Thursday, December 8, 2011

Gudleysur hugburður: skeptisisma ella bara reint snævurskygdi?

Tað var ein ateistur, sum eg tosaði nógv við fyri fleiri árum síðani. Hesin var sjálvandi væl vitandi um, at andaligar og ónátturligar hendingar vóru staðfestandi fyri einari heimsmynd, sum ikki hóskaði hansara gudleysa og materialistiska hugburði. Hesin royndi tí á sinnið, við miklum ídni og snildum at burturforklára ymiskar yvirnátturligar hendingar.

Hesin hevði vitja eina kvinnu, sum hevði havt álvarsamar trupuleikar við gongulagnum. Minnist eg rætt mátti hon nýta eitt ávíst slag av skógvum og tiltíðir høkir. Kvinnan hevði verði á einum kristnum møtið har í hon var lekt frá likamliga óførleikanum. Í heimi sínum, vísti hon vini mínum læknaskjøl, myndir, skógvarnar og annað sum prógvaði, at hon einaferð stríddist við hendan ólekjandi likamligan veikleikan. Sjálvandi vóru tað onnur, sum kendu kvinnuna og sum persónliga kundu staðfesta tilburðin. Gudloysingurin fortaldi mær at hann var ráðaleysur hesum viðvíkjandi, at hann metti hetta at verða meiri enn ótrúligligt.

Kortini valdi hann ikki at trúgva myndum, vitnum, læknaskjølum, tólum. Niðurstøða hansara var, at eftirsum hann sjálvur ikki hevði sæð tilburðin, var tilburðurin slett ikki farin fram.

Sjálvandi hugsi eg at persónurin neyvan hevði víst slíkan fjákutan hugburð og desperata skeptisismu, um nøkur deydningahøvd úr plastik ella øðrum tilfarið, vóru løgd á rað og ein yvirhypotetisk søga, bygd á reina giting og ynskihugsandi hugfloð høvdu verði framløgd, um hvussu hesi kopiðir umboðaðu mennandi stigini av apumenniskjum, í einum tíðarskeiðið, sum fevndi seg yvir milliónavís av árum.

Hetta sigur kanska ikki so lítið. Kanska viðkomandi ikki var so skeptiskur sum hann legði upp--hmm, hvat var hann so? 

Motiverandi yvirskeptiskur?



Í samband við tað yvirnátturliga, segði honum frá um eina hending í Onglandi, har eg og ein týskur samverkatrúboðari, vóru farnir á eitt Toronto-rørðslu líknandi møtið.

Sum vit standa uppi og lovsangurin heldur fram, byrja manifestingarnar. Framman fyri okkum standa tvær kvinnur, báðar púru burtur í lovsanginum, við hondunum upplyftum. Knappuliga dettur tann eina aftur eftir, við fullari styrki og slær nakkan við fullari kraft í stólabakið. Nøkur sekund seinni, meðan høvd hennara enn darlar aftureftir í stólabakinum, fellur veninda hennara við somu styrki, eisini við nakkanum í stólabakið---skilji væl hví hetta ber heitið: 'slain in the Spirit'. 

  
Eg lúgvi neyvan tá eg sigi, at eg var sannførdur í at hesar báðar høvdu fingi álvarsamt mein, ja kanska enntá vóru deyðar. So ógvusligur var tilburðurin, at týski vinur mín, mátti til samtalu við eitt slag av sálarlækna-ráðgevara somu vikuna.

Men vóru kvinnurnar deyðar? Ehh...nei! Høvdu tær fingi tað minsta mein, ella merktu tær nakað til pínu eftir tilburðin? Nope! Vóru tær sitandi, eftir stoytin og eftir at hava verði uttan vit í 5-10 minuttir? Ófatiligt sum tað ljóðar, men heldur ikki. Til mína undran, vóru hesar við tað sama uppi á fótum aftur, við upplyftum hondum og tóku lut í lovsanginum--hvussu? Eg hevði hug at seta meg niður og grunda yvir, hvat eg júst hevði verið vitni til, meðan starvsfelagið mín hevði bestan hugin, at sleppa sær út og so langt burtur sum møguligt og skjótast møguligt.

Óansæð hvat ein heldur um at hetta fyribrigdi 'slain in the Spirit', um hetta verður virka av Gudi ella djevulinum, so var hetta ikki ein nátturlig hending.

Ein mátti verða ómetaliga sjúkur í høvdinum, at tíma, tora og kunna kasta seg niður, við nakkanum á eitt stólabak; møguliga eina madrassu, kanska eitt gólv við einum tjúkkum teppið, um ein dugdi at taka stoytin; men spontant á ein stól, við stólabakið? Viðkomandi hevði ivaleyst verið álvarsamt løstaður.

Men kvinnurnar báðar kastaðu seg jú heldur ikki niður, tær vóru vóru slignar niður, við fullari styrkið. 

Eg havi verið á líknandi møtum fyrr, eg havi verið vitni til hvussu fólk detta og verða lofta, og nøkur sum enntá spæla og leggja seg trygt í hendurnar á teimum sum skulu stiga hesum áðrenn tey raka gólvið. Men í hesum førinum var eingin at lofta, einki teppi, einki fyrireika, men heldur ein óvænta og spontan reaksjón sum rakti tveir persónar, nærum samstundis, og bara ein harður stólur at taka ímóti.

Eg stóð eins og týski starvsfelagið mín, skelkaður og málleysur; týðiliga var hetta ikki simpult hysteria, ella eitt tilfeldig av epilepsy. Um hetta var spæl frá teirra síðu, hví vildu hesar risikera, at gjørt sær sjálvum slíkt mein? Hví báðar, heldur enn tann eina? Hvussu kundi eg forklára styrkina í falli teirra og hví og hvussu bar so á, at hvørgin teirra fekk nakað sum helst mein av tilburðinum?

Tá eg greiddi ovurnevnda gudloysingum um hendingina, kendi hann seg enn einaferð noyddan at verja materialistisku heimsmyndina. Hann greiddi frá einum øðrum tilburið, sum hann sjálvur helt verða eina hending av somu nátturu.
Hesin hevði verið í SMS ein leygarmorgum og sá eitt 1-2 ára gamalt barn henga seg út úr einum barnavogni. Og so hendi skaðin, barni datt úr vogninum og slóg høvdið í gólvið.
Við hesum grundgav hann fyri, at hendingin á pinsamøtinum neyvan svaraði til nakað ónátturligt, eftirsum barnið í SMS heldur ikki fekk nakað mein.

Tja…skal eg svara fyri meg, so havi eg verið vitni til verri tilburðir enn hendingina í SMS. Fyri nøkrum árum síðani, í Birmingham var eg vitni til, at ein nýðføðingur, var tveittur út úr einum brennandi bygningi frá aðru hædd. Líttla barnið lendi flat við høvdinum á einum borið, hareftir at allur kroppurin rakti jørðina. Veit ikki um barnið kom heilskapa frá tilburðinum.

Kortini munaði hetta einki móti tí hendingini vit vóru vitni til á møtinum. Barni í SMS hevði ikki langan veg at koma niður og var heldur ikki sligi niður í gólvið við fullari styrkið. Pinkubarnið í brennandi bygninginum er ein hending av øðrvísi kaliber, men kroppurin og høvdið vóru væl innballa og barnið græt sjálvsagt illa-tað fekk also mein. Í hvørgum førið, vóru hendingarnar framdar við tí ynski at skaða seg sjálvan. Í hvørgum førið var talan um eina kraft, sum slóð viðkomandi niður við fullari styrkið, eins og vit sóu á Toronto møtinum.

So hvat hendi á hasum møtinum?

Eg tori ikki og havi ongan rætt til, at bólka allar gudloysingar soleiðis. Men gudleysi vinur mín var yvirskeptiskur og hetta er vorðin ein týðandi trendur, tíðaverri.
Sjálvur haldi eg tað hava stóra týdning at vit eru kritisk og skeptisk, men er slík skeptisisma grunda á motiverandi hugburð, so er einki at vinna uttan at villeiða seg sjálvan.

Hugburðurin hjá hesum gudloysingi var slett ikki skeptiskur, heldur var hann drivin av kritiskum treiskni, totalari desperatheit og reinari býttisligheit. Slíkur hugburður er á ongan hátt vísindaligur ella opinsinnaður.  Líknandi hevur eisini gjørt seg galdandi innan gransking, har í alt tað sum minnur um, ella bara indikerar møguleikan fyri tí yvirnátturliga (so sum tíðarfestingar av Evangeliumskelduni enntá, etc), verður vraka, avnokta, til látursgjørt, prógv ella ikki.

Tá er illa statt við viðger av sannleika og fakta í okkara samfelagið!