Sunday, November 20, 2011

105.000 kristin dripin fyri teirra trúgv árliga


Dugi ikki at siga um statistikkurin er álítandi. Fyri nøkrum árum síðani ljóðaði hann uppá 150.000. Men hetta er ikki óhugsandi. Serstakliga í muslimska heiminum verða kristin myrd, burturførd og neyðtikin í hópatalið, alt meðan vesturlendska media, í sínari politisku korrektheit velur at fjala yvir ræðuleikarnar.


Tølini fyri Sudan liggja møguliga upp í móti einari millión, kanska hálva aðru millión síðani 80ini. Harnæst mugu vit heldur ikki gloyma, at fleiri hundratúsindatals kristnir trælir verði hildnir í arabiskum londum, hesi eru vanliga kvinnur og børn tikin sum krígsfangar í jihad. Hvussu mong av hesum enn eru á lívið og hvussu mong av hesum doyggja árliga er ógvuliga ringt at vita. Støðan í Indonesia er altíð hættislig. Í 70unum gjørdust milliónir av muslimum kristnir og talið økist enn. Muslimar hava tí í longri tíð ført Jihad í mongu kristnu bygdunum, har í hópdrápini eru mong og heilar bygdar tvingaðar at taka við Islam.

Av ateistiskum londum er talan serstakliga enn um Kina og Norður Korea. Í Norður Korea verða kristin í hópatalið enn pínd og dripin í fangatippum. Kina sigst at hava víst meiri tolsemi mótvegis teimum kristnu í landinum, sum nú telja umleiða 100 milliónir. Ávísir mannarættinda felagskapir vísa tó á, at Kina framførir proganda og at støða teirra kristnu framvegis er spent.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.