Friday, April 20, 2012

Ateisturin kann takka Gudi fyri vikuskiftið


Helt hetta sitatið hjá Henny Youngman, verða rættuliga áhugavert:

"I once wanted to become an atheist, but I gave up - they have no holidays." - Henny Youngman

Eg hugsi serstakliga um vikuligar frídagar, leygardagar ella sunnudagar. Eg kann sjálvandi fara skeivur her, men mær vitandi, er tað bara Jødadómurin og Kristindómurin og Bíblian sum fastsetur ein vikuligan frídag, har endamálið eisini er at hvíla.

Í Bíbliuni var frídagurin partur av Mosaisku lógini og dagurin var sum vit síggja, tildømis, í skrivingini hjá Ignatius, Justin Martyr og Irenaeus, yvirførdur frá leygardegi til sunnudag í kristnum kredsum. 

Í Mósilógini var kravt at einki arbeiði mátti gerast hendan dagin. Heldur ikki var loyvt at bera byrðar ella ganga langar teinar. Tað var í Mósilógini enntá deyðarevsing fyri at bróta hetta boði, men ein kann bara ímynda sær hvussu gevandi henda lógin var fyri vanliga persónin, inkludera arbeiðsfólk, tænarir og eisini trælir, sum annars undan hesum høvdu trælkast og strevast frá mornið til myrkar uttan vikuliga hvíld og stegð. 

Tey fyrstu kristnu vóru jødar og kristindómurin var so at siga at ein jødisk religón nærum heila fyrsta árhundra. Tá hesar alment vóru roknaðar sum tvær ymiskar religiónir, mistu tey kristnu rættin til frídagin, heldur  ikki var sunnudagur í rómverskum høpi, roknaður sum ein kristin halgidagur ella hvíldardagur. 

Tey kristnu út frá teirra upprunalig religión, megnaðu tó seinni, undir tíð Konstantins, at kombinera endamálið við sabbatinum við sunnudags halgidagin og dagurin gjørdist ein almennur hvíludagur.

Mær er fortalt at kommunistarnir í Sovjet og ateistiska leiðslan undir fronsku kolveltingini, royndu at beina fyri bíbilsku ávirkanini og tíðskil avtóku hendan frídagin í eitt skifti. Hetta førdi við sær at borgarin nærum knekkaði av arbeiðsbyrðuni og tørvinum á hvíld og at samfelagið nærum uppsteðgaði. 

Tá gudloysingar óvitandi skjóta upp, at Kristindómur og Bíblian ikki hava gjørt annað enn at volt menniskja og samfelagið ilt, so eri sannførdur um, at hesir ikki hava hugsa hetta nóg væl ígjøgnum, og ivaleyst fegnast um hendan vikuliga hvíldardagin sum við lóg Mósesar og seinnið av kristna samfelagnum var innsettur, so at enntá gudloysingarnir nú á døgum, eftir vikuliga stríð og strev, hava rætt til og møguleikan at steðga á, anda eitt sindur, fyri síðani at taka arbeiði uppaftur, tá kroppurin einaferð er úthvíldur.

Gott vikuskifti