Wednesday, May 11, 2011

Fosturdráp er vanlukka føroyinga


Fosturdráp er vanlukka føroyinga

(Grein skriva av Dánjal Mouritsson Joensen)

Síðstu árini hevur eitt syrgiligt tíðarrák rikið innyvir vesturheimin. Forklædd sum mannarættindi verða alsamt fleiri fosturdráp framd við vælsignilsi frá teimum, ið burdi vart lív, læknunum. Tíverri er hetta eisini eitt rák, ið vit kenna alt ov væl í Føroyum, har mong fólk velja tað, ið tíverri er tann  lætta loysnin. Heldur enn at okkara politikarar loysa hendan alsamt veksandi trupuleika, ið kemst av vantandi føroyska lóggávu, tykist tað sum tey venda teirra blindu eygu og deyvu oyru til og latast sum um eingin trupuleiki finst. Hetta meðan eini 50 børn lata lív um árið.

Tann lætta loysnin er ikki altíð tann rætta:
Men hvørjar møguleikar hevur læknin at bjóða mammuni tá hon stendur í viðtalurúminum. 

Við ongari skipan, ið kann hjálpa mammu og familjum við teimu, sosialu, fíggjarligu og øðru avbjóðingum, ið árliga drepa fleiri ófødd børn, verða tað vanlukkiliga avgerð ov oftani tikin, at drepa fostri. Hvar eru tær skipanir og tær tænastur, ið kunna lofta einari einligari mammu áðrenn hendan avgerð verður tikin? Hví lata landsins politikarar hesu framtíðar stjónarleiðarar, vinnulívsfólk, íbirtarar, listafólk og ønnur týna í tí tryggastu umhvørvinum á jørð, heldur enn at gera alt fyri at bjarga teimum? Tað at drepa barnið er ikki ein haldgóð loysn uppá trupuleikan. Lívið gongur oftast ikki bara víðari, men førir mangan við sær vanlukkuligar fylgjur. T.d. úseta  foreldrini seg fyri sálarligum trupuleikum av fosturdrápinum og  barnið sjálvt risikerar at yvirliva miseydnaði fosturtøkuna og koma livandi út við likamligum breki.

Samfelagsligar avbjóðingar
Men tað er ikki einans fyri foreldrini og barnið at hendan avgerð hevur keðilgiar avleiðingar, men samfelagið sjálvt spælir við eld, tá vit latast sum blind yvirfyri hesum veruleika.

Tað er ein sannroynd at fyri at eitt hvørt samfelag skal veksa í fólkatali, má hvør familja føða 2,11 børn fyri at skapa eina sunna demografi. Tóat vit føroyingar enn hava eitt føðital, ið er yvir hesum markinum, hevur talið verður minkandi tey síðstu árutíggjundi og standa vit skjótt frammanfyri somu avbjóðingum sum restina av Vesturheiminum. 

Um vit hyggja at londunum í vesturheiminum, er tað ein ræðandi lestur. Í Usa og Kanada liggur miðaltalið á 2,04 børn, í Danmark 1,74 børn, í Onglandi 1,6 børn, í Týsklandi 1,3 børn, í Italia 1,2 børn og í Spania 1,1 børn. 

Talið fyri Føroyar liggur enn á 2,45, men er fallandi. Um tann núverandi støðan ikki broytist, standa vit yvir fyri einari demografiskari vanlukku í Føroyum. Talið av børnum og pensionistum í mun til arbeiðsfør fólk verður í framtíðini so avskepla at samfelagið fer at standa frammanfyri stórum sosialum avbjóðingum. Óhugsandi er at samfelagið fer at kunna upprætthalda tær samfelagstænastur sum tað í dag bjóðar, einans tí at tað fer at verða eitt undirskot av arbeiðsfólki.

Tann ræðandi veruleika, ið goymir seg aftanfyri hesu tøl er at um man mótroknar tali av fosturtøkum mótvegis miðaltalinum avdúkar tað at hesi somu lond, ið standa yvirfyri stórum demografiskum avbjóðingum, øll høvdu ligi yvir 2,11 í miðal og tískil verði før fyri at upprætthalda tað sama samfelagið, ið tey kenna til í dag. Niðanfyri eru nøkur útvald tøl:


Land         miðaltal av føddum børnum   fosturdráp     fødd árlig     um fosturdráp ikki var gjørt  

USA                            2,04                            1mio           4 mio                        2,55
                   
Danmark                     1,74                            15000        60 000                       2,18

Føroyar                       2,45                             50              640                           2,47

Sum føroyingar hvílur ein stór ábyrgd á okkum øllum, ikki bara at verja hesi óseku ið verða tikin í móðurlívinum, men eisini yvirfyri tí lækkandi føðitíttleikatalinum og harvið demografisku avbjóðingunum, ið vit koma at standa fyri um núverandi gongd ikki verður stegða. Okkara besta boð tykist at verða at skipa so í bandi at allir sosialir og fíggjarligir trupuleikar, ið liggja aftanfyri høga fosturdráps talið verða loystir, so at einki barn skal missa rættin til lív, einans tí vit sum samfelag ikki høvdu ráð at bjarga tí. 

Tí er hetta eisini ein áheitan á landsins kosni at taka stig til at loysa einum vanlukku, ið bíðar at henda. Nokk er tosa uttanum, verandi lóggávu tænir ongum endamálið og setir bæði foreldur, læknar og ikki minst barnið undir ómenniskaligar støður.  

Lati okkum bjóða øllum børnum vælkomin til hendan heim.

Orðatøkini 31:8 
Lat upp munnin fyri hin málleysa, fyri at fáa øllum hjálparleysum rætt!

Harri lær okkum at standa sterk fyri tínum virðum, og hjálpa teimum veiku har samfelagið ikki hoyrir neyðarróp teirra!

Dánjal Mouritsson Joensen

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.