Friday, May 6, 2011

Signature in the Cell

Bókin hjá Michael Behe 'Darwin's Black Box', skapti mikið postyr í tí vísindaliga samfelagnum, tá hon var útgivin í 1996, og tá skal havast í huga at Michael Behe sjálvur gongur inn fyri menningarlæruni.

Eg vil í hesum innleggi bara vísa á eina aðra bók sum var útgivin fyri umleið 2 árum síðani, sum tað sigst um, kann ella hevur ísett líknandi skjálvtar.

Talan er um bókina hjá Dr. Stephen Meyer 'Signature in the Cell: DNA and the Evidence for Intelligent Design' sum var útgivin í 2009, har í Meyer sáðar iva um menningarlæruna út frá teimum seinastu granskingunum innan kyknum, upp til tað mundið.

Bókin er sjálvandi blivin kritisera so tað forslær, sum altíð er eitt gott tekin. Sjálvur eri eg ikki vísindamaður og kann tí ikki meta hvørs bókin er fult og heilt álítandi ella ikki.

Óansæð, so mikið, havi eg lært við tíðini, at rættuliga nógv stendur uppá spæl, hjá hesum radikalt ateistisku oddamonnunum og teimum sum eru víðgongd í teirra stremban fyri at verja og umboða eina nátturulistiskari heimsmynd, sum fulkommuliga útilukkar møguleikanum fyri tí ónátturliga og Gud.

Eg eri tí sannførdur um at vit eiga at verða ómetaliga varðin og kritisk við hesum røddunum, í virka og tala við motivum, eina fyri at verja hesa heimsyndina og harvið nýta sum part av teirra propaganda, teirra monopol uppá akademiska ástøði, bæði útgangstøði og niðurstøður, og saman við teimum sjálvkravda rættin av demonisera mótstøðuna. Hetta er oftani lítið annað enn rein akademisk valdsmisnýtsla.




Eitt stutt ummælið frá Biola professarum ljóðar:
Dr. Stephen Meyer has written a book that is shaking the evolutionary establishment like “Darwin’s Black Box” and “Evolution: A Theory in Crisis” did in previous decades. Meyer has assembled a set of ideas based on the latest research on living cells that must be answered if traditional Darwinism is to survive.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.