grikkar í einum heilt øðrum landi og mentan, seint ella fyrst í aðru øld, vistu um detaljur viðvíkjandi jødiska tempulskattinum og yvirhøvur tímdu inkludera slíkt? Eg nevndi eisini, í aftursvari mínum endan á Lukasar skrivingini; hví endar Lukas so bráddliga at skriva um ár 60-62, um so var at maðurin skrivaði so seint í fyrsta árhundra ella sum tú heldur fast uppá, við endan á aðru øld?

Eg kann nevna nógv onnur dømir av hesum slagnum, men eftirsum Eivind ikki hevur megna at svara nøkrum av hesum, skulu vit ikki ovbyrða hann við fleiri dømun.
Vit vita við vissu, at tað stendur onki í evangeliiunum, sum avdúkar hvør rithøvundurin er.
Eg eri púra samdur, einki í sjálvum evangeliums tekstinum vísir greitt hvør høvundurin er. Men eg veit ikki heilt hvat tú vil við hasum argumentinum.

Tildømis siti eg her við bókini ‘Øldir og Upphav’ hjá Jóannes Rasmussen. Um eg lesi sjálvan tekstin í bókini, er einki sum bendir á at høvundurin Jóannes Rasmussen hevur skriva bókina. Somleiðis bókin ‘Brot úr Fuglafjarðar Søgu’; einki í sjálvum tekstinum, avdúkar hvørjir høvundarnir og teir sum hava samla tilfarið saman, eru. Her mást tú til permuna ella formælið í bókini.

Eg nevndi í mínum aftursvari, at mær vitandi hava vit einki protokollum (fyrstu síðu) av elstu handritinum; tíðskil kann Eivind ikki vísa á eitt anonymt gamalt protokollum av einum handriti, fyri at prógva pástandin. Men eg nevndi eisini at heitir á bókrullum og kodexum, vóru oftani skriva á ein lepa sum var heftur á rulluna ella bókina. Somuleiðis nevndi eg, at fleiri slíkir lepar eru funnir, saman við nøkrum av teimum elstu handritunum. Her kann tí ikki annað sigast, enn at mítt argument stendur væl sterkari. Tú hevur heldur ikki givið tær far um hvat slag av skriving talan er um. Hetta vóru ikki persónligir vitnispurar um hvønn einstakan høvunda, men eygnavitnis frásøknin um tann søguliga Jesus; jødar í fyrstu øld skrivaðu soleiðis.

Vit vita við vissu, at tey fyrstu kristnu ikki nevndu nakað evangeliium í sínum tekstum, meðan tey nevndu brøvini hjá Paulus.

Hetta argumenti hjá Eivind er væl veikari enn hini fyrru.

Um vit nú bara halda okkum til brævið, sum Klement úr Róm skrivaði til tey kristnu í Korint einaferð seinast í fyrstu øld. Í brævinum sæst at Klement siterar eina rúgvu av keldum, Mósibøkurnar, Josva, Kongabøkurnar, Krønikubøkurnar, Orðatøkini, Sálmarnar, Esaias, Jeremias, Ezekiel, Habakkuk, Jónas, Malakias, Ester, Job, Jødiskar Apokryfiskar bøkur, Matteus, Lukas, Ápostlasøguna, Brøvini hjá Paulusi, Hebrearabrævið, 1 Pætursbræv, Jákupsbrævið; men Klement nevnir ongan av høvundunum.

Neyvan kann sigast at maðurin hevur verið óvitandi um hesar, eftirsum hann var virkin sum leiðari, í kristnu samkomuni alt sítt lív, og enntá leiddi kristna samfelagi í Róm í fleiri ár. Klement virkaði enntá saman við ápostlunum og var ein ‘successor’.

Her kunnu vit bara koma til tað niðurstøðu, at Klement ikki nevndi hesar høvundar, ikki tí hann ikki kendi hesar høvundar, men tí hann ikki kendi tørvin á at nevna høvundar. Tað nærmasta vit koma, er í kapitul 47, har hann nevnir brævið sum tey kristnu í Korint høvdu fingi frá Paulusi; við øðrum orðum Fyrsta Korintbræv. Men Klement skrivar tó ikki Fyrsta Korint Bræv; heldur ikki nevnir hann navni Paulus, tá hann aðrastaðni í brævinum siterar Fyrsta Korintbræv. Hetta vísir, at Klement kendi til Fyrsta Korintbræv og tess høvunda, men eisini at Klement ikki helt tað verða neyðugt at nevna Paulus tá hann siterar brævið. Hetta prógvar tí ikki sum Eivind pástendur (giti eg), at Klement ikki kendi til Matteus og Lukas sum Klement eisini siterar í brævinum.

Men eg má tó eisini ásannað, at eg við hesum, heldur ikki eri førur fyri at prógva, til fulnar, at Klement kendi til Matteus og Lukas. Tó vitandi at hann siterar so mikið av keldum uttan høvundar, so er tað rættuliga sannlíkt at hann eisini kendi til Matteus og Lukas, tó at hann ikki nevnir hesar. Tað var rættuliga vanligt í fyrstu til triðju øld at skribentar siteraðu keldur uttan at nevna høvundar.

Endi:

Tað at eg megni at vísi á eina rúgvu av prógvum, keldum, detaljum og niðurstøðum og rættingum (uppá Eivind), og at Eivind bara kann endurtaka teg sjálvan, uttan at svara øllum hesum aftur, grundgevur ikki fyri (sum Eivind pástendur), at eg ikki havi megna at prógva mítt sjónarmið, men heldur at eg gav Eivind góðar grundgevingar; so góðar at hann má demonisera hesar.

At Eivind ikki megnar at svara hesum aftur, uttan at ákæra meg fyri óerliga gransking, vísir heldur ikki at aftursvar mítt er óbrúkbart, men heldur at Eivind møguliga má fáa sær betri innlit inn í evni.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.