Monday, April 19, 2021

Simulatión, Gud og smádrongurin

Tað er við øðrum orðum, ikki ósannlíkt, ella tað er í hvussu torført at argumentera ímóti pástandinum, at tilveran sum eg og tú liva og anda í, ikki var skapt av einum smádrongi í onkrum kjallara, í onkrari fjaldari dimensión onkrastaðnis.

Ein smádrongur, í einum kjallara, í aðrari dimensión, hmmm...????
Men hvussu hongur hetta saman við at hesi mongu tveita út ivingarsamar orsøkir um Guds eksistens og einum universalum viti tá hesi vildu verði ein forkláring uppá at og hvussu alt er uppstaði og hildi uppi?
Okkara eygleiðingar, bera okkum í hvussu er boð um eina nátturliga digitala kodu og tilveran tykist at síggja tilætla út, haldi at Tyson bendir á í prátinum.
Tíðskil er mín spurningur: Um tað er ein hálvgum logisk niðurstøða fyri at ein smádrongur hevur skapt okkum og okkara tilveru í einari simulatión (og um hettar ikki kann mótargumenterast), hví verður tað síðani útpensla sum ein logisk fadesa, har ein verður happaður og 'cancelled' um ein dittar sær at vísa áhuga ella opinleika fyri 'Intelligent Design' niðurstøðuni?
Hví er eina sipanin (um smádrongin í kjallarinum) ómøgulig at argumentera ímóti, meðan tað samstundis verður álagt okkum at rokna hina at vera bæði óveruliga og íspunna?



Thursday, February 4, 2021

Jóla apologetikkur 2: Jesu føðing og villur Bíbliukritikarans

 Nú jólini eru í nánd og vit kjakast um bíbilska kontekstin av føðing Jesusar og um evangeliini eru álítandi keldur í hesum føri ella ikki, hugsaði eg at leggja nakrar tankar út um evangeliini sum eina søguliga og álítandi keldu.

Ígjár legði eg eina grein út, har gudfrøðingurin N.T. Wright úttalar seg um tendensir í nútíðar Bíbliu kritikinum soleiðis:

"That’s how our culture is slanted right now. Our cultural gatekeepers don’t want to hear an ancient historian telling them that, in most of the texts we have from the ancient world, most of the incidents that we know about are described once and once only, whether it be Tacitus or Suetonius or Josephus – or Matthew or Luke."

Eg kann eina taka undir við Wright her, hvussu mangan havi eg ikki lisi ella kjakast um søguligu nátturuna í Evangeliums tekstinum, har søguligu krøvini frá bíbliukritikarum og gudloysingum vanliga, eru nøkur heilt onnur enn tey mann setur til aðar aldargamlar keldur.

Um vit eiga at sáa ovurhonds iva um alt, ella vraka alt sum ikki kann staðfestast av einari óheftari keldu: eitt nú eina hending, ella eitt úttalisi sum eina Matteus festi niður á papyrus, ella sum eina Lukas viðger, ella sum eina Paulus sipar til, fevnir hettar so eisini um allar aldargamlar tekstir?
Eru vit tilreiðar at viðgera allar søguligar tekstir eins?

Eftir øllum at døma eru vit ikki har!

Um ein ávísur tekstur stuðlar undir ávísum detaljum, sum stríðir ímóti nútíðar sekulerari, natúrulistiskari hugsan, so er tendensurin til staðar at trýsta søgulig metodisk krøv til tað ydarsta; ikki tí vit eru so øgiliga søguliga bevíst og søkja sannleikan, men tí vit vilja verja eina ávísa áskoðan.
Ikki tí eg vraki týdningin av óheftum keldum, eg má eina bíta í meg, at vit í allarflestu førum ikki eiga tann fyrimunin í okkara søkjan í aldargamlari søgu og harnæst má eg eisini sláa meg til tols við, at søguligar frásøgnir kunnu verða trúverdigar sjálvt um eitans eina keldan hevur yvirliva.
Burðarsøgan (giting og føðing Jesusar), undur Jesusar og uppreisn Jesusar kunnu bólkast undir slíkar hendingar. Kritikarir velja at vraka hesar frásøgnir, eitt nú tí at eingin rómverji skrivaði um hesar hendingar í árunum 30-33, tá Jesus var á lívið og var virkin.

Nú, hvat haldi eg persónliga um slíka niðurstøðu?

Fyri tað fyrsta kunnu vit ikki við vissu vita um høvundar og rapportir undir samtíð Jesusar ikki sipaðu til hesar hendingar. So at siga 99. 99 % av øllum skrivaðum tilfarið er so at siga borte med blæsten. Hettar kravi til eina hending og ein tekst er tí úti um øll mørk og hetta faktum er gudleysi søgugranskarin væl sagtans greiður yvir, men tørvurin á slíkari yvirskepsis má valda fyri at verja hansara/hennara støðutakan til hvussu heimurin hongur saman.

Her gerst søgugransking motivera og óerlig!

Áhugavert tykist tað tí, at tá so óheftar keldur knappuliga eru til staðar, fjarðar teirra týdningur.

Hmm!

Dømir?

Tá vit viðgera høvunda ella keldu spurningin (hvør skrivaði, ella hvør er keldan til Evangeliini), er tað ein avhildin niðurstøða at vraka aldargomlu siðvenjuna sum fastheldur at høvundarnir eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes. Hettar er ikki tí at allir granskarir og kritikarir, ella gudfrøðiligir høvundar sita við djúpa innlitinum í evnið, ella hava greiða á tí, men mest tí at hettar er ein valdandi, populerur trendur.

Hví so er, er eisini rættuliga eyðsæð!

Um høvundarnir eru Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, so er talan annaðhvørt um eygnavitnir (Matteus og Jóhannes) ella persónar sum høvdu atgongd til eygnavitnini (Markus og Lukas).
Hvussu eiga vit at viðgera hettar søguliga? Vit mugu sjálvandi aftur til elstu keldurnar og spyrja hvat tey Ur-kristnu sjálvi vistu um evnið.

Her vísir tað seg at Matteus og Markus eru mest umtalaði og læt meg bara leggja dent á Markus (mest áhugaverda dømi) í hesum høpi.

Høvundurin Papias sum livdi í Líttla Asia í seinnu helvt av fyrsta árhundra og sum skrivar um aldarskifti ella seinni í fyrru helvt av 2 árhundra, greiðir frá høvundunum Matteus og Markus. Hann greiðir frá at Markusar Evangeliið tó í veruleikanum er Evangelium Pæturs sum dikterar meðan Markus skrivar niður.

Um ár 140, uppiheldur kristni høvundurin Justin Martyr seg í Róm har hann sipar til 'Endurminningar Ápostlanna' (teirra tekstir), har hann serstakliga leggur dent á 'Endurminning Pæturs' við sitati úr Markusar Evangeliinum.
Her er so talan um tvær óheftar keldur, úr sirka somu tíð og hvør sínum umhvørvið, sum staðfesta at Markusar Evangeliið byggir á eygnavitnis kelduna Pætur.
Og verri gerst ikki, tá tann triðja keldan við Irenaeus uppstendur 20 ár seinni og endurtekur somu upplýsing um Markus í handaði okkum 'endurminning Pæturs' um úttalisir Jesusar og tær hendingar fram fóru.

Møguliga og ivaleyst vóru aðrar keldur eisini og møguliga eldri keldur, men hesar tríggjar hava yvirliva.

Hvat er tað sum í hesum føri far bíbliukritikarin at innføra yvirskeptisismuna?

Kann tað standa av, at Papias hitti eygnavitnir Jesusar, persónar sum kendu ápostlarnar og møguliga Jóhannes ápostulin sjálvan? Í so fall má innlit hansara í høvundaspurningin takast í størri álvara.

Kann tað somuleiðis standa av at Justin Martyr sum skrivar í Róm í 140unum kendi tey mongu, sum kendu ápostolisku lærisveinarnar, eitt nú Klement úr Róm sum var lærisveinur Pæturs og Paulusar og sum doyði nær við aldarskifti? Kann tað hugsast at Justin Martyr er ein hóttandi kelda eftir sum Kristna samkoman í Róm hevði arkivir, eins man eisini hevði aðrastaðnis?

Kann tað somuleiðs standa av at triðja keldan, Irenaeus var búsitandi fyrst í Efesus, har hann eisini hevði atgongd til arkivir, men eisini kendi ápostoliskar lærisveinar, eitt nú Polykarp, sum kendi Papias (sum kendi eygnavitnir) og Jóhannes ápostulin sum var lærisveinur Jesusar og at hann seinni uppihelt seg í Róm og Lyon har hann hitti persónar við innliti í gomul viðurskifti?

Eg vóni lesarin sær speisemi í hesum, tí í hesum føri velja kritikarir at vraka týdningin av óheftu keldunum.



Jóla apologetikkur 1: Jesu føðing: njót eina fyrsta árhundra biografi.

 Fór Lukas skeivur tá hann skrivaði um føðing Jesusar?

Summi meina at Lukas vassar sær út í søguligt óføri tá hann umtalar burðarsøgu Jesusar í Lukasar Evangeliinum, kapitul 2.

Tildømis hvussu kundi Jesus verða føddur tá Augustus keisari gava boð um, møguliga heilar 3 fólkateljingar frá 22 BC til 8 BC (sum ivaleyst eru partur av einari) av rómverjum og øðrum fólkasløgum, samstundis sum tá Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi í 6 AD? Har eru í heil 27-28 ár ímillum fyrstu boðini um fólkateljingina og Kvirinius (tó ivaleyst var ikki komi mál tá Kvirinius sat við valdinum).

Fyri okkum sum lesa nútímans bøkur, har høvundar hava fyrimunin at kunna greiða frá neyvt og niðurskriva eina ørgrynnu av detaljum, so var hendan signing í sama mun ikki til staðar á teimum døgum tá Lukas skrivar frásøgnina.

Ein typisk biografi taldi tá um 20+ papyrus síður og høvundurin mátti neyvt velja hvat í hann vildi leggja dent á. Í hesum føri var dentur lagdur á persónin Jesus, hansara narrativ og hansara úttalisir. Høvundarnir av evangeliinum vóru enntá noyddir at taka samanum narrativ Jesusar. Aðrar søguligar detaljur verða tí av Lukas leysliga tiknar samanum og ikki lýstar til fulnar: tíðskil ein stutt frágreiðing um at Augustus Keisari vildi seta í verk eina fólkateljing, men lítið og einki um alla søguligu tilgongdina og detaljurnar, sum vit heldur ikki hava fult innlit í frá øðrum søguligum keldum heldur.
Men Jesus var neyvan føddur í árunum 22 - 8 BC og heldur ikki í ár 6 AD tá Kvirinius var landshøvdingi. Í nýggjari tíð vildi hetta verði rokna sum ein feilur og tíðarvilla. Men so var ikki í gamlari tíð, har ein mátti fyrihalda seg til 20 síður og har eingin almennur kalendar fevndi um tátíðar heimin eins og í okkara døgum.

Møguligt var ikki fyri vanliga lesaran at fylgja einum einstøkum lokalum kalendara, heldur ikki bar til at siga 'fyri' ella 'eftir Krist' ella ár 22 ella ár 4 ella ár 0 ella 6, eins og vit í okkara tíð kunnu vísa á 1840 ella 1965, etc.

Vanligt var tí at leggja eina ávísa hending har høvundurin vildi at lesarin skuldi savna seg, í millum tvær ella tríggjar aðrar alment kendar hendingar oftani við einum millumrúmi av 20 ella fleiri árum og fáa hettar flóta í frásøgnini.
Soleiðis fylgdi ein høvundur tátíðar hættum at greiða frá og skriva tilfarð sum skuldi breiðast út til fjøldina.

Og hettar er júst tað sum Lukas megnar so ómetaliga væl.

So bara ein áheitan: tá ein lesur Lukasar Evangelii, so set teg niður og njót eina fyrsta árhundra biografi mótvegis einari nýmótans. Hættirnir at skriva og greiða frá er ómetaliga ymiskir og at blanda hesi saman og krevja at Lukas átti at fylgt okkara tíð, fyrimunum og hættum er lítið annað enn grov tíðarvilla framd av nútímans bíbliukritikkarum, sum áttu at vita eitt betri.