Wednesday, November 23, 2011

Líkheitir millum nátturulismu, Dawkinsa darwinismu og satanismu


Hetta er eitt kjak millum tveir leiðandi satanistar, úr Anton Lavey satanisku kirkjuni og ein kristnan sjónvarpsvert. Satanistarnir báðir duga ótrúliga væl at argumentera og eru ómetaliga róligir (nærmast ov róligir), og tann kristni brýtur alt ov ofta av, sum er heldur irriterandi. 

Tað sum er ræðandi við prátinum, er at hendan sataniska dogmam byggir nátturuleika. Menniskjan er eitt djór, gott og ilt eksistera ikki, etikkur er ikki absolutur, men heldur hugsjónin hjá tí einstaka, hevnd er eitt nátturligt instikt sjálvt tá ein sjálvur fer skeivur, Hitler var heldur ikki óndur í sínari viðferð av jødunum. Bara fyri at nevna nakað av tí sum kemur fram.

Eg skrivaði fyrr í árinum eitt heldur langt innlegg um tað mynd Richard Dawkins, teknar av nátturuni og tilveruni:


Ikki tað at Dawkins eins og hesir satanistar er jaligur um dapra veruleikan (hann pástendur jú, at menniskjan kann fyribyrgja genunum, um vitanin er til tess og at vit soleiðis kunnu mennað okkum ein veg út úr trupuleikanum), men heimsmyndin sum Dawkins teknar (og sum hann ikki ynskir at fáa fótafesti) og tann heimsmynd sum hesir satanistar framseta er kortini ikki heilt ólík. Tað tykist fyri mær, at alt í meðan Dawkins flýggjar frá hesi heimsmyndini sum hann umboðar, so liva hesir satanistar darwinistisku heimsmyndina fult út.

Í løtuni taki eg hetta, sum um at satanistar liva darwinismuna etiskt fult út, av tí eini grund, hon er nátturlig og viðkomandi fyri tann einstaka.

Tað er eyðsæð at flestu menniskju ikki hoyra til hendan bólkin, men kann ein slík heimsfilosofi knappuliga bróta seg frá okkara siviliseraða hugburði? Hetta sóu vit jú í undanfarna árhundra, har persónar av bestu meining ynsktu at uppbyggja utopia á jørð.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.