Friday, May 11, 2012

Ónátturligar Kreftir í einum Materialistiskum Alheimi




Vit hoyra mangan gudloysingar og materialistar avgjørdar pástanda, at tilvera ikki fevnir um annað enn tilfarð, við øðrum orðum, ein alheim sum er absolut tilfarð, skipaður og stýrdur av nátturligum lógum, sum í áhaldandi, nátturligari tilgongd verða virka av einari nátturligari mekanismu, og sum í fullu mynd síni fullkomuliga útilukka andaligum dimensiónum.
Men hvussu hongur hetta saman, við ávísum andaligum ella yvirnátturligum faktorum og hendingum? Nú hugsi eg um hendingar sum ikki neyðugt eru leinkjaðar til religión, men óansæð eru ónátturligir og sum eru so mikið vanligar heldur enn eindømis, at ein hevur ilt við at skúgva tankan til viks, at tilvera fevnir um nógv meiri enn bara tilfarið millum himmal og jørð.

Eg hugsi tildømis um sætta sansin. Hvaðani í nátturligu tilveruni, megnar hendan nátturliga mekanisman, sum ikki hevur vit og skil, meining ella endamál onkursvegna, at ávarða persónar, tá okkurt er áfatt; hendan djúpa kenslan av at okkurt vandamiki er um at henda?
Klassisk dømir av hesum slag, vildu ivaleyst írokna Hitler og Yassar Arafat, sum báðir søgdust at yvirliva drápsroyndir, grunda av einari innaru ávarðing, hendan kenslan, sum segði at tíðin var komin at sleppa sær burtur NÚ.
Eg kenni onnur í hava uppliva líknandi. Sjálvur havi eg í mínum verkið uttanlanda, har eg oftani møti vandamiklum persónum, tríggjar ferðir verið úti fyri, at ein reyð lampa fór at lýsa, fullkommuliga óvitandi um, at vandi var á ferð, ella at hesir persónar ikki vóru til at líta á.
Her kundi ein skeptikari sjálvsagt bólka hesi dømir undir tilvild, men hetta vildi verið heldur naivt, eftirsum dømini eru mong og tey passa akkurát inn í ávísu umstøðurnar.

Ella hvussu við slíkum sum hava førleikan at síggja fram í tíðina? Nú hugsi eg ikki um spámenn við glaskúglum ella profetar, men slík sum í dreymi hava sæð hendingar í fóru fram dagin eftir, ella somu vikuna ella seinni í árinum? Sjálvur kenni eg ein núlivandi føroying, sum beint undan hendingini, í dreymi sá flúgvuvanlukkuna á Mykinesi, í 1970. Kona henda mannin, greiddi mær frá, hvussu maður hennara leið ómetaliga av hesari forútvitan, serstakliga teir tímarnar sum gingu millum dreym og hending. Nógv ár seinni, droymdi hesin sami eina líknandi hending, har ein tyrla datt niður í Klaksvík. Tyrlan datt á sama hátt niður dagin eftir.
Hendingar av hesum slagi er slett ikki eindømir, eg møti fleiri og fleiri sum hava sýnsku førleikarnar, at kunna síggja hvat í morgin fer at henda. Tí helt eg eisini at hetta innleggi í hesum høpi, har vit kjakast við gudloysingar og ekstremar materialistar absolut eigur at vekja áhugan.

Ella hvat siga vit um tær frásøgnir, tá eldra ættarlið okkara greiðir frá, hvussu familja, einstakligar og bólkar, og onkuntíð heilar bygdir fingu slíkar ónátturligar og undarligar ávarðingar ella boðskap um, at ein bátur ella ein flokkur av monnum var gingin burtur? Hetta vóru tíðir uttan fyrimunirnar av tí sambandi vit hava ídag. Eingir sendarir, eingir satelittar ella telefonir; men kortini komu boðini hinumegin frá, so at siga.
Tað er og verður ómetaliga naivt at pástanda, at mongu dømini og hendingar av hesum slag, allar eru skrønir.  

Um alheimurin og tilveran bert eru nátturlig, eirindaleys, uttan mið og mál, skil og vitan, hvussu forklárar hendan lýsingin av veruleikanum, hesar ónátturligu førleikar og hesar ónátturligu hendingar nevndar omanfyri? Hvussu megnar ein heimur uppbygdur av tilfarið eina, at ávarða eitt menniskja um hendingar í seinni fara koma?

Inkluderar materialisma fyrivitan og hvussu?


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.