Sunday, January 27, 2019

Óndskapur, náttura og Gud

Hetta niðanfyri er hjartabrótandi. Men fekk meg eisini at hugsa.
Eftir kristnu áskoðanini hevur menniskja eina ónda nátturu, tíðskil fremja vit óndar gerðir móti hvørjum øðrum og fyri slíkar gerðir fer Gud at døma.
Um eingin Gud er, so er tilveran evnið eina, í so fall er hetta niðanfyri nátturan eina og eina evnið í kemiskari reaktión.
Og í so fall er dómur og rættvísi eingin tí óndskapur er ikki og er ongantíð framdur.
Evnið kann í sær sjálvum ikki fremja óndskap og evnið í sær sjálvan kann ikki gerast offur fyri óndskapi.
Hví pínir tað so hjarta at hugsa um ræðuligu lagnuna hjá Czeslawa Kwoka? Tí Czeslawa var meiri enn evnið og tað er hetta sum gevur menniskjanum og lívinum sanna virðið.


Friday, January 25, 2019

Liv Afrika



Hópurin av lygn og propaganda blómar í okkara vesturlendska samfelagið og vit leggja oyra til, trúgva og samtykja øllum tí sum miðlar og nýmótans heimspekin leggur upp til.

Eina dømi, har vit í hesum døgum, gera mikið burtur úr at minka burðartalið í afrikanskum londum, eftirsum hetta skal fyribyrgja fáttækradømi.

Tað sum okkum ikki verður fortalt er at vesturheimurin og vesturlensk ríkfólk pumpa nógvar milliardir av krónum inn í hesi lond fyri at fyribyrgja fólkavøkstur, heldur enn at pumpa pening inn fyri at økja um nýhugsan, útbúgving og møguleikan til arbeiði.

Sum viðkomandi skrivar, tá landið longu liggur í rennisteininum hvat hjálpir tá at sterilisera neyðars afturkomna samfelagið? 

Ein far beinleiðis ilt av seta seg inn í samanhengin, eftir sum motivini handan slíkum verkætlanum kunnu tykjast at verða alt annað enn hesum heimsins fáttøku til frama og heldur ætla at minka um onnur fólkasløg ella at minka um íbúgvar jarðinnar sum heild og við tí endamálið fer man eftir einum øðrum kontinenti og øðrum húðaliti.


https://stream.org/obianuju-ekeocha-population-control-africa/?fbclid=IwAR1X0KdNTi1EjqOrVROnDL4Iso3_z6Q-xY8g1XUEwv2GzMFbL4RhwjhUmNA