Fyri nøkrum døgum
síðani, skrivaði Rannvá Næss aftursvarið ‘Blómandi sadisma í Føroyum’, sum var
rættað til mítt aftursvar ‘Aftursvar til Hergeir Staksberg og ivaleyst onnur:
um Bíbliuna, at steina børn og samkynd’ til greinina hjá Hergeiri Staksbergi
‘Tað var gamalt, at mann steinaði síni børn til deyðis’.
Eg vil fyrst takka Rannvu, at hon gav sær stundir at lesa
og viðgera aftursvarið til Hergeir. Í hesum aftursvarið, vil eg, eftir besta
førimuni, svara nøkrum av teimum viðmerkingum og spurningum, sum Rannvá Næss
setur.
Rannvá skrivar:
Orsøkin
til at eg valdi at fara í gongd við hetta, var aftursvarið ”Aftursvar til
Hergeir Staksberg og ivaleyst onnur: um Bíbliuna, at steina børn og samkynd“
hjá Høgna Johannensen til Hergeir Staksbergs “Tað var gamalt, at mann steinaði
síni børn til deyðis”.
Høgni
Johannesen leggur út við at siga, at hann ikki heilt veit, hví hann tímur at
svara upp á tað, sum Hergeir Staksberg hevur skrivað, men megnar kortini at
skriva nakað, ið tók mær eina evigheit at koma ígjøgnum. Áhugaverdar hugleiðingar Høgni
Johannesen kemur við, men eg skilji ikki heilt summi punkt og meiningar og havi
kanska brúk fyri eini nærri grundgeving. Undir øllum umstøðum fekk hann meg í
gongd við at seta meg at skriva, og so ein leygardag, so highfive og eitt
herðaklapp til hansara.”
Høgni svarar:
Takk fyri
herðaklappið. Góðir spurningar og havi einki ímóti, eftir besta førimuni, at svara tí aftur sum eg kann svara aftur.
Ránnvá byrjar við
at spyrja, eftir keldum, ið vísa til at samkyndur lívstílur ikki var líka
vanligur ímillum jødar í Palestina, eins og millum grikkar. Sum svar kann
sigast, at samkyndur lívstílur var bannaður millum jødar; fyri hesum pástandi,
finnast keldur bæði í Bíbliuni, Talmudini og í øðrum jødiskum tekstum, so sum
Flavius Josefus, í ‘Against Apion, bók II’ og Philo í ‘Special Laws Book III,
37-38’. Ivaleyst funnust jødar við hesari tráan, sum eisini vóru virknir, men
neyvan var hetta eitt útbreitt rák.
Øðrvísi var
støðan millum grikkar, har samkyndleiki var meira hálovaður; har vit millum
annað kunnu vísa á Plato: The Symposium, Pausanias.
Víðari spyr Rannvá, hvar Jesus er lýstur sum ein dómari:
At Jesus er
lýstur sum ein framtíðar dómari framkemur í Synoptisku Evangeliinum,
Ápostlasøguni og Brøvunum, men eg kann bara sipa til tað sama evangeliið, sum
sigur at Jesus ikki er komin fyri at døma heimin og sum mangan verður sitera í
hesum høpið, ‘Jóhannesar Evangeliið’, sum sigur: “Ikki sendi Gud Son Sín í
heimin fyri at døma heimin…”(3: 17). Tó so at í Jóhannes, kapitul 5: 22-23;
27-29 er Jesus lýstur sum ein dómari við hesum orðunum:
“Faðirin dømir heldur ikki nakran, men hevur
givið Syninum allan dómin, fyri at øll skulu æra Sonin, eins og tey æra
Faðirin…Og Hann hevur givið Honum valda at halda dóm, við tað at Hann er
Menniskjasonur. Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey sum eru
í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram; tey sum hava
gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey sum hava gjørt ónt skulu rísa upp
til dóm”.
Í bíbilska tekstinum lesa vit um tvær komir Jesusar. Tann
fyrra har vit vanliga sipa til tann ‘Søguliga Jesus’, sum vandraði millum okkum
fyri umleið 2000 árum síðani; har Jesus framstendur sum ein frelsari. Síðani og
harnæst tann framtíðar eskatologiska koman og hendingin, tá Jesus tekur
ábyrgdina sum universalur dómari, hvussu hetta so enn kemur at síggja út.
Her skal ein tíðskil geva sær á far um tvær hendingar,
tvær komur og ymiskleikan av komunum.
Víðari skrivar Rannvá:
“…og so siga at tað er orsakað av tí sum stendur
í Bíbliuni at menniskjan hevur morallógir, er tað er milt sagt at undirvurdera
menniskjaheilan og sálina so dyggiliga. Morallógir og etikkur hava eksisterað í
fleiri áratúsund, og langt áðrenn bæði Bíblian og Guð vóru uppfunnin! Men rætta
meg endiliga, um eg fari skeiv.”
Høgni svarar:
Hatta er nú heldur ikki tað, sum eg havi sagt. Bara tí,
at Kristindómur heldur fast við Mosaisku moralsku lógirnar og at eitt samfelag
er undir ávirkan kristindómsins og tekur hesar lógir til sín, so pástandi eg
ikki, at Kristindómur ella Bíblian neyðturvilliga eru orsøkin til
alfevndan góðan moral allastaðni og til eina og hvørja tíð.
Í bíbliulæruni er Guds lóg, tað vil siga siðalæra og
moralskt skynsemi, partur av sál menniskjans. Menniskjan hevur skil á góðum og
óndum, uttan neyðugt atlit til Bíbliuna og teismu og sjálvt um menniskjan
brýtur við hesar lógir, so velur menniskjan at gera tað tilvitað. Ongum nýtist at
verða kristin, teist ella bíbliuvitandi fyri at kunna skyna á muninum millum
gott og ónt. Men tað sagt, so hevur Kristindómurin, havt ómetaliga
moralska ávirkan á vesturlendska samfelagið.
Kristindómurin er eitt av teimum
liðunum, sum virkaði fyri kvinnufrælsi, eins og Kristindómurin meiri enn nakað
annað, hevur virkað móti eitt nú barnadrápi og trendin at leggja børn út
(sum var vanligt í forðum). Víðari kunnu vit sipa til avtakan av trælahaldinum;
bara fyri at nevna nøkur dømir.
Rannvá skrivar:
“Føroyar hava roynt at hildið
fast við ta moralsku lógina í kristindómi, sum eisini sæst aftur í Móselóg, men
eftirsum ríki Guds ikki er av hesum heimi, hava Føroyar ikki havt eina líknandi
teokratiska lóg; revsilógirnar og rituallógirnar úr Gamla Testamenti hava
vanliga ikki fylgt við.”
Okay,
har misti tú meg so syngjandi...hví havi eg lisið alt hetta og ikki fyrr enn nú
sigur tú, at Guðs ríki ikki er av hesum heimi. Hví er tað so, at vit skulu
fylgja Nýggja Testamenti og tess morallógir, tá tær ikki eru ætlaðar okkum? Ella hvat var tað, ið tú meinti?
Høgni svarar:
Ja, kanska kom hatta ikki nóg klárt fram.
Tá eg sigi, at
Ríkið Guds ikki er av hesum heimi, so hevur tað millum annað við sær, at
Kristindómur ikki politiskt sæð eigur at hava framgongd í heimssamfelagnum. Tó
so hendir tað seg, at eitt fólkaslag, tekur við kristnari trúgv, ella
livir seg inn í kristna trúgv og at hugburður og mentan gerast kristin. Hesin
hugburður kemur harvið, at síggjast aftur í lógini.
Í hesum føri kunnu vit siga, at landið er kristið av meiri fólkaræðisligum orsøkum og á sama
hátt kann avkristnast av demokratiskum orsøkum. Tað er um fólkið og tess
fleirital vilja hava aðra áskoðan í hásætið. Veit ikki um hatta útgreinar, hvat
eg vildi siga í undanfarna skrivi.
Rannvá skrivar harnæst um støðuna hjá kvinnum í Føroyum,
har í kvinnur eru fyri ómetaligum harðskapi. Og eg skal ikki siga hesum
ímóti, men tú tykist at draga hetta inn í einum slagi av vavgreyti (orsaka
orðalagið) við pástandinum um hetta er eitt kristiligt ting, sum onkursvegna
loyvir monnum og onkuntíð kvinnum at pína teirra hjúnarfelagar;
fyri at endurgeva orð tíni:
“Sadisma í Føroyum
men eg kann fortelja tær eitt um okkara fantastisku bíbliumoralsku Føroyar:
Um
hjúnalagið millum mann og konu var so heilagt, sum Bíblian so vakurt greiðir
okkum frá, so hevði tað verið ideelt í støðum, har maðurin aldrin lagt hevði
lagt eftir at útint harðskap í móti konu síni.
Men
var tað ikki akkurát orsakað av tí, ið stendur í Bíbliuni, at mann sær
hjúnalagið millum mann og konu sum nakað heilagt í Føroyum, so hevði Føroyar
sum tjóð havt effektiv rættaramboð til at basa húsarófriði – bæði kroppsligum
og sálarligum – og ikki gjørt seg sekar í at gingið ímóti evropeiski
mannarættindakonventionini,
Orsakað
av prinsippum, sum standa í Bíbliuni um tað heilaga hjúnarlagið, hava Føroyar
gjørt seg sekan í at stríða móti evropeisku mannarættindiskonventiónini art. 3
um tortur, har Føroyar EISINI hava skyldu til at verja borgarar í móti borgarum
við effektivum rættaramboðum. Eitt útgangsstøðið hevði verið at byrjað við eini
burturvísingarlóg, sum mann eitt nú hevur í Danmark.
Í
mínum eygum eru Føroyar eitt sadistiskt samfelag, ið gníggjar sær í hondunum,
tá meinigi borgarin ikki hevur møguleika at fáa hjálp í til dømis einari
torturstøðu. Frálíkur sadistiskur moralur sum Bíblian hevur lært okkum!”
Høgni svarar:
Nú, eg veit ikki ordiliga hvat tú sipar til her. Sigur tú,
at hjúnabandið er nakað lort, tí tað eggjar til harðskap, ella at Føroyar er
nakað lort, tí at Kristindómur í Føroyum leggur upp til harðskap í
hjúnabandinum?
Sum sagt, Føroyar er ikki eitt gudsveldi, lógirnar og
juridisku lógirnar eru mær vitandi ikki avgjørt bíbilskar. Tá onkur meldar
slíka illgerð til løgregluna og løgreglan og lógarvaldið skulu taka hesa sakina
uppá seg, so er tað ikki kristindómur sum er í aktión.
Tá tað kemur til dølskni í lógarvaldinum og at viðkomandi
valdsmenn og brotsmenn sleppa snikkaleysir, er talan heldur ikki um kristindóm
í aktión, og harnæst so brýtur hetta enntá við kristna meginreglu, sum
óansæð sín veika leiklut í politikki, kortini úttalar seg um lóg og revsing:
“Tí
teir, ið stýra, eru ikki góðum verkum ein ótti, men óndum. Vilt tú sleppa frá at
óttast yvirvøldina—ger tað, sum gott er, so skalt tú fáa rós frá henna! Tí hon
er tænari Guds, tær til góða. Men gert tú tað, sum ónt er, so óttast! Tí hon
ber ikki svørðið til einkis; hon er tænari Guds, hevnari, honum til revsing,
sum ger tað, ið ilt er. Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er,
men eisini fyri samvitskunnar skuld” (Róm 13: 5).
Eg vildi hildi, at um lógarvaldið legði meiri dent á
kristna bíbliuhugburðin, høvdu vit ivaleyst sæð nógv meiri og nógv skjótari
inngrípan og nógv harðari revsing.
Í samband við harskap mótvegis kvinnum, ella hjúnafelaga,
so stríðir hetta somuleiðis móti grundarlagnum og hugburðinum í kristnu
trúnnið; eg skal bara vísa á nøkur bíbliubrot:
“Tit
konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar…tit menn! Elski konur tykkara eins
og Kristin elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana” (Efesusbrævið 5: 22,
25).
“Tit
konur! Verið tykkar egnu monnum undirgivnar…Tit menn! Elski konur tykkara og
verið ikki beiskir við tær” (Kolossibrævið 3: 18-19)
Onkur vil sjálvandi peika á í hesum høpi, at tað er
niðurgerandi fyri kvinnuna at verða manninum undirgivin, men so skal ein eisini
hava í huga, at í samanhenginum skal maðurin elska konu sína og geva sítt lív
fyri hana. Tað er tí einki høpið í pástandinum, at kristindómur eggjar til
sadismu og tortur í hjúnabandinum, ella at Kristindómur uppalir eitt samfelag
við slíkum hugburði og harnæst, um ein sjálvútnevndur kristin vildi framt
slíkar illgerðir, so avnoktar hesin við slíkum gerningum sína kristnu trúgv:
“Men
hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki
sínum—hann hevur avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi” (1 Timoteus
5: 8).
“Av
hesum kennast børn Guds og børn djevulsins; hvør tann, ið ger ikki rættvísi, er
ikki av Gudi, og líka lítið tann, ið elskar ikki bróður sín…Latið okkum ikki
elska við orði ella tungu, men í verki og sannleika! Av tí skulu vit kenna, at
vit eru av sannleikanum” (1 Jóhannesarbræv 3: 10, 18-19)
Víðari skrivar Rannvá:
“Heksajagstran – tað vóru
eisini onnur enn tey kristnu, ið gjørdu tað...
“Og síðani heksirnar. Tað er ikki eina í Mósilógini, at heksarí er illa umhildið, aðrar mentanir søktu somuleiðis at heksum. “
“Og síðani heksirnar. Tað er ikki eina í Mósilógini, at heksarí er illa umhildið, aðrar mentanir søktu somuleiðis at heksum. “
Og tað ger tað okay? Hatta minnir meg meira um,
tá eg var barn og beiggi mín hevði fingið sær eitt stykkið av páleggsjokulátu
at eta ikki-uppá-breyð, og tá mamma so fangaði MEG í at gera tað sama, so var
mítt besta aftursvar altíð: Jamen, beiggi gjørdi tað eisini!”
Høgni svarar:
Nú veit eg ikki um tú skilti tað eg vildi hava framm, men
tað, sum teksturin legði upp til, var at ávirkanin av at drepa heksir var ikki
eina grunda á Mósilóg, og tí var lætt hjá tátíðar menniskjanum at draga
hesa praksis úr Mósilógini. Endamálið var ikki at kasta skyldina á onnur
samfeløg ella mentanir, men at vísa á, at ávís sum tykjast at hava verið
kristin av eiti, í veruleikanum gjørdu skeivt, men av orsøkum til umstøðurnar,
høvdu lætt við at gera skeivt.
Víðari skrivar Rannvá:
Spákonarí – manipulerandi
tulking og dupultmoralur av ringastu skuffu
“Táið onkur—maður ella kvinna—fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív…”
“Táið onkur—maður ella kvinna—fæst við at mana upp deyð ella spáa, skal hann lata lív…”
“Talan er tí ikki um veðurfrøðingar, men slík, sum seta seg í samband
við tey deyðu fyri at vita um framtíðina; nakað, sum vit í dag vildu bólka
undir heitið okkultisma.“
Tak
meg ikki í tí, men var tað ikki Jesus sjálvur, sum vakti Lázarus upp frá teimum
deyðu...well...eitt sindur dupultmoralskt, tá hann kann og hini ikki? Og
grundgevingin fyri hví veðurfrøðingar ikki eru umfatað av fólki sum spáa er
rættiliga tunn og totalt manipulerandi í ein rættning, sum fær tað at passa inn
í tann vegin Høgni Johannesen vil hava fólk at trúgva. Tú kanst ikki broyta tað, ið
stendur. At spáa er at spáa og at hava 15 ára aldursmark er 15 ára aldursmark,
og ikki tann mátin at vera 15 ár, um tú kanska bara kennir teg sum ein 15 ára
gamlan.
Høgni svarar:
Tað undrar meg stórliga, at tú ikki fatar hetta og eg
fari at gera móti tínum ynski og taka teg í tí.
At úttala seg um veðurlagi grunda á teimum teknum vit
síggja í veðurlagnum, verður viðgjørt aðra staðni í Bíbliuni og kemur
ikki undir spádóm (Matteus Evangeliið 16: 2-3). Spáan í Bíbliuni er ein
okkultisk praksis, sum hevði við sær í høpinum av tí versinum, sum sipa var til,
at ein setti seg í samband við andar ella deyð fólk, um vegleiðing fyri
framtíðar avgerðir ella framtíðar hendingum. Slíkt er heilt víst ‘verboten’ í
Mósilóg og eisini í kristnari læru.
Somuleiðis undrar tað meg, at tú í hesum sama høpið, skalt
draga uppreisn Lazarusar uppí. Manan av deyðum fyri at spáa um framtíðina,
hevði einki við likamliga uppreisn at gera, manan av deyðum snýr seg um
spiritismu, mediumir ella sjónina av onkrum í andaligum hami. Meðan hendingin,
tá Jesus rísir upp Lazarus, var ein likamlig uppreisn, sum í høpinum av
bíbliulæru var eitt av undrum Guds. Hesi bæði eru hvør sítt.
Rannvá skrivar:
Revsing í Føroyum handlar IKKI
um at steina fólk til deyðis – bókstavliga...
“Kristindómur inkluderar moralsku lóg Ísraels, men ikki tað juridisku. Tað vil siga, at kristindómur revsar ikki brot á moralsku lógina.”
“Áhnei,
tí tann mátin vit revsa uppá í Føroyum er so nógv betri: sleyg og slatur,
útihýsan, happing og útspillan. Eftir mínari tulking av Bíbliuni – tí tað kann
mann gott - mann tað vera tað sama sum at steina onkran til deyðis: tí at
í prinsippinum so rakar tú ein annan, gott nokk ikki við einum steini, men við
orðum og so framvegis, og hetta kann í prinsippinum vara, inntil mann doyr.”
Høgni svarar
Eg eri samdur við tær Rannvá, at sleyga, happa og spilla
út er sum at kasta steinar, men enn einaferð, tað undrar meg hví og hvussu tú
bólkar hetta undir Kristindóm, ella hví og hvat ger hetta til eitt kristiligt
ting?
Eg vildi fyrst og fremst hildið, at happing, sleyg og
niðurgering, hoyrir øllum tjóðum og mentanum til.
Og Bíblian og Kristindómur fordøma slíkan atburð:
“…tann í
rívir upp søk skilir vin frá vini” (Orðtøkini 17: 9).
“Orð
útspillarans eru sum leskiligir rættir; tey glíða væl niður – inn í hjartadýpið”
(18: 8).
“Baktalarin
sigur frá tí, sum undir hann er lagt, og tann ið ikki dugir at tiga, skalt tú
einki hava við at gera” (20: 19).
“Táið
einki brenni er eftir, kólnar eldurin út, og táið eingin útspillari er, heldur
stríð uppat” (26: 20).
“…falskur
muður voldir fall” (26: 28).
“Men nú
skulu tit eisini leggja tað av alt samalt: Vreiði, illsinni, óndskap, háð”
(Kolossebrævið 3: 8).
“Vita tit ikki at hini órættvísu
skulu ikki arva ríkið Guds...Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarir, ella
horkallar, hvørki tey sum, sum synd móti nátturuni, ella tey, sum gera hesa
synd, hvørki tjóðar, havisjúk ella drykkjumenn, hvørki baktalarar ella ránsmenn
skulu arva ríkið Guds” (Fyrra Korintbræv 6: 9-10)!
Rannvá skrivar:
„Í einum samfelag sum Føroyum, har mentanin er kristin, eiga vit tí
ikki at hálova samkyndum lívstíli, men heldur ikki at niðurgera ella kúga tey,
sum velja ella taka hesa lívsleið.”
“Hvør tosar um at hálova? Tey ynskja bara
javnrættindi, og er tað ikki tað minsta mann sum eitt modernað samfelag kann
geva teimum í tráð við øðrvísi etnisitet, kyn og átrúnaða?
Niðurgering og kúgan kann nemliga eisini vera at
halda fólk uttanfyri í einum samfelag við at forða teimum í at giftast. Tað, at
blíva við at vísa á, at tað í Bíbliuni stendur, at tað er skeivt at vera
samkyndur er eisini ein álvarsligur formur fyri happing. Well, tað er eisini
skeivt at vera ríkur, men ongin ger nakað við hetta málið! Tað eru simpulthen
sooo nógv rík fólk til í verðini...men kanska havi eg bara akkurát plantað ein
tanka til eitt nýtt lógaruppskot.
Eg bíði bara inntil tað í Føroyum so eisini
verður ólógligt at eiga meira enn so og so nógvar pengar, sum avger um mann er
ríkur ella ei. Ljóðar kanska eitt sindur ørt, ha? Men at tað skuldi verið
ólógligt at giftast, um mann var samkyndur ljóðar eisini í mínum oyrum sum tað
reina humbuk.”
Høgni svarar:
Eg eri ikki samdur her og vit verða neyvan nakrantíð samd.
Eg haldi, at ein og hvør skal hava loyvi at liva sum
viðkomandi lystir, so leingi vit ikki gera hvørjum øðrum mein. Tað sagt, so eru
tað nátturligir karmar, sum hava grundleggjandi týdning í einum samfelagi. Í
bíbilskum høpi er samfelagið uppbygt at mammu og pápa, sum halda saman alt
lívið og sum seta børn út í verðina.
Síðani kvinna og maður eru best skrúvaði saman og hesi náttúrliga
kunnu seta børn í heimin, er hetta ein náttúrligur, grundleggjandi karmur fyri
nakað so týdningarmikið sum hjúnabandið og familjulívið, sum harnæst byggir
samfelag.
Í samband við Kristindóm og ríkidømi:
Sigur tú, at tað er skeivt eftir bíbilskum máti at verða
ríkur? Tí tað er tað ikki. Men tað eru reglur fyri, hvussu ein nýtir sítt
ríkidømið.
Annars, so kunnu vit eisini siga, bíbilskt sæð, at
vesturlendingar, sum heild eru nakrir lort endar, av tí at Bíblian
átalar tankan um at liva í ríkdømi, tá onnur svølta. Ein kundi kanska sagt, at vit
øll áttu at skorið niður uppá helvtinia av okkara forbrúki; kanska lagt
til síðis tann pening, vit brúka til ferðir, alkohol, veitslur, sigarettir,
bløð, biograf, grillmat, sodavatn, bomm og óneyðug klædnaplagg, osfr, og heldur
sent hendan peningin har tørvur veruliga er á honum; eg meini so við, átti tað
ikki at verið ein lóg, sum forðaði slíkum forbrúki.
Men hatta var kanska skemt
frá tínari síðu, ein samanbering?
Rannvá skrivar:
Nei, orsøkin eigur ikki at vera tí, at mann
byggir lógir á bíbliuspurningar um moral. Tað eru ikki allir løgtingslimirnir,
sum hava gingið í sunnudagskúla og flestu lógirnar eru jú eisini upprunaliga
gjørdar í Danmark og síðani adopteraðar til Føroyar.
Haldið bíbliusøgur uttanfyri lóggevaraøkið, og
latið tey meira vísindaligu og rættvísingar moralu sleppa at stýra samfelagnum,
so skal mann nokk síggja, hvussu vælumtøkt tað hevði verið at búð í Føroyum.
Sjálvt eg hevði umhugsað at flutt heimaftur...
Høgni svarar:
Haldi ikki, at hetta hevur so nógv við bíbliusøgur at
gera, ein hoyrir ikki so nógv um bíbliusøgur; men tá talan er um lærusetningar,
so hevur Nýggja Testamenti eina rúgvu at siga um rættvísi, lógir og siðalæru.
Ein Ný Testamentsligur hugburður er ikki ein so vánaligur hugburður at hava, tá
ein skal uppbyggja eitt gott samfelag.
Tú skalt eisini hava í huga, at tað var vísindin, sum var
íblandað við teimum ræðuleikum sum raktu heimsamfelag okkara so hart í
seinasta árhundra. Tað er ómetaliga vandamikið, at lata slíkt vald í hendurnar
á einum rákið, har meiningar og áskoðan gerast so lítið endaligar og flótandi.
Rannvá skrivar
Men so var hasin seinnaparturin eisini farin
afturum!
Høgni svarar:
Gleðir meg, at eg kundi geva tær okkurt at tyggja uppá
handan leygardagin.
Alt tað besta.
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.