Tuesday, May 3, 2011

Aftursvar til Heina Reinert (Gudloysi: um at skilja hugtakið 'blogga')

Long tíð skuldi tó ikki ganga, fyrrenn eg fekk eina skrivaða áminning frá Heina Reinert um aftursvar mítt til Eivind Ortind Simonsen um evni søguliga Jesus. 

http://torsportal.com/archives/7733


Í aftusvarinum hjá Heina, tyktar Heini meg dyggiliga fyri at hava skriva alt aftursvarið til Evind sum eina ‘óhøfliga’ ákæru móti Gudloysi. 

'Fyrr í ár skrivaðu tveir av okkara blogguhøvundum –Eivind og Heri – hvør sín bloggupost, har teir góðu til kennar sínar persónligu meiningar um Jesu søguligheit. Síðani hevur Høgni Johannesen á Tórsportalinum skrivað eina langa, óhøfliga ákæru um, at Heri og serstakliga Eivind taka feil og beinleiðis lúgva.' 

Hann leggur serstakliga dent á at eg havi ákært felagið fyri at 1) lúgva fyri lesaranum (sitati omanfyri) og at 2) aftursvar mítt talar móti talufrælsi (niðanfyri); læt meg viðgera tann seinnu ákæruna fyrst (Heini skrivar):

'Fyrst og fremst vil eg spyrja Høgna, um hann veruliga heldur, at talufrælsið skal avmarkast av hansara persónligu meining um, hvør lýgur? Um Gudloysi ikki skal vera ein miðil fyri meiningunum hjá føroyskum gudloysingum í øllum teirra fjølbroytni, hvør skal so? Sum skrivari á Gudloysi liggur tað mær fjart at sensurera nakran sum helst...'

Hesa seinnu ákæruna avnokti eg bart út, beinavegin; kanst tú (Heini) vísa mær á hvar eg í aftursvarið mínum havi havt at talufrælsið og eggja til avmarkan av talufrælsi ella sensur?

Nei, eg eri púra samdur við tær at talufrælsið skal ikki avmarkast, heldur ikki av mínari persónligar meining um hvat passar og ikki. Men er hetta ikki at fara rættuliga avsíðis, eftirsum eg slett havi gjørt meg inná rættin at tala og skriva frítt.

Tað sum tú nú gert er at yvirtulka orð mína út um alt mark negativt. Tað sum eg havi skriva er: ‘Tað, sum ger mær ilt’, kanst tú vísa mær nágreiniliga á hvar eg skal hava sagt at gudloysi ella nakar annar ‘burdi’, ‘átti’ ella ‘skuldi’ sensurera persónar sum Eivind og Hera? 

Hetta er ein álvarsom mistulkan av mínum orðalagi. 

Ella eru tað orðini ‘frítt spæl’ sum plága teg? Um so er, hvar fært tú so hugskoti frá at eg her tosi um sensur ella avmarkan av talufrælsið? Tvørtur ímóti, tað ikki at geva, eitt nú Eivind og Hera frítt spæl, er júst tað sum eg geri nú, og sum tú sjálvur í aftursvarinum eggjar meg til at gera, tá tú skrivar: ‘Tað stendur hinum av okkara høvundum – og Høgna – frítt at avdúka lygnirnar.’ 

Hetta sum eg geri í løtuni er júst eitt tílíkt ‘mótspæl’, tað mótsatta av ‘frítt spæl’, so hetta er 'kritikkur' talan er um frá mínari síðu, ikki sensurur. 

Men eg helt hetta koma klárt fram í undanfarna setninginum, har eg skrivaði:

 ‘Alnetið er tíverri á tremur við úttalilsum og tilfari, sum ikki er roynt í veruligum reinsandi, akademiskt-objektivum eldi. Ikki tí, hópurin av útgivnum lesnaði um evnið, er somuleiðis sloppin alt ov lætt’. 

Tíðskil var tað ikki avmarkan av talufrælsið ella sensur talan var um, men mótspæl og kritikkur. Mær vitandi var tað eingin sum svaraði Eivind og Hera aftur, heldur ikki limir og bloggarir hjá Gudloysi, sum eg annars vildi hildi vóru betri upplýstir um slíka gransking; hetta er millum annað tað sum eg meini við frítt spæl. 

Eg havi somuleiðis mangan fílst at hægri lesnaði, sum tykjast bara loyva bíbliukritikki í religións tímunum, uttan at geva hinari síðuni av sakini somu sømdir. 

Men hví í allari tí víðu verð, hesin kritikkur frá mínari síðu skal takast so illa upp, um eg sjálvur havi talufrælsið og loyvi at avdúka villeiðing, er mær ein gáta. Og hvussu hetta skal skiljast sum ein eggjan til avmarkan av talufrælsi, ella ein eggjan til kravið ella ynskið um at ateistar áttu at fingi munnkurv ella sensurerast, er mær eisini gáta. 

Eg játti tó at eg í aftursvari mínum, metti Gudloysi fyri tilvitandi at hava villeitt lesarin við pástandum í samband við evangeliums tíðarfestingum, og hetta haldi eg enn fast uppá.

Her skrivaði Heini: 

'Síðani hevur Høgni Johannesen á Tórsportalinum skrivað eina langa, óhøfliga ákæru um, at Heri og serstakliga Eivind taka feil og beinleiðis lúgva.' 

Haldi at tú yvirdrívur og so hevur tú heldur ikki lisið mítt aftursvar. Sigur tú at øll greinin var ein ákæra um lygn? Eg havi neyvan tíma at skriva eina heila grein, bara fyri at vísa á ella fyri at skylda Eivind fyri lúgva. 

Eg legði týðiliga dent á í byrjanini av greinini at bæði Eivind og Heri koma fram við tíðarfestingum sum eru skeivar og ikki kunnu grundast á indikeringar ella próvtilfar. Tað var í hasum samanhenginum eg skrivaði um lygn, eg vildi met at persónar sum skriva slík skriv mugu hava sett seg inní evni, og árhundra gransking av evninum grundgevur ongastaðni at eitt nú evangeliini vóru skriva millum ár 180-200 ella í ár 120 og aftaná. Sum eg eisini leggi dent á í grein míni, so eru ongar søguligar grundgevingar fyri hesum, heldur ikki eru granskarir samdir. Tí vil eg gjarna vita hvar í hesar tíðarfestingar koma frá. 

Aðristaðni rætti eg uppá og kritiseri niðurstøðurnar hjá Eivind, sum tú eisini sjálvur eggjar meg til í tínum aftursvari. Eg leggi eisini eftir Eivind seinni í greinini fyri at taka eitt brot úr Eusebius úr samanhengi fyri bakka upp pástandin hjá sær, at Eusebius viðgongur tilvita at givið okkum eina kirkjusøgu bygda á falskan. Her legði eg dent á at Eivind antin við vilja villeiðir lesaran ella at hann kanska ikki hevur granska Eusebius. 

Men at øll greinin sum tú tekur til, er ein lang óhøflig ákæra um at hesir báðir lúgva er grov yvirdríving (um tað er tað tú roynir at siga).
Og sum eg var inni á, hvussu veist tú at øll greinin hjá mær er ein ‘ákæra’ ella ein ‘avdúking’, tá tú sjálvur skrivar á gudloysis blogginum, at tú ikki hevur lisi alla greinina, sum tú sigur: ‘Eg orkaði ikki at lesa alt hatta roksi hjá honum’. 

Eg legði annars dent á fyrst í aftursvarinum, at hetta er ein long grein, harvið metti eg at tað munnu verða tey í sýna áhuga fyri evninum sum lesa tilfarið. Um tín áhugi ikki er til staðar, fair enough, men við tí kanst tú ikki ákæra skriva tilfar sum tú ikki hevur lisi! 

Eg havi skriva langt og greitt, júst fyri ikki at tveitta pástandir út í luftina men fyri at  gjølla viðgera tað sum Eivind skrivar. Vilt tú hervið siga at ein tung viðgerð av einum evnið ikki loysir seg? 

Harnæst, nú veit eg ikki um tínar førleikar innan bíbliu-søguliga gransking, men um tú ikki hevur gjørt akademiska gransking á hesum økinum, hvussu kanst tú so meta at tað sum eg skrivi er nakað ‘roks’? 
Eg gangi út frá at tú er væl kunnaður á ávísum økjum, men hvussu innan gudfrøði?, Hvussu nógvar uppgávur hevur tú skriva um Q, ella fyrsta árhundra rabbinara ‘succession’, ella 2 árhundra gnostiskan kritik av ortodoxari leiðslu. Tú kanst ikki bara skjóta upp í luftina at tað sum eg skrivi er nakað 'roks' uttan at hava eina rættuliga fitta hóming um hesi evnini.

 Annars, nú talan er um lygn, fakta og villeiðing, so haldi eg at eitt felag sum Gudloysi, óansæð teirra fjølbroytta skara av limum, eigur at leggja dent á veruleika, sannleika og fakta, men skilji eg teg rætt Heini,  so er hetta ikki endamálið við blogginum. Heini leggur dent á at hann jaliga loyvir allari lygn at verða skriva  (so leingi tilfarið ikki leiðir til persónsniðring), sjálvandi við tí fyri eyga at lygnin seinni skal kunna avdúkast; Heini skrivar:
'Vit gudloysingar renna okkum í nóg nógvar blokeringar, tá vit vilja gera vart við okkara sjónarmið, sum er, uttan at vit eisini byrja at køva okkara egnu. Um onkur av okkara høvundum vil sleppa at skriva eina bloggu, sum er lygn úr einum enda í annan, so skal persónurin sjálvandi sleppa tað, so leingi talan ikki er um beinleiðis persónsniðring.' 
 Gudloysi hevur tí ikki tann stóra trupuleika at lygn verður skriva blogginum, eftirsum sum felagið gongur inn fyri fullum talufrælsi, men eisini tí at avmarkan fyri lygn og býttari skriving hevði køvt teirra egnu. 'Fair enough'. Men við tí játtar hann í hvussu er, at bloggurin hjá Gudloysi kann innihalda tilfar, skriva av limum, sum tilvitandi fyri Gudloysi slett ikki er sannlíkt. Veit tí ikki hví mín sokallaða ákæra til felagið verður tikið so illa upp.

Her kann eg sum sagt, vísa á, at hesir (Eivind og Heri) hava framlagt villeiðindi søguliga kunning, kunning sum annars er so almenn og opinlýs og tó mótsigandi teirra pástandum, at eg meti slíkar pástandir at verða tilvitaða villeiðing.

Heini framleggur síðani eina langa forkláring, um hví hesir pástandir, sum eg rokni fyri villeiðing, tó einki hava  við sjálvt Gudloysi at gera. Opinbart er bloggurin miðlastøðin hjá gudloysingum í Føroyum, har ein og hvør kann skriva sum honum lystir (uttan so at ein niðurger onkran annan) um ein er limur ella ikki. Kortini tekur Gudloysi ikki ábyrgdina fyri tilfarið. Víðari leggur Heini dent á at høvið er hjá einum og hvørjum, ikki bara gudloysingum men enntá teistum at skriva eitt hvørt út á bloggin. 

Her er tað væl møguligt at eg havi miskilt uppbygnaðin í Gudloysi skipanini, men fari eg tó heilt skeivur við pástandi mínum at Gudloysi við hesum greinum sum Eivind og Heri hava skriva, villeiða, ella loyva at lesarin at verður villeiddur?

Tildømis, eg gangi út frá 1) at bæði Eivind og Heri eru gudloysingar, 2) at teir eru limir av gudloysis felagnum (rætta meg endiliga Heini, um eg fari skeivur) og 3) so skriva teir eisini á Gudloysi blogginum.

Eg meti eisini 4) at ein alnóts ávirkan sum Gudloysi bloggurin, átti at eggja Gudloysi nevndina at seta sær sum mál fyri at veita rætta kunning til lesaran, ikki við at sensurera Eivind og Hera (sum Heini ákærir meg fyri at siga), men í hvussu er við at vísa á at slíkir pástandir ikki eru heilt eftirfarandi og ikki standa seg í ljósinum av tí akademiska førleikanum sum eg annars vildi mett at limir í gudloysis felagnum sjálvir umboða. 

Mín kritikkur heftir seg tí við ein bólk sum hættar sær umboða nakað sum eru villeiðandi, í hesum førinum skeivar tíðarfestingar, fakta sum tey flestu av tykkum í felagnum kanska eru vitandi um, men sum tit kortini geva so frítt spæl, ikki tí tit vilja umboða sannleika og veruleika men tí tað gagnar tykkara søk. 

Hetta er júst tað sum eg havi kritisera felagið fyri, og tað fall opinbart ikki í góða jørð.

Skilji tó væl sum Heini sigur, at hesin jaligi holdningur til lygn er fyri at leggja upp til kjak og fyri at ‘lygn’ sum hann sjálvur tekur til skal kunna avdúkast. Havi bara ikki fingi tað fatan av at limirnir og aðrir bloggarir avdúka sovorið, og mín avdúkan, var av Heina heldur rokna, sum hann eisini tekur til í aftursvari sínum: ein ‘ákæra’ og sum ‘roks’, og hetta sigur hann, uttan at hann hevur lisi mítt aftursvar til Eivind og Hera (sum hann eisini viðgongur á gudloysis blogginum).

So mikið fyri opinleika fyri avdúking og kritikki.

Eg skilji tí umsíðir ómetaliga væl at Gudloysi ger mun á sær sjálvum sum felag, mótvegis limum og teimum sum blogga. Skilji tó ikki heilt hví teir ikki tora at taka ábyrgd fyri tí sum felagið loyvir út á alnótina, men lad gå.

Undrist tó yvir at kunningin  í hesum sambandi og kanska nógvar aðrar sleppa so snikkaleysar; eru limir í gudloysis felagnum bara óvitandi ella er tað bara søk teirra sum sleppir at stýra løbið?

Heini skrivar:
 'Eg haldi meg ikki avdúka nakran loynidóm við at fortelja, at Høgni Johannesen aldrin hevur sett seg í samband við okkum um at sleppa at blogga. So um hann er ónøgdur við, at hansara meining um Jesu søguligheit ikki er umboðað á okkara heimasíðu, hevur hann ongum uttan sær sjálvum at takka. Tað er í øllum førðum undir alt lágmark at ákæra eitt heilt felag fyri, at geva innivist til minnilutameiningar, ið annars sjáldan sleppa at koma til orðanna.'

Høgni svarar:

Eg veit ikki, bloggurin hjá tykkum vísir so mikið av, ótolsemi, uppøsing móti trúgvandi (av ymiskum slag), millum annað talan um útrudding av trúgv og lógum at avmarka samtalur millum kristin foreldur og børn. Ikki fyri at gloyma onkra joke um holocaust og 'pink' stjørnir til Jenis fjepparir; eins væl og rúgvuvís av veruliga niðurgerandi tekningum, so eg haldi, at sigi meg heldur undan, tími slett ikki at hava nakað við slíkt at gera.

Tit mugu annars gjarna halda á við slíkum, eg ætlið mær ikki avmarka tykkara frælsi at vísa tykkara ónøgd, ótolsemi og vreiði, men hvussu positivt tit radikalu ateistar lýsa vanligar ateistar í Føroyum (og tað eru nógvir ateistar í Føroyum sum eru bæði góð og fitt menniskju) tað er ein góður spurningur. Tá lív og endmál bara er 'anti' og 'negativt' tá ivist eg í at nakað positivt kemur burturúr.


Tú roynir (haldi eg) at mynda meg sum ótolerantan við tínum aftursvari, men hav í geyma, at mítt sokallaða ófólkaliga aftursvar var ikki eitt álop, tað var ein verja; upprunaliga var tað Eivind undir navninum av Gudloysi, sum legði á kristin og teirra trúgv og heimsmynd. 




No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.