Eivind
Ortind Simonsen er ein gudloysingur og limur í felagnum Gudloysi, sum tykist
vakna og fara til songar við blogginum Kristindómur Svarar. Flestu viðmerkingar
her inni og tær eru nógvar og drúgvar, koma av telduni hjá Eivind.
Eivind
er gjøgnum seinasta ári komin við eini rúgvu av pástandum, sum (eg haldi vit
kunnu siga) vit hava megna at svara aftur. Flestu av hesum pástandum eru jú so
mikið veruleikafjarðir, at tað liggur lítil orka í, at skula vísa á at
argumentini ikki samsvara so væl við veruleika og keldir.
Í
einum úttalisi á kjak.org skrivar Eivind soleiðis um at kjakast við kristin:
Blíva trúgvandi ongantíð troytt av at útstilla seg sjálvan
sum óvitandi tápur? Ella er trupulleikin kanska meira tann, at tey trúgvandi
sjálv ikki duga at síggja hvussu stupid tey eru, og tískil ikki vita av, at tey
útstilla seg sjálv sum óvitandi tápur? Vit, sum hava ein fungerandi heila og
eina vitan sum strekkir seg útum bíbliuna: er tað ikki okkara skylda áhaldandi
at peika á býttleikan hjá teimum trúgvandi soleiðis at tey so við og við fáa
lúka grovastu tápuligheitirnar út? Gera vit ikki øllum somlum eina bjarnatænastu
við hesum misskilta kurteisi, har man ikki má nevna ein spaka fyri ein spaka,
tí so er tað fornermandi, kjakdrepandi osfr.?
Hetta Innleggið snýr seg um eitt undanfarið innlegg, har í Eivind undir viðmerkingum, pástendur
at nútíðar Kristindómur hevur sínar røttur úr 1800 talinum og at kristin ídag
einki hava í felag við fornkristin uttan sjálva trúnna á Jesus. Somuleiðis
blandar Eivind millum trúarverju, evangelisering og kristnan lívstíl og tykist
ikki síggja ella skilja munin millum hesi.
Í
hesum innlegginum fari eg sum ikki einaferð, at svara pástandunum hjá Eivind
aftur, punkt fyri punkt.
Eivind skrivar
“Sjálvandi sær mann ikki alt
hetta, tí nútímans kristindómur og ikki minst trúarverja, hevur sín uppruna í
1800 talinum. Stórt sæð tað einasta tú hevur til fealgs við tey fyrstu kristnu
er, at tit trúgva á ein persón við navninum Jesus. Mátin tit gera tað uppá er
so grundleggjandi øðrvísi, at tað akkurát tað sama kundi verið talan um tveir
ymiskar átrúnaðir.”
Víðari skrivar Eivind:
Lesur ein um kristindóm
fyrstu hundrað árini, ella bara fyrsta árið, eftir deyða Jesusar, so sær mann
greitt, at hesin kristindómur var ein heilt annar. Ja, tit brúka somu bíbliu,
men onkursvegna valdu tey fyrstu kristnu at taka boðskapin í bíbliuni í størri
álvara. Tá Jesus t.d. segði, at hansara lærusveinar ikki skuldu savna sær
gripir her á jørð, har mølur og rustur herjar, so tóku tey fyrstu kristnu hetta
í álvara. Í Ápostlasøguni lesa vit, hvussu tey fyrstu kristnu áttu alt í
felag.
Sært tú hetta í nútímans kristindómi?
Sært tú hetta í nútímans kristindómi?
Høgni svarar:
Eivind er ivaleyst óvitandi um at tað eru kristin í hesum
heimi, sum ídag mugu offra seg á sama hátt, sum tey fyrstu kristnu, hesi deila
alt og eru tilreiðar at líða bæði píning, fongsul, fangatippi og deyða fyri
sína trúgv. Eivind hevur ivaleyst fest eyguni ov fast á kristna samfelagið í
Vesturheiminum, uttan at geva sær far um, at tey flestu kristnu búgva uttanfyri
Vesturlendska samfelagði. Mong av hesum liva í muslimskum ella ateistiskum
samfelagum og mugu vegna sína trúgv líða ómetaligan ágang og kúgan.
Eivind
fer so ómetaliga hermeutiskt skeivur við hesum tekstinum sum hann sipar til. Feilurin
liggur í at blanda millum narrativ og boð. Talan er her um Ápostlasøguna og kristna
samfelagið í Jerusalem, beint eftir deyða og uppreisn Jesusar. Hesi gera ikki
minni enn at dannað eitt samfelag sum deilir alt. Soleiðis var kristna
samfelagið í Róm í ár 150 eisini uppbygd og er ómetaliga positivt og neyðugt um
umstøðurnar leggja upp til tað. Trupuleikin við tulkingini hjá Eivind er tó, at
kristin ongantíð eru biðin um at dannað eitt slíkt samfelag. Kristna samfelagi
í Jerusalem er ikki eitt boð til okkum, men ein lýsing av hvussu tey fyrstu
kristnu í Jerusalem, eftir umstøðunum valdu at skipa seg.
Í
Vesturheiminum, serstakliga her í Evropa, hava tey kristnu í nútíðar høpi, ikki
havt eitt slíkt samfelag fyri neyðini. Men um Eivind við hesum meinar, at tey
kristnu sita hendur í favn og ikki geva sær far um hvønn annan so fer hann
stórliga skeivur.
Eivind skrivar:
Vit lesa um, hvussu tey fóru
út í heim uttan at tey skuldu á áralangar skúlar áðrenn tey hildu seg vera
skikkaðan til at boða gleðiboðskapin. Tey gjørdu tað bara.
Høgni svarar:
Hetta er eitt stak vánaligt argument, tað sum vit kalla eitt 'strawman' álop. Eivind uppsetur her tað argumentið, at fyrsta árhundra
Kristindómurin skal hava samskipa áralangar skúlar fyri líkjast nútíðar
Kristindómi. Vóni Eivind er vitandi um, at Kristindómur í fyrsta árhundra slett ikki hevði tær sømdir sum Kristindómurin hevur ídag.
Tó eftir øllum at døma seg tykist tað, sum um Eivind heldur
at elstu Kristnu keldurnar eru nógv eldri enn kristin vanliga pástanda. At dømi
út frá øðrum pástandum, einaferð í 2-3 árhundra. Stuttligt tí tað er í 2
árhundra, at tey kristnu fara í holt við kristnar skúlar, Panteus í Alexandria
er eitt gott dømið. So um Eivind sipar til kristindóm í 2 árhundra, ja, so vóru
skúlar til taks, fyri tey sum fóru út í kristna tænastu.
Tó hetta argumenti hjá Eivind undrar meg stórliga, tí nú havi
eg hoyrt Eivind pástanda at hann er meistari í logik og deduktión og at hann
hevur serligar førleikar at uppfata og skilja fakta og veruleika frá lygn og óveruligleika.
Men her síggja vit kanska heldur eitt snøgt dømi uppá, at hendan hugsjónin hjá
honum ikki heldur.
Fyri tað fyrsta definera skúla? Høvdu tey kristnu í fyrsta
árhundra, skúlabygningar og universitetir eins og vit hava ídag? Ivaleyst ikki. Er hetta soleiðis Eivind definerar ‘skúla’? Vit vita tó, at Paulus og aðrir
møtust í skúla Tyrannusar í Efesus og tann fyrsti kristni skúlin vit veruliga
eru vitandi um, er Panteus skúlin í Alexandria, sum ivaleyst var virkandi í mið
aðru øld. Annars vóru tað fleiri kristnar miðstøðir við endan á fyrsta
árhundra, har frálæra fór fram, lærisveinavenjing, uttanatlæra, kopiðering av
tekstum, harí hesir eisini lógu inni við arkivum. Í veruleikanum ein skúli í
tátíðar høpi.
Men argumentið vísir eisini, at sum ikki einaferð, hevur
Eivind ikki peiling av hvat ið veruleiki og fakta snúgva seg um í nøkrum
kristnum høpi!
Fyrsta árhundra Kristindómur eins og annað árhundra
kristindómur var í síni heild ein skúli.
Kristindómur byrjaði sum eitt jødiskt lærisveina rák, og tað
vóru fleiri slíkir millum jødiska fólki og hetta vóru skúlar, har í lærisveinar
vóru lærdir og uppvandir av einum lærimeistara. Ein slíkur skúli vardi vanliga
í fleiri ár, og snúði seg bæði um frálæru og praksis. Hetta er tann myndin vit
fáa frá Evangeliinum, Ápostlasøguni, Brøvunum og eisini í teimum brøvum og
bókum sum eftirfylgja Nýtestamentligu bókunum.
Upplæringin av Jesusar lærisveinum tók ivaleyst trý ár og væl
møguliga longri.
Markus lýsir tað soleiðis:
Hann fór niðan á fjallið og kallaði til sín teir, ið hann
sjálvur vildi; og teir komu til hansara. So útvaldi hann tólv, sum skuldu vera
hjá honum, og sum hann so kundi senda út at prædika (Markus 3: 13-14)
Tað vanliga var at skúlin somuleiðis skuldi verða áhaldandi
eftir at uppruna lærimeistarin var farin foldum frá. Tí sigur Jesus í Matteus
28: 18-19 tá hann hevur stevnu við sínum lærisveina flokki í Galilea:
“Farið tí ú tog gerið øll fólkasløg til lærisveinar…læri teir
at halda alt, ið eg havi boðið tykkum”
Hevur tú hug at fara djúpri, kunnu vit fara inn á eina rúgvu
av versum og somuleiðis hyggja eftir skriftunum hjá tildømis Klement úr Róm,
Polycarp, Justin Martyr og Irenaeus; hesir annaðhvørt kendu ápostlarnar og ella
teir sum kendu ápostlarnar og høvdu tikið hendan hugburð og sið yvir.
Irenaeus lærsveinur Polycarps (sum var lærisveinur hjá
Jóhannes ápostli) lýsir hvussu hann sat og lærdi frá Polycarp og enntá lærdi
seg traditiónirnar uttanat:
‘...I then listened to them attentively, and treasured them up not on paper, but in my heart; and I am continually, by God's grace, revolving these things accurately in my mind’.
Somuleiðis lýsir Irenaeus hvussu Polycarp sjálvur hevði siti við føtur Jóhannesar:
‘...and how he would call their words to remembrance.
Whatsoever things he had heard from them respecting the Lord, both with regard
to His miracls and His teaching, Polycarp having thus received [information]
from the eye-witnesses of the Word of life, would recount them all...’
Veit ikki hvussu nógva vitan Eivind hevur um fornsøgu,
kirkjusøgu og griska málið, men tá talan var um uttanatlæru av hesum slag, so
var sipa til ein skúla, skúlabygning ella ikki!
Líknandi er sagt um Klement úr Róm:
‘...the very ancient, and universally known Church
founded and organized at Rome by the two most glorious apostles, Peter and
Paul...The blessed apostles, then, having founded and built up the Church,
committed into the hands of Linus the office of the episcopate. Of this Linus,
Paul makes mention in the Epistles to Timothy. To him succeeded Anacletus; and
after him, in the third place from the apostles, Clement was allotted the
bishopric. This man, as he had seen the blessed apostles, and had been
conversant with them, might be said to have the preaching of the apostles still
echoing [in his ears], and their traditions before his eyes. Nor was he alone
[in this], for there were many still remaining who had received instructions
from the apostles... To this Clement there succeeded Evaristus. Alexander
followed Evaristus; then, sixth from the apostles, Sixtus was appointed; after
him...’
Loveday Alexander fer neyvan skeivur tá hann skrivar:
“…as
Nock remarked long ago, to the pagan observer, the average Jewish or Christian
group would have looked more like a school than a religion” (Ancient Book
Production and the Circulation of the Gospels, í The Gospels for All
Christians: Rethinking the Gospel Audiences, s.79)
Tú tykist eisini at verða lukkuliga óvitandi um mótsætta
veruleika, at flestu kristnu sum í dag boða gleðiboðskapin, ongantíð hava verði
á nøkrum bíbliuskúla. Tey flestu sum ídag hava verið út í trúboðan hava verið
út við summartoymum í nakrar vikur. Hetta samsvarar ikki við pástandin hjá
Eivind um hesa áralangu skúlagongd fyri at verða skikkaður at boða
gleðiboðskapin. Hetta er ein beinleiðis villeiðandi útsøgn, frá einum sum
tykist fulkommuliga óvitandi um aldargomul eins væl og nútímans kristin
viðurskiftir.
Annars finnast tað eisini mong kristin, sum ikki bara í
summar toymum, men eisini í sínum dagliga gerandisdegi kunngera ella boða
Kristindómin, uttan at hava havt nakra serstaka venjing. Hetta sama telur fyri framstandi prædikumonnum
og kvinnum. Fyri nøkrum fáum vikum síðani, fór ein trúgvur Guds tænari úr Ebenezer
til gravar (Osvald Kjærbo). Maðurin halgaði tað mesta av sínum lívið til at
lesa, granska, prædika og undirvísa, tó uttan nakra gudfrøðiliga útbúgving,
ivaleyst hevði hesin eisini kunna sett flestu gudfrøðingar væl og virðuliga
uppá pláss, um eitt slík kjak hevði verið sett upp.
Sum heild í Ebenezer í Havn har eg vaks upp, ýddi av væl
lærdum prædikumonnum, fleiri av hesum kendu heila innihaldi av Bíbliuni nærum
av hjarta og flestu uttan nakra gudfrøðiliga útbúgving. Tá tú sigur at kristnir
forsprákarir í dag skulu hava gingi í áralangum skúla fyri at verða skikkaðir
av boða evangeliið, so vendir tú tær til eina verð sum er púra ókend í
veruleikanum. Eg kenni heldur ikki til hetta frá trúboðaramarkini, har eg havi
verið við og starvast í mong ár.
Tó so eru tað skúlar ídag, sum í hvussu frálærumessiga
samsvarar við at lærisveinarnir í fyrstu og aðru øld vóru upplærdir fulla tíð
og í áravís av kristnum leiðarum.
Men nú veit eg ikki hvønn trupuleika tú hevur við nútímans
bíbliuskúlum? Hesin fyrimunur ger at vit kristnu kunnu vinna okkum skjótari og
nógv meiri kunnleika. Veit ikki heilt hvussu hetta skilir meg frá upprunaligum
Kristindómi?
Eg veit heldur ikki heilt hvat tú meinar við ‘skikka’. Rætt
er at einstøk kristin uttan fulla upplæring og venjing, ídag eins og tá, taka
lut í kristnum virki og boða av boðskapinum. Men í Nýggja Testamenti, var mikið
gjørt burtur úr at tey sum framstóðu sum leiðandi alment, ella fóru út í
trúboðara tænastu vóru væl skikka til slíkt verk. Her fert tú enn einaferð
grundleggjandi skeivur, ivaleyst av tí einu orsøk at tú einki kennir til
kristnu skriftirnar ella tess fyriskipaninar.
Tak eitt nú fortreytirnar fyri at verða ein leiðandi 1
Timoteusbræv 3. Ein av fortreytunum er at hesin skal hava førleikan at læra
onnur; grundin er tikin upp í Titus 1: 9:
‘Ein í heldur fast við hitt
trúverda orð eftir læruni—fyri at hann kann vera førur fyri bæði at áminna við
hini heilnæmu læru og at teppa tey sum siga ímóti’.
Tað er ilt at siga um ein slíkur altíð hevði verið upplærdur
av einum ápostli sum ein fultíðar lærisveinur, ella um hesin fekk frálæru tá
hesir vóru tilstaðar og annars var sjálvlærdur. Men óansæð, so síggi eg ongan
mun á hesi lýsingini av Ur-kristindóminum og nú tíðarkristindóminum
Tá tú sigur at teimum ikki nýttust at halda seg verða
skikkaði at bera gleðiboðskapin, sum tú sigur: ‘tey bara gjørdu tað’, so fer tú
somuleiðis grundiga skeivur:
Ein av kravdu førleikunum var sum sagt, at kunna geva frá sær
frálæru, fleiri slíkir vóru upplærdir av ápostlum og ápostoliskum lærisveinum,
eins og teir fyrstu av Jesu lærisveinum vóru.
Lærisveinarnir vóru allir uppvandir til at verða ‘skikkaðir’
til slíka tænastu. Teir sum eftir fylgdu máttu somuleiðis verða uppvandir, sum
Klement úr Róm skrivar:
"Our apostles also knew, through our Lord Jesus Christ, that there would be
strife on account of the office of the episcopate. For this reason,
therefore, inasmuch as they had obtained a perfect fore-knowledge of this, they
appointed those [ministers] already mentioned, and afterwards gave
instructions, that when these should fall asleep, other approved men should
succeed them in their ministry. We are of opinion, therefore, that those
appointed by them, or afterwards by other eminent men, with the consent of the
whole church, and who have blamelessly served the flock of Christ, in a humble, peaceable, and
disinterested spirit, and have for a long time possessed the good opinion of
all, cannot be justly dismissed from the
ministry. For our sin will not be small,
if we eject from the episcopate those who have
blamelessly and holily fulfilled its duties. Blessed are those presbyters who, having finished
their course before now, have obtained a fruitful and perfect departure [from
this world]; for they have no fear lest any one deprive
them of the place now appointed them. But we see that you have removed some men
of excellent behaviour from the ministry, which they fulfilled blamelessly and
with honour". (Klement úr Róm,
44)
Henda dygdin sum var løgd í hesar lærarir, sást oftast aftur
í samkomulimunum:
carefully attending
to His words, you were inwardly
filled with His doctrine (Klement úr Róm 1-2)"
Eg síggi ongan mun á hesum og mínum uppvøkstri í mínari
samkomu sum ungur; bæði samsvara við hvørt annað.
At persónar bara lupu út í trúboðan, uttan at verða skikka,
er somuleiðis ein skrøna gitin úr tínum egna hugaheimi! Ein maður sum Paulus
(tildømis), eins og leiðandi toymi, tók heldur ikki bara beina leið út og
boðaði evangeliið, maðurin mátti tryggja sær í at Gud hevði roynt seg, at
Paulus hevði staði royndina og at Gud nú roknaði seg verdigan, tað vil siga at
hann var skikkaður:
“…eins og vit av Gudi eru
hildnir tað verdir, at evangeliið er okkum trúgvi upp í hendir, so tala vit,
ikki fyri at toknast menniskjum, men Gudi, sum roynir hjørtu okkara ” (1 Tess 2:
4).
Ein síða av sakini var lærdómur í skriftunum, eins og tá vóru
summi sjálvlærd og onnur upplærd fulla tíð, eins og ídag. Her kann bara sigast
at nútíðar Kristindómur og Ur-Kristindómurin samsvara.
Tín pástandur er tí ógrundaður, skeivur og villeiðandi.
So fyri at svara tínum pástandi omanfyri:
“Sært tú hetta í nútímans kristindómi?”
So er svarið: ja!
Eivind skrivar:
Trúarverja fyri hesi fyrstu kristnu var at opna munnin, tí heilagi andin skuldi nokk fortelja teimum, hvat tey skuldu siga.
Sært tú hetta í nútímans kristindómi?
Høgni svarar:
Púra
skeiv tulking, bæði av evnið og teksti!
Jesus
sum sigur hesi orðini, tosar um eina specifika umstøðu har tey standa fyri
rættinum og eru undir svárari atsøkn:
Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki
fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða tykkum givið í somu
stund, sum tit skulu tala (Matteus 10: 19).
Eivind
tykist ikki leggja stórt í heildarmyndina og samanhengin, tí hesin sami sum
úttalaði orðini í Matteus 10: 19, er tann sama sum nýttið trý ár av sínum lívið
til at læra og uppvenja ein hóp av lærisveinum til framtíðar tænastu. Í Matteus
28: 20 sigur hann við hesar somu lærisveinar og aðrar við: ‘…læri teir at halda
alt, ið Eg havi boði tykkum’. Men bíða nú, eg helt Bíblian segði, at kristin
fólk eina eiga og kunnu tala spontant eftirsum tey opna munnin og loyva Andanum
at tosa? Ella kann tað hugsast at tað møguliga bara er talan um, Eivindsa í
botn og grund skeivu útlegging av bæði teksti og evnið? Hetta er langt frá
fyrstuferð!
Slett
ikki tí, kristin søkja Gud um at tala tað sum er rætt og eftir vilja Hansara og
enntá um at Andi Guds skal nýta, leiða og inspirera orð teirra. Men avgjørda
útsøgnin hjá Eivind hoyrir ikki heima innan Bíbilskari kristindóms doktrinu.
Eivind skrivar:
Sjálvandi sær mann ikki alt hetta, tí nútímans kristindómur og ikki minst trúarverja, hevur sín uppruna í 1800 talinum. Stórt sæð tað einasta tú hevur til fealgs við tey fyrstu kristnu er, at tit trúgva á ein persón við navninum Jesus. Mátin tit gera tað uppá er so grundleggjandi øðrvísi, at tað akkurát tað sama kundi verið talan um tveir ymiskar átrúnaðir.
Sjálvandi sær mann ikki alt hetta, tí nútímans kristindómur og ikki minst trúarverja, hevur sín uppruna í 1800 talinum. Stórt sæð tað einasta tú hevur til fealgs við tey fyrstu kristnu er, at tit trúgva á ein persón við navninum Jesus. Mátin tit gera tað uppá er so grundleggjandi øðrvísi, at tað akkurát tað sama kundi verið talan um tveir ymiskar átrúnaðir.
Høgni svarar:
Hatta undrar
meg upp aftur meiri.
Tað kann
lættliga vísast á við teimum keldum við hava, at bæði Kristindómur sum heild og
trúarverja, sæst aftur í Nýtestamentligu Skriftunum og tí tilfarið sum er
skriva í øðrum árhundra.
Tildømis
fleiritalið av nútímans kristnum, trúgva uppá ein Gud, Jesus sum eitt við Gud,
Heilaga Andan, synd, satan, einglar, illar andar og andaheimin, persónliga
frelsu gjøgnum trúgv og umvending, Heilaggering (tað er lívið sum skal eyðkenna
frelsu og umvending), bøn, tilbiðjan, møtir ella kirkjugongd, elstaskap og
leiðslu millum tey kristnu, at geva pengar, luttøku í socialum arbeiði,
moralskan lívshátt, hjúnaband, trúboðan, himmalin, helviti, ævinleikan,
uppreisn av deyðum, etc.
Ósemja
gjøgnum tíðirnar (millum orthodox kristin) hava verið viðvíkjandi dópi, um
frelsan er ævig ella ikki, um allar náðigávurnar kunnu praktiserast til allar
tíðir, fríðan vilja og útveljing, í hvønn mun religión og politikkur kunnu
samantvinnast.
Tá
Kristindómur gjørdist statsreligión í Rómverjaríkinum, gjørdust øll Kristin,
tey flestu uttan veruliga trúgv og umvending, sum førdi til misbrúk av trúnni
undir tí vit kalla katekumen, tá kom eisini nógvur lortur inn, men skriftin var
kortini tann sama og sannur Kristindómur menti seg og vann framaftur.
Somuleiðis kunnu vit nevna ein persón sum Karla Magnus sum samantvinnaði
Mósilógina við Kristindóm og skapti ein meiri militant slag at Kristindómi. Tó
so vóru skriftirnar tær somu og doktrinan, var tann sama, og tann sanni
upprunaligi Kristindómurin var standandi.
So Eivind tá
tú sigur at Kristindómurin sum er frammi í dag er eitt reint produkt úr 1800
talinum og at einki uttan trúgv á Jesus stavar frá tveimum øldum síðani, so
fari eg at biðja um eg grundgeva fyri tínum pástandi.
Eg forvænti
av tær (Eivind) at tú framleggur einar 40-50 síðir av tilfarið, har í tú
grundgevur tín pástand og vísir á við keldum at øll tey evnir og punktir sum
Kristindómur í dag gongur inn fyri, ikki funnust innan 1800 talið og heldur
ikki vóru praktisera.
Tú ert jú
ein serfrøðingur innan logik og deduktión sum tú sjálvur pástendur og við hesum
metir tú teg jú førðan fyri at seta alt og øll uppá pláss. So nú hevur tú enn
einafer møguleikan at vísa mær og øllum at tú megnar hetta og at
omanfyristandandi pástandur tín er haldandi.
Og kom nú
ikki aftur og sig at eg havi miðskilt tað heila, eingin fellur fyri hasum
longur.
Ella hvat,
komi enn einaferð at bíða leingi?
Heilt
leingi?
No comments:
Post a Comment
Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.
Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.
Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.