Monday, May 28, 2012

Hvør torir at ivast í menningarlæruni?




Dr Ben Carson, ein vælkendur og umtóktur nervafrøðingur sum í mai mánaða skuldi halda røðu og móttaka eitt heiðursheitið, var út fyri, at 500 limir og næmingar av Emory fakultetinum og universitetinum skrivaðu eitt mótmæliðskriv, í teirri roynd at vanæra Carson og skapa misálit:

Dr. Ben Carson of Johns Hopkins University is today’s target. He’s scheduled to give the Commencement address and receive an honorary degree at Emory this coming Monday. But close to 500 faculty members, students and staff protested, drawing up a gravely formulated letter to the Emory Wheel, the student newspaper, expressing their “concerns.” Over what? Carson had no intention of speaking about evolution but someone dug up an impromptu interview he once gave to a publication associated with his Christian denominationon that subject.”

Orsøkin?

Var tað tí at Carson er ein vánaligur nervafrøðingur sum slett ikki hevur heiðursheitið uppiborið?

Well...

Nei, mótmæliðiskrivið ljóðar soleiðis:

“We are writing to call the attention of the Emory Community to this year's commencement speaker's denial of evolution. Dr. Ben Carson is a world-renowned neurosurgeon, who has advanced medicine and who has supported the education of countless children through his philanthropic organization. These accomplishments can provide a great inspiration to graduating Emory students. But, as those students, their families, and the Emory Community listen to his speech, we ask you to also consider the enormous positive impact of science on our lives and how that science rests squarely on the shoulders of evolution…”

So grundin er ikki tann at Carson er ein vánaligur nervafrøðingur, men tann at Carson ivast um menningarlæruna (hvat tað so enn hevði við røðuna og heiðursheitið at gera) og tí er Carson óansæð sínar førleikar og sína akademisku dygd og avrik roknaðar vandamikil og ikki verdur at hoyra uppá.

Jamen hatta ljóðar bara heilt logiskt, ella hvat?

Ella ljóðar hatta ikki sjúkt? Haldi at David Klinghoffer lýsir ørskapin ómetaliga væl:

“You can be a brilliant, innovative pediatric neurosurgeon at a sky-scraping top medical school, in addition to being a generous philanthropist with an inspirational up-from-dire-poverty personal story, plus a Presidential Medal of Freedom winner, and a best-selling writer whose memoir was turned into a TV movie starring Cuba Gooding Jr.
But in the hands of academic bullies, if you once shared your critical thoughts on evolutionary science and its moral implications — well, everything else about you suddenly dwindles to very little.”


Við øðrum orðum, nú á døgum kann eina hava sína útbúgving innan søgu ella samfelagsfrøði, men ivast ein persónliga um menningarlæruna, sjálvt um hendan persónliga áskoðanin ikki rakar Per og Pól ein dyd, so kann hendan persónliga áskoðanin kortini kosta tær almenna niðurger, útspilling og hvør veit, kanska eisini framtíðar framgongd í arbeiði, útbúgving og umdømi.

Er talan veruliga um tolsemi, opinleika, objektivitet, frælsi at hugsa og kritisera.

Stuttligt tí aftanfyri mótmæliskrivið sæst ein hugburður sum dyggiliga kemur í ósamsvar við kritiska hugsan:

 "Dismissing evolution disregards the importance of science and critical thinking to society."


Er tað ikki akkurát tað sum Carson í onkrum førið dittaði sær at gera, at sipa til sín persónliga iva um menningarlæruna? Er tað ikki heilt ótrúligt at kritikkur av menningarlæruni, serstakliga um ein er á tí akademiska støði sum Carson, er í hugaheiminum hjá hesum fólkum at hugsa ókritiskt?

Eitt ella annað sigur mær at menningarlæran er vorðin tann nýggja, modernaða religiónin, dogmaðin, sum ein og hvør má boyggja seg fyri um ein ikki skal roknast óhugsandi, óetiskur og ókritiskur.

Og so sigur man, at tað eru eg og onnur sum eru snævurskygd?

Tá sekularistar og ateistar ídag pástanda, at samfelagið fyri kristin og teistar verður neutralt og merkt av opinleika, um rák gudleysra sleppir at ráða fyri borgum, so er hesin pástandur ein dundrandi lygn.

Dømi omanfyri, sum er eitt av mongum, sigur bara alt.

Wikipedia um Ben Carson:


Filmur um Ben Carson:


Tuesday, May 22, 2012

Alternativ at hindra framtíðar ræðuleika: konvertering til kristindómin

Ayan Hirsi Ali (ateist og forsprákari móti víðgongdari Islam), ávarðar um framtíðar kríggj og sorgarleikir, eftirsum radikalt islam í løtuni tykist at sigra, og tað, alt í meðan at Vesturlendska samfelagið skelkandi, óansæð letur eyguni aftur og velur at tiga.

Hon tykist siga í sjónbandinum niðanfyri, at alternativi, heldur enn at fremja hernaðar ágang, liggur í at vinna hjørtuni á yvir einari milliard muslimum (samdur), sum síðani skal tryggja fyri framtíðar heimsfriði.

Hetta (um eg skilji hana rætt) kann møguliga eina úttinast við at konvertera muslimar til kristindómin.

Kristindómurin sum vesturlendska samfelagið við kristindómkritikkarum og humanistiska rákinum (fyri at nýta míni orð), ella sum hon sigur: 'You' gera sær so miklan ómak at kúga.

Ayan Hirsi Ali tykist eggja vesturlendska samfelagnum til at geva Kristindómin tær sømdir og tann stuðul, sum eru neyðugar fyri at úttina hesa ætlan.

Friday, May 18, 2012

James White viðger Richard Dawkins: Støði Dawkinsar er bara ov lágt!

Eg eri púra samdur við James White: flúgvandi spagetti ódjór og flúgvandi tekannir, er hetta mótargumentið og tað analogi sum hesir hava at bjóða upp?

Sigur hetta bara ikki alt um støði sum hetta ný-ateistiska rákið flýtur í? Hesir tykjast ikki hava nakran áhuga í fakta og rationalismu, men heldur í at skora ónyttulig punktir:


Nútíðar Kristindómur: eitt produkt av Nikea?


Ein áhaldandi og typisk søgulig villa sum ein mangan dettur á, á alnótini, viðvíkur pástandinum um at núverandi kristindómur og tess tekstir eru produktir úr Nikea kirkjufundinum í 325, við keisaranum Konstantin tí Stóra á odda.

Hesin pástandur er tó reina villeiðing.

Niðanfyri eru fýra Youtube sjónbond sum viðgera hesar villini útsagnirnar:

Monday, May 14, 2012

Reis Jesus Upp (Fyrilesturin í Kelduni)?


Niðanfyri er fyrilesturin sum eg hevði á ungdómsmøtinum í Kelduni 12 mai, undir heitinum 'Reis Jesus Upp'. Fyrilesturin er ein hugleiðing ikki um gudfrøðina, men um tað søguligu gransking sum viðvíkur Uppreisn Jesusar.

http://www.livestream.com/keldan/video?clipId=pla_ceb1854a-3458-41db-a03b-f6182957fd21&utm_source=lslibrary&utm_medium=ui-thumb

Sunday, May 13, 2012

Friday, May 11, 2012

Ónátturligar Kreftir í einum Materialistiskum Alheimi




Vit hoyra mangan gudloysingar og materialistar avgjørdar pástanda, at tilvera ikki fevnir um annað enn tilfarð, við øðrum orðum, ein alheim sum er absolut tilfarð, skipaður og stýrdur av nátturligum lógum, sum í áhaldandi, nátturligari tilgongd verða virka av einari nátturligari mekanismu, og sum í fullu mynd síni fullkomuliga útilukka andaligum dimensiónum.
Men hvussu hongur hetta saman, við ávísum andaligum ella yvirnátturligum faktorum og hendingum? Nú hugsi eg um hendingar sum ikki neyðugt eru leinkjaðar til religión, men óansæð eru ónátturligir og sum eru so mikið vanligar heldur enn eindømis, at ein hevur ilt við at skúgva tankan til viks, at tilvera fevnir um nógv meiri enn bara tilfarið millum himmal og jørð.

Eg hugsi tildømis um sætta sansin. Hvaðani í nátturligu tilveruni, megnar hendan nátturliga mekanisman, sum ikki hevur vit og skil, meining ella endamál onkursvegna, at ávarða persónar, tá okkurt er áfatt; hendan djúpa kenslan av at okkurt vandamiki er um at henda?
Klassisk dømir av hesum slag, vildu ivaleyst írokna Hitler og Yassar Arafat, sum báðir søgdust at yvirliva drápsroyndir, grunda av einari innaru ávarðing, hendan kenslan, sum segði at tíðin var komin at sleppa sær burtur NÚ.
Eg kenni onnur í hava uppliva líknandi. Sjálvur havi eg í mínum verkið uttanlanda, har eg oftani møti vandamiklum persónum, tríggjar ferðir verið úti fyri, at ein reyð lampa fór at lýsa, fullkommuliga óvitandi um, at vandi var á ferð, ella at hesir persónar ikki vóru til at líta á.
Her kundi ein skeptikari sjálvsagt bólka hesi dømir undir tilvild, men hetta vildi verið heldur naivt, eftirsum dømini eru mong og tey passa akkurát inn í ávísu umstøðurnar.

Ella hvussu við slíkum sum hava førleikan at síggja fram í tíðina? Nú hugsi eg ikki um spámenn við glaskúglum ella profetar, men slík sum í dreymi hava sæð hendingar í fóru fram dagin eftir, ella somu vikuna ella seinni í árinum? Sjálvur kenni eg ein núlivandi føroying, sum beint undan hendingini, í dreymi sá flúgvuvanlukkuna á Mykinesi, í 1970. Kona henda mannin, greiddi mær frá, hvussu maður hennara leið ómetaliga av hesari forútvitan, serstakliga teir tímarnar sum gingu millum dreym og hending. Nógv ár seinni, droymdi hesin sami eina líknandi hending, har ein tyrla datt niður í Klaksvík. Tyrlan datt á sama hátt niður dagin eftir.
Hendingar av hesum slagi er slett ikki eindømir, eg møti fleiri og fleiri sum hava sýnsku førleikarnar, at kunna síggja hvat í morgin fer at henda. Tí helt eg eisini at hetta innleggi í hesum høpi, har vit kjakast við gudloysingar og ekstremar materialistar absolut eigur at vekja áhugan.

Ella hvat siga vit um tær frásøgnir, tá eldra ættarlið okkara greiðir frá, hvussu familja, einstakligar og bólkar, og onkuntíð heilar bygdir fingu slíkar ónátturligar og undarligar ávarðingar ella boðskap um, at ein bátur ella ein flokkur av monnum var gingin burtur? Hetta vóru tíðir uttan fyrimunirnar av tí sambandi vit hava ídag. Eingir sendarir, eingir satelittar ella telefonir; men kortini komu boðini hinumegin frá, so at siga.
Tað er og verður ómetaliga naivt at pástanda, at mongu dømini og hendingar av hesum slag, allar eru skrønir.  

Um alheimurin og tilveran bert eru nátturlig, eirindaleys, uttan mið og mál, skil og vitan, hvussu forklárar hendan lýsingin av veruleikanum, hesar ónátturligu førleikar og hesar ónátturligu hendingar nevndar omanfyri? Hvussu megnar ein heimur uppbygdur av tilfarið eina, at ávarða eitt menniskja um hendingar í seinni fara koma?

Inkluderar materialisma fyrivitan og hvussu?


Thursday, May 10, 2012

Reis Jesus veruliga upp frá teimum deyðu?



Eg komi at tosa um evnið 'Uppreisn Jesusar' frá einum meiri søguligum sjónarmiðið, inni í Kelduni nú leygarkvøldið, 12 mai.
Heitið er: Reis Jesus upp?

Reis Jesus upp? Hvussu kunnu vit vita, at Jesus reis upp? Hvønn týdning hevur Jesu uppreisn fyri kristnu trúnna? Trýrt tú, at Jesus reis upp og er livandi í dag?
Kom á Awake, sum verður Kelduni leygarkvøldið 12. mai kl. 21.00.
Høgni Johannesen fer at tosa um evnið “Reis Jesus upp?”


Sí meiri:

http://keldan.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=511:runi-rasmussen&catid=2:tidinti&Itemid=61

Wednesday, May 9, 2012

Kristnir handtiknir fyri at biðja (enn eitt skot til tær sekuleru kreftirnar)

Helt at sekulerar kreftir bara vildu skilja religión frá statinum, at sekularisma ongantíð fór gera seg inn á privat religiøs áhugamál.

Ja, sum flestu kunnugt pástandurin omanfyri, er ein joke.

Ein má veruliga læra at kenna teirra baklendi, haðani hesir positivu pástandir eisini hava sín uppruna, tí opinbart tala verk harðari enn orð. Tildømis máttu vit hesa vikuna, hoyra ein av hesum tosa um sína ósemju og ónøgd við Dawkins, Singer og aðrar um møguleikan fyri smábarnamorð, ella dráp av nýføðingum (sum jú er positivt av manninum), men samstundis hevði hesin ikki nakran moralskan trupuleika við at hesin møguleiki verður skotin upp og lagdur upp til kjak.

Hmm...

Tá kristin koma í stríð ella kjak við sekularistar, um sekularismu, so er somuleiðis vert at leggja í geyma, at tað altíð er ein døpur síða, sum í núverandi løtu ikki sleppur til sjóndar.

Pástandurin um at sekulerar kreftir fara gevast við teirra stríði og ágangi, eftir at tær hava útrudda religión og kristna trúgv frá skúlum, almennum arbeiðsplássum og politikki, er reina bogus. Tildømis í sjónbandinum niðanfyri verða kristnir pro-life aktivistar handtiknir uttanfyri Hvítu Húsini, bara fyri at standa friðarliga og biðja:

Dugi ikki at siga um hendingin beinleiðis, skal setast í samband við sekularismu, men eg torið at pástanda sekuleru kreftir, og her kemur mósetningurin til teirra positiva propaganda til sjóndar, so tað rungar eftir í.

Ein orsøk til at hesir fóru í bønarbardaga uttan fyri Hvítu Húsini, er avgerðin hjá leiðsluni í landinum, opinbart við Obama á odda, um at tvinga ávís elementir av statsins humanistisku áherðslu inn í kristna tænastu og felagskapir.

Enntá Rick Warren, sum í mínari verð, tykist vera ein nokso liberalur kristin, velur heldur at verða tveittur í fongsul, enn at geva eftir fyri at hesar sekuleru kreftir og humanistar nú skulu tvinga kristin at taka lut í eini tilgongd sum brýtir við teirra samvitsku:

“I’m not a Catholic but I stand in 100% solidarity with my brothers & sisters to practice their belief against govt pressure,” Warren said. “I’d go to jail rather than cave in to a govement mandate that violates what God commands us to do. Would you? Acts 5:29.”

http://www.lifenews.com/2012/02/09/pastor-rick-warren-id-rather-go-to-jail-than-obey-mandate/

Um ein sum Warren langar soleiðis út, so er grund til at verða varðin.

Víðari lesa vit í greinini:

“We … call upon HHS Secretary Sebelius and the Obama administration to rescind this unjust ruling and to respect the religious freedom guaranteed all Americans by the First Amendment,” they said. “The First Amendment of the U.S. Constitution guarantees the free exercise of religion.”
The Obama administration is reportedly considering a compromise on its new mandate that has caused national outrage because it forces religious employers to cover birth control and drugs that may cause abortions. However, the leading pro-life spokesman for the Catholic bishops says the compromise may be worse.'

Men nú helt eg, at sekulerar kreftir ynsktu at varveita ein skilna millum hesar báðar bólkar--ella hvat?

Tí haldi eg fast við og mong onnur við mær, at ljósareyða, neutrala myndin sum ávísir gudloysingar lýsa sekularsimuna við, er dømi um, at hesir antin eru ótrúðliga naivir og góðtrúgvir ella at hesir sjálvir, vitandi taka lut í slíkari falskari tulkan av veruleikanum.

Tuesday, May 8, 2012

Avlívað nýføðingar: Eru vit óð í høvdunum?

Áskoðanin hjá Richard Dawkins í undanfarna innleggi, vísir seg nú at verða eitt sindur meiri útbreidd enn eg helt. Ein bólkur av etiskum serfrøðingum, í samarbeiði Oxford hava nú grundgivi fyri at eingin munur er á fosturtøku og at avlíva nýføðingar; veit ikki um hesir fara so langt sum Dawkins, í at avlíðing eisini fevnir um eitt ára gomul.


Í The Telegraph lesa vit:

Parents should be allowed to have their newborn babies killed because they are “morally irrelevant” and ending their lives is no different to abortion, a group of medical ethicists linked to Oxford University has argued.

The article published in the Journal of Medical Ethics, says newborn babies are not “actual persons” and do not have a “moral right to life”. The academics also argue that parents should be able to have their baby killed if it turns out to be disabled when it is born.
The journal’s editor, Prof Julian Savulescu, director of the Oxford Uehiro Centre for Practical Ethics, said the article's authors had received death threats since publishing the article. He said those who made abusive and threatening posts about the study were “fanatics opposed to the very values of a liberal society”.

Monday, May 7, 2012

Richard Dawkins (sigur): ok at avlíva (rættuliga) heilsubreka eitt ára gomul børn


Kristilig provokatión


Nógvir gudloysingar (serstakliga ný-ateistar) hava eina óhugnaliga tráðan eftir at spotta, provokera og nýta satiru. Tað er eyðsæð, at kristin ikki hava loyvi at fara til líknandi niðrandi ekstremheitir, men Bíblian útilukkar tó ikki, at kristin hava loyvi til provokera.

Í greinini niðanfyri viðger Tekton evnið satiru og provokatión í kristnum kjakið:

Sunday, May 6, 2012

Er Gud til? Kjakið millum William Lane Craig og Klemens Kappel í Keypmannahavn


Hetta er so kjakið í Keypmannahavn. Veit at fyrilesturin hjá Craig í Ålborg verður síggja ella hoyra á netinum í nærmastu framtíð.

Filmurin 'Courageous': Ein týðandi boðskapur til kristnar menn, í einari gudleysari øld


Konan álegði mær ídag at hyggja eftir kristna filminum 'Courageous'. Skal eg geva nakra umtalu um filmin, tori eg at pástanda, at hetta ivaleyst er besti kristni filmurin nakrantíð gjørdur.

Filmurin inniheldur ein greiðan boðskap, serstakliga til kristnar menn, um at fylgja tí etikki, lívstílið sinnalagið og hugburðið sum er álagdur av Jesusi og ápostlunum í Nýtestamentligu skriftunum.

Filmurin lýsir tí, hvat ið ein kristin-gudrøkin maður er, hvussu hansara standardur og hugburð er og hvussu týdningarmikið hetta er, í einum samfelagið har ómoralska ávirkanin og anti-gudiliga rákið í nógvum førum, sindrar týdningin av trúfestið og lívsvirðum, eisini innan kristnari gátt
Við øðrum orðum, er tað ein bíbilskur hugburður, ikki at nøkta seg við at verða bara ein typiskur maður og pápi, men heldur at vera ein ið tekur tað uppá seg, at verða moralskur, trúðfastur, álítandi, ein fyrimynd og røktari av familju og samfelagið.

Í stuttum, lýsir filmurin alt tað sum eg persónliga gangi inn fyri og sum eg av náði Guds og tí styrki sum hann gevur, seti mær fyri og royni at liva.

Í núverandi samanhengi er boðskapurin til kristnar menn, at okkum ikki nýtist at lata børn og familju okkara í hendurnar á hesum sekuleru, humanastisku og gudleysu kreftunum og teirra ávirkan, sum longu í føroyskum samanhengi hava úttala seg um rættin til indoktronera okkara kristnu børn og ungu. Sum kristnir menn, sum eftirfylgjarir Jesusar, taka vit ábyrgd fyri okkara familju og børnum og teirra ávirkan. Hetta er ein rættur og ein ábyrgd sum vit eiga at taka til okkum.

Í núverandi tíð og samanhengi krevur hetta áræði og dirvið.

Endin á filminum og hæddarpunktið:


Prát um tema og boðskapin í filminum:


Hvørjar dygdir er tað ein kristin maður leggur seg eftir at fylgja og uppfylla:


Leinkja:

Friday, May 4, 2012

Nógvir Muslimar velja Kristindómin

Eftirsum, eg ímorgin skal tosa alment um Islam í samband við missión og konvertering, tók eg mær eina løtu at leita eftir nøkrum relevantum sjónbondum á Youtube. 
Eingin ivi um at okkurt hendir í løtuni. Vit lesa mangan um vesturlendingar sum revetera til Islam, men vit hoyra lítið um teir muslimar sum venda sær til Kristindómin, sum eru nógv fleiri í talið og mugu gjalda við øllum, enntá, tiltíðir lív og heilsu. 
Vit hava leingi verið vitandi um, at milliónir av muslimum konvertera til Kristindómin árliga, túsundavís í Saudia Arabia eina. Men tølini síggi eg, eru nógv hægri enn fyri 7 árum síðani og vitnispurarnir nógv fleiri. Tildømis vistu vit, at talið av ex-muslimskum kristnum í Bangladesh lá onkrastaðni millum hálva til eina millión, meðan talið ídag opinbart liggur um fleiri milliónir. Vit vistu eisini at talið av ex-muslimskum kristnum í Saudi Arabia, í 2004 lá um 20.000, meðan seinastu hægtølini vísa á møguleikan fyri 50.000. 
Í hvussu er, vóru vit í Onglandi sjokeraðir yvir, at møta so nógvum ex-muslimum sum høvdu tikið við kristnari trúgv, vitandi at prísurin tey gjalda er høgur.
Hvat far hesi (milliónir) at velja eina lívsleið sum tey vitan kann kosta teimum lívið?

Niðanfyri eru bara nøkur fá av teimum sjónbondunum sum liggja á Youtube; ótrúðliga áhugarvert og vísir kanska, sum summir serfrøðingar hava mutla um í áravís, eina nýggja altjóða kristna rørðslu (kanska tí mest úttalaðu og útbreiddu nakrantíð):

Thursday, May 3, 2012

Mismunur móti Kristindómi á Youtube

Fyri nýðliga gjørdi Youtube seg inn á kristna felagskapin Answering-Muslims. 


Hesin bólkur, hevur í áravís kjakast við muslimar og Islam um óteljandi evnir í samband við Kristindóm og Islam. Tað kom tó sum óvart á okkum, at Youtube valdi at niðurleggja part av tilfarðinum í hesum kjakið. Tilfarð sum annars ikki breyt við nakra reglugerð, men sum vísti seg at verða politiskt ókorrekt tí at islamska sharialógin var undir álopi. 

So mikið fyri talufrælsið.


Men síðani er túrurin komin til aðrar trúarverjufelagskapir, tildømis William Lane Craig.

Hetta mátti henda, í apríl, var Youtube síðan hjá Reasonable Faith (felagskapurin hjá William Lane Craig) stongdur.


http://apologeticsuk.blogspot.com/2012/04/drcraigvideos-fall-and-rise.html

Hvør var orsøkin? Surprise surprise, grundin tykist verða eitt harkalið av youtube gudloysingum sum opinbart ikki tola talufrælsi ella tankan um at teirra áskoðan og heimsmynd verður intellektuelt avbjóða.

Ljóðar milt sagt, næstan sum um at Craig fekk skovlina undir teir.

Tað tykist eisini sum at youtube sjálvt tekur undir við slíkum atburði, og sum summi halda, at Youtube møguliga er í ferð við spakuliga at byrja eina útreinsan av teimum kristnu forsprákarum og trúarverjum sum veruliga bróta ígjøgnum. Fleiri kristnar heimasíður hava í seinastuni uppliva somu lagnu, ella at ávís sjónbond uttan veruliga orsøk verður bannað.

Mær vitandi var so eingin orsøk til at niðurleggja hesa síðuna hjá Reasonable Faith. Tað einasta eg kann hugsa um, er at boðskapurin og tilfarið hevur havt sína ávirkan og tað hevur ikki líka tilhengarum av eini ávísari áskoðan og heimsmynd.

Wednesday, May 2, 2012

Aftursvar til Richard Dawkins

Jonathan Mclatchie kritiserar í hesari greinini, bókina hjá Richard Dawkins 'The Greatest Show on Earth'. Neyvan tað besta aftursvarið men kortini áhugaverdur lesnaður:

Richard Dawkins’ The Greatest Show on Earth hopes to convey and document some of the evidence which compels him to embrace a Darwinian perspective on origins. Dawkins is also author of The God Delusion and probably today’s best known Darwinian apologist. Dawkins, in his 2009 book, The Greatest Show on Earth, lives up to his legendary reputation of creative tale-telling.
Just how strong are Richard Dawkins’ arguments? Does he present anything new? Do his claims stand up when subjected to careful scrutiny? 

Les meiri:


Tuesday, May 1, 2012

Jóhannesar Evangeliið: ein søgulig frásøgn



Evangeliini Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes eru undir sterkum álopi ídag.

Gudleysir granskarir royna við øllum snildum og pástandum, at útpensla hesar keldur sum falskaðar frásøgnir, skrivaðar seint í fyrsta árhundra, sjálvandi av persónum sum ikki vóru eygnavitnir til hendingarnar, og sum møguliga heldur ikki kendu eygnavitnini. Útsøgnin frá hesum granskarum boðar tí frá óálítandi frásøgnum, mótsøgnum og falsking.

Kortini vísir tað seg at hesar útsøgnir eru botn óerligar, royndir har í tilhengarir av eini heimsmynd ynskja at avlíva eina aðra. Hetta eigur ikki at undra okkum. Hvønn veg hevði samfelag okkara førka seg, um tað var rokna sum veruleiki ella ein møguleiki at Evangeliini vóru skriva í samtíð ápostlanna og av eygnavitnum, møguliga teimum nevndu høvundunum?

Vanliga meðinreglan innan bíbliukritikki er tó, at tað er Jóhannesar Evangeliið sum av teimum fýra, er tað mest ósannlíka og falskaða. Í hesum innlegginum ynski eg at leggja dent á, hvussu júst hesin pástandur lýsir veikleikan í hesi royndini hjá gudleysum søgugranskarum at sáa iva um trúvirði av hesum tekstum. Tí tað er júst Jóhannesar Evangeliið, sum fleiri av hesum serfrøðingum halda mest um. Her skrivar tildømis bíbliukritikkarin E.P. Sanders, sum annars er kritiskur um Jóhannes:

"The Gospel is quite different from the other three gospels, and it is primarily in the latter that we must seek information about Jesus" (The Historical Figure of Jesus, p. 57)

Víðari vísir Sanders á hvussu Jóhannesar Evangeliið passar seg inn í samtíðarsøgu Jesusar:

"John certainly catches the rhythm of life in Jewish Palestine...John's outline is perfectly plausible" (p. 68)

Tað er í hesum sambandið eg vil nevna Craig L. Blomberg og hansara 59 søguligu fakta í samband við Jóhannesar Evangeliið. Hvussu samsvarar hetta við kritisku hugsjónina?

Sí leinkju:


Ella tekstin niðanfyri:

Craig Blomberg's The Historical Reliability of John's Gospel examines John's Gospel verse by verse and identifies an abundance of historical details and facts.

The facts and details are as follows:

1. Archaeology confirms the use of stone water jars in New Testament times [John 2:6].

2. Given the early Christian tendency towards asceticism, the wine miracle is an unlikely invention [2:8].

3. Archaeology confirms the proper place of Jacob's Well [4:6].

4. Josephus [Wars of the Jews 2.232] confirms there was significant hostility between Jews and Samaritans during Jesus' time [4:9].

5. "Come down" accurately describes the topography of western Galilee. [There's a significant elevation drop from Cana to Capernaum.] [4:46, 49, 51].

Muslimar Tapa Kjak (so syngjandi)

Wow, kjakið í nátt, eg sat uppi til klokkan 3:30 og lurtaði. Eg havi mangan sæð David Wood vunnið kjak fyrr, men eg havi ikki sæð sovorið fyrr, muslimarnir báðir, vóru totalt avsmurdir: