Sunday, December 25, 2011

Nýggj avskriving av teimum elstu Nýtestamentligu Papyrusbrotunum av Jóhannesar Evangeliinum útkomi


Talan er um eitt átak innan tekstkritik, paleograpy og papyrologi við fokus á Jóhannesar Evangeliið, har elstu og týdningarmiklastu handritini eru: P5, P6, P22, P28, P39, P45, P52, P66, P75.


Slík átøk er gjørd fyrr, nevnast kann bókin hjá Philip W. Comfort og David P. Barrett The Text of the Earliest New Testament Greek Manuscripts. Men her er so ein nýggj roynd, fullførd av tekstkritikkarum og papyrologum í Universitetinum í Birmingham.

Í stuttum kann sigast um handritini:

P5, handrit frá umleið ár 250, sum inniheldur partar av Jóhannes 1, 16 og 20.

P22, frá triðja árhundra, sum inniheldur partar av kapitlunum 15-16. Hesin teksturin og handritið er ein týdningarmikil tekstur í kjakinum millum kristin og muslimar.

P28, frá triðja árhundra, inniheldur kapitul 6.

P39, frá triðja árhundra er av stórum týdningi, eftirsum teksturin er í familju við tvey onnur týdningarmikil handrit: 1) Codex Vaticanus, sum er eitt unciel handrit úr fjórða árhundra, 2) P75, sum eisini gongur undir heitinum Bodmer Papyrus, sum er eitt handrit skriva einaferð í árunum 175-225 og inniheldur Lukas og Jóhannes.

P45, sum vanliga er tíðarfest ár 200 og eldri, men av summum er tíðarfest umleið ár 170 og gongur undir heitinum Chester Betty Papyrus I, sum innheldur øll fýra Evangeliini. Harav er Markus av týdningi eftirsum teksturin tykist at verða í familju við hypotetiska tekstin úr Kæsarea.

P52, annars kent sum John Ryland teksturin; sigst at verða elsta handritið av Jóhannesar Evangeliinum, vanliga tíðarfest millum ár 100 og 150.

P66, eisini kent sum Bodmer Papyrus II, inniheldur tað mesta av kapitlunum 1 til 14 í Jóhannes. Handritið er skriva einaferð umleið ár 200. Handritið vísir á at skribenturin hevur nýtt bæði tekstir úr Alexandria og tann Vesturlendska.

P75, við heitinum Bodmer Papyrur, innheldur part av tekstinum hjá Lukas og Jóhannes og er frá tíðini 175-225.

Kelditilfar:

Bart Ehrman, Misquoting Jesus: The Story behind who Changed the Bible and Why
Bruce Metzger & Bart Ehrman, The Text of the New Testament: It's Transmission, Corruption and Restoration
Burnett Hillman Streeter, The Four Gospels a Study of Origins
George Eldon Ladd, The New Testament and Criticism
Graham Stanton, Gospel Truth: New Light og Jesus and the Gospels
Philip Comfort, The Origin of the Bible
Raymond Collins, Introduction to the New Testament

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.