Okkum verður mangan fortalt at vit kristnu
hava miðskilt sekularismu, at sekularisma eina snýr seg um skilnaðin av stati
og religión, at religión er ein privat fyritøka, sum ikki eigur at hava nakra
galdandi almenna ávirkan, eitt nú í almennum fjølmiðlum og skúlum, soleiðis at
tað almenna kann gagna okkum øllum og pláss kann verða fyri øllum.
Tað sum kristin stúra fyri í einari
slíkari skipin er sjálvsagt tann mótsætti veruleikin, at meðan religión verður skumpa
út, verða fyrimunirnir og rættindini givin einum ateistiskum rákið; ein veruleiki sum longu ger seg til kennar ídag.
Ein onnur stúran er at hetta rákið,
sum gevur sekularismuni sína innspræning, í veruleikanum ikki hevur sum sítt
áhugamál, at skilja stat og religión, men heldur at ein sekulerur humanistiskur statur skal hava sína ávirkan og kunnu vísa sítt vald innan økinum av privatari religión. Tað tykist ikki, at hesir vísa nøgdsemi við at skilja frá, men heldur at hesar hava ilt við at sleppa.
Sum áður
víst á, so eru Dawkins og hansara tilhengarir eitt snøgt dømi uppá hvat slíkar
kreftur kunnu ditta sær at leggja seg út í, um teirra ávirkan kemur til
politiskt vald. Her hugsi eg tildømis um ynski teirra, at staturin skal leggja
seg út í kristna barnauppaling og at kunna indoktrionera kristin børn á aðrar
leiðir enn foreldrana. Hetta sigur bara alt!
At hetta er ein veruleiki, sæst
týðiliga í teimum samfeløgum, har sekularisma virkar út frá einum sekulerum humanistiskum sjónarmiðið. Eitt nú í USA, har áhaldandi stríð valdar innan tí akademiska, millum næmingar og skúlastýrið og
í lærustovnum sum heild.
Í University of North Carolina royndi universiteti at
tvinga kristnar næmingafelagskapir at loyva tilhengarum av øðrum religiónum og gudloysingar at
virka sum leiðarir yvir teirra aktivitetum. Hetta galt sjálvandi ikki fyri aðrar religiónir ella
humanistiskar næminga felagskapir:
Ein líknandi sak fór samstundis
fram í Tennesse, Vanderbilt Universitetinum, har í fleiri kristnir
næmingafelagskapir, sum sýttu fyri at seta tildømis (møguligar) buddistar, muslimar og ateistar í høvuðsætiðini kundu vænta at verða bannaðir.
Líknandi dømir finnast eisini fleiri enskum læristovnum og universitetum.
Í Lexington, USA var ein privat kristin fyritøka fyri skotum, ákærd og melda fyri at hava nokta at printa t-skjúrtir til eina gay parade. Eigarirnir noktaðu at eftirlíka, eftirsum tiltakið stríddi mótvegis teirra moralsku sannførðing, men opinbart dámar staturin ikki, at ein hevur sína egnu privatu religiøsu sannførðing:
http://www.persecution.org/2012/04/06/gay-rights-group-files-human-rights-complaint-against-christian-company-after-refusal-of-service/
Í Hutchinson óttast tey kristnu eina lóg, sum kann noyða kirkjur og samkomur at leiga bygningar út til endamál sum stríða móti kristnu trúnnið, áskoðan og hugburði:
Helt annars at ein sekulerur statur vildi slíta frá kirkjuni!
Aðrastaðni kann ein kristin myndatakari í New Mexico, nú vænta eina stóra bót, tí at privata fyritøka hansara sýtti fyri at taka myndir undir einum lesbiskum hátíðarhaldið:
Lesarin kann draga sína egnu niðurstøðu, men okkurt sigur mær at eitt humanistiskt sekulert samfelag, slett ikki hevur áhuga í at slíta frá kirkju og religión og so slett ikki ynskir, at samfelagið skal virka líkastilla fyri øll.
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.