Friday, November 18, 2011

Hvat verður at lesa á 'Kristindómur Svarar'?

Hugsaði tað kundi verða áhugavert, at nevna nøkur av teimum evninum, sum eg í løtuni hyggi inn í og í framtíðini fari at framleggja her á blogginum.

Sovjet, Kommunisma og Ateisma

Áhaldandi pástanda ateistar at einki veruligt samband er millum kommunismu og ateismu. At ræðuleikarnir í kommunistiskum londum, skyldaðust einari forvronglaðari politiskari skipan, heldur enn einari ateistiskari áskoðan.
Eftir at hava grava meg ígjøgnum nógv av rúgvuvísa tilfarinum sum er til taks, loyvi eg mær at ivast um hesa útlegging. Eg skal tó ikki verða alt ov fordømandi, eg eri vísur í at forgangarnir høvdu góð motivir og veruliga høvdu ætlanir um at skapa eitt jørðiskt utopia. Hesir høvdu í 40unum, trupuleikar av darwinistisku ástøðini, eftirsum kommunistarnir úttalaðu seg um kapitalistarnir og nazistarnir vestanfyri, sum út frá Darwin, roknaðu menniskjan fyri at djór; kommunistarnir vildu ikki niður á slíkt lágt støði. Trupuleikin vísti seg tó at verða, at menniskja í kommunistiskari-ateistiskari áskoðan, tó hægri enn ein apa, tó ikki var mett hægri enn ein klumpur av evnið. Út frá slíkari heimsmynd er tað eygsæð, at reglarnir og virðini fána burtur í einki.

Trúgv og ateisma í Triðja Ríkinum

Hetta evnið hevur verið frammi her á blogginum fleiri ferðir. Tað eru rúgvuvís av keldum, sjónvarpsprát og annað sum ein kann sipa til í hesum sambandinum, og eg fari at sitera og vísa á ein fittan hóp av keldutilfarið. Var Hitler kristin ella ateist? Persónliga hætti eg mær ikki at siga at Hitler var ateist. Kortini dugi eg væl at síggja, út frá nazistiskum tekstum, at Nazisman var ómetaliga gudleys í sínari áskoðan og at hesir vóru eins snildur og italsku fasistarnir, at nýta religión sum eitt stórsligi propagandatól fyri at gera seg betri lýddar av fólkinum. Tí havi eg ilt at fella fyri niðurstøðuni hjá so mongum, at Hitler bæði var religiøsur og kristin tí hesin fleiri ferðir sipar til Gudin og Kristindómin í 'Mein Kampf'. Henda niðurstøðan umhugsar ikki tað fullu myndina. Áhugavert at Hitler eisini sipar til tær ævigu lógirnar og møguliga hægru maktina sum sjálvan alheimin; veit ikki heilt hvussu tað skal skiljast í høpinum av Kristindóminum. Eri tó vísur í, at hevði Nazi-Týskland vunni veraldarbardagan hevði Evropa verði trýst undir eirindaleysa statsateismu.

Eg fari at framleggja fleiri innlegg, um hesi bæði omanfyri nevndu heitini, eftirsum viðkomandi úttalisir og argumentir áhaldandi verða nýtt í kjakinum.

Hvør skrivaði Lukasar Evangeliið?

Eg eri í hálvt við at viðgera bókina hjá Sølvará, 'Guds orð ella orð um Gud'. Eg fari at byrja við hansara viðgerð av Lukas høvundanum í mótsetning til Lukas, samverkamann Paulusar.

Eftir at hava lisið í bókini, skilji eg betur, hví gudfrøðingurin Kristian Hansen, seinasta ár setti spurning við avgerðina hjá 'fróðskapur', um at útgeva bókina sum eitt akademiskt verk. Bókin er eftir mínari metan lættisoppa lestur, eitt summirat av tí einu negativu viðgerini av Bíbliuni og Kristnu trúnnið, har í kristna síðan og aftursvarið nærum slett ikki sleppur upp í part. Haraftrat er hópur av keldunum óbrúkiligar í teirra konteksti og verkið vilt og nærum ósømuliga polemiskt. Um bókin hevði verið útgivin út frá egnum forlagið, hevði skilt tað, men tað er mær ein gáta, hvussu slíkur lesnaður, oftani verður útgivin sum akademiskt ella fróðskapur.

Skrivaði eitt sindur av kritikki, um skrivingina hjá Sølvará, fyri nøkrum mánaðum síðani:


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.