Wednesday, August 28, 2013

Enn einaferð: Kommunisma, Stalin, Pol Pot, Hitler og ateisma: Aftursvar til desperatar ateistar


Eg hevði einki annað væl enn at svara hesum pástandinum aftur (enn einaferð).

Ein gudloysingur á Facebook, vísti á hesa leinkju fyri at vísa at persónar sum Hitler, Stalin og Pol Pot slett ikki vóru ateistar og at teirra ræðuleikar tí slett ikki kunnu undirleggjast ávirkan ateismunar.

Eg sigi ikki og eingin sigur at allir ateistar taka undir við ræðuleikum og at allir ateistar kunnu bólkast saman við hesum psykopatum omanfyri.

Tó so vóru hesir ateistar og teirra ideologi og søk var grundfest í ateismu.

Tað er tí neyvan nøkur loyna og væl at skilja, at aktivir gudloysingar, sum longu føra eitt propaganda kríggj oftani hava ilt av, at veruleikin ikki heilt passar við teirra pástandir, nemliga pástandin, at religiónin skuldi verið rótin til alt ilt; soleiðis sum Dawkins og aðrir leggja upp til tað.

Í seinasta árhundra tykist veruleikan at vísa á tað beint øvugta.

http://www.examiner.com/article/refuting-the-myth-that-hitler-stalin-and-pol-pot-were-atheists-1

Men, satt at siga, skal eg viðganga, at veit eg ikki hvussu var við Hitler (var Hitler gudloysingur ella ikki?), uttan tað at maðurin var propagandameistari og leyg sum djevulin sjálvur. So mikið fyri hansara úttalisir sum Gud og Kristindóm í hansara talum og bókini Mein Kampf.

Og síðani nær eru vit farin at taka Hitler í álvara?

Somuleiðis eru góð prógv fyri at nazistarnir, undir nazitíðini royndu at avkristna Týsklandi. Tíðskil er nevyan nøkur grund at halda, at Hitler neyðturvilliga bardist fyri Guds søk, ella nakrantíð hevði tað í hyggju; í hvussu er ikki fyri Kristindómin.

Mítt aftursvar niðanfyri, er skjótt skriva, ætla sum ein skjótt viðmerking á FB, ivaleyst við stavifeilum og øðrum, men kortini týdningarmikið fyri ateist-teistiska kjakið:

Ótrúliga vánalig og høpisleys grein; nakað sum slett ikki rationelt viðger umstøður, fakta, keldur ella nakað.
 Tildømis 1): Hitler eins og Mussolini kundu ikki føra ein ateistiskan bardaga, møguliga tí at søkin hevði fløkt seg við Kommunismuni eystanfyri, sum nógvir týskarir og Italienar hataðu. 2) Úttalisini í Mein Kampf og aðrastaðni byggja tí ikki uppá annað enn propaganda, ella hvat skulu vit nú taka Hitler í álvara? Ja hví ikki, nú tá vit kortini, á okkara døgum eru farin at læra um moral frá djórunum?
 Annars lesið eitt sindur at týskari søgu og biografiðum sum klárt og týðiliga vísa á, hvussu Týskland undir nazistunum var við at avkristnast.
 At Stalin og heila kommunistiska rákið var ateistiskt og at ateisma var grundleggjandi fyri teirra ideologi og gerðir, sæst frá teirra egnu skriftum, har er eingin vegur uttanum og einum nýtist ikki at verða desperatur fyri at síggja veruleikan í eyguni.
  Allir hesir kommunistisku tekstirnir eru á netinum og enntá á enskum.
 Vælsignaðu ateistar, geri eitt sindur av heima arbeiði heldur enn bara at gloypa øllum slíkum desperatum skrivum, sum (...) vanliga kemur við, sum tað omanfyri, rátt.
 Eitt snøgt dømi uppá hvussu vánaliga greinin omanfyri er, er tess viðgerð av Pól Pot. Greinin førkar seg frá veruleikanum við at fløkja Pól Pot og hansara kommunismu upp í Buddismu. Wow...eg fái látursannfall.
 At Pól Pot var uppaldur sum buddist og gekk á einum katólskum skúla, sigur ikki ein pinn um teir ræðuleikar maðurin var atvoldin til í Kambodia.
Tað sum veruliga hevur týdning í høpinum, er Pol Pot undan ræðu árunum í heimlandinum var ávirkaður og upplærdur av fronskum kommunistum í París, Fraklandi, har hann eisini var í holt við sína útbúgving, og tá gjørdist partur av franska kommunista rákinum; hesir vóru gudloysingar. Visti annars ikki at buddisma er teisma?
 So stutt sagt, eg eri keddur av at bedrøva tykkum, tað hvørki nyttar ella sømir seg at stinga høvdið sandin. Blóðigu hópdrápini og kúganin seinastu 100 árini, má sigast at verða framd serstakliga av hond teirra gudleysra; einum nýtist ikki at fara aftur til Miðøldina ella Kánan at gremja um brot á mannarættindir.

Saturday, August 17, 2013

Drepa nýføðingar???


Drepa smábørn???...helt tey siga at okkara samfelag hevði útvitkla seg til nakað betrið, moralskari, frælsari.

Men nú kom tað. 

Hetta er tað sum eg bara havi bíða eftir og úttala meg negativt um í meiri enn eitt ár, samstundis sum ateistar hava kalla meg óerligan og svakan.

Vælkomin til eitt gudleyst samfelag, har vit nú møguliga skjótt kunnu drepa okkara børn (upp til ein vissan aldur).


Í hvussu er, eru vit nú komin so langt á mál, at hesir etisku heimspekingar eru komnir til niðurstøðuna, at munurin á at drepa eitt óføtt barn og at drepa ein nýføðing er møguliga nærvið null.

Nær fara vit at vakna upp og lukta kaffi?


http://www.telegraph.co.uk/health/healthnews/9113394/Killing-babies-no-different-from-abortion-experts-say.html

Vit eru fiskar...sigur gudloysingurin


Friday, August 16, 2013

Filmurin hjá Ray Comfort 'Evolution vs. God'


So kom filmurin 'Evolution Vs. God' hjá Ray Comfort út. 

Comfort er ikki nakar vísindamaður og hevur áður gjørt onkran brølara í sínum royndum at vísa darwinistunum aftur. Tað eigur tí ikki at koma sum óvart á okkum, at ávíst sum maðurin kemur inn á í hesum filmi, ivaleyst fer at verða víst aftur (í hvussu er í teoriðini).

Tó so er hetta ikki ein vánaligur filmur. Hugsi kanska serstakliga á tað fokus sum er á úttalisini hesum hjá darwinistum og gudloysingum, professarum og teirra næmingum og hvussu hesir halda heimin og tilveruna henga saman.

Í filminum vil Comfort hava hesar gudloysingar at vísa á observandi núverandi, verulig empirisk 'evidence' fyri at eitt slag av onkrum livandi, broytir seg til eitt annað; men hetta tykjast hesir gudloysingar hava torført at svara upp.

Tað sum ikki kemur óvart á meg er, at næmingar blint tykjast trúgva tí sum teir hoyra og lesa og at summir av hesum forsprákarum fyri menningarlæruni, ikki hava ánilsi fyri hvar teir veruliga standa. 


Stuttligt eisini, at hoyra MA næmingar greiða frá øllum hesum, uttan at verða í verjustøðu; stuttligt tí hetta verður orða væl øðrvísi enn teir setningar vit vanliga lesa frá føroyskum ateistum, í royna at verja teirra sjónarmið.

Áhugavert eisini at hoyra ein av forsprákarunum fyri UCLA pástanda, at skúlar í USA loyva ávirkan av ID (Intelligent Design), sum er kolasvørt lygn.

Tann veruliga óhugnaliga síðan við filminum, er ávísanin til moral og etik, sum tykist verða ávirka av gudloysu heimsmyndini; tildømis verður menniskja ikki hildi at hava meiri virði enn ein hundur; 4 av teimum sum spurgd vóru, søgdu seg heldur vilja bjarga teirra egna hundi enn teirra nábúgva, um nábúgvi og hundur vóru við at drukna.

Hetta eigur heldur ikki at koma so óvart á okkum, tá hugsa verður um, at menniskja í veruleikanum eru fiskar, sum gudloysingurin PZ Myers eisini hentydar til í filminum; og tá gevur tað meninig, sum onkur av hesum eisini hentydaði til, at hetta skyldast menningarlæruni og av at nátturan er valda av 'survival of the fittest.

Filmurin fer komandi dagarnar og vikurnar ivaleyst at verða demoniseraður so tað forslær, men alt hetta stendur tó eftir. Og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálvi, hvat ein gudleysur hugburður og hugsjón hevur at bjóða okkara samfelagið?

http://www.youtube.com/watch?v=U0u3-2CGOMQ

Thursday, August 15, 2013

Gud og Stephen Hawking

Stephen Hawking er kendi fysikarin sum vit síggja sitandi í rullustólið og tosa gjøgnum eina teldu. Hetta eigur tó ikki at lumpa okkum, maðurin er eitt satt flogvit og ein av heimsins gløggastu vísindamonnum.

Hann er eisini tann sum hevur gjørt øll í ørviti við sínum úttalisum, um hann (Hawking) heldur Gud verða neyðturvilligan og hansara eksistens verða logiskan ella ikki.

Seinastu tvær bøkurnar kundu títt uppá at Hawking tekur avstand frá Gudi ella flýggjar frá Gudi.

Hetta við 'flýggjan' sigi eg, tí maðurin leggur upp til slíkar pástandir so sum, at alheimurin byrjaði uttan at byrja og at alheimurin uppstóð orsaka av 'gravity' (um eg skilji hann rætt).

Ex-konan hjá Hawking var tó sannførd í, at Hawking við sínari vitan og óansæð sínum trupla lívið, veruliga trúði á Gudin; ivaleyst kunnu vit sitera Fred Hoyle tá hann sigur at Gud valdar tonkunum hjá vísindafólkunum meiri enn hjá prestunum.

Monday, August 12, 2013

Hví eg sum kristin ikki luttók á Faroe Pride


Fyri stuttum løgdu limir í LGBT eina grein út um Matthew Workman, ein mormonara, sum luttók í einari ‘gay pride' skrúðgongu, og sum í løtuni eggjar øðrum mormonum og eisini kristnum til at luttaka og eisini at broyta hugburð mótvegis samkyndum.



Umsetta greinin við heitinum: ‘Hví eg luttók í Pride skrúðgonguni, og hví tú eisini áttið at komið við’ tyktist vera ein innbjóðing til føroysk kristin um eisini at luttaka og ein frágreiðing um, hví kristin sambært bíbilskum sjónarmiði kunnu luttaka.

Hetta skrivið hjá mær er ein viðmerking til nakað av innihaldinum í greinini. 

Men áðrenn eg viðmerki, vil eg fyrst siga: Takk fyri innbjóðingina.

Eg eri partvíst samdur við viðkomandi (Matthew Workman), sum hevur skrivað greinina. Tey kristnu eru ongastaðni (í Bíbliuni) eggjað til at kúga, døma ella hata samkynd. Somuleiðis eri eg samdur í, at tey, sum eru við til at kúga m.a. samkynd, koma í høpinum av ‘Ríkið Guds’ at standa til svars fyri hægru maktini. Soleiðis skal kristindómur ið hvussu er skiljast. Tí verður í hesum sambandi ikki sipað til Móselógina - ein lóg, sum varð givin øðrum fólki í øðrum andaligum tíðarhúshaldi, í aðrari tíð og undir øðrum umstøðum - men læru Kristindómsins og Nýggja Testamentis.

Tó (og her kemur tað partvísa inn) merkir hetta ikki, at kristin eiga at taka undir við samkyndum lívsstíli, geva skarvin yvir fyri at vera politiskt røtt ella luttaka í LGBT skrúðgongum.

Hví?

Jú, sum tey flestu ivaleyst hava fatað, so hava Jesu eftirfylgjarar bæði persónin Jesus Kristus og Ný Testamentligu skriftirnar sum útgangsstøði; lív okkara er tengt at læru og fyrimynd Jesusar og læru ápostlanna, og henda fyrimyndin og hesar skriftir fevna ikki eina um gudfrøði, men eisini um lívsstil, moral og etikk.



Fyrimynd Jesusar lærir okkum, at vit ikki skulu vera fordømandi, Jesus hugdi ikki hyggja niður á syndarar (og tá eg nýtið orðið syndari í hesi grein, er tað ikki specifikt eitt skot eftir samkyndum). Og so kunnu vit sjálvandi spyrja okkum sjálv, hvussu vit skuldu kunnað annað. Bíbliunnar læra lýsir, at hvørt menniskja av nátturu er syndigt og harvið óskikkað at døma, meðan hesin Jesus eftir læru Bíbliunnar ikki verður roknaður sum syndari. 
Tó síggja vit ikki Jesus døma, gremja seg ella halda seg burtur frá syndarum. Harafturímóti síggja vit Jesus javnan sita saman við syndigu útskotunum úr fyrstu øld og enntá eta og drekka í teirra samfelagi, eitt eyðkent jødiskt tekin í fyrstu øld um, at tað ikki varð hugt niður á tey við fordøming.

Tískil koma her dømi um, at Jesu eftirfylgjarar skulu hava sama hugburð, og ávaringin um, at tey, sum døma, skulu sjálvi verða dømd:

"Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd!” (Matteus 7: 1)

Jesus dittaði sær enntá at orða seg soleiðis:

Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!” (Matteus 21: 31)
Orð Jesusar tala fyri seg, tað tykist ofta lættari hjá hesum útskotum og óreligiøsu at trína inn í Ríki Guds enn hjá religiøsa fanatikaranum (og 'útskot' og 'óreligiøs', eru í hesum høpið ikki ein specifik peikan eftir samkyndum).

Tískil tekur Jesus eisini mangan meiri dýran til og klikkir nógvar ferðir meiri niður á hesar religiøsu fanatikarir enn á tann opinlýsa syndaran.

Tá ið tað er sagt, er tað harnæst av týdningi ikki at missa fulla samanhangið, tí her er tað, at tey mongu velja at vera nøgd við avmarkaðan bíbliukunnleika, samstundis sum tey nokta at hyggja nærri at fullu læru og hugburði Jesusar. 

Latið okkum fyrst taka fyrimyndina Jesus – hesin, sum javnan át og drakk við syndarunum, og sum vísti okkum á ein ófordømandi hugburð. At Jesus var góður við syndaran, kemst ikki uttanum, men hetta merkti kortini ikki, at Jesus jaliga góðtók lívsførslu syndarans. Til dømis tosar Jesus harðliga ímóti hori, lystum eygnanna (t.d. at hyggja at øðrum við girndarhuga, nakinmyndir o.s.fr.), dráp, vreiði, hatur, hjúnabandsbrot o.s.fr.

Yvirlitið, sum Jesus einaferð nevndi og soleiðis, sum Markus hevur endurtikið tað, ivaleyst frá Pæturi ápostli, ljóðar: “Siðloysi, stuldur, manndráp, hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska” (Markus 7: 21-22).

Hetta  yvirlitið rakar hvønn einstakan av okkum og øll sløg av fólki og hesi, sum Jesus var góður við, men hvørs lívsførslu hann samstundis talaði ímóti.

Við øðrum orðum: skøkjan og tollarin, sum hava lættari við at koma inn í ríki Guds enn religiøsi fanatikarin, trína ikki inn í hesa sælu, tí tey hykla minni, men tí tey mangan hava lættari við at umvenda seg, og umvending er kravið.

Jesus segði við teir: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarar og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds enn tit!
Tí Jóhannes kom til tykkara á rættvísivegi, og tit trúðu honum ikki; men tollarar og skøkjur trúðu honum; og tóat tit sóu hetta, angraðu tit tað kortini ikki aftaná, so tit trúðu honum’ (Matteus 21: 31-32).

Tað eigur tí ikki at koma dátt á okkum, at Jesus eisini lýsir hesi, sum hann hevur verið góður við, sum hann ikki hevur dømt, og sum hann hevur etið og drukkið saman við, eisini við neiligum orðum, eins og hann ger við hyklandi religiøsa fanatikaran:

“Stríðist fyri at koma inn um hitt tronga portrið! Tí mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn og ikki koma…Tá skulu tit fara at siga: ‘Vit ótu og drukku fyri eygum Tínum, og tú lærdi á gøtum okkara’! Men Hann skal svara: ‘Eg kenni tykkum ikki, hvaðani tit eru; farið burt frá mær, øll tit sum gjørdu órætt…’! (Lukas 13)

Greinin, sum eg her svari aftur, rakar harvið langt við síðuna av, tá hon leggur upp til, at tú dyrkar Gud, um tú luttekur í skrúðgongum sum Faroe Pride, og tað enntá fyri tína trúgv (ivaleyst sipað til kristna trúgv). Hetta gevur onga meining í kristnum høpi, har lystur samkynda eins og ymisk onnur tráan skilir seg frá tí lívsstíli, sum verður álagdur okkum.

Jú, tú dyrkar Gud, um tú elskar samkynd, eins og tú eisini elskar øll tíni  medmenniskju. Tú dyrkar Gud, um tú ikki hyggur niður á samkynd ella fordømir og háðar tey, eins og tú somuleiðis dyrkar Gud, um tú ikki dømir og háðar onnur medmenniskju.

Men tú dyrkar heldur ikki Gud, um tú tekur undir við samkyndum hugburði ella lívsstíli, eins og tú heldur ikki dyrkar Gud, um tú tekur undir við øðrum, sum Nýggja Testamenti forbjóðar.

Brot úr Bíbliuni, so sum: ‘dømið ikki’ ella ‘elska næsta tín sum teg sjálvan’ ella ‘alt sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu eisini tit gera teimum’ merkja ikki, at tann kristni neyðturviliga skal taka undir við øllum, sum næstin ger. Havast skal í huga, at setningurin: “elska næsta tín sum teg sjálvan”, stendur saman við “elska Harran Gud tín av øll hjarta tínum”; har Jóhannes ápostulin í brævi sínum skrivar, at: “Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara”.
Boð Guds fevna um hópin av góðum gerðum, positivan hugburð, sterk hjúnabond o.a, men eisini um ávísan atburð, lívstíl og hugburð, sum ein skal halda seg frá.

Tað er tí høpisleyst at nýta sum grundgeving fyri, at kristin skulu fara á Faroe Pride, at onkur mormonari er vorðin meiri opinsinnaður, ella at nøkur kristin hava ment seg úr fornøldini. Tað er høpisleyst, av tí at hesi fara ímóti tí læru, sum Bók teirra kristnu ásetur og umboða tí als ikki tað trúgv og tey virðir, sum kristindómurin upprunaliga stendur fyri.

Talan er her um slík, sum sundurpetta kristindómin fyri at fáa hann at hóska til ein og hvønn tíðaranda. 

Um kristindómurin skal skerjast fyri at toknast hvørjum Peri og Pól, Adam og Steve og hvørjum Vishnu og Ahmed, bæði í eystri og vestri, hvat hevur Kristindómurin so eftir at bjóða?

Eg ynski tykkum samkyndu alla eydnu við lívinum og ætli mær ikki at taka lut í nakrari kúgan; tvørturímóti er tað mín kristna skylda at virða samkynd sum vanlig fólk og medmenniskju og eisini at standa saman við teimum, um tey verða atsøkt, verði tað seg í Russlandi ella Uganda.

Men tá ið tað er sagt, so fari eg neyvan at taka undir við samkyndum lívsstíli og als ikki við søk LGBTs og ætli mær tí ikki at luttaka í tykkara skrúðgongu.

Annars skrivaði eg hetta skrivið av tí einu orsøk: at LGBT viðhaldsfólk í hesum føri í teirra reklamu fyri Faroe Pride blandaðu Bíbliuna og kristnu trúnna uppí.


Vinarliga

Høgni Johannesen

Nær var Markusar Evangeliið skriva?


Papias sum livdi í Hierapolis í Líttla Asia, skrivar at Markusar Evangeliið var skriva av Markus, læriveini Pæturs, og at Markus skrivaði niður tað sum Pætur segði.

Hetta fellur ikki væl í oyrunum hjá kritikarum, eftirsum hetta hevur við sær, at Markusar Evangeliið sum eygnavitniskeldu kann nýtast í grundgevingini fyri at Evangeliini møguliga kunnu varpa ljós á veruleika.
Hesir argumentara tí fyri, uttan stórvegis grundgeving, at Papias neyvan hevur skriva hetta við árhundraskifti, men heldur umleið ár 140, eftirsum Papias møguliga doyði í ár 140.

Hetta argumentið fellur. Eitt er sjálvandi at Papias møguliga doyði í ár 140, men hví og hvussu skal hetta grundgeva fyri at Papias neyðturvilliga skrivaði hetta í ár 140?

Og víðari, um so var at Papias skrivar hesi orð í ár 140, hvussu skuldi hetta kortini loyst trupuleikan hjá bíbliukritikarum, eftirsum Papias, í livdi í seinnu helvt av fyrsta árhundra, harvið er førur fyri at framleggja eina keldu úr fyrsta árhundra. So kann tað verða líka mikið, um maðurin niðurskrivar hetta í 1 árhundra ella fyrru helvt av 2 árhundra.

Eisini so sipar Papias í skriving sínari, til tvær heimildir, Johannes tann Elsta og Aristion, sum opinbert vóru eygnavitnir til Jesus og vóru lærisveinar hjá ápostlunum.

Papias leggur dent á at hendan kunning um Markus, Pætur og Markusarevangeliið, kemur frá hesum báðum, sum ein eygnavitnisyvirførðing, sum harvið bendir á, at keldan er úr fyrsta árhundra.

Gudloysingar og kritikarir eru skjótir at pástanda, at Papias lýgur. Men vit kunnu eins væl pástaði mótsatt kritikarinum, at Papias sigur sannleikan. Hví skuldi Papias lúgva og basera uppá hvat? Um Papias íspinnur hesa informatión, kundi Papias líka so væl tikið pástand sín víðari og skriva, at keldan var givin honum av einum ápostli, møguliga Jóhannes ella onkrum øðrum, sum eisini livdu um somu tíð og at Markus Evangeliið var skriva niður beinleiðis av Pætur.

Her kundi ein eisini, bara fyri at provokera, ivaleyst sipa til agnostikarin og bíbliukritikarin Bart Ehrman, sum í bók sínari: Jesus the Apocalyptic Propte of the New Millennium, skrivar, at vitnispurður Papiasar, má takast í álvara.

At Markus er ein eygnavitnis kelda, skriva niður av einum sum hevur diktatera kelduna, kemur eisini til sjóndar í sjálvum tekstinum hjá Markus, har í granskingararbeiði vísir á, at Markus tykist ómetaliga oralskt av nátturu og ómetaliga ávirka av armaiska málinum. Hetta samstundis sum at tilfarið í mongum førum er samansett av smáum eindum, sum var hætturin lærisveinar lærdu seg at minnist hópin av informatións yvirføring uttanat. Somuleiðis er tað av áhuga, at orð Jesusar í fleiri førum, kunnu yvirsetast frá griskum til aramaiskt (málið sum Jesus talaði), har í serfrøðingur gjørdust varhugir við, at orð Jesusar gjørdust rytmisk og poetisk, eisini ein týðinandi partur at uttanatlæru.

Skrivingin hjá Papias sum kann tíðarfestast umleið ár 90-110, stavar frá bókini hjá Eusebius úr 4 árhundra, um søgu Kristindómins. 


Nakrir kritikarir hava tí pástaði at keldan er ov langt frá samtíð Papiasar og tí er óálítandi.

Men vit kunnu aftur spyrja hví? Eg kann sjálvandi siga at Eusebius ger brúk av einum kristnum bókasavnið, har í tey kristnu hava savnað kristnar bókmentir, sum tey kristnu eisini løgdu dent á, líka niður til tíð Papiasar; so hví skuldi skriving Papiasar ikki koma frá pennið Papiasar og basera uppá hvat, skuldi skrivingin ikki komi frá penni Papiasar?

Harnæst er Papias nevndur í skrivingini hjá Irenaues, sum var lærisveinur Polykarps, sum kendi Jóhannes og aðrar ápostlar. Irenaeus skrivar í ár 180 og sipar eisini til Papias, eins væl og somu informatiónina, at Pætur hevur diktera evangeliið til Markus, og óheft av Papias.

Ein onnur kelda skriva um ár 140-160 er Justin Martyr, sum vísir á, at evangeliini eru at finna á kristna bókasavninum í Róm við byrjanini av 2 árhundra. Justin Martyr navngevur tað eina sum 'Endurminning Pæturs' við einum sitati úr Markusar Evangeliinum, kapitul 3. Tað vil siga Evangeliið eftir Markus, sum er keldan frá munnið Pæturs. Hetta samsvarar við tað informatión sum Papias veitir okkum.

Skulu vit tí fara eftir óheftum samtíðarheimildum, frá tíðini tá lærisveinarnir hjá ápostlunum og teimum, sum kendu hesar lærisveinar livdu, so hava vit í dag 3 heimildir, sum vísa á Markus sum eina keldu, diktateraða av Pætur ápostuli.

Tað er tí søguliga sæð, ein sterk ábending um trúvirði.

Við øðrum orðum, tað sum vit lesa hjá Markusi, eru søguliga sæð ivaleyst hendingar fortaldar, av einum eygnavitni Jesusar, í tíðini tá eygnavitnini livdu.