Wednesday, December 7, 2011

Hin ónátturligi Heimurin 1: Djevlar og andamaning

Filmurin: 'The Exorcism of Emily Rose'
 Nú hví skrivi eg eitt innlegg um demonar og andamanan? Nei, hetta er ikki tí at eg fjeppist í hesum evninum; men í høpinum av trúarverju, veit eg at hetta er við til at sáa iva um ein heim sum nøkur pástanda er reint og slætt bara nátturulistiskur. Tað vísir seg eisini at andamanan eins væl og pástandurin um undur, hava rørt undir mongum kjakum gjøgnum tíðirnar; filmurin ‘The Exorcism of Emily Rose’ er eitt týðiligt dømi um hendan trendin.

Eg fari í hesum innlegginum, ikki at sitera hendingar og viðgerðir frá bókum og upplivingum hjá øðrum, men heldur grundgeva frá mínari egnu uppliving og teimum spurningum og argumentum eg havi fyri og móti demonum og andamanan.  

'The Last Exorcism'
Eg má játta at eg havi sæð hópin av exorcist filmum, ikki serliga kristiligt veit eg, serstakliga tá Paulus sigur: ‘haldi tykkum frá øllum illum hvussu tað enn sær út’. Men kanska er tað ein orsøk til, at eg havi loyvt mær at sæð fleiri slíkar ræðufilmar. Fyri nøkrum árum síðani, sá eg filmin ‘The Exorcism of Emily Rose’, sum sigst um, byggir á veruligar hendingar. Seinasta ár sá eg ‘The Exorcist’, sum eisini sigst at byggja á veruligar hendingar (sjálvt um eg havi mína skepsis). Fyri nøkrum mánaðum síðani sá eg ‘The last exorcism’, um ein fráfalnan pastor, sum roynir at prógva, at tilstandurin at verða settur av einum djevli ella illum anda, bara er ein sinnisligur tilstandur, uttan ónátturliga ávirkan. Tað sum eg haldi verða undirhaldandi, tá eg síggi ein slíkan film, eru tær desperatu royndirnar at forklára hendingina og manifesteringarnar nátturliga. Eitt nú í ‘The last Exorcism’, har í forkláringin ljóðaði uppá stress, orsaka av ringari samvitsku.
Men hatta er sjálvandi filmverðin og eingin má halda, at eg draga mína niðurstøður frá einum ella fleiri filmum.

Tó, so havi eg verði í trúboðaratænasta í fleiri asiatiskum londum í fleiri ár. Hetta eru lond har djevla og andadýrkan hoyrir gerandisdegnum til og har hendingar av tí ónátturliga slagnum, eru nógv vanligari enn á okkara leiðum. Í teimum umstøðunum havi eg sjálvur sæð demonar og tykist við at reka út illar andar.

Sum ein typiskur vesturlendingur má eg viðganga, at eg mangan havi verði skeptiskur og roynt at gera mun á hvat í veruliga er andaliga íbirt og hvat er hysteria. Í summum førðum havi eg havt varhugan av at hesi kanska heldur vóru sinnisjúk, spældu ella bara gjørdu seg upp, men í øðrum førum, mátti eg bíta í meg at hetta var heilt avgjørt ekta.

Eru demoniskar manifesteringar óveruligar?

Tað vóru asiatar sum eg starvaðist við, sum týðiliga gjørdu mun á eitt nú illum andum og sinnisjúku. Tað hjálpir tí ikki at argumentara at hesi kristnu í Asia bara eru hysterisk og rokna alt fyri demonar. Áðrenn eg góðtók tann andaliga faktorin, mátti eg fyrst útilukka nátturlig alternativir; tildømis at tilstandurin hjá hesum mongu, sum eg var vitni til, møguliga bara var eitt spæl hjá tí einstaka. Men hetta alternativið fall eins og tann fyrra. Tildømis undraði tað meg serstakliga, at undir møtunum vóru tað oftani muslimar, sum komu við onkrum í familjuni, sum var vorðin yvirtikin av slíkum kreftum. Hetta er vorðin vanlig tilgongd í landinum Pakistan, tí bløðini í Pakistan heita á muslimar um ikka gera nýtslu av kristnu kraftini fyri at bjarga familjulimum úr slíkari demoniskari vanlagnu. Tó, so tykist tað, at slíkar ávarðingar og áheitanir ikki at hava havt tað stóru ávirkan og muslimarnir í Pakistan tykjast verða klárir yvir, at okkurt er við bøn og andaligum autoriteti í samband við navnið og persónin Jesus Kristus, sum far hesar kreftir at víkja. Hetta útilukkaði í mínum førið mistankan um at hesir einstaklingar spældu besettir. Tildømis, hví skuldu muslimar givið Kristindóminum slíkan ans og æru, serstakliga tá hugsa verður um hetta viðurkennur Kristindómin og niðurgerð islamsku religiónina? Slíkt hevði man neyvan vanta av muslimum í einum landið, har Kristindómur annars er undirlagdur bæði hatur og ágang. Einasta forkláringin mátti tí verða, at muslimar uppliva eina andaliga makt í Kristindóminum, sum veruliga riggar. Hetta uppfati eg, sum at hesir mongu muslimar (kanska í tíggjutúsundatalið) ikki spæla. Og hví skuldu teir og onnur spæla?
Her spælir ein annar faktorur seg inn, tann at Pakistan, eins væl og fleiri onnur asiatisk lond eru ærumentanir. Sjúka, illgerðir og ómoralur, leggur eina heila familju og oftani teirra næstringar undir bæði niðring og útisteinging. Hvussu so, tá ein er settur av illum andum? Er tað logisk hugsan at hesi vildu spælt svøk ella drigið familjulimir til kristin møtir, um støðan ikki veruliga var so hættislig? Vildi ein ung genta tildømis spælt djevlayvirtikin, vitandi at hennara framtíðar møguleikar verða álvarsama skerdir? Eg kann fara skeivur í fleiri førum, men í flestu førum loyvi eg mær aftur at ivast.

Er talan um sinnisjúku?

Hetta kundi tí týtt uppá at hendingarnar ikki eru spæl, men er so orsøkin kanska sinnisjúka heldur enn demonisk? Aftur loyvi eg mær persónliga at ivast um hetta alternativið í flestu førum. Tiltíðir havi eg saman við øðrum, veriði tilkallaður, at dríva ein demon út, har talan var um eina nátturliga orsøk, men hetta var langt frá tí vanliga. Tey dømir sum eg persónliga kenni mest til, kunnu hvørki ávísast til ein sum er sinnisjúkur, til schizophreni ella epilepsi.
Í flestu førum kundi persónurin, eina løtu tykjast normalur, men dettur, ristist og manifesterar ógvusliga, tá hann hoyrir kristna bøn ella kristnan lovsang, uttan at hesin endiliga nakrantíð hevur havt nakra ávirkan frá, ella bakgrund í Kristindóminum.
Eftir einari løtu av bøn og djevlaútdrívan, byrjar illi andin veruliga at rópa, tosa, hótta, háða, spotta og niðurgera okkum, Gud og Jesus inntil hann tilseinast má sleppa persóninum og fara, vanliga við einum skríggið.  Dømir sum eg ikki havi verið vitni til, vísa at persónur broytist í andlitið, hárið stendur upp og røddin umbroytist.
Eftir hetta vaknar persónurin, útmattaður, tystur, ikki vitandi hvat er áfatt, men óansæð so er hann normalur; hetta kann tí ikki samanberast við tilstandir av meiri nátturligum orsøkum.

Er talan um hysteria?

Men hvussu so við hysteria? Eg má siga, at eg havi ongantíð heilt fata logikkin við hesum argumentinum, eftirsum hesi í fella fyri hesi vanlagnu, vanliga stríðast í tí loynda, í teirra heimum og ikki undir religiøsum samkomum. Tað at vit oftani síggja slík manifestera eitt hvørt í religiøsum samkomum, kristnum ella ikki, er tí at hesi javnan koma til slík tiltøk tí tey leita sær eftir hjálp.

Ein ómetaliga góð viðgerð av hesum omanfyrinevnda, í ljósinum av sinnisjúku, epilepsi og hysteria, har í viðkomandi út frá práti við gudfrøðingum, psykologum og læknum, skilir hesi frá demoniskari ávirkan, er at finna í bókini hjá W.G. van Dam ‘Befrielse fra Besættelse’ (s.41-94). Ein onnur ómetaliga góð viðgerð av evninum er bókin hjá John L. Nevius ‘Demon Possession’, sum er gomul men vísir á at evnið er ein stór vísind í sær sjálvum.

Søgurnar og hendingarnar eru nógvar, men eg fari ikki dvølja meiri á hesar. Tað sum eg haldi verða av týdningi er, at mitt í okkara nátturulistiska ‘be about’, er ein verulig og livandi andaverð. 

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.