Wednesday, May 9, 2012

Kristnir handtiknir fyri at biðja (enn eitt skot til tær sekuleru kreftirnar)

Helt at sekulerar kreftir bara vildu skilja religión frá statinum, at sekularisma ongantíð fór gera seg inn á privat religiøs áhugamál.

Ja, sum flestu kunnugt pástandurin omanfyri, er ein joke.

Ein má veruliga læra at kenna teirra baklendi, haðani hesir positivu pástandir eisini hava sín uppruna, tí opinbart tala verk harðari enn orð. Tildømis máttu vit hesa vikuna, hoyra ein av hesum tosa um sína ósemju og ónøgd við Dawkins, Singer og aðrar um møguleikan fyri smábarnamorð, ella dráp av nýføðingum (sum jú er positivt av manninum), men samstundis hevði hesin ikki nakran moralskan trupuleika við at hesin møguleiki verður skotin upp og lagdur upp til kjak.

Hmm...

Tá kristin koma í stríð ella kjak við sekularistar, um sekularismu, so er somuleiðis vert at leggja í geyma, at tað altíð er ein døpur síða, sum í núverandi løtu ikki sleppur til sjóndar.

Pástandurin um at sekulerar kreftir fara gevast við teirra stríði og ágangi, eftir at tær hava útrudda religión og kristna trúgv frá skúlum, almennum arbeiðsplássum og politikki, er reina bogus. Tildømis í sjónbandinum niðanfyri verða kristnir pro-life aktivistar handtiknir uttanfyri Hvítu Húsini, bara fyri at standa friðarliga og biðja:

Dugi ikki at siga um hendingin beinleiðis, skal setast í samband við sekularismu, men eg torið at pástanda sekuleru kreftir, og her kemur mósetningurin til teirra positiva propaganda til sjóndar, so tað rungar eftir í.

Ein orsøk til at hesir fóru í bønarbardaga uttan fyri Hvítu Húsini, er avgerðin hjá leiðsluni í landinum, opinbart við Obama á odda, um at tvinga ávís elementir av statsins humanistisku áherðslu inn í kristna tænastu og felagskapir.

Enntá Rick Warren, sum í mínari verð, tykist vera ein nokso liberalur kristin, velur heldur at verða tveittur í fongsul, enn at geva eftir fyri at hesar sekuleru kreftir og humanistar nú skulu tvinga kristin at taka lut í eini tilgongd sum brýtir við teirra samvitsku:

“I’m not a Catholic but I stand in 100% solidarity with my brothers & sisters to practice their belief against govt pressure,” Warren said. “I’d go to jail rather than cave in to a govement mandate that violates what God commands us to do. Would you? Acts 5:29.”

http://www.lifenews.com/2012/02/09/pastor-rick-warren-id-rather-go-to-jail-than-obey-mandate/

Um ein sum Warren langar soleiðis út, so er grund til at verða varðin.

Víðari lesa vit í greinini:

“We … call upon HHS Secretary Sebelius and the Obama administration to rescind this unjust ruling and to respect the religious freedom guaranteed all Americans by the First Amendment,” they said. “The First Amendment of the U.S. Constitution guarantees the free exercise of religion.”
The Obama administration is reportedly considering a compromise on its new mandate that has caused national outrage because it forces religious employers to cover birth control and drugs that may cause abortions. However, the leading pro-life spokesman for the Catholic bishops says the compromise may be worse.'

Men nú helt eg, at sekulerar kreftir ynsktu at varveita ein skilna millum hesar báðar bólkar--ella hvat?

Tí haldi eg fast við og mong onnur við mær, at ljósareyða, neutrala myndin sum ávísir gudloysingar lýsa sekularsimuna við, er dømi um, at hesir antin eru ótrúðliga naivir og góðtrúgvir ella at hesir sjálvir, vitandi taka lut í slíkari falskari tulkan av veruleikanum.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.