Wednesday, July 20, 2011

Forboð fyri krossinum ella Darwin: hvør sleppur snikkaleysur?

Fyri nøkrum vikum síðani, vóru eg og kona mín uppi í Norðurlandahúsinum og fingu okkum ein døgurðabita (læt meg bara siga at kalda borið í kantinuni er av tí besta). Sum vit ótu varnaðist eg millum fólki, ein mann sum á skjúrtuni gekk runt við einum krossi, í einum forboðskelti.


Persónliga havi eg einki stórvegis ímóti skeltum og ymiskum boðskapum stavaðum á okkara klædanplaggið. Men í Føroyum, at ganga runt við einum krossi í einum forboðskeltið, er hetta ikki eitt sindur ótonkt, ella hvat? Sum ungur og radikalur í mínari kristnu trúgv, gekk eg mangan við kristnum skjúrtum, sum umboðaðu tað sum eg í mínari hugsan gekk inn fyri, tí kristnu trúnna; men aldrin nakað niðraði ella nakað sum gekk ímóti øðrvísi hugsandi. Tað fyrsta mær kom í huga, var tað, sum tyktist mær at verða ótoleranti holdningurin, at hava fyri neyðini at byggja sítt lív og sín gerandisdag uppá ein anti-holdning. Mær kom í huga samtaluna millum SSarnir Reinhard Heydrick, Heinrick Muller og Adolf Eichman í filminum 'Conspiracy', har samtalan snúði seg um endamálið við lívinum, tað var, um lívið  mundi verða vert at liva, bara so leingi ein hevði okkurt bevíst at hata og so leingi lív og dagligi holdningurin kundi byggja á hetta ávísa hatri. Eg hugsaði, hvat fyri eitt rættsigta menniskja fer at ganga runt við einum skelti á bringuni, sum bevíst sýnir hatri og forboð av krossum? Ivaleyst kunnu vit peika á ræðuleikar, framdir undir krossmerkinum, men hin síðan av sakini má heldur ikki gloymast, at undir krossmerkinum er eisini nógv gott útrætta.


Skilji væl at kristin og eitt nú forsprákarir fyri Amnesti International, ella humanistar í ynskja vælferð menniskjana og eisini samkynd, soleiðis framboða tann boðskap sum bólkar teirra umboða. Men skuldi tað borið so á (fyri at taka eitt dømi), at limir og veljaðir av (læt okkum siga) tjóðveldisflokkinum, ikki høvdu annað at framboða enn propaganda mótvegis Sambandsflokkinum, áttu vit kanska at spurgt okkum sjálvi, hví flokkurin ikki heldur umboðaði sína egnu áskoðan. 
Heldur enn at umboða forboð fyri kristnu trúnnið, kundi hesin ateisturin í Norðurlandahúsinum ikki heldur borið runt uppá eitt skelti sum lýsti positivi í eini humanistiskari áskoðan?

Men so sló tað meg, at kanska maðurin bara hevði í huga skilnaðin millum kirkju og statin (havi áður sæð hetta merkið í hesum sambandi). Men hetta gav heldur ikki nakra meingin, nú helt eg ateistar sipaðu til tað, sum teir av órøttum royna at billa okkum inn, er ein neutralur holdningur, har teir ikki hava ynski um at bannað einari trúgv, men (hugsaði eg) hví proklamera ein slíkan holdning alment í ein almennari kantinu? Nei, ivaleyst munda tað verða nóg mikið at draga tað niðurstøðu, at maðurin vildi trúgv og religión, serstakliga kristindómin at langt frá landi skotnan og kanska útruddaðan.

Hetta fekk meg eisini at hugsa um, at hesin ateisturin í veruleikanum, loyvdi sær at vísa eina ótrúliga vanvirðing. Maðurin sum ikki var føroyingur, var uttan iva greiður yvir, at skeltið á skjúrtini fór at provokera fleiri av landsins íbúgvum, vælvitandi at nógvir føroyingar eru kristnir. Havi onkuntíð hoyrt um kristin í absolut skulu býta traktatir út, uttanfyri eini moske, ella slík sum absolut skulu býta út kristnan lesna tá tey samkyndu hava sínar árligu paradir. Sjálvur haldi eg at slíkt førkar seg nærri óneyguðari provokatión. Eg vil tí heldur ikki siga at kristin ongan leiklut spæla í slíkari atferð.

Sum maðurin sat og hevði eina hugnaliga samveru við einum bólki av føroyingum, eru teir nevndir eru teir kendir, hugsaði eg, um hesin fór at sleppa heilt snikkaleysur og uttan kritikki av aftur klettunum? Jú, ivaleyst, føroyingar eru hóast alt eitt rættuliga tigandi og tolsamt fólk og kristin eru sera von við kritik og hava í seinastuni enntá funni seg í, at Kringvarpi uttan mótvegis aftursvar, loyvdi røddum at útpensla kristnar borgarar sum minni ment og køvandi fyri samfelagi. Bara Gud kann ímynda sær rokið, um onkur annar samfelagsbólkur hevði verið úti fyri slíkari almennari niðurgerð. 

Ateisturin slapp ivaleyst eisini snikkaleysur, eftirsum tað ikki finst nøkur lóg, sum borgar fyri at kritikkur av kristnu trúnni og Bíbliuni eru lógarbrot; við øðrum orðum var eingin grund til (hjá nøkrum) at gera seg inná mannin og tað haldi eg er sera jaligt; sat at siga tykti mær heldur synd í honum.


Hetta fekk meg tó at hugsa. Hevði eg sloppi heilt snikkaleysur gjøgnum Evropa við einum skelti ella einari tekning á jakkunum sum antin kritiseraði ella bannaði Darwin? Ella hvat nú um ein kristin hetja í eini skúlakantinu dittaði sær at drekka úr einum anti-darwin krússi? Kundi slíkt loypt slíka øsing at viðkomandi vildi uppliva mótgangin? Hetta ljóðar kanska sum ein paranoidur spurningur, men mong kristin í taka hægri lestur kenna seg atsøkt, orsaka av at heimsmynd teirra hesum viðvíkjandi, ikki hugar forsprákarum fyri Darwinistisku menningarlæruni. Mong av hesum sleppa heldur ikki snikkaleys.


Sum støðan er í løtuni vildu tað kanska verið fá sum høvdu hatta sær, at borið uppá ein slíkan boðskap á klæðunum í einum almennum skúla ella stovni. Tað sum verri er, eftirsum Europa tingið hevur úttala seg um kritik av menningarlæruni sum brot á mannarættindini, tað vil siga sum eitt álvarsamt brotsverk, veit eg heldur ikki, um hevði tora at borið uppá eitt slík skelti á eini ferð gjøgnum Evropa.  

So, hvar liggur nú tollynti, frælsi at úttala seg, frælsi at granska og at taka eina akademiska niðurstøðu? Alt meðan kristin verða útpensla sum ótollynt og negativ, eru tað neyvan hesi sum renna runt við forboðskeltum; men heldur ikki eru tað hesi sum sleppa snikkaleys.


--------------------------------------------------------------------------------------------------------


Eivind Ortind Simonsen gjørdi sær tann beina, at vísa á, at talan er um Europa Tingið, ikki ES Tingið (veit ikki hvat eg havi havt í huganum). Vit takka Eivind fyri tað rættingina. 

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.