Saturday, March 24, 2012

Q ástøði og tann Søguligi Jesus (eitt aftursvar til Eivind Ortind Simonsen)

Teksturin niðanfyri er higartil seinasta seinasta aftursvar mítt til Eivind Ortind Simonsen, í samband við ástøði um ‘Q’ og tann Søguliga Jesus. Eg valdi at leggja seinasta aftursvarið og eina leinkju til kjak okkara (sum tíðanverri inniheldur eitt sindur av moldkasti eisini) út á bloggin sum eitt innlegg. Orsøkin er at Eivind ivaleyst umboðar ein fleiriluta av føroyingum sum ikki hava innlit inn í granskingina og harvið bera uppá eina skeiva uppfatan av evninum.


Eivind skrivar:

“Mann grevur seg bert ígjøgnum tað, sum er viðkomandi. Tað mest viðkomandi eru staðfestar ástøðir og síðan koma hypotesurnar.

Tá tað umræður søguliga Jesus, so er Q keldan ikki serliga viðkomandi, tí hon kann ikki brúkast til at tíðarfesta nakað sum helst við. 'Q' er ein hypotesa…”

Høgni svarar:

Nei Eivind, hvussu ofta skal eg siga tað, Q er ikki ein hypotesa, Q er eitt ástøði. Og Q er viðkomandi í tí søgukritisku granskingini av tí søguliga Jesus, sum ivleyst fevnir um 80 prosent av viðgerðini. Sjálv søgukritiska bíbliugranskingin er hypotetisk og ástøðilig og er viðgjørd av serfrøðingum har teir flestu ikki eru kristnir. ‘Q’ sum eitt ástøði, hevur í løtuni ómetaligan týdning í hasum høpinum, har granskarir so sum Bart Ehrman m.a. uppfata Q, Markusar Evangeliið, ávís brøv hjá Paulus og Jóhannesar Evangeliið sum óheftar fyrsta árhundra keldur, sum eru grundleggjandi í granskingini av tí Søguliga Jesus. Men tað sum eg leggi dent á er, at ‘Q’ hevur bara ikki tann stóra týdningin fyri tann søguliga Jesus, tá vit viðgera (ikki hypotesurnar) men eisini tá vit viðgera tær søguligu keldurnar. Haldi ikki at Eivind hevur sett seg inn í hendan partin av granskingini.


Eivind skrivar:

“…ein hugsað uppruna kelda til tey trý synoptisku evangeliini. Markus, Matteus og Lukas líkjast reiðuliga nógv, og tað fekk so fólk at hugsa, at hesi trý møguliga hava ein felags uppruna”.

Høgni svarar:

Nei, Q er ikki ein upprunakelda til tey 3 evangeliini. Q verður hildi at verða tað tilfari í Matteus og Lukas sum líkist, men sum ikki er at finna í Markus. Eg veit ikki um tú blandar við ‘Markan priority’, ástøði um at Matteus og Luka gera nýtslu av Markus. Men tá er heldur ikki talan um felagsuppruna, eftirsum talan í hypotetiskum høpi snýr seg um fleiri keldir so sum Markus, M, L, Q = Q1, Q2, Q3 og enntá av sum granskarum pro-proto-evangeliiðir. Skal ein taka við hesum begrebunum so er talan um Q, Markus, L, M, Jóhannine keldan og ein rúgva av øðrum keldum. Q í hasum høpinum hevur einki við ein felagsuppruna av Synoptisku Evangeliinum at gera!
Tilfari av Q sum yvirlappar Markus, er eitt heilt annað evnið sum er komi upp, men førkar seg meiri móti granskingini hjá Gerhardsson, Riesner, Byrskog og Bauckham, har talan ikki er um Q sum eina felagskelda, men eina serstaka munnliga keldu, ein gransking sum byggir á veruliga søguliga gransking heldur enn tann hypotetiska vavgreytin sum ateistar og bíbliukritikkair annars framleggja sum søgulig fakta.  
Men hvar í allar tí víði verð fært tú Q sum handan felagsupprunan frá? Veit ikki um tú kennir til Tuckett, eisini ein autoritetur viðvíkjandi Q. Tuckett, er av tí uppfatan í síni skriving, at Matteus og Lukas byggja á tvær ymiskar griskar yvirsetingar av Q og at Q ikki er ein serstøk kelda men ein samling av fleiri keldum. Skulu vit samanbera granskingina um Q við tann pástandin tú kemur við, so er einki sum bendir á at har er nakað sum helst samsvar.

Eivind skrivar:

“Hesin felags upprunin er aldrin staðfestur, og ongin hevur nakrantíð sæð nakað handrit, sum bert inniheldur tað, sum 'Q' sigst innihalda. 'Q' keldan er ein roynd at gera tey trý evangeliini til tríggjar serstakar frásøgnir útfrá eini duldari uppruna keldu”.

Høgni svarar:

Sum sagt (sí omanfyri) Q er ikki ein roynd, at draga tey fyrstu trý evangeliini saman, vóni tú umsíðir hevur fata hetta.

Um vit skulu vraka eina og hvørja áskoðan og gransking um upprunin inniheldur duldar faktorar, hví heldur tú so fast við menningarlæruna? Hesin hugburðurin hjá tær er tí beinleiðis mótsvarandi.

Tað er ein góð grund til at tað ikki finst nakað dult felagsuppruna handrit frá tíðini 30-60, hvørki Q ella nøkrum øðrum. Grundin er at Kristindómur var ein rabbinara-skipa religión har í læra Jesusar og hendingarnar um Jesus vóru yvirførdar munnliga, enntá orðarætt. Hetta var ein trendur í jødiska, semitiska, kristna og enntá í ávísum griskum mentanum, sum í kristnum høpi hekk við líka inn í triðja árhundra. Vit vita tildømis, at tey fyrstu kristnu, sjálvt um mong av hesum vóru jødar og týðiliga vísa seg at verða bókmentafólk, ikki vóru so áhuga í at niðurskriva tilfarið, eftirsum slík mentan roknaði tað at verða lágt støði fyri ein lærisvein at verða bundin at bókum. Ein lærisveinur lærdi seg í felag við øðrum lærisveinum, vanliga alt tilfarið uttanat og vanliga í einum rytmiskum formati. Henda keldan var varveit av lærisveinaflokkinum og givin víðari til næsta ættarliði av lærisveinum. Vit vita at hetta var tilgongdin eftirsum hetta var 1) samstíðar mentanin, 2) tilgongdin er nevnd í Nýggja Testamentinum, 3) Ný-testamentliga griska málið ger brúk av teimum metodisku begrebunum, sum vóru nýtt í eini slíkari tilgongd, 4) tilgongdin er nevnd og viðgjørd av kirkjufedrum í 1 og 2 árhundra, 5) finna enntá rytmuna tá evangeliini verða yvirsett frá griskum til aramaiska málið, sum Jesus talaði.
Ein søguliga frásøgn hevði meiri virði tá hon var yvirførd av eygnavitnum og teirra lærisveinum (sum ein rabbinisk yvirføring), meðan eygnavitnir og samtíðin var á lívið. Í fyrsta árahundra mentan var slík munnlig yvirføring rokna sum besta dømi uppá sannlíka søgu. Tað var vanliga ikki fyrrenn vitnini vóru deyð, ella eygnavitnini fækaðust í talið, at tað var hildi neyðugt, at festa tilfari niður á papyrus ella skinrullur. Hetta var millan annað grundin til at Pætur og Markus ikki vóru so motiveraðir at festa yvirførðingina niður á skrift longu í 50-60unum; tað gav í veruleikanum onga veruliga meining í ár 50-60. Somuleiðis vita vit at Papias sum hevði atgongd til skrivaðu Evangeliini (og frá eygnavitnum visti hvør hevði skriva hesi), heldur ikki gjørdi sær galt av munnligu yvirførðingini, ivaleyst tí at eygnavitnir og teirra lærisveinar enn vóru á lívið. Klement úr Róm er somuleiðis í 90unum av fyrsta árhundra bundin at munnligu keldunum tó at hesin hevði skrivaðu evangeliini um hendi. Enntá í ár 180 vóru tað heil kristin samfeløg, tildømis í Germania, har førleikin at lesa var = 0, har tey gjørdu brúk av munnligu yvirføringini og megnaðu tað væl.
So tá ið tú kemur og blæsur upp trupuleikan við einum tørvandi skrivaðum felagsuppruna, so veit eg ikki heilt hvar í hatta passar inn myndina.

Eivind skrivar:


“Hin møguleikin er, at tey trý bert eru avrit av hvørjum øðrum, og tískil ikki tríggjar serstakar frásøgnir, men bert tann eina frásøgnin, har rithøvundar bara hava fylt eitt sindur eyka á ígjøgnum tíðinar. Tann seinni møguleikin ger, at søgan um Jesus stendur á eini meira skirvisligari grund, meðan 'Q' frágreiðing ger, at søgan fær meira kjøt á seg”.

Høgni svarar:

Hvat meinar tú við ‘hin møguleikan’, tú kanst ikki seta Q upp ímóti e.g. Markan Priority, eftirsum hetta er hvør sítt evnið. Tú kanst sjálvandi samanknýta Q og Markan Priority, men hesi ástøði eru ikki í tvídrátti.

Um høvundarnir hava nýtt hvønn annan, so ger tað hvørki frá ella til, um ein ynskir at niðurspæla ella upphevja tann Jesus lýstir í Evangeliinum. Um evangeliini eru skriva í fyrsta árhundra, í samtíð ápostlana, so er hetta kortini ein ómetaliga góð søgulig kelda. Tildømis um ein høvundur skrivar niður søguliga fakta um Seinna Heimsbardaga og hendan frásøgnin verður nýtt av tveimum øðrum høvundum sum tilseta meiri tilfar um hendingina, so er tað ikki grundgeving fyri at heila frásøgnin er skirvislig grund.
Man má eisini hava í huga at Markus, gevur okkum lítið far um bakgrund ella læru Jesusar, sum leggur upp til at Markus bara skrivar niður ein líttlan part av frásøgnini og yvirføringini. Tað at høvundar hava fylt meiri á í Matteus og Lukas, hevur tí einki við falsking at gera, men innseting av tilfarið sum Markus ikki hevur tikið við. Stuttligt tí í nógvum førum eru tað ikki Matteus og Lukas sum tykjast at fylla eyka á men Markus, tað er tí ómøguligt at siga, at nakar ávísur høvundar ger nýtslu av øðrum. Tann mest søguliga og logiska niðurstøðan er at allir gera sær galt av einari uppruna munnligari yvirføring, sum longu var til tá Jesus livdi og sum ápostlarnir sjálvir settu saman eftir deyða og uppreisn hansara, og ivaleyst aðrar søgur um Jesus eisini. Ein slík munnlig kelda var vanliga long og kundi ikki øll niðurskrivast, tað er tí væl skilligt at høvundarnir máttu velja og vraka.

Nú hetta við at Markan Priority er veik grund, meðan Q er trygg grund, ella sum tú sigur at Q ger at søgan fær meiri kjøt á seg. Eg veit ikki hvørjar bøkur tú lesur Eivind, kanska ongar og kanska tað orsøkin til at tú kemur við slíkum úttalisum. Men Q hevur einki við søgulig styrkina ella veikleikan í evangeliinum at gera; veit ikki hvussu tú kemur út á slíkar villiðini leiðir. Lesur tú Kloppenborg, sum nú er nevndur fleiri ferðir, so viðger hann Q frá einum form-kritisku hugburði, sum hevur alt annað til endamáls enn at styrkja søguliga trúvirði í evangeliinum.

Eivind skrivar:

“Um vit nú siga, Trupulleikin við báðum frágreiðingunum er bara, at tær eru eitt hugsað hypotetiskt boð uppá eina felags uppruna keldu. Har er onki ítøkuligt í teimum”.

Høgni svarar:

Tá ið tú sigur ‘einki ítøkuligt’, so haldi eg ikki tú veit, hvat tú ert inni á her? Meinar tú við ‘ítøkiligt’, at vit ikki hava eina slíka keldu um hendir (sí so svarið omanfyri)? Ella at tilfarið ikki kann nýtast sum søgulig kelda? Sum eg havi sagt, hvørki ‘Q’ ella ‘Markan Priority’ eru lættisoppa hypotesir. Hetta er eitt ástøði sum granskarir hava endavent fleiri ferðir í 150 ár. Hetta er ikki eitt kristiligt ástøði, men ein meining við rótini í søgukritisku granskingini. Heldur ikki er hetta dømi uppá felagsuppruna av teimum trimum evangeliinum, tvørtur ímóti.
Sjálvt um eg hvørki góðtaki ‘Q’ ella ‘Markan Priority’ (í hvussu er íløtuni) so fari eg ikki at verða so naivur at siga, at einki ítøkiligt er í hesum ástøðum. Tí óansæð, so er hypotetiska Q keldan ella hetta tilfari í Matteus og Lukas pro-50 AD, og er tí at rokna sum ein góð søgulig kelda. Áskoðanin um Q sum eina serstaka keldu, haldi eg er lítið sigandi í granskingini, men tilfarið finst í Matteus og Lukas og er av týdningi fyri tann søguliga Jesus.
Mín áskoðan er heldur tengd at søguligu granskingin í samband við yvirførðing og yvirtøku (um tú skilir tey begrebini), tað er við hasum fyri eyga, vit vit skilja Evangeliini betri og fáa betri innlit inn í viðurskiftini viðvíkjandi tí Søguliga Jesus. Tú tykist hvørki at hava innlit ella greiðu á hesum evninum, sum var grundin til at eg ikki metti teg førðan fyri at skriva undanfarna innleggi um tann Søguliga Jesus.

Eivind skrivar:

“…at 'Q' frágreiðing er sonn, so vildu vit framvegis bara fingið at vita, at tey trý evangeliini hava ein felags uppruna. Vit vildu ikki fingið nakað at vita um, nær tey vóru skrivað, og tað er hendan spurning vit mugu hava eitt svar til í samband við tann søguliga Jesus. Tískil er 'Q' keldan fullkomiliga óviðkomandi í samband við tann søguliga Jesus”.

Høgni svarar:

Q keldan hevur av summum verði nýtt sum grundgeving fyri at Evangeliini eru skriva seint í fyrsta árhundra. Tað vil siga Q sum var skriva um ár 50 vísir (í pástandinum) at høvundarnir sum skrivaðu Evangeliini, máttu hava skriva eftir ár 50 AD, tá hesir einafer fingur hendur á Q, hendan hypotesan (og hetta sum eg nú sigi er ein hypotesa) pástendur at talan er um Q1, Q2 og Q3. Hypotesan rør upp í at Q1 var skriva týðliga, einafer umleið ár 50 og Q3 skriva nógv seinni, umleið ár 60-70. Hendan hypotesan var hypotisera av omanfyrinevnda Kloppenborg og seinni ekspandera av einum sum kallast Burton L. Mack, fyri at vísa á at Jesus var ein jødiskur-griskur kynikari; ein pástandur sum nærum eingin serfrøðingur tekur undir við, men sum kortini hevur havt typiska framgongd millum ateistiskar amatør-skribentar og kjakarir (typiskt og syrgiligt).

Men sum tú sigur Q er ikki endiliga fakta, og har eru vit báðir samdir. Tí haldi eg heldur ikki, at Q1-3 er ein veruleiki, og heldur ikki at Q grundgevur fyri at Evangeliini eru skriva seint. Men sjálvt um Q var veruligt, so eri eg samdur við niðurstøðuni hjá James Robinson, at um Q ástøði sum tíðarfestir Q um ár 50 er sannlíkt, so forðar tað ikki fyri Matteus og Lukas skriva síni avrik og gera nýtslu av Q, prógvar at hesir skriva eftir ár 60-65 AD. Sum sagt so haldi eg Q hava stóran týdning í granskingini, tí við Q kunnu vit royna nýggjar hypotesur og samanbera keldur; haldi bara ikki og sum tú eisini sigur, at Q sum ein serstøk kelda, skild at frá Matteus og Lukas sigur okkum so nógv um tann søguliga Jesus, tað hava vit jú Matteus, Markus og Lukas til.

Um vit skuldu tiki tíðarfestingina hjá bíbliukritikkarum, sum tíðarfesta Matteus og Lukas árini 80-90 fyri fult, so er Q sum kelda ella Q sum tilfar, grundgeving fyri at tilfarið er ómetaliga gamalt. Hesir granskarir vita eins og tú hvussu vandamikil tíðarfesting av Evangeliinum er fyri tykkum ateistar og tykkara filosofisku áskoðan, sum forklárar hví hesir og vanliga grava høvdi í sandin og uttan grundgeving tíðarfesta hesar skriftir seint.

Gleðir meg annars at tú viðgongur, at tað er tíðarfestingin av keldutilfarið sum er nokso avgerðandi í okkara innlit inn í tann søguliga Jesus (tað er um eg havi skilt teg rætt).

Eivind skrivar:

“1) 'Q' er ikki nakað skrivað tilfar. 'Q' er ein hugleiðing, ein hypotesa, um ein felags uppruna til tey trý evangeliini”. 

Høgni svarar:

Jú í hypotesuni, er Q ein skriva kelda, sum bygdi á eina griska munnliga yvirførðing við rótini í tí aramaiska málinum og mentanini, frá 40unum í fyrsta árhundra. Óansæð hvussu tú vendir tí, so er Q skriva tilfar sum vit finna í Matteus og Lukas.

Eivind skrivar:

“2) Eg vildi mett, at best skrivaða tilfar í fyrstu øld finst í Rómverska ríkinum sum heild, har menn sum Virgil, Seneca Yngri, Seneca Eldri, Lucanus, Ovid og mangir aðrir skriva og yrkja. Tað tilfar hesir løgdu eftir seg er, í mínum eygum, langt omanfyri nakað av tí, sum stendur skrivað í Nýggja Testamenti”. 

Høgni svarar:

Kunnu vit yvirhøvur tosa um hesi sum skriftir úr fyrstu øld? Virgil skrivar ikki í fyrstu øld og bæði Seneca tann Yngri og Eldri sjálvt um hesir eru fyrsta árhundra skribentar, so eru mær vitandi elstu handritini tíðarfest 8-12 øld og typiskt sæð illa varveitt (Marcía L. Colish, The Stoic Tradition from Early Antiquity to the Early Middle Ages, s. 18-19 & Lewis a Sussman, The Elder Seneca (Volumes 51-54), s. 34-35). Vanliga eru flest søgulig aldurgomul handrit ikki bara illa varveitt, tey eru pynta uppá av øðrum skribentum seinni í tíðini, og nútíðar tekstkritikkarir hava oftani verið noyddir til at innseta helvtina av orðunum og onkuntíð heilar setningar (mær vitandi), fyri at teksturin skal geva nakra meining. Hatta er tíð eg spyrji um vit yvirhøvur kunnu tala um fyrsta ára tekst tilsvarandi Q tilfarinum? Havandi sagt hatta, so kemur pástandurin um at Q er eitt hitt besta skrivaða verkið, um ikki tað besta, úr fyrstu øld, ikki frá mær persónliga. Hetta siteraði eg frá Kloppenborg, sum er ein íðin form-kritikkari og slett ikki nakar vinur av kristnu trúnnið. Eg loyvi mær tí at siga at hesin granskarin sum skrivar óheft av apologetiskum motivum og er serfrøðingur á økinum, er ein áhugaverd kelda.

Eivind skrivar:

“3) Um eg havi skilt tína tankagongd rætt, so er ein vælskrivaður tekstur tað sama sum eitt gott, autentiskt søguligt prógv. Merkir tað so, at Harry Potter ella Ringanna Harri eru autentiskar søguligar hendingar? Hesar søgur eru eisini vælskrivaðar, og um tað skal verða einasta krav, so má tað væl merkja, at tær eisini eru eitt gott søguligt prógv. Ella hvat?”

Høgni svarar:

Nei tað havi eg ikki sagt. Tað sum eg legði dent á, er at Q tilfari, sum eisini Kloppenborg var inni á, vísir at tey fyrstu kristnu høvdu góðar førleikar at lesa og skriva í fyrstum tíð Kristindómsins. Hetta gongur stik ímóti søgukritisku bíbliugranskingini.

Annars er samtíð okkara vitandi um, at Harry Potter og Ringanna Harri er reinur fiktionellur skaldskapur, ikki ein søgulig kelda. Á sama hátt var ápostlanna samtíð vitandi um søguliga Jesus, hansara undur og læru annars hevði ortodoksi Kristindómurin ikki yvirliva tey fyrstu 50-70 árini.

Eivind skrivar:

"So tað er týdningarmikið hjá tær, at tú hevur møguleikan fyri at velja og vraka... Áhugavert, at tú sjálvur ynskir at viðganga hetta".

Høgni svarar:

Jamen tað gera jú øll, tað gert tú eisini. Tá eg sigi at eg velji og vraki, so er tað tí at eg havi sett meg inn í ymisku kritisku metodirnar, eins væl og søguligu keldurnar. Eg torið tildømis at siga, at eg ikki haldi formkritikkin verða eina nøktandi søguliga metodu. Eg gjørdi heili tvey modulir um Q og skrivaði tvær uppgávur uppá tilsamans 10.000 orð. Harav var mín niðurstøða at eg kundi verða opin fyri Q, men eg valdi tó ikki at gloypa tí sum ein veruleika, serstakliga eftirsum onnur betri alternativ eru, tildømis ‘yvirtøka’ og ‘yvirførðing’ av einari ápostoliskari, munnligari keldu.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.