Wednesday, December 21, 2011

Útgangsstøði í mínum iva um Menningarlæruna



Í veruleikanum er eg ein 'Tummas'. 

Í kristnum og bíbilskum týdningi, er tað ein sum ivast og slett ikki er opin. Hetta er kanska tí at trúarverju liggur í mínum lyndi, tí eg skal nemliga hava 'evidence' fyri øllum. 

Eg havi sjálvandi ivast um Gud, í mínum lívið onkuntíð, eg havi eisini ivast um religión, Bíbliuna og alt møguligt annað. 
Á sama hátt hevur lesnaður og skúlagongd tiltíðir volt mær iva. Men hetta skal eisini takast sum ein positivur hugburður, tí eins og eg haldi tað verða uppá sítt pláss, at lærarin sáar iva um mína heimsmynd og áskoðan, so vóni eg samstundis at hesin má vænta og verða jaligur fyri, at eg loyvi mær ivast, bæði hann ella hana sum lærara, hansara ella hennara førleikar, samstundis sum eg ivast um tað vegleiðing hesin gevur okkum. 
Hetta kann sjálvandi eisini yvirførast til kjakið innan vísind og menningarlæruna. Men tá tykist tað sum um ein ikki hevur loyvi at ivast, tað verður rokna av einum, at ein má og skal lata flóta við streyminum. Ein skal møguliga enntá inndoktrinerast, fyri at ein ikki skal heysta avleiðingarnar.


Í 2008 kom dokumentariski filmurin ‘Expelled: No Intelligence Allowed’ út á marknaðin. Innihaldið er ein roynd at grundgeva fyri ‘Intelligent design’ og samstundis at sáa iva um menningarlæruna.

Filmurin hevur sjálvsagt verði avbera nógv kritiseraður og demoniseraður. Eg yvirdrívi neyvan tá eg sigi, at bæði framleiðslan, og filmurin sjálvur eru av bæði amatørum og serkønum kritikkarum vorðin útpensla, sum eitt serstakt ‘case-study’, dømi uppá eitt óvísindaligt og óerligt avrik.
Somuleiðis verða tey sum antin dáma ella sitera filmin, sjálvandi rokna at verða bæði býtt og at meta heilt til grin fyri almenninginum. Hendan propaganda demonisering tók heldur ikki langa tíð at náa til máls.

Eg eri samdur at kritikkur er týdningarmikil og ivaleyst hevur filmurin sínar feilir, men so kann ein spyrja um nøkur dokumentarisk sending kann sigast at verða feilfríð? Enntá sendingin ‘Mosque Undercover’ hjá Dispatches (ein sending sum var hart tiltrongd og sum eg gjarna vildi tikið fult undir við) var langt í frá feilfri.

Ivaleyst var tað eisini eitt motiv og bias aftanfyri filmin ‘Expelled’, men hvør vísindamaður og hvør granskari kann siga seg undan bias, helling og fordómum? Eru vit veruliga før fyri at avnokta, at nógv vísindafólk, eru av tí avgjørdu áskoðan, at skuldi ‘ID’ vunnið slagið, so hevði samfelag okkara møguliga verið yvirført aftur til umstøðurnar í døpru miðøldina (ella soleiðis ljóðar pástandurin)?

Hvør skuldi tí ikki sagt, at um lygn og falskan kunnu bjarga samfelag okkara, so er sannleikin ikki kærkomin? Og so kann ‘follow the evidence wherever it leads’ hugburðurin bara sleppa sær av hundin og til.

Hetta í sær sjálvum vísir ikki ID aftur, men slíkur hugburður kann sjálvandi nýtast í tí argumentering, at vísindin kann stýrast av motivum einstaklinga og harvið fjøldini, sum hava eitt hvørt til endamáls.
Ein slíkur avgjørdur pástandur frá mínari síðu hevði tó ikki verði rættur og heldur verði at meta sum ørðskapur, men tað útilukkar nú heldur ikki møguleikan.

Ein kundi sjálvandi sagt at tað er ‘semja’ (consensus) millum fleiritalið av vísindaligu serfrøðingunum, men havi eg lært nakað av 7 ára søguligari gransking innan bíbliukritikki, so er tað ein tendensur millum serfrøðingar bara at uppáhalda ávísar pástandir, sum bara nakrir einstakir hava gjørt sær ómak at útdjúpa seg í, og enntá millum hesar einstøku er hvørki ‘consensus’ um detaljur ella niðurstøðu. Eg spyrji tí meg sjálvan, er hetta sama tilgongdin innan menningarlæruni, tí slík gransking stinkar líka nógv av motivum og bias, sum kjakið innan bíbliukrikki og tá skal ein verða ómetaliga varðin?

Trupuleikin innan bíbliukritikki, er at ein skal hava granska væl og leingi, bæði fyri at uppnáa fullu myndina, men eisini fyri at kunna seta seg ímóti serfrøðinginum. Tað eru bara tey heilt fáa sum tíma og megna hetta og sum yvirhøvur koma inná slík økir av granskingini og sum síðani hætta sær ella vilja, eftirsum ein risikerar vandan av akademiskari útihýsing, ella at ein letur upp fyri møguleikanum av einari yvirnátturligari áskoðan.
Eisini hugsi eg um ‘innlits faktorin’. Eg vænti neyvan at vísindafólk innan menningalæruna hava líka nógv innlit inn í tilgongdina av menningini, sum fevnir um fleiri milliónir ár, sum søgugranskarir hava av Ur-Kristindóminum.


Eisini øtar tað meg, at óansæð tað nógv tilfar vit hava til taks, fyri at seta upp eina nokso nágreiniliga mynd av Ur-Kristindóminum, so velja kritikkarir heldur at upphugsa og framleggja hypotesur sum slett ikki kunnu grundgevast fyri og sum slett ikki hoyra veruleikanum til, bara tí at veruleikin ikki er kærkomin. Við hesum verða milliónir av lítivitandi næmingum á miðnámskúlum og universitetum, beinleiðis villeiddir. Aftur hugsi eg, er hetta saman tilgongdin innan nógvari nátturuvísind?

Men hvør skal peika hetta út, hvør hevur førleikan, dirvið og ynski? Verða tað BA ella MA næmingar og tað í einari vísind, har innlitið ikki er til taks eins og í bíbliusøgugranskingini?
Ella vildi slíkur kritikkur komi frá fleiritalinum innan serfrøði, har óttin fyri at verða ‘expelled’ týðiliga er til staðar og annars motivini (sum kanska í nógvum førum, eru positiva sinnað), hava gjøgnumsúrga hvønn krók á fróðskaparsetrum og granskingarmiðstøðum? Ein slíkur vildi kanska sagt: hvat væl hevði eg og havi eg?


No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.