Friday, September 9, 2011

Karl Marx um religión í Týsklandi og 'the premise of criticism'


Eg fari ikki at koma inn á allar keldurnar hesuferð, men áhugavert at síggja, at tann dominerandi áskoðanin í Europa og Týskland í aðru helvt av 19 øld og fyrru helvt av 20 øld, er slett ikki tann kristna, men tann ateistiska og deistiska. Hetta setur stóran spurning til nógvar av teimum ákærunum, sum ateistar í áravís hava slongt út í skrivum og úttalisum, eitt nú, at orsøkin til ræðuleikarar undir Seinna Heimsbardaga, vóru úrslit av einari kristnari áskoðan.

Tvørturímóti:

Á hesum sinnið vil eg bara sitera Karl Marx í hansara: 'Excerpts from Toward the Critique of Hegel's Philosophy of Right'

'For Germany the criticism of religion is in the main complete, and criticism of religion is the premise of all criticism' (Lewis S. Feuer (ed.) Marx & Engels: Basic Writings on Politics & Philosophy, s.262).

Ein og hvør gudfrøðingur man verða vitanda um tað teologiska rákið, sum herjaði í týskum skúlum og eisini í øðrum býum í Evropa. Rákið sum arbeiddi fram ímóti at skúgva Gud og tað ónátturliga frá gudfrøðissøguliari og søgukristnari gransking.

Eg eri vísur í, at tað var ikki Charles Finney ella Spurgeon, Hitler hevði lisið, tá hann skrivar í Mein Kampf:

'I had but one pleasure: my books...At time I read enormously and thouroughly. All the free time my work left me, was employed in my studies... In this period, there took shape within me a world picture and a philosophy which became the granite foundation of all my acts.' (Mein Kampf, s.21)

Karl Marx og aðrir sum vóru eygleiðarir av hesum tilburið í Evropa í seinnu helvt av 19 øld, kundu vitna, at bíbliukritikkurin og kritikkurin av religión høvdu nærum nátt sítt mál. Hetta er ikki tann myndin vit so mangan fáa, av einum sera religiøsum Týsklandi, beint uppundir stýrið Nazismunnar og Seinna heimsbardaga.

Og víðari, at vit her síggja ein av teimum sterkastu grundleggjandi holdningunum í kommunistiskari hugsan, at:

'criticism of religion is the premise of all criticism'.

Tá ateistar ídag gera sær galt av, at skilja millum ateismu og kommunismu, so er her hetta langt frá samanberandi teimum uppruna tekstum sum løgdu lunnarnar undir Kommunismuna, Sovjet, Stalin og aðrar.

Ateisma er ikki neyðturvilliga Kommunisma, men Kommunisma er ateisma.

Mær vitandi, er lítið skriva um hesa síðuna av sakini, og lítið av tí áhugaverda tilfarið verður framlagt av mótstríðandi síðunum.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.