Wednesday, June 13, 2018

Socialistisk Ung siga hvat?





So fekk eg Sosialistisk Ung uppá nakkan.

Teirra aftursvar til mítt skriv bendir á, at eg onkursvegna má viðurkenna høgravendu sjónarmið Breiviks og harnæst fríkenni mannin grundað á, at hann er psykopatur:
“Høgni Johannesen skrivar m.a., at gerningsmaðurin handan álopið hin 22. juli ikki umboðar høgravenda hugsan, men psykopatismu.
Hetta passar einfalt ikki. Gerningsmaðurin hevur onga sálarliga diagnosu, og rættarpsykiatarin metti hann vera fullkomiliga føran fyri at standa til svars fyri sínar gerningar í rættinum. Við øðrum orðum var gerningsmaðurin ikki sálarliga órógvaður, tá hann framdi álopið og tók lívið av 77 menniskjum.
Gerningsmaðurin var ein høgraekstremistur, og álopið var politiskt.”
Her leggur SU beint fram orð í mín munn, tí í undanfarna skrivi legði eg áherðslu á, at:

“Breivik umboðar tí ikki høgravenda hugsan sum heild, men psykopatismu.”

Eg undrist á, at SU ikki gav sær far um orðini 'sum heild'. 

Eg sigi sostatt ongastaðnis, at Breivik ikki hevur høgravendu áskoðan og dugi eins og SU sjálvandi eisini at síggja vandan við høgravendari ekstremismu, men samstundis sum eg dugi at síggja út um nakrar rammur og eisini innsíggi vandan við vinstravendari ekstremismu, islamismu og øðrum ismum, sum eisini kunnu leggja lív og samfelag okkara í sor.

Á hesum sinni fari eg ikki at brúka tíð til at viðgera sálarliga persónleika Breiviks. Eg havi ikki somu áskoðan sum SU og onnur, at Breivik er sálarliga rættvorðin. Breivik er lýstur sum ein sera sálarliga skaddur maður við bakgrund í einum sálarliga órógvaðum heimaumhvørvi, har bæði omma og móðir vóru sálarsjúkar.


Eg skilji heldur ikki, hví so mikið verður gjørt burtur úr at lýsa mannin sálarliga rættvorðnan, tá vit júst í hesum døgum lýsa flestu syndir og víðgongdar hugburðir sum úrslit av sálarligum ella likamligum trupulleikum; bara ikki hjá Breivik.
Flestu munnu tó halda við mær, at tá eitt fólk uttan himpr og skuldarkenslu beinir fyri 69 tannáringum, so ber viðkomandi tað brá av álvarsomum sinnisligum trupulleikum.
Harvið skal eg tó ikki halda uppá, at maðurin ikki var tilvitandi; flestu psykopatar eru tilvitandi og kunnu taka fulla ábyrgd fyri sínar ógerðir.

Tað, sum eg legði dent á í mínum skrivi, var, at talið á høgravendum og enntá ultrahøgravendum, sum vildu fylgt í fótasporum Breiviks, høvdu umboðað eitt fáment herlið.

Men aftur til tað, sum hevur týdning.

Nakrar persónligar viðmerkingar hava, síðani eg legði skrivið út, fingið tað at ljóða sum um, at eg hevði eitthvørt ímóti teimum vinstrasinnaðu ungu, sum vóru úti fyri ræðuleikunum á Utøya. Einki er meira fjart frá sannleikanum. Hóast ósamdur við hópin av teirra áskoðanum, so eri eg sannførdur um, at talan er um sera fitt ungfólk, sum meina ómetaliga væl, og sum veruliga vilja gera heimin til eitt betri stað, enn hann í løtuni er.

Í míni upprunaligu grein og aftursvari frá SU var tað ikki fyri at lasta tey ungu á Utøya, men upprunaliga í samanhanginum av framsøgnirnar hjá Erik Poppe, at eg legði undanfarna skriv út, har Poppe skal hava borið fram, at filmurin var gjørdur við tí endamáli at lýsa, hvussu høgraekstremisma kann síggja út. 

Erik Poppe. Maðurin handan filmin Utøya.


Poppe ville lage filmen for å minne verden om hvordan høyre-ekstremisme kan se ut. Det sa han under møtet med pressen etter filmen. Terroristen som drepte 69 mennesker på Utøya hadde høyre-ekstreme ideer.

Spurningurin, sum eg sjálvandi loyvi mær at seta her, er: hvat  er høgraekstremisma í hugaheiminum hjá Poppe og ivaleyst øðrum vinstrahallaðum ella vinstraekstremistum?

Eg royndi í greinini at vísa á, at Breivik er dømi um víðgongdan ørskap (also íblandaðan psykopatismu), men so legði eg dent á, at hansara ørskapur ivaleyst var ein mótgerð móti øðrum víðgongdum ørskapi.

Hvørjum øðrum víðgongdum ørskapi?

Sum eg eisini vísti á í skrivinum, so snýr høgrahalla aktivisman í Bretlandi í hesum døgum seg millum annað um at verja rættin og tryggleikan hjá túsundtals (nøkur siga í hesum døgum hundraðtúsundatals) ungum gentum, sum í mong ár hava verið útsettar fyri kynsligum trælahaldi og skipaðari neyðtøku.
Um slík aktivisma kemur undir at vera høgrasinnaður ella enntá høgravíðgongdur, so eru eg og mong við mær í hasum føri, høgravíðgongd.

Tað sagt, so er tað ómetaliga harmiligt at gølan mangan verður rænd av høgra hugsandi í eisini hava ilt í huga.

Men snýr høgraekstremisma seg um at varpa ljós á slíkar ræðuleikar heldur enn at tiga og sópa teir burtur, so kann eg enn einaferð, í hasum føri, roknast sum høgravíðgongdur.

Snýr høgraekstremisma seg um rættin at finnast at einum myndugleika, sum í mong ár hevur vent blinda eygað til hesar skipaðu hópneyðtøkurnar og enntá handtikið offur og hjálparleys foreldur ístaðin, so er tað heilt greitt, at eri eg høgraekstremistur.

Tá so SU langar út og áleggur mær at stuðla sínum stríði í bardaganum móti høgraekstremismu, tí høgraekstremisma er ein vaksandi hóttan í Europa, so vantar ein nærri lýsing frá teimum av, hvat høgraekstremisma veruliga hevur við sær og umboðar, ið hvussu er í teirra hugaheimi.
Meina tey við nasismu, rasismu ella líknandi psykopatar sum Breivik, so vil eg jaliga bólkast millum teirra, ið standa høgrarákunum ímóti.

Men er talan um at vera politiskt korrektur, at vera forðaður í at finnast at aðrari mentan, at tora at hugsa øðrvísi og vera religiónskritiskur, so vendi eg jaliga kritikki mínum móti teimum vinstrumegin.

Tað er eyðsæð altíð harmiligt at viðgera slíkar truplar sakir. Í hesum føri má eisini staðfestast at tað finnast hópurin av fittum og góðum muslimum, sum ongantíð vildu stuðla slíkum ágangi; eg kenni nógvar. Tó eiga vit heldur ikki at síggja burturfrá, at búrkropparnir vóru eftirfylgjarir av religiónini Islam og ein má seta neyðugu spurningarnar hasum viðvíkjandi, ella koma vit ongantíð til rótina av trupuleikanum.   

Hvat roynir SU at siga?

Ávíst í aftursvarinum hjá SU skelkaði meg, og satt at siga veit eg í løtuni ikki, um SU miðskilti okkurt í mínum undanfarna skrivi.

Í skrivinum nýtti eg sum samanbering av víðgongda ørskapi Breiviks gøluna, sum seinastu árini hevur verið í Ongland, har omanfyri nevndu túsundtals blaðungu genturnar hava verið lumpaðar og tvingaðar til áhaldandi skipaða neyðtøku í mong ár av harkaliðum, samansett av eftirfylgjarum Islams.


Sjálvandi bólka við slíkt undir víðgongdan ørskap. Men neyvan kann tað sigast at vera minni víðgongt og ørligt, tá myndugleikar og miðlar venda hesum blinda eygað, lata tað um seg ganga fyri at hava sátt við Islam og tilflytarar og harvið velja at ofra hesar ungu borgararnar á altarinum fyri at vera politiskt korrekt.

Her er eina játtanin: 

Disgraced former Labour politician Denis MacShane has admitted that he shied away from investigating allegations of a child sex abuse scandal in Rotherham because he is a 'true Guardian reader' and did not want to 'rock the multi-cultural boat'.
The former MP, who resigned as MP in 2012 over the expenses scandal, said ‘misplaced racial sensitivity’ prevented him from 'burrowing into' the widespread sexual abuse allegations and oppression of women in the Muslim community.
He made the comments after a damning child protection report found 1,400 children were sexually exploited in the town by gangs - most of them of Pakistani origin - between 1997 and 2013.
A group of 'influential' Pakistani councillors were accused in the report by a council officer of blocking attempts to tackle the abuse and also meddling in domestic abuse cases involving Asian women in the town.
Mr McShane said: 'I think probably [I didn’t do as much as I could]. I think that I should have burrowed into it. 
'Perhaps yes, as a true Guardian reader, and liberal leftie, I suppose I didn’t want to raise that too hard.'
He also told the BBC: 'I think there was a culture of not wanting to rock the multi-cultural community boat if I may put it like that....

...In the report, one council official also told author Professor Alexis Jay social workers felt pressure from Pakistani officials to reveal the whereabouts of women fleeing domestic violence.
They were also told to encourage women to go back to their attackers rather than support the victims' own choice of action, they said.
Ukip's Yorkshire and Humber MEP Jane Collins said: 'This part of the report is just shocking. 
'To cover up something of this scale, they cannot have been acting out of shame; it is evil.'
http://www.dailymail.co.uk/news/article-2735194/Girls-young-11-doused-petrol-told-raped-next.html

Tað eru nøkrum, men ikki mongum vinstrahallum politikarum, miðlum ella aktivistum fyri at takka, at gølan lak út fyri nøkrum árum síðani, og at hesar gentur nú hava eina umboðandi rødd og hava fingið rættindi og tryggleika.

Eg veit ikki, um tað er, tí at eg hugsi høgravent í hesum føri og um vinstrahøll ikki hugsa soleiðis. Eg vóni ikki, at tað er so, men tann, ið hugsar eins og eg, hevði hildið tað vera rætt, moralskt og etiskt, at myndugleikarnar beinanvegin smekkaðu til, veittu gentunum hjálp og rættvísi, revsaðu búrkropparnar og settu ókorrekta politiska spurningin, hví flestu ofrini vóru ungar hvítar gentur og nú eisini gentur við bakgrund í sikhara religiónini, og hví allarflestu brotsmenninir vóru eftirfylgjarar av Islam?
Tað er eyðsæð, sum eisini mangan er bori fram at tað eru hvítir enskir menn, ið fremja líknandi ræðugerðir, men tað er eisini eyðsæð, at teir eru ikki vardir av politiskt korrekta filtrinum.
Eitthvørt hevði í hesum føri við sær, at myndugleikar og miðlar valdu at vera politiskt korrektir fram um túsundtals (møguliga hundraðtúsundtals) vanlagnur.

Til hetta sigur SU í sínum aftursvari:
Høgni tekur upp dømi úr Stóra Bretlandi, har hann skýrir vinstravendum at leggja bond á løgreglu, almennar tænastur og miðlar fyri at steðga víðgongdari islamismu.
Hesar ræðuligu og syrgiligu hendingar, ið eru úrslit av víðgongdari islamismu, mugu sjálvsagt steðgast, men loysnin er ikki einføld. Vit noyðast at vera humaniter, og tað er langt frá altíð lætt.
Image result for what meme

Skilji eg aftursvarið hjá SU rætt (og tey mugu endiliga rætta meg, um eg ikki geri), so tykjast tey vilja vera við, at ensku myndugleikarnir vístu sanna humanitera atferð og hugburð, tá tey lótu sex-trælkanina av tannáringum og skipaðu og áhaldandi neyðtøkurnar av ungum gentum niður í 11 ára aldur fara fram ósteðgaðar í mong ár. Hetta var í hvussu hugburðurin hjá vinstrahallaðum politikarum og miðlum. 

Hví? Tað tykist, sum um SU vil vera við, at tað, sum hevur størsta týdningin, er, at “øll skulu vera partur av samanhaldinum”? Eg eri sum heild samdur, men ikki tá ið tað hevur við sær neyðtøku, sex-trælkan, islamisering, avmarkað hugsunar- og talufrælsi og politiska korrektheit.
Um so er, gevst Høgni her at hugsa vinstrasinnað.

Beint mótsett áskoðanini hjá SU, soleiðis sum eg skilji aftursvarið, so haldi eg loysnina vera sera einfalda og sera lætta. Fólk, ið hugsa humanitert og vilja hvørjum einstøkum tað besta, fara ongantíð at grunda sín moral á rák og fara altíð, altíð at varpa ljós á veruleikan, eisini dapra veruleikan (eisini um Islam má standa fyri skotum) og at leggja uppí, tá tey veiku eru fyri vanlagnu. Tað var ikki framferðin í hesum máli, og tað tykist heldur ikki vera framferðin, sum SU tekur undir við.

Image result for british authorities scandal grooming gangs

Eg eri samdur við SU um, at vit eiga at ansa okkum eftir høgravíðgongdum hatursrákum og ivist ikki eina løtu í, at slíkt víðgongt samfelag fer at gera støðuna hættisliga fyri mong. Men tað er samstundis einki í mær, sum jaliga tekur undir við hesum ræðandi, men í løtuni positivt ílatna samfelagnum, ið SU tykjast umboða, har tað er ein humaniter avgerð at lata ræðuleikar um seg ganga fyri at verja eina ávísa ideologi. Slíkt boðar frá einum vandamiklum politiskum hugsunarhátti, og slík áskoðan eigur ikki av hava nakran sum helst leiklut í einum frælsum framkomnum samfelagi.

Tað var ið hvussu er niðurstøðan í mínum fyrsta skrivi, at slík áskoðan og slík samfeløg leiða til hópin av ofrum og harnæst kúgan, og so uppala vit jú, sum frá líður, ein annan Breivik ella eitt rák, ið hugsar sum Breivik.