Wednesday, December 25, 2019

Upprunin: kompunentar ella intelligensur?

Meiri og meir gerist eg sannførdur um at niðurstøður viðvíkjandi abiogenesis (byrjanini til líivð) er eina ovurhonds royndin at skilja tilgongdina til lívið, gott nokk út frá okkara royndarstovum og sjálvandi tengt at okkara høga intelligensi, men íblanda og manga grunda á einari ørgrynnu av spekulatión og hugfloði.

Eg vil tó ikki miðskiljast her. Eg havi ikki ein negativan hugburð til hesa gransking og eg kann fullvæl taka undir við at lívið á jørðini er samansett av kompunentum, eitt nú at DNA tilfarið uppstóð í undirsjóðar gosandi holum ella undir jarðarskorpuni (hetta sum Dávid kongurin og profeturin eisini tykist leggja upp til í Sálmunum) og at allar fyrstu stigini til byrjanina av kyknu mekanismunu møguliga fór fram í vatnberandi olju boblum sjálvt um eg meti slíka forkláring verða burtur úr vitið og grundaða á hetta despurata hugfloðið.

Óansæð, biologiskar suppur og for-livandi kompunentar forklára bara ikki slíka organisering uttan intelligens ella Gud.


Hvat meini eg tá við? Eg meini at ein fulførd roynd at skilja sundur eina kyknu í allar tess kompunentar og funktiónir forklárad líka lítið um tess uppruna enn sundurskiljanin av einum bili. Og samansetingin av einum bili krevur intelligens, eins og sundurskiljanin av einum bili peikar á kelduna til tess uppruna at verða intelligensur.


Orsøkin til at hópurin av royndarstovum við ovurhonds intelligentum og væl lisnum individum royna at fokusera á hvør sína detalju til tess at taka fyrstu fetini móti at skapa okkurt líknandi úr somu kompunentum, fortelur okkum eina at slík samanseting krevur meiri enn nátturliga og blinda útveljing.


Og sum um hattar kemur nær námindi slíkari mekanismu og teknologiskari samanseting. Slík gransking skal eisini kunna svara uppá logikin handan blindaðari leiðslu í funktiónum sum sjálv-endurgerð, ovurhonds informatión, rætting og yvirseting og hvussu hesi samansett veita nátturligt lív.


Og enn eru langur vegur frá heila mekanismu, ikki fyri at gloyma ómaterialistisku tilvitskuni.


Besta forkláringin uppá lív er tí intelligensur.


https://www.statnews.com/2017/07/28/cell-build-from-scratch/?fbclid=IwAR3BV-fIx82Yu9rVRUuYxrNwa1eBGmp4C4csr2u_SqKYaQOXKECDBHds6-w




Thursday, December 19, 2019

Hin sjokerandi Bíbliu teksturin

Nógv umrøddi og sjokerandi teksturin í Efesusbrævinum 5: 22:
"Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar - sum Harranum!" (Efesus 5: 22)
verður mangan sipaður til, antin fyri at stuðla undir kúgan ella fyri at vísa á/ ávarða um/ímóti kúgan.
Eg lesi tó onganstaðnis í kristna tekstinum sum heild, at hugburðurin hjá einum eftirfylgjara Jesusar snýr seg um ábyrgd annars at boyggja seg fyri mær persónliga, men heldur tað mótsatta, hvørjum eg eiga at undirgeva meg.
Ein maður í er ein sannur eftirfylgjari Jesusar fer ongantíð at ganga við slíkari hugsan, eftirsum slík hugsan gongur móti hugburðinum í kristnari læru (sí fyrsta Pætursbræv 5).
Hetta sjokerandi versi er tí ætla konuni til umhugsunar og ikki manninum sum eina byrðu at leggja yvir konu sína.
Men so er tað eftirfylgjandi, líkaleiðis sjokerandi versi sum er ætla manninum til umhugsunnar, sum mótsatt tí fyrra er lítið umrøtt, tó at tað er hetta seinna versi sum veitir positivan javnan í.
"Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana" (Efesus 5: 25)
Eg ditti mær at hugsa at snúði hesin teksturin seg veruliga og absolut um negativa prísin at verða ein maður ella ein kona í einum hjúnabandið, so sær tað heldur svartari út fyri mannin.
Teksturin er tí ikki negativur men sera balanseraður.

Mynd hjá Kristindómur Svarar

Thursday, December 12, 2019

Hví eg ikki eri næstan so nógv ateist sum Ricky Gervais

Er man kristin, trúgvandi, teist, etc, far man mangan hesa skotna eftir sær.
Men hví gevur hendan myndin niðanfyri onga sum helst meining?
Tí hesir 2699 gudarnir og fleiri aðrir eru demi-gudar. 
Tað vil siga teir umboða skaptar verur sum eru bundnar at skapan, tíð og rúmd. Teir kunnu í ymiskum religiónum verða sipaðir til sum gudar men vanliga ikki sum Gud. 
Og hasi er hvør sítt.
Havi varhugan av at gudloysingar blanda evnið við religiónir og hesi eru eisini hvør sítt frá so kallaða Guda konseptinum.
Guda konsepti sum sipar til konsepti av tí sum er undan øllum, konsepti sum jødar, kristin, muslimar og eisini hinduar halda fast við uttan at skula íblanda teirra religión. 
Í Bíbliuni kunnu vit sipa til slíkar líknandi verur sum einglar, ella andar ella tignir, etc.
Man kann tí siga at trúgvandi av øllum religiónum trúgva uppá slíkar verur; tó ikki tær somu spesifikku.
Tó, hattar er óviðkomandi.
Tað snýr seg alt um hendan eina Gudin (sum verður sipaður til) sum vit teistar og kristnu øll trúgva á (tá hugsa verður um konsepti) og sum hesir báðir gudloysingarnir á myndini siga seg ikki trúgva á. 
Tað er hesin Gudurin sum er alt avgerandi. Tað er konsepti av hesum Gudinum sum enn verður kjakast um innan heimspekini og sum verður sipaður til í vísindaligum høpið. Har eitt nú Óðin og Tór og aðrir semi gudar ikki eiga nakað pláss. 
Tað er hesin sum er undan øllum, sum ikki er bundin at tíð, sum heldur skapir tíð, sum ikki er bundin at rúmd og sum skapir rúmd og sum ikki er bundin at tilveru, tí øll tilvera, alt sum eksisterar gongur út frá Honum.
Tað er ikki trúgvin á andar, einglar ella demigudar sum avgerð nakað, men tað er trúgvin ella áskoðanin um hendan Gudin/konseptið/intelligensin sum avger um ein er ateist ella ikki.

Mynd hjá Kristindómur Svarar