Thursday, April 2, 2020

Er gudloysi søguliga sakleyst (ein viðger av ateismu í ljósi marxismunnar)?

Eitt video av mínum kritikki av gudloysi á enskum.
Eg veit at nøkur fara at gerast rættuliga ill inn á meg fyri at gera eitt sovorit video og leggja tað út. Eg havi fingi nógvan ágang á meg fyri hetta á enska kjakinum, men meti hettar at verða neyðugt og havi við hesum ikki veitt meiri áloypandi kritik enn tann sum dagliga verður rættaður ímóti teimum halda fast við eina kristna heimsuppfatan. Hetta gevur mær tí ikki ringa samvitsku yvirhøvur: kjakið má fevna um báðar rættningar ella læra vit einki og kjakið verður einspora.
Hettar sjónbandi er mín kritikkur av gudloysi í ljósinum av søguni, serstakliga út frá kjakinum um Marxisma eina er ein økonomisk hugsan ella er grundleggjandi gudleys og harnæst um teir ræðuleikarnir sum fóru fram seinasta árhundra tí fóru fram sum úrslit av einari politiskari og økonomiskari skipan ella sum úrslit av einari gudleysari heimsáskoðan?
Eg eri sannførdur um tað seinni! Haldi ikki at ein skipan sum í sær sjálvum eina er socialistisk í praksis neyðugturvilliga (um einum dámar javnaðar politik í praksis ella ikki) førir til ógvusliga kúgan og blóðbað, tá má ein onnur meiri filosofisk áskoðan gera seg galdandi.
Men áðrenn eg verði miðskiltur, so lat meg leggja áherðslu á, at eg ikki ynski at bólka hvønn einasta gudloysing ella ikk-trúgvandi undir hetta rákið. Marxisma er ateisma, men ikki øll ateisma er Marxisma.
Kenni hópin av ateistum sum er vanlig og fitt menniskju, men tað sagt so eru tey heldur ikki jalig fyri at seta ein reint materialistiskan hugsunarhátt í praksis og hvør hevur hug til tess, tað vil Richard Dawkins heldur ikki. Endamálið við hesum video er tí ikki at demonisera ateistar fyri ræðuleikar marxismunar, tað vildi verði bæði óetiskt og óerligt.
Tó tvey týdningarmikil punktir uppstanda:
1) Um gudloysingar (enn einaferð ikki allir ateistar, mne teir sum er radikalir og hava eina agenda mótvegis religión) vilja lýsa Kristindóm og alla religión út frá Miðøldini, vísandi til heksabrenning (sum í flestu førum fór móti boðum og ynski kirkjunar) og krossferðunum og jødahaturi (sum er eitt sera defused evnið) so mugu gudloysingar eisini innsíggja at ateisma hevur mest blóðiga árhundra (og tað enntá í nýggjari, upplýstari tíð) at standa til svars fyri.

2) Eg vænti at marxistarnir vildu væl og meintu væl. Persónliga eri eg ikki av tí uppfatan at Marx, Engels ella Lenin, ella Fidel Castro upprunaliga vildu og væntaðu tað blóðbað og teir ræðuleikar sum fóru at uppstanda. Men tað neiliga og dapra vit læra av hesum er, at seta vit materialistisku heimsmyndina í praksis, sum vildi verði gudloysi sett í praksis, so verður menniskja redusera til ein lut av null virði og moralur og etikkur gerast subjektiv og síðani reint materiali og eru harvið 'borte med blæsten'; sirka sum at pynta eina atombumbu við jólapynti og ynskja gleðilig jól.
Tá vit førka okkara hugburð í tann rættningin spæla vit við eld og vit missa tamarhaldið; læt okkum læra so mikið frá søguni.