Friday, August 31, 2012

Meiri frá Jesus ella Muhammad?

Til tykkum sum hava áhuga í tí kristna-muslimska kjakinum (og eg veit tað eru fleiri). So er hetta eitt ómetaliga gott sjónband, í viðger tildømis trupuleikan av at Allah biður til profetin Muhammad og at Muhammad var ikki vísur í sínari egnu frelsu. 
Brotið er tikið úr sendingini 'Jesus or Muhammad?', sum eru nógvir, nógvir tímar og tann sum hevur lagt hetta sjónbandið út, hevur fiska hetta broti úr onkrastaðni. Tilseinast í sjónbandinum, er ein gekkaskortur og ein býttur látur, sum viðkomandi hevur tilsett. Tápuligt men burtursæð frá tí partinum, er sjónbandið gott og evnið sera áhugarvert og væl framlagt.



Thursday, August 30, 2012

Dawkins elevated: Forget all about monkey business, In actual reality I am an alien and so are you!


So uppruni okkara er møguliga, úr í einari framkomnari alien royndarstovu á einari fremmandari klótu. Síðani fara vit sum DNA frá alien royndarstovu til fisk (ella sjóðdýr) í havinum. Frá fisk til afrikanska apu (ella rættari forfedra menniskja og apuna--but who cares). Frá afrikanskari apu til menniskja.

Hmm--eru vit apur úr afrika? Fiskur úr sjónum? DNA úr einari alien royndarstovu? Ella kanska øll trý?

Hvar kemur siðalæra og moralur frá?

Um ateisma er veruleikið, so botna siðalæra og moralur í veruleikanum í evni. Persónligheit, kenslur og vilji mugu tíðskil vera evni og orka, bæði við útgangstøði í nátturulismu og materialismu.



Wednesday, August 29, 2012

Bíblian og Kristindómur um Kvinnuna og hjúnaband: Eitt aftursvar til Limberg Michelsen og aðrar gudloysingar




Í einari viðmerking á facebook bólkinum kyn-maður og kona, hevur gudloysingurin Limberg Michelsen ditta sær at lært kristin fólk, um tað sum hann metir verða Bíbliunnar røttu og sonnu lýsing av hjúnabandi og forholdið millum mann og konu. Tað var fyri nøkrum døgum síðani at eg var heittur á, um eg vildi skriva hesum Limberg eitt aftursvar og tað vildi eg gjarna. Maðurin skrivar:

“Vit tit yvirhøvur hvat Bíblian sigur um forhold??? Eg skilji ikki ordiliga hvussu tit lesa bíbliuna. Tit fáa åbinbart tað burturúr, sum tit vilja hava burturúr – ikki tað sum faktiskt stendur.”

Limberg siterar í sínum kritikki fyri tað mesta bara skriftstøð, men tað tykist sum um hann vil, at vit taka til okkum hesar doktrinir, lærir og frásøgnir úr Bíbliuni sum eina heild, uttan at skula gera mun á samanhengi, bakgrund, tíð og bókment.
Harfrá tykist, sum um hann ynskir, at vit síggja hesa heild sum negativa, fyri at hann hareftir kann trýsta á nútíðar kristin hendan veruleikan um døpru síðina av teirra religión, ja so døpur, at kristin flest ikki vilja viðurkenna hesar annars bíbilsku veruleikar (ella so ljóðar vanliga argumentið).

Eg má tó siga, at tá eg lesi slíkar viðmerkingar, sum hesar, so síggi eg ikki annað fákunnleika og tað tykist fyri mær at Limberg heldur enn at hava gjørt sær nakran útdýpaðan ómak, heldur hevur gjørt sær galt av at kopiðera tilfarið frá onkrari ateistiskari heimasíðu.
Men ok, eg vil so eisini geva Limberg fyrimunin, hóast alt hevur hann ikki skriva hetta sum eitt innlegg, men sum ein lista av spurningum, tó retoriskum spurningum bygdar á pástand.

Hetta eru annars evnir, eg leingi havi havt ætlanir at viðgjørt í einum innleggi. Eg havi tí valt at vevja hetta, við viðmerkingarnar hjá Limberg. Sumt verður tí relevant fyri Limbergsa polemik og sumt verður ikki. Við øðrum orðum ikki alt innleggið viðger spurningarnar hjá Limberg.
Í hesum innleggi, fari eg at viðgera forholdið millum mann og kvinnu og hjúnabandið út frá læru Bíbliunar, og tá eg sigi viðgera, so meini eg viðgera. Í næsta innleggi viðgera vit hvat Bíblian sigur um tildømis hjúnaskilna og neyðtøku (evnir sum Limberg eisini kemur inn á).

Kvinnan sum ein hjálp

Limberg byrjar her við at sitera 1 Mósibók 2: 18, har í Eva (sum fyrsta kvinna) var ætla og skapt Adami sum hjálp. 
Í fyrstu mósebók síggja vit fyrstuferð at Guð skapar kvinnuna til mannin. Ikki sum javnsett menniskju, men soleiðis at Eva kann verða hjálp (helper) hjá Adam.
1. Mósebók, kap. 2 18: "Gud HARRIN segði nú: 'Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina HJÁLP, sum hóskar honum.'"
20-24: "Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin HJÁLP at finna, slík, sum hóskaði honum... Tá læt Gud HARRIN fastan svøvn falla á Ádam, og táið hann var sovnaður, tók Hann eitt av rivum hansara og fylti aftur í aftur við holdi... Av rivinum, ið Hann hevði tikið úr Ádami, myndaði Gud HARRIN kvinnu og leiddi hana til Ádam... Tá segði Ádam: 'Hesa ferð er tað bein av mínum beinum og hold av mínum holdi! Hon skal eita kvinna, tí av manninum er hon tikin.'... Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold"
So longu frá byrjanini er ætlanin hjá Guði at kvinnan skal verða undir manninum.
Paulus skrivar eisini seinni um hettar sama:
Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus, kap. 5
22-24: "Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar - sum Harranum!... Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns... Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar."
Tað eru nakrir kristnir bólkar sum enn taka orðini fyri fult og ikki hava útvatna kristindómin, sum tit dáma at kallað tað. Tak t.d. kristnu rørsluna Quiverfull í America, har kvinnan gevur seg fult og heilt undir mannin.


Við hesum vilja Limberg og aðrir ateistar verða við, at kvinnan í læru bíbliunnar verður rokna sum ein undirsáttur mansins, ein húshjálp ella tænari. Men hendan tulkingin er langt frá røtt, tí orðið sum nýtt verður 'ézer’ (hjálp), hevur í sær sjálvum einki við undirgivni, javnlíka ella ójavnlíka støðu at gera. Tildømis verður orði eisini nýtt aðrastaðni, í samband við Guds hjálp, ella Gud sum hjálpara (tíðskil neyvan eitt haldgott dømi uppá undirgivni) og aðrastaðni um hernaðarliga hjálp (Josva 1:14; 10: 4) og enntá um hjálparmenn (Ezekiel 12: 14). Granskarir í tí Hebraiska málinum, duga somuleiðis at síggja, at setningurin sipar til ‘hjálp’ sum ein líkastillaðan stuðul, heldur enn ávísan identitet ella undirsátta versus myndugleika (Gordon J. Wenham Word Biblical Commentary, s. 68).
So nei, í mótseting til pástandin hjá Limberg, var tað frá byrjanini av, ikki Guds ætlan av kvinnan skuldi verða undirgivni tænari mannins.

At Limberg fer so dyggiliga skeivur her, kemur eisini týðiliga til sjóndar seinni í sama kapitul, har teksturin sigur:

Tí fer maðurin frá faðir og móðir og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold (1 Mós. 2: 25).

Hmm, skulu vit í hesum føri fylgja skeivu tulkingini hjá Limberg, so kundi okkurt týtt uppá, at teksturin lýsir mannin sum fer frá faðir og móðir, fyri at ganga konu síni til handa (halda seg til konu sína). Men slíkt til síðis, so vil teksturin bara verða við, at kona og maður eru eitt hold og konan er mansins líkastillaður stuðul í lívið og verkið.

Kvinnan undirgivin manninum

Síðani loypir Limberg beint yvir í Efesusbrævið (hetta er so typiskt kopiðera frá einari ateistiskari heimasíðu), har hann siterar kapitul 5: sum eina staðfesting fyri sínari tulking av 1 Mósibók 2:

Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar—sum Harranum (Efesus 5: 22)


Tann fyrsti trupuleikin sum Limberg slær seg ímóti, kann bólkast undir tekstkritik. Tí orði sum vit vanliga lesa í ymiskum týðingum ‘undirgivnar’, er í veruleikanum ikki at finna í elstu frumtekstunum.

The Dawkins-E.T. connection


Wednesday, August 15, 2012

Science flies you to Mars, atheism ships you to Gulag!

Tað er ófatandi soleiðis sum ateistar megna, at forvrongla síni argumentir við at nýta fulkommuliga skeivar samanberingar. Eitt nú hendan skrønan niðanfyri:


Onkursvegna vilja ateistar við hesum seta religión upp í móti vísind. Men basera uppá hvat? Vilja ateistar hava okkum at gloyppa rátt pástandinum, um at religiøs menniskju ongan áhuga hava í vísind og slett ikki megna at førka seg innan vísindaheiminum? Inkluderar hetta eisini vísindafólk so sum Newton? Vil ateisturin verða við, at persónar so sum John Lennox og Alister McGrath slett ikki kunnu verða religiøsir tí hesir samstundis eru vísindafólk og vice versa?

Ja, vit kunnu enntá fara so langt sum at inkludera Stuart Burgess, sum er ein ómetaliga væl umtóktur og vísindamaður og samstundis ein ultra-hyper-konservativur kreationist og ID tilhengari.

Bottom line er, at eingin av hesum (og nógvir við teimum), síggja vísind sum heild, at verða ein kontra-hugburður mótvegis religión ella trúgv á eina ella fleiri hægri maktir. Veit ikki heilt hvat religión sum heild, skal hava mótvegis uppruna alheimsins, upprunaevnum ella partiklum, jarðfrøði, gransking innan heiligváð og enntá menning og leitan av lív á øðrum klótum?

Harnæst vil ateisturin verða við at religión flýgur okkum inn í bygningar!

Hvat???

Er hasin pástandurin veruliga úr veruleikanum sprotin?

Í hesum samanhenginum er talan ivaleyst um Islam og ræðuleikarnar av 11 septembur. Men pástandurin er ræðuligu skeivt formuleraður, eftirsum hetta tykist at tveita allar religiónir í sama bólk. Í hesum høpi, høvdu ateistarnir um erligt skuldi verða erligt, fasthildi um religiónina Islam, heldur enn heitið religión.

Um slíkur logikkur er eitt imperativ innan skynsemi, kundu vit ivaleyst eisini tveitt vísind fyri borð, tí at Mengele framdi royndir við livandi menniskjum.

Fyrst kann sigast at ikki allir muslimar, eru jihadistar ella tíðansæð tíma, ella velja, at fylgja einari jihad doktrinu. Hópin av religiøsum muslimum eru vanlig og erlig menniskju, sum líkaleiðis hava áhuga í einum góðum, tryggum samfelagið og enntá hava áhuga í vísindi.

Tað sagt, so inniheldur religión Islam, læruna um Jihad (heilagt kríggj) og deilir enntá heimin upp í Dar-ul-Islam (hús Islams-muslimski heimurin) Dar-ul-harb (krígshúsið-ikki islamsk lond og økir).

Tilburðurin tann 11 septemur, 2001, verður tíðskil bólkaður undir Dar-ul-harb og var av muslimska heiminum (sum heild) roknaður sum ein islamskur sigur yvir fíggindan (Dar-ul-harb), í hesum føri Vesturheimurin.

Eg og familjan vóru stranda í einum muslimskum landið, tá atsøknin móti 'the twin towers' fór fram.
Hetta landið var opinbart í einum sigursrusi eftir hendingina og enntá í bussunum heilsaðu tey hvørjum øðrum við: 'tillukku við sigrinum'. Vit máttu harnæst krógva okkum í 14 dagar og síðani smuglast til flogvøllin, haðan vit sluppu heilskapa aftur til Vesturheimin, tó við kensluni, at vit løgdu eftir okkum, hópin av kristnum sum ikki fóru at sleppa líka læt.
Eg kann tí staðfesta, at religiónin Islam og tess læra um Jihad er ein potentialur vandi, í samband við trygd og lív okkara her í Vesturheiminum.

Tó so ger ateisturin tann heldur vanliga, yvirdrivna feilin, við at bólka allar religiónir líka. Hvørki hinduar, sikhar, religiøsir buddistar ella kristin (í Ný-testamentligum samanhengi) hava eina slíka jihad læru. Hesir bólkar, uttan so, at eitt stýrið ella onkur ørvitispersónur, velur at tillaga slíkt til trúnnað, soleiðis at hon leggur upp til ágang, eru slett ikki yvirgangs ella voldligar religiónir.

Men slíkur polemikkur frá ateistum, er óansæð av tí naiva hugburðinum! Haldi ikki nakar kristin leggur í at verja religión, eftirsum religión kann stinka og verða drepandi, eins og ateisma líkaleiðis kann stinka og verða drepandi. Akkurát sum um ávísir ateistar og ateistisk stýrir ikki hava volt og enn volda menniskjum fortreð.
Nei, hesir hava ikki flogi flogførð inn í bygningar, teir hava í navni 'menniskjans', 'friðarins', 'rættvísinar' og 'líkarættsins' m.a, bara fylt teirra fangar tippir í Sibiria, Kina og Norður Korea við monnum, kvinnum og børnum, sum harnæst vóru svølta, pínd, neyðtikin, ovbyrða og hópin hareftir myrd. Mong av hesum, av tí at tey ikki vóru gudloysingar (jep, talan er um skipanir bygdar á ateismu).
Um hesir ateistar vilja verða við, at ateisma, ikki kann verða og líkaleiðis hevur verði til líknandi ampa fyri menniskju, lív og samfelag, so mugu hesir ivaleyst liva teirra lív í teirra egnu ómetaliga avbyrgdari dreymaverð.

Ein kundi somuleiðis skapt eina líknandi kontra-polemiska, men samstundis skeiva satiru (sum tildømis myndina niðanfyri), tí ateisma førir ikki neyðturviliga í fangatippi:



Saturday, August 4, 2012

Føroysk kristin siga teirra meining um 'Faroe Pride'


Eftirsum Kristindómur Svarar er ein religiøsur bloggur, í samband við Føroysk viðurskiftir, og ein bloggur sum leggur upp til kjak og upplýsir um kjak, so helt eg tað verða rætt, at vísa á ymiskar viðmerkingar frá føroyskum kristnum til samkynda kjakið og eitt nú 'Faroe Pride' tiltakið, sum fór fram í Havn áðrenn Ólavsøkuna.

Ein nýggjur føroyskur bloggur sum kallast 'Kyn Samleiki' kann nú lesast á alnótini. Hesin bloggur er eitt aftursvar til samkynda rákið:

Niðanfyri er ein leinkja til bloggin og tess innlegg sum kallast: 'Hatta var Faroe Pride'


Eitt annað, meiri beinrakið innlegg er at finna á Netavisen, skriva av Óla Nicodemussen:

http://netavisin.fo/index_article.php?ShowArticle=6707

--------------------------------------- 5 august ---------------------------------------

Eitt triðja innlegg er nú at lesa á Tórsportalinum, skriva av Tórleif Johannesen:


Friday, August 3, 2012

Frásøgn: Trúarverju framløgur á Teenstreet


Trúarverju tiltøkini á Teenstreet vóru ómetaliga gevandi. Tveir fyrilestrar vóru hildnir um Kristindóm versus ateismu á enskum málið, har umleið 120 fólk møttu upp hvørja fer. Á føroyska fyrilestrinum møttu umleið 50-60 føroyingar upp. Fyrilesturin um trúvirði Bíbliunnar var hildin einaferð, har í umleið 90 luttakarir vóru til staðar. Av tveimum fyrilestrum har evnið var 'Kristindómur og Islam í kjakið' vóru tilsamans 80-90 áhoyrarir. Hesi tølini siga so mikið sum at tørvurin og áhugin fyri trúarverju millum ung kristin í Evropa er stórur.

Upplivilsi var rættuliga øðrvísi, eitt var at yvirsimplifisera evnini, eftirsum luttakarnir vóru so ungir sum 13-14 ára gamlir og harnæst vóru fyrilestrarnir spontant tolkaðir til 2-4 mál samstundis og eg mátti eftir hvønn setning, bíða til allir tolkanir vóru lidnir.

Samtalurnar við bólkar og einstakligar eftir fyrilestrarnar vóru nógvir og drúgvir. Fyri meg var tað serstakliga gevandi at møta kristnum úr nærum øllum Evropa, sum greiddu mær frá teirra umstøðum og avbjóðingum. Tildømis ein lærari úr Belgia, sum áhaldandi verður tráðspurgdur um trúgv av sínum ateistisku og muslimsku næmingum og starvsfelagum. Onkur legði eisini áherðslu á, hvussu EU (gitið viðkomandi sipaði til Evropa Ráðið), var í holt við at steðga allari ávirkan av ID. Eisini var tað ein sum bjóðaði mær til Portugal at hava fyrilestur fyri ungum.

Eg fari so avgjørt aftur til Teenstreet komandi ár um Gud vil. Vóni serstakliga at kunnu virkað saman við kristnum, serstakliga lesandi í Evropa komandi árini.




Thursday, August 2, 2012

Sýru álop og at vera kristin í Pakistan



At vera kristin í muslimska Pakistan, kann gerast vandamikið. Hetta ásannaði 16 ára gamla Julie Aftab, sum starvaðist á einum almennum kontóri, tá ein muslimur brádliga ein dagin brasaði inn og spurgdi um hennara trúgv. Maðurin hevði sæð at Julie gekk við einum krossi um hálsin.

Muslimum flest dáma ikki krossar! Muhammad profeturin gekk amok tá hann bar eyga á krossar. Muslimar trúgva at Jesus fer at koma aftur og tá fer hann at drepa allar grísar og bróta allar heimsins krossar. Summir muslimar eru enntá farnir í hernað móti tomatum, eftirsum ein krossur kemur til sjóndar um tú sker fruktina ein ávísan veg.

Hmm, visti ikki at fruktir kundu vera kristnar?

Tá Julie játtaði at hon var kristinn, gjørdist maðurin frá sær sjálvum og fór at oysa sína vreiði yvir ungu gentuna. Eftir skoluna, fór maðurin og ein vildi tá vóna at nú var sloppi, men løtu seinni kom maðurin aftur, hesuferð við einari fløsku av sýru, sum hann oysti yvir høvd hennara.
Sýran gjørdi at andlitið byrjaði at upploysast og Julie royndi at sleppa sær út, men var steðga av einum øðrum manni, sum eisini vildi sleppa upp í part. Hesin helt Julie og tømdi síðani tað sum eftir var í fløskuni á andlit hennara.
Julie fór síðani rennandi, sansaleys gjøgnum gøtuna og uttan at fáa bráðneyðuga hjálp, át sýran seg líka inn á bein so at enntá tennirnar byrjaðu at detta úr munninum.

Ein fitt kvinna tók Julie heim og oysti vatn á hana (miðskil ikki innleggi, tað finnast nógvir góðir og fittir muslimar, eitt nú hendan kvinnan), men tá fari var við henni til læknarnar helt ræðuleikin á. Læknarnir sýtti fyri at hjálpa Julie, eftirsum hon var kristin og sjúkrahúsið tók somu støðu, eftirsum hóttanir vóru givnar, um at brenna sjúkrahúsið niður, um teir tóku Julie inn.
Tað eydnaðist tó umsíðir at finna eitt sjúkrahús, sum vildi taka ímóti gentuni, har hon síðani var innløgd í eitt ár. 67 prosent av andliti hennara var brent, hon misti annað eyga og fekk eitt stórt hol í kjálkan, har í ein kundi síggja tær tennirnar sum enn vóru sitandi.

Í dag hevur Julie fingi asylum í USA og býr í Houston Texas, har í hon nú bíðar eftir statsborgaraskapinum og hevur klára seg ómetaliga væl á universitetinum.




Ikki allir muslimar kunnu ella eiga at bólkast sum viðtíggir, eitt nú kvinnan, sum var so mikið djørv at hjálpa Julie og taka hana við sær heim. Men tað eigur tó ikki at undra nakran, at slíkur omanfyri nevndur ágangur er møguligur, tá Islam er valdandi í einum samfelagið (tíðskil er tað religiónin Islam, og ikki muslimar sum eg kritiseri).

Eitt nú lærir Koranin um Islam og minniluta bólkar (í hesum førinum jødar og kristin):

Fight against those who (1) believe not in Allah, (2) nor in the Last Day, (3) nor forbid that which has been forbidden by Allah and His Messenger (4) and those who acknowledge not the religion of truth (i.e. Islam) among the people of the Scripture (Jews and Christians), until they pay the Jizyah with willing submission, and feel themselves subdued (9: 29).

O you who believe! Fight those of the disbelievers who are close to you, and let them find harshness in you, and know that Allah is with those who are the Al-Muttaqun (9: 123)

Muhammad is the Messenger of Allah, and those who are with him are severe (or ruthless, vehement) against disbelievers, and merciful among themselves (48: 29).

Sýru ágangur er rættuliga vanligur nógvastaðnis í heiminum. Julie fekk hjálp og hevur eina lovandi framtíð. Men tað eru ikki einans kristin í gerast offur fyri sýru álopið og eg vóni at greinin ikki einans skal takast sum kritikkur av Islam og tess viðferð av minniluta bólkum, so sum kristnum (í hesum førið).

Hvussu við teimum mongu, bæði kristin og ikki, sum mugu liva við vanlagnuni av sýru álopi og ikki fáa tað hjálp, tey rættindi, rættvísi og tær sømdir sum áttu at verið til taks. Tildømis Naziran Bibi, ein muslimsk kvinna hvørs lív var oyðilagt av líknandi vanlagnu; í hesum førinum orsaka av ónda manninum, sum hon var tvinga at gifta seg við:



Og tað eru onnur (fulkommuliga skelkandi):