Friday, May 27, 2011

Aftursvar til Eivind Ortind Simonsen (fyrri partur): Bíblian og Kristindómur, um hugtakið trúarverja


Hetta er tað fyrra at tveimum aftursvarum, til aftursvarið hjá Eivind Ortind Simonsen (limur í Gudloysi) um tann søguliga Jesus. Eivind byrjar við at átala meg, fyri royndir mínar at prógva Kristindómin. Hann pástendur at slíkt er ókristiligt og ikki samsvarar við dentin sum Kristindómurin leggur á trúgv.

Eg vil tí byrja við at forsvara hugtakið ‘trúarverja’, fyri at vísa á at vitan og staðfesting er sambart Bíbliuni, partur av kristnu grundarlæruni bæði í samband við Kristindóm sum heild, í lívinum hjá tí einstaka kristna og eisini í kunngerðini av tí kristna boðskapinum.

Læt meg líka siga at endamálið við hesum aftursvarinum, er ikki at verja tann søguliga Jesus, skapan ella Bíbliuna, men at vísa á at trúarverja, er eitt evnið sum Bíblian leggur miklan dent á og enntá beskrivar sum grundleggjandi.

Eivind skrivar:

Høgni Johannesen hevur ómaka sær at skriva eitt aftursvar til mínar hugleiðingar um tann søguliga Jesus. Eg vil takka Høgna fyri at hava tikið sær tíð til at lesa mína viðmerking, og ikki minst skriva sítt – heldur langa – aftursvar.
Mín upprunaliga viðmerking um tann søguliga Jesus bleiv skrivað, tí tað er eitt rák innan kristindóm, har tað fyri summi trúgvandi ikki er nokk bara at trúgva. Hesin bólkur av trúgvandi hava tørv á søguligum og vísindaligum prógvum fyri síni trúgv. Hetta er ein bólkur av trúgvandi, sum Søren Kierkegaard í sínari tíð segði um, at tey vóru teir størstu guds spottarar av øllum. Sambært Kierkegaard, so kann ivin ikki køvast við skynsemi ella prógvum. Tað sum skal til, er eitt lív, ið eftirlíknar Jesus sjálvum, og at royna at køva ivan við skynsemi er at missa Kristus. Tað er eisini áhugavert, at Jesus sjálvur ikki royndi at sannføra nakran við at koma við skynsemi ella prógvum. Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”
Trúgvandi, sum royna at prógva Jesus, gera trúnna til einkis, tí hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva.
Høgni Johannesen er ein av hesum trúgvandi, fyri hvønn tað er neyðugt at halda trúnni uppi við søguligum og vísindaligum prógvum.


Høgni svarar:

Eg eri ikki førur fyri at siga, hvussu nógv innlit Eivind hevur inní kristnu læruna, men her mistekur hann seg ómetaliga.

Tað eru mong sum halda, eins og Eivind, at Kristindómur byggir á blinda trúgv, uttan at ein skal fyrihalda seg til søgu og fakta, men hatta er ein villeiðindi gongd og slett ikki ein bíbilsk meðinregla.

At nýta Søren Kierkigaard sum fyrimynd í hesum høpinum er eisini púra til fánýtis. Ein uppgáva eg skrivaði um Søguliga Jesus og Kierkegaard fyri nøkrum árum síðuni, setti meg nøkulundi inní hugsunnarháttin hjá hesum manninum. Kierkegaard sigur í samband við tann søguliga Jesus, at søgugranskan staðfestir einki viðvíkjandi ‘Kristusi av trúnnið’. Hetta var ikki tí at Kierkegaard avnoktaði Kristus og kristologisku hendingarnar, men tí hann metti at nærveran av tí ‘æviga’ í ‘tíð’, ikki mótsigur søgu (sum gudloysingar pástanda), men ‘hevjar seg yvir søgu’ og kann tí ikki forklárast út frá søguligum rammum.

Hendan hugleiðingin hjá Kierkegaard, hevur tó einki við søguliga gransking at gera og gerð einki uttan at yvirfløkja gransking í samband við trúgv og søgu. Í veruleikanum umboðar hetta einki, uttan typiska hugfloðið innan teologi-filosofi á samtíð hansara, Schleiermacher, Ranin og enntá Bultmann inkludera. Granskarir ídag, halda tó ikki serliga hátt um slíkan háfloygdan filosofiskan mystik innan søguligari gransking; tað undrar meg tí at Eivind rør upp við einum sovornum dømi.

Eivindsa skeiva tulkingin av Hebrearabrævinum 11

Gera søgugranskan og prógv trúnnað og harvið sanna virði í Kristindóminum til einkis, soleiðis sum Eivind sigur? Í hesum sambandi sipar Eivind til Hebrearabrævið 11: 1-2: ‘Trúgv er full vissa um tað sum vóna verður, sannføring um tað, sum ikki sæst’.

Men her týðir okkurt uppá, at Eivind ikki hevur givi sær far um samanhengin av tekstinum. Í samanhenginum, hevur versi sum so einki við tann søguliga Jesus at gera. Haraftrat eru tað fleiri vinklar til hetta versi. Tann eini, eru sjálvsagt teir faktorar sum menniskjan ongantíð kemur at hava fult innlit inní; tildømis, hvussu alheimurin uppstóð. Í hesum sambandi, snýr ‘trúgv’ í tekstinum seg ikki um Guds eksistens, men at vit ‘við trúgv’ kunnu ‘skilja’ at Gud virkar gjøgnum tous aionas ‘øldirnar’, sum oftani er yvirsett ‘heimurin’. Hetta hevði Eivind verið varðin við um hann læs versi í samanhengi.

Samanhengurin av tekstinum í kapitul 11, í Hebrearabrævinum, snýr seg annars ikki um Guds eksistens men um tað álit og vón sum teir gomlu trúarkappanir høvdu til Gud, í teimum dagligum viðurskiftunum, í teirra stóru lívsroyndunum og í teimum avgerðum hesir máttu taka. Í hesum høpinum snúði tað seg slett ikki um at prógva Gud ella religión; flestu av hesum høvdu longu uppliva Gudin gjøgnum guddómliga inngrípan, undrum og opinberingum og høvdu tíðskil alla tað staðfesting og apologetisku sannføring teir høvdu tørv á.

Enntá vers 3, sum gevur okkum ábending um at tað er við trúgv vit ‘skilja’ at Gud skapti ‘øldinar’, ella rættari ‘worlds’ ella alheimarnar, nýtist heldur ikki brúkast sum dømi uppá blinda trúgv og so slett ikki prógv fyri Gudi, men heldur at Gud er upprunin til eksistensin.

Við hesum kann eg eisini vísa pástandinum hjá Eivind aftur, um hvat hann heldur verða ein kristiligi uppfatan av kunngeringini.

Tvørtur ímóti, so argumenterar hesin teksturin fyri, at tað krevst ein skapari fyri at ein eksistensur skal verða til; hetta er tí ein faktorur, eg sum ein kristin, persónliga kann taka til mín og ein faktorur sum eg eisini kann deila við onnur. Men harvið framleggur teksturin heldur ikki henda faktorin sum ein blindan pástand; versi fevnir ikki um blinda trúgv men eisini um ‘nooumen’ at ‘skilja’ at heimurin uppstóð av tí guddómliga. Vit vita frá hópin av gomlum tekstum, at millum lærda fólki í 1-2 árhundra, verið tað seg grikkar, jødar og kristin, spældu hugtøk og gransking innan ‘kosmogoni’ ein heilt stóran leiklut. Tíðskil, er útgangsstøði ikki bara trúgv, men samstundis at hesi longu høvdu ‘grunda á’ og her hjálpti trúgvin teimum, at skilja at tað nátturliga mátti hava sín uppruna í tí ósjónliga, ókenda, guddómliga.

Hetta er í hvussu er, ikki so nógv øðrvísi, enn tað sum eisini gudloysingar gera í nýmótans høpi; har teir ‘grunda á’, og út frá síni materialistisku heimsmynd, koma til tað niðurstøðu (eftir teirra egnu materialistisku trúgv), at uppruni alheimsins ikki er ónátturligur, guddómligur ella intelligentur, men reint nátturligur.

At talan er um skil og trúgv, kemur eisini til sjóndar í øðrum bíbilskum tekstum, har alheimurin og nátturan, tess tilvera, skipan og mynstur verða framløgd sum prógv fyri at Gud er.

Dávid yrkir í Sálmi 19: 1-5:

“Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, gongur rødd himmalsins út um alla jørðina...”

Seinni skrivar Paulus í Rómbrævinum 1: 19-20:

"Tað sum vitast kann um Gud, liggur teimum jú opið; Gud hevur gjørt teimum tað opinbert. Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan."

At Bíblian her talur um ID og at skil og trúgv eru ein nátturlig reaktión, er púra opinlýst. Í hesum høpinum haldi eg ikki at Hebrearabrævið 11: 2-3, talar móti nøkrum slagi av staðfesting ella eggjar til blinda trúgv. Heldur grundgevur teksturin í ljósinum av heildarmyndini, at uppruni alheimsins, upprunin av tíð, stað og evnið, eins væl og kosmologiska, nátturulistiska og biologiska skipanin kann skiljast nógv betri í ljósinum av einum skapara. Her haldi, í mótsetning til tað sum Eivind sigur um trúgv mótvegis staðfesting, at Bíblian heldur eggjar meg, til at tala fyri einum alheimi og einari nátturu sum staðfesta ein skapara.

So her havi eg víst Eivind á heili tvey vers í Bíbliuni, sum sipa til staðfestingar út frá nátturuni (vísind), í samband við kristnu trúnna. Eivind fer tí so dyggiliga skeivur, tá hann ákærir meg fyri at verða ókristiligan, um eg ditti mær at vísi á søguligar ella vísindaligar staðfestingar um Gud ella av kristnu trúnni.

Her haldi annars at Eivind við at nýta hetta versi, hevur blanda millum evnið 'søguligi Jesus' og evni í Hebrearabrævinum 11; hesi eru hvør sítt. Eg havi eisini varhugan av at hann eisini blandar millum evnini ‘trúgv á Gud’ og ‘trúgv á Guds virkan’.

Jesus og evangeliums keldan um trúgv og sannførðing

Men nú hugsaði Eivind kanska um versi í samband við tann søguliga Jesus. Um so er, kundi Eivind ivaleyst pástaði, at fyri at verða kristilig, mugu vit taka við evangeliums boðskapinum, Jesusi og Gudi, alt í meðan vit samstundis eiga at verða so blinda fyri fakta og veruleika, sum tað nú einaferð til berð.
Men her fert tú skeivur.

Jesus í evangeliums kelduni, sá sjálvur týdningin í vitan og staðfesting, ikki blindari trúgv. Her kundi Eivind sjálvand sipa til orð Jesusar, til Tummas, tann ivandi ápostulin í Jóhannes 20, sum eitt mótargument; men so má hann eisini hava í geyma at samanhengurin í tí førinum snýr seg um uppreisn Jesusar eina. Tummas hevði eftir tekstinum at døma, í undanfarnu hendingunum, sæð Jesus virknan og Tummas hevði tí longu eina apologetiska sannførðing.

Hav eisini í geyma at hinir lærisveinir høvdu bæði sæð Jesus virknan og høvdu eisini verið vitnir til Jesu uppreisnar likam, vóru hesir so (eftir tekstinum at døma) ikki rættstillaðir í teirra trúgv? Gjørdi hetta sum tú sigur, trúgv teirra til einkis? Hesir høvud sæð, vistu og trúðu, ger hetta ikki heldur pástandin hjá Eivind til einkis?


Tey ‘sum ikki hava sæð’ og ‘tó trúgva’ eru sjálvsagt tey sum fóru at hoyra boðskapin frá Jesu lærisveinum, teimum 12 og hinum. Men hesi fóru eisini at hoyra um hetta út frá einari samtíðar, felags, eygnavitnis frásøgn; tú kanst tí ikki heilt skilja trúgv frá staðfesting í hesum samanhenginum (eg skal koma aftur til hetta).

Eivind skrivar: “Fyri hann var nokk at siga “Fylg mær eftir, og tú vilt finna útav, um eg tali av mær sjálvum ella um mín tala er gudsgivin”

Passar at Jesus segði “fylg mær”, men enn einaferð, rívir Eivind eitt punkt út frá heildartekstinum. Tildømis mátti Jesus vísa hvør hann var, og at hann kundi liva upp til hetta; hetta gjørdi hann, tildømis við sínum kraftargerðum (Jóhannes 5: 36; 10: 25-26, 37-38).

Bæði Markus og Jóhannesar Evangeliið vísa á fleiri støði av Jesusar staðfesting fyri lærisveinunum (Jóhannes 2: 11; 16: 30; 20: 8-31). Samanbera vit allar tekstirnar, vóru tað bara Filip og Matteus, sum undan kallinum fylgdu Jesus, uttan nakra staðfesting og tá hava vit neyvan fult innlit, inn í tær báðar hendingarnar. Av hesum báðum, hevði Matteus ivaleyst hoyrt um kraftargerðir Jesusar, áðrenn kallið. Her stendur tí bara Filip eftir, sum valdi at fylgja Jesusi blint; men seinni hevði hann líkaleiðis krav uppá staðfesting (Jóhannes 2: 11; 6: 1-7).

Eivind kann sjálvandi vísa á fleiri dømir har í Jesus er beinleiðis negativur um hesa staðfesting. Tað er púra rætt, at Jesus til tíðir noktaði at gerða mikið burturúr kraftargerðum. Men grundin var ikki tann at Jesus vildi, at tey blint skuldu trúgva. Teksturin vísir á, at staðfestingin tiltíðir kundi leiða upprunaliga endamálið við missión hansara út av kós (Jóhannes 6: 14-15). Í hesum føri vendi fokusi á ein jødiskan messias, sum politiskt skuldi loysa tjóðina Ísrael frá Róm og føra heimin inní eina nýggja øld. Jesus leggur dent á, fleiri ferðir at hetta var ikki endamálið við komu hansara á hesum sinnið (Matteus 21: 33-44; Lukas 17: 24-25). Tiltíðir kundi tað týtt uppá at Jesus bara vildi hvíla seg (Markus 6: 31 og 7: 24). Í ávísum førum sýtir hann fyri at staðfesta seg, eftirsum hann verður provokeraður av bólkum, sum longu vita um staðfestingina og kortini avbjóða hann, ikki tí hesir høvdu eitt opi sinnið, ella høvdu í huga at trúgva, men heldur tí teir vildu mótvirka. Hesin bólkur, visti uppá forhánd til Jesusar staðfesting; teir løgdu heldur ikki Jesus undir fyri snýta, men fyri at gera brúk av demoniskum kreftum (Matteus 9: 34 og 12: 24). Einki av hesum kann tí nýtast sum prógv fyri, at kristin skulu leggja dent á blinda trúgv, fyri Kristindóminum sum heild.

Tú hevur heldur ikki givið tær far um at Kristindómurin upprunaliga bygdi á søguliga staðfesting.

Tildømis tá Jesus velur sær út ávísar lærisveinar, at verða hjá honum, var tað ikki bara við tí fyri eyga, at læra hesar tí kristnu doktrinina og standardin í Ríkið Guds, men eisini so at hesir seinni kundu standa fram sum ein bólkur av eygnavitnum, fyri søguliga at staðfesta boðskapin. Tildømis lesa vit í Lukas Evangeliinum og Ápostlasøguni:

‘Og Hann segði við teir: “So er skrivað, at Kristus skuldi líða og triðja dagin rísa upp frá hinum deyðu, og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædika fyri øllum fólkasløgum, og byrjast í Jerusalem. Tit eru vitni um hetta (Lukas 24: 46-48).”’


“...og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerusalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar (Ápostlasøgan 1: 8).”

Her leggur Jesus týdningin á at eygnavitnini skuldu virka sum søgulig vitnir. Hetta var bara møguligt um hesir høvdu hoyrt og sæð Jesus í talu og verkið:

“Og eisini tit skulu vitna; tí tit hava verið við mær frá upphavi (Jóhannes 15: 27).”

Týdningurin av hesum kemur eisini til sjóndar tá ápostlanir skulu finna eftirmann Judasar:

"Tí eigur ein av monnunum, ið fylgdust við okkum, alla tíðina ið Harrin Jesus gekk inn og gekk út frá okkum, líka frá dópi Sínum við Jóhannesi, og líka til tann dag Hann var tikin upp frá okkum – ein teirra eigur saman við okkum at verða vitni um uppreisn Hansara (Ápostlasøgan 1: 21-22)."

Men nú helt eg Eivind pástanda at kristindómurin ikki leggur dent á nakra søguliga staðfesting! Hvar í allari tí víðu verð far hann tað frá?

Paulus og søguliga staðfestingin um Jesus

Eg kann eisini nevna Paulus í 1 Korintbrævið 15, ein tekstur sum verður mettur at verða skrivaður, ikki seinni enn ár 50-51, tað er 20 ár eftir Jesuar deyða og uppreisn; har í Paulus skrivar:

“...at Hann (Jesus) var jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann var sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani var hann sæddur av meir enn 500 brøðrum ísenn – av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani var Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum. Síðst av øllum var hann sæddur av mær við—hinum ófullborna fostri at kalla...” (Fyrra Korintbræv 15: 4-8).

Enn einaferð, um kristindómur, sum Eivind sigur, vildi frárátt mær at søkja mær prógv ella søguliga staðfesting, hví leggur hesin teksturin so dent á prógv og staðfesting? Átti Paulus ikki heldur at sitera setningin, ‘sæl eru tey sum trúgva og tó ikki hava sæð’, ella ‘trúgv er full vissa um tað sum vóna verður’?

Trúarverja í samband við at sannføra tann ikki-kristna

Kann eg so brúka staðfesting í mínari kunngerð og framløgu av evangeliinum, ella tá eg verji evangeliið?
Her kundi Eivind sjálvandi víst á tað sum Paulus skrivar í Fyrsta Korintbrævið 2: 1-5, fyri at geva mær eitt sindur av mótspæl:

“Táið eg tá kom til tykkara brøður, kom eg ikki sum meistari í talu ella vísdómi, táið eg kunngjørdi tykkum vitnispurð Guds. Tí eg setti mær fyri, einki at vita tykkara millum uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan...tala mín var ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógva við Anda og kraft, fyri at trúgv tykkara skuldi ikki verða grunda á menniskjavísdómi, men á kraft Guds.”

Men hetta vildi eisini verið miskilt í tí høpinum sum Eivind framleggur argumentið. Paulus sigur ikki her at staðfestingin er til fánýtis.

Tað sum Paulus sigur, er at hann í hesum førinum, ikki gjørdi sær ikki galt av heimspekingini sum tá fylti so nógv í hugsunnarháttinum í Líttla Asia og har umleiðir. Tað er hóast alt griska heimspekingin mótvegis evangeliinum sum Paulus leggur dent á í kapituli 1 og 2 í Fyrsta Korintbrævið, og ikki staðfesting mótvegis trúgv. At gera brúk av heimspekið fyri at staðfesta logikkin í evangeliums boðskapinum, hevði Paulus annars gjørt nýtslu av í býnum Aten frammanundan hesum (Ápostlasøgan 17), har hann roynda at staðfesta boðskapin og tá hava vit ivaleyst bara eitt summirat av framløguni. Paulus lýsir tí ikki 2: 1-5, sum tann vanliga mátan at framboða evangeliið, men sum sín egna hátt at boða tað kristnu trúnnu í hesum eina førðinum. Í kapitul 9 ger hann annars greitt, at hann vanliga tillaðar seg eftir teimum sum hann boðar evangeliið fyri, tildømis sum ein ‘jødi fyri jødum’ og sum ‘ein í ikki er undir jødiskari lóg, fyri teimum sum ikki eru undir jødiskari lóg’. Hann endar við at siga: “...eg eri vorðin øll alt, fyri í hvussu er, at frelsa nøkur (9: 22)!” Ivaleyst var hetta galdandi tá hann framlegði evangeliums boðskapin fyri lærdu fólkunum í Aten.

Fyri meg sjálvan er hetta eisini galdandi; tað nyttar lítið hjá mær, at fara inná háfloygdar filosofiskar spurningar, vísind ella djúpa teologi, á einum kristnum møtið í einari fáttækari bygd í Asia. Men í vesturheiminum er hetta mátin, eftirsum, tað er í hesum banunum tey flestu hugsa og tí eru tað ikki ókristiligt av mær, at boða kristna boðskapin og kjakast um kristindómin út frá tí sum annars er relevant; í vesturheiminum, ídag, er hetta innan trúarverju.

Í kapitul 15, í somu bók, fer Paulus sum sagt, sjálvur inná søguligar staðfestingar í samband við uppreisn Jesusar, júst tí at ‘vitnispurður Guds’, sum hann umtalar í 2: 1 snýr seg um søguliga staðfesting (hetta var jú endamálið við eygnavitnunum); sum hann eisini skrivar í Rómbrævinum 1: 4: “... (Jesus) sum eftir Anda Heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu....”

Men nú helt eg at Eivind segði at Kristindómur ikki snúði seg um prógv.

Her kann eg kann eisini vísa á tekstir, sum vísa á at tey fyrstu kristnu gjørdu brúk av trúarverju; tildømis skrivar Paulus ápostulin:

“Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið...” (Filippibrævið 1: 7).

Kann tað verða meira simpult?

Víðari skrivar Paulus til tey kristnu í Korint:

“Tala tykkara veri altíð dámlig, krydda við salti, so tit vita hvussu tit skulu svara einum og hvørjum” (Kolossibrævið 4: 6).

Somuleiðis sigur Fyrsta Pætursbræv:

“...og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er...” (Fyrsta Pætursbræv 3: 15).

Vit síggja somuleiðis út frá Ápostlasøguni, at tey kristnu leggja stóran dent á kjak og staðfesting, í fyrsta árhundra:

Men hvønn sabbat helt hann samtalur í sýnagoguni og sannførdi bæði jødar og grikkar (18: 4). 
Tí við miklari kraft tepti hann jødarnar, so øll hoyrdu, og prógvaði við skriftunum at Jesus er Kristus (18: 28).
Hann fór nú inn í sýnagoguna og vitnaði hugreystur í tríggjar mánaðar; hann helt samtalur og sannførdi tey um tað, sum hoyrir ríki Guds til (19: 8).

Tað er rættuliga stór mótsøgn í øllum hesum og pástandinum hjá Eivind, tá hann sigur at einasta svar kristindómsins eigur at verða: ‘fylg mær’ ella um eg skilji hann rætt: ‘trúgv blint uppá Jesus’.

Hugtøkini ‘trúgv’ og ‘vita’

Eivind blandar eisini millum trúgv og at ‘vita’, sum hann skrivar:

“hvussu kann mann trúgva nøkrum, sum mann veit við vissu er hent? Trúgv er full vissa um tað, mann ikki sær, men hevur tú prógvað eitthvørt, so sær mann klárt og týðiligt. So er ongin ivi longur, og tá er ikki neyðugt at trúgva”.

Hvussu forklárar Eivind so, at Tummas kundi trúgva, sjálvt um hann hevði sæð og at trúgv hansara av Jesusi, var rokna sum trúgv (Jóhannes 20: 29)?

Fari eg skeivur um eg siga at Eivind hevur onkursvegna miðskilt evnið?

Tað er eisini vers sum knýta ‘trúgv’ við at ‘vita’:

‘Og vita vit, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, tá vita vit, at vit hava tað sum vit hava biðið Hann um’ (Fyrsta Jóhannesarbræv 5: 15).
"...og vit hava trúð og fingið at síggja, at tú ert hin Heilagi" Guds (Jóhannes 6: 69) 

So Eivind, nú veit eg ikki heilt, hvar tú hevur hesar meiningarnar hjá tær frá, men hatta er so ikki heilt í tráð við uppruna læru kristindómsins.

Nú mást tú enn einaferð orsaka um teksturin er ov langur, men eg havi í hvussu grundgivi mítt aftursvar.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.