Sunday, May 6, 2012

Filmurin 'Courageous': Ein týðandi boðskapur til kristnar menn, í einari gudleysari øld


Konan álegði mær ídag at hyggja eftir kristna filminum 'Courageous'. Skal eg geva nakra umtalu um filmin, tori eg at pástanda, at hetta ivaleyst er besti kristni filmurin nakrantíð gjørdur.

Filmurin inniheldur ein greiðan boðskap, serstakliga til kristnar menn, um at fylgja tí etikki, lívstílið sinnalagið og hugburðið sum er álagdur av Jesusi og ápostlunum í Nýtestamentligu skriftunum.

Filmurin lýsir tí, hvat ið ein kristin-gudrøkin maður er, hvussu hansara standardur og hugburð er og hvussu týdningarmikið hetta er, í einum samfelagið har ómoralska ávirkanin og anti-gudiliga rákið í nógvum førum, sindrar týdningin av trúfestið og lívsvirðum, eisini innan kristnari gátt
Við øðrum orðum, er tað ein bíbilskur hugburður, ikki at nøkta seg við at verða bara ein typiskur maður og pápi, men heldur at vera ein ið tekur tað uppá seg, at verða moralskur, trúðfastur, álítandi, ein fyrimynd og røktari av familju og samfelagið.

Í stuttum, lýsir filmurin alt tað sum eg persónliga gangi inn fyri og sum eg av náði Guds og tí styrki sum hann gevur, seti mær fyri og royni at liva.

Í núverandi samanhengi er boðskapurin til kristnar menn, at okkum ikki nýtist at lata børn og familju okkara í hendurnar á hesum sekuleru, humanastisku og gudleysu kreftunum og teirra ávirkan, sum longu í føroyskum samanhengi hava úttala seg um rættin til indoktronera okkara kristnu børn og ungu. Sum kristnir menn, sum eftirfylgjarir Jesusar, taka vit ábyrgd fyri okkara familju og børnum og teirra ávirkan. Hetta er ein rættur og ein ábyrgd sum vit eiga at taka til okkum.

Í núverandi tíð og samanhengi krevur hetta áræði og dirvið.

Endin á filminum og hæddarpunktið:


Prát um tema og boðskapin í filminum:


Hvørjar dygdir er tað ein kristin maður leggur seg eftir at fylgja og uppfylla:


Leinkja:

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.