Saturday, November 22, 2014

Aftursvar til greinina hjá Hergeir: ‘Føroyar ein fanatisk tjóð’

Aftursvar til greinina hjá Hergeir: ‘Føroyar ein fanatisk tjóð’


 So, here we go again. Hopi ikki Hergeir tekur tað illa upp at eg svari aftur. Lesi altíð tað sum Hergeir skrivar, eri samdur í nógvum, haldi tað altíð verða ein framíkjarætt at svara aftur og havi einki ímóti manninum.

So byrja vit.

Í síni grein omanfyri, lýsir Hergeir Kristindómin í Føroyum, sum fanatiskan og blindan. Harnæst spurningarnir: kann man verða kristin uttan at verða fanatikari og er tað rætt at Føroyar verða kallaðar kristnar?

Fyri tað fyrsta, so haldi eg 'fanatismu' oftani, verða alt ov tengd at religión.

Jú eg eri ein fanatikari, um tað merkir at eg trúgvi uppá ein Gud, á ein veg og ein ávísan sannleika.

Eg, eins og mong onnur, ivaleyst flest onnur, eri ein fanatikari, tí eg trúgvi á mína heimsáskoðan, eins og onnur trúgva á teirra egnu heimsáskoðan, teirra veg og teirra sannleika.

Flestu av okkum, kanska øll av okkum kunnu bólkast í hendan fy-bólkin.

Tað sum tú annars eisini leggur dent á her og sum eg loyvi mær at verða ósamdur í, er tín sipan til blindleika, at ein sum er kristin neyðturvilliga blint trýr á Jesus.

Eg havi ongantíð uppliva mína trúgv á Jesus sum blindleika. Eitt eru áravís av lestri, BA og MA við høvuðsdenti á søguligi síðuna um hvør Jesus veruliga var. Sum fyri meg ger tað alt meiri eyðsæð at Jesus er ein søguligur persónur hvørs yvirnátturligu aspektir, rationelt ikki eru so lættliga burturforkláraðar.

Eg havi eisini hug at brokka meg um setningin: ‘Kristindómurin krevur eisini, at mann hevur ein irrationellan loyalitet mótvegis Jesus, sum mann ongantíð hevur møtt, men bara hevur lisið ella hoyrt um.

Grundin til at eg eri kristin í dag og at eg sum tannáringum vendi mær frá einum lívið og hugburði sum var alt annað enn kristin og moralskur, var akkurát tí at eg hevði eitt sovorið yvirnátturlig møtið við hendan Jesus.

Mín Kristindómur byggir ikki fyrst og fremst á vitan og lestur, sjálvt um vitan og lestur fyri meg hava staðfest, at mín trúgv á ongan hátt er blind.
Men mín persónligi Kristindómur byggir á, at eg persónliga sum ein tannáringum upplivdi, nakað sum eg ongantíð fari at kunna venda bakið. Nakað sum eg vil liva og doyggja fyri. Nakað sum eg mangan havi váða lívið fyri og ivaleyst komi at váða lívið fyri aftur.
Fyri meg er Kristindómur ikki bara eiti, ella heiti, traditión ella religión; øll hesi, í sær sjálvum, inkludera religión, stinka.

Fyri meg er Kristindómur eitt livandi samband uppeftir, har eg tori at pástanda, at eg havi fingi samband við Gud og tað sambandi broytti mítt lív.

Tú mást royna at seta teg inn í mína støðu her, at eg í mínum egna kammari sum tannáringur siti og biði til hendan Gudin sum eg ongantíð áður hevði sæð (frádrigi møguliga einum veruliga undarligum upplivisli sum 5 ára gamal, men tað kann bíða), ella kenni. At eg í kamarinum knappuliga døsi/blívi vekk/sovni, og tá eg vakni aftur eftir fáar minuttir upplivi, at kamari er fult av einari andaligari, yvirnátturligari nærveru (tað sum eg vildi kalla Guds nærveru), at hendan kraftin knappuliga verður partur av mær og at eg uttan at eg dugi at seta orð á tað, havi samband uppeftir.

Tað náttina torið eg at siga, hvíldi eg trygt, hevði ongantíð vita at ein kundi sova so væl. Og tá eg vakni morgunin eftir, ein mánamorgum, er kamari nærum eksplosivt. Hetta sum eg havi fingi samband við, fylgir mær enntá í skúla, út úr húsinum, í bussin, av bussinum við Steinatún, niðan í Kommunuskúlan, inn í klassastovuna, allastaðnis.

Tá tú brúkar orðini: ‘ongantíð hevur møtt’, so hugsaði eg: hvat veit Hergeir veruliga um tað?

Men so hugsaði eg, læt meg bara greiða Hergeir frá hvussu tað veruliga byrjaði.  

Her er ivaleyst nógv annað at taka fatt í, tildømis tína ávísing til loyalitet. Tað er einki galið í at verða loyalur um søkin er góð, ditto viðvíkjandi ‘entusiasmu’. Eg vildi sjálvur mett teg at verði loyalan og entusiastiskan av lyndi, og nógv sum tú skrivar hevur tú púra rætt í.

Men einki av hesum ger Kristindómin blindan, irrationellan, ella neyðturvilliga vandamiklan. 

Jú á ein hátt má ein verða fanatiskur fyri at verða ein kristin, also ein veruligur kristin; hvat tað er, vil eg gjarna koma inná eina aðruferð. Men um tann fanatisman er samsvarandi teimum útsøgnum tú vísir á, er ein heilt onnur søga.

Tildømis, eg vaks upp í einari kristnari familju, men tað var ikki fyrrenn eg sum tannáringur valdi at gerast ein eftirfylgjari Jesusar. Fanatisman heima, sjálvt um eg lærdi um ein Gud, um Jesus sum einasta vegin til Gud, um Himmal og helviti, var ikki verri eg so, enn at mamma mín, hvønn einasta mánað, frá tí eg var 12 ára gamal (um eg minnist rætt) keypti mær 'Illustreret Videnskab', inkludera bókarøðina uppá eini 20 bind.

Jú eg vildi eisini met heim mítt í løtuni at verði fanatiskt. Eg meini so við, vit fylgja okkara trúgv, við biðja saman sum familja. Eldra dóttur mín, sum er heilt ung, er rættuliga aktiv kristin, rættuliga radikal og velur tað sjálv. Hon er ein MK (missionary kid), ella eitt trúboðara barn og hevur ivaleyst uppliva og sæð meiri enn flestu føroysku børn. Hon er óbúgvin enn, ein typiskur tannáringur, etc, men hevur hjarta á røttum stað. Kortini ynski eg at hon setur seg inn í vísind, heimspeki og søgu og eggji hana at lesa alt tað sum hon far hendur á. Millum annað er hon byrja at lesa ‘Stephen Hawking’, og fer nú at gera kál ‘Sofies Verden’.

Eg veit tí ikki ordiliga um tín lýsing av kristnari fanatismu veruliga heldur.  

Eru Føroyar veruliga kristnar? Eg vildi sagt nei. Einki land kann verða veruligt og fanatiskt kristi, Kristindómur fungerar ikki soleiðis.

Men hvussu so við Føroyum sum roknar seg kristi?

Føroyar velja at verða ein traditional kristin tjóð. Men tað er stórur munur á hesum og at verða ein eftirfylgjari Jesusar. Og sjálvandi tað eru deildar meiningar um hvørt Føroyar eru kristnar ella ikki, eisini millum kristin.

Men eg haldi at føroyingar flest kenna ein tryggleika í at kalla seg kristin. Flestu kenna ein tryggleika í at tað er ein hægri makt sum ein kann leita til og flestu kenna seg trygg við einari meiri absoluttari siðamentan og einum morali, sum annars møguliga verður skola út um kristinheitin fer.

Hetta í sær sjálvum ger ikki menniskju kristin, ikki meiri enn av eiti. Men hetta gevur teimum vegleiðslu og gott í beinini. Hetta kemur kanska eisini at varveita borgarar og komandi ættarliði frá tí møguliga ruðuleika sum Europa sum heild møguliga er við at vevja seg út í.


Og um vanligi føroyingurin ynskir hetta, eigur tað ikki at verða frá honum tikið.

Monday, August 11, 2014

Møguligi gudloysis hugburður um ræðugerðir ISIS










Basera á undanfari kjak, hvat halda so ávísir føroyskir gudloysingar um núverandi støðuna í Irak?

Islamiskir jihadistar hertaka í løtuni býir og økir í Irak, har hópdráp verða framd og kvinnur og lítlar gentur í hópavís burturførdar og neyðtiknar samsvarandi islamskari lóg.

Hetta er mega ræðuligt!

Og fyri at gera ræðuligt uppaftur ræðuligari kunnu gentur eftir islamskum tekstum líka niður í 9 ára aldur verða roknaðar búnar til samlegu, í hesum høpið til neyðtøku, tað sum í okkara huga samsvarar við pedofili.

Hetta far meg at hugsa um kjakið sum leikaði á fyri nøkrum mánaðum síðani, har vit vístu á útsøgnir og hugburðin hjá ávísum føroyskum gudloysingum (sertakliga FB síðan Kristindómur Lýgur og teirra stuðlum og eftirfylgjarum) í samband við neyðtøku, pedofili og hópdráp; har í hesir lýstu etikin fyri hesum samsvarandi einari gudleysari filosofiskari heimsmynd soleiðis:

"Pedofili er skeivt, men tað er ikki so einfalt sum tú heldur tað vera. Tú heldur at man kann gera endaligar niðurstøður av slíkum slag, tí tú ert eitt simpult óbegáva menniskja, men í veruleikanum broytast slíkar meiningar upp í gjøgnum søguna so tú kanst ikki siga nakað generelt." (Kristindómur Lýgur)

"Tað finst ongin endalig niðurstøðu um hvat er rætt og skeivt. Soleiðis er tað bara." (Kristindómur Lýgur)

"Absoluttir sannleikar og absoluttir skeivleikar finnast bert í høvdinum á trúgvandi menniskjum. Í veruleikanum er onki absolut tá tað snýr seg um moral." (Kristindómur Lýgur)

"Tú fert aldrin at fata, at sjálvt um einkult persónar kunnu hava eina avgjørda meining um, hvat er moralskt og ikki, so er ein langur vegur frá eini persónligari meining til eina generella meining, sum skal verða galdandi til allar tíðir og til øll hugsandi viðurskiftir. Allir gudloysingar hava eina avgjørda meining til spurningar so sum holocaust, neyðtøku ella pedofili, men ongin gudloysingur er so arrogantur at halda, at hansara ella hennara egna meining skal verða ævigt galdandi fyri øll onnur." (Kristindómur Lýgur)


At føroyskir gudloysingar eru farnir at hugsa í hesum banum eigur ikki at undra okkum, hesir fylgja eina rákinum og hetta víðkir kanska ikki stórvegis frá eitt nú áskoðanini hjá Richard Dawkins, sum tykist halda tilveruna verða uttan endamál eftirsum orsøkin til tilveruna er uttan endamál:

"The universe we observe has precisely the properties we should expect if there is, at bottom, no design, no purpose, no evil and no good, nothing but blind, pitiless indifference".

Um hetta er hugburðurin grundaður á eina gudleysa uppfatan av veruleikanum, so er hetta ein falliterklering fyri bæði einstaklingin eins og samfelagið.

Um tað ikki finst nøkur endalig niðurstøðu um hvat í er rætt og skeivt, og um einki absolut finst viðvíkjandi moral og um tað hesum viðvíkjandi er ein langur vegur millum persónliga meining til generella meining galdandi til allar tíðir og viðurskiftir, og um hetta er upp til ymiskar meiningar... 

Kunnu vit harvið (uttan persónliga og subjektivt) døma hesar ræðugerðir sum beint nú í løtuni verða framdar í Irak? 

Um hvørt hetta ónt ella ikki eina kann baserast á mína ella okkara persónligu meining og eingin endalig niðurstøða kann takast um hópneyðtøka av líttlum gentum er skeivt, er tað so vert at offra hesum eina tanka?

Samsvarandi útsøgnunum hjá ávísum føroyskum gudloysingum omanfyri, fremur ISIS eina gerðir sum eftir huga ISIS og teirra mentan eru góðtiknar og tí eftir gudleysari heimsuppfatan ikki kunnu dømast generelt skeivar


Monday, June 16, 2014

Gudloysingar og grindadráp


Síðani Sea Shepherd bandalimir í løtuni renna runt á bygd og í bý og vilja sabotera grindadráp samstundis sum nakrir framstandandi ateistiskir forsprákarir, í hvussu er í teirra propagandaframferð, í nýggjari tíð, hava gjørt slíkt til eitt religiøst ting og vilja verða við, at tað sum týðir uppá eitt grindadráp er ein av ræðuligu avleiðingunum av religión (sí sjónfíluna niðanfyri og førka knøttin á 4: 51-53), so hevði tað verði áhugavert at vita, hvat føroyskir gudloysingar halda um grindadráp?

Ella fóru hesir ateistar í filminum Religulous skeivir? Ella var ætlanin at villeiða hyggjaran? Hvussu nógv onnur punktir í hesum filminum kunnu harvið verða skeiv ella villeiðandi?





Friday, January 24, 2014

Tankar úr Hvidovre Sjúkrahúsinum: Um menniskju, vónloysi og Gud (1 partur)



Í løtuni eru vit so aftur niðri í Danmark við 5 ára gomlu dóttur okkara, sum seinastu 3 mánaðirnar er farin ígjøgnum heilar tríggjar skurðviðgerir.

Hetta hevur verið ein ovurhonds døpur tíð, nógv hevur staði uppá spæl og fyri okkum sum familja, hevur trýsti verði ræðuligt. 
Skal eg lýsa hesa tíðina við mildum orðum, er talan ivaleyst um eina tað herviligastu tíðina nakrantíð og tey sum kenna nakað til Krígs Høgna vita, at maðurin mangan hevur liva sítt lív rátt og vandamikið, men hesuferð mundi hann knekka undir byrðuni.

Vit eru ikki tey einastu.

Her á sjúkrahúsinum er lagnurnar so ymiskar. Hetta er eitt stað sum fyri mong birtir vón av nýggjum, har nýggir kapitlar í lívinum verða skrivaðir eins og vit eisini eru vitni til vónbrot, grát og deyðadómar. Í stuttum hetta er eitt stað merkt av gleði og sorg, vón og vónloysi. 

Á barnadeildini her á Hvidovre, vóru vit í morgum vitni til ein tannáring, umleið 13 ára gamal, á at síggja sum bera húð og bein. Eg konan sótu sum kánus, tá hesin við mammu sínari kom spákandi inn eftir gongini. 

Ivaleyst raktur av sváraði kronsjúku, vóru eg og konan samd um. 

Bæði hugsaðu ivaleyst, hvussu leingi hesin kundi at halda tilstandin út, hvussu hart hetta mátti raka familjuna, hvussu støðan hjá okkum kundi verði nógv verri.

Jú lívið er svárt og vit verða øll rakt av vanlukkuni fyrr ella seinni; ivaleyst fleiri ferðir.

Hvar er Gud? Handan spurningin seti eg eisini…mangan.

Sum ikki einaferð fór eg mær ein túr inn á kapelli her á Hvidovre sjúkrahúsinum. Hetta er ein lítil, sera hugnalig kirkja, einans eitt rúm við nøkrum fáum stólum, dekorera við viði frá gólvi til loft. Angurin av viðinum gevur einum kensluna av, at ein eru onkra heilt aðrastaðnis; sum ivaleyst eisini er endamálið.

Ein og hvør sum higar kemur má ásannað, at kirkjan á Hvidovre sjúkrahúsinum ivaleyst er tað friðarligasta og besta staðið í øllum bygninginum.

Her hevur ein mangan leita sær skjól, tá ein vildi rýma burtur frá øllum vitloysinum, pínuni og vónloysinum eina løtu og unnað sær eina løtu, har sálin onkursvegna hvílir.

Og eg eri ikki tann einasti.

Í gjárakvøldi sum eg leitaði mær inn í friðarliga rúmi og setti meg, bar eg eyga á stóru bókina aftast í hølinum, bønarbókin. 
Eg hevði annars vóna at kunna sett meg niður og lisið kirkjuavísina, sum boðar frá øllum hugsandi søgum, evnum og spurningum í samband við religión og trúarlív; men til alla vanlukka var einasti lesnaður sálmabókin og Hvidovre lokal avísin; hvørki kveikir mín minsta áhuga. 

Hugsaði við mær sjálvum: vónandi ikki enn eitt sekulert snikaálop at burturbeina kristnan lesna úr almennum støðum. Hareftir at taka meg í nakkan og avgera ikki at verða so paranoidur, fyri síðani at hugsa: ‘hví skuldi eg verði paranoidur’?

Eyguni førkaðu seg tí aftur á bønarbókina.

Bønarbókin er bókin, har vitjandi sjúklingar og avvarandi skriva um teirra tankar, upplivingar og bønir til Gudin.

Eg má viðganga, at eg meiri enn einaferð seinastu árini, havi kaga í hesa bókina og gjørdi tað aftur gjárakvøldið.

Sum eg læs, beit merki í, at nógvar síður eru skrivaðar síðani herviligu skurðvigðerina hjá dóttrini í november seinasta ár.

Her lesur ein persónligastu, djúpasta tankar og kvølir menniskjans. Tey seinastu farvæl, takkbønir og prísan til Gud vegna væleydnaða viðgerð og róp til Gudin úr neyðini, róp um hjálp. Tankar, so sum: eg eri doyggjandi, meiri sjúkur, gloymdur, einsligur... 

og síðani hetta: 

hetta er fyrstu fer Gud…at eg søkið teg, skrivi, etc.

Tá ein endurføddur kristin lesur slíkt, gloymir hann skjótt sína egnu neyð og byrjar at lyfta byrðarnar hjá hesum einstøku upp til Gud, vónandi at hesi enn eru á lívið.

Tað gjørdi eg eisini.

Men so fór heilin sjálvandi ígongd.

Tað undraði meg, tí eg helt Danmark verða eitt meiri upplýst land (meint negativt), eg meini gudleyst, har í tess íbúgvar áttu at verði nærum al-vitandi um óveruleikan av Guds eksistensi og andaliga heiminum.

Hvat var eg vitni til her...?


(kemur meir…)