Friday, November 4, 2011

Ágangur móti kristnum í Evropa: Kristiligt ellisheim um samkynda kjakið

Eg havi á hesum bloggi, roynt at víst á vandamikilu antikristiligu tilgongdina í Evropa og her er enn eitt fekst dømið.


Pilgrim Homes, eitt kristiligt ellisheim í Onglandi, sum í 200 ár hevur verði virkið, var í 2009 fyri skotum av nútíðar, eirindaleysa, antikristiliga rákinum.

Býráðið í býnum Brigthon kravdi at ellisheimið útgreinaði sín holdning til samkynd.
Vælvitandi hvat kristin flest halda um samkyndan lívstíl, so var tað heilt opinbart, at býráðið leitaði eftir einari negativari niðurstøðu av kanningini, við tí endamálið at føra ellisheimið út í trupuleikar.

Kravið frá býráðnum var at íbúgvarnir, eldri fólk, tríggjar ferðir um árið skuldu staðfesta sína persónligu sexuellu orienteering, um tey vóru hinkynd, samkynd, bøssar, lesbisk ella okkurt annað. Harnæst skuldu myndir av samkyndum verða á reklamum fyri heimið og víðari skuldi starvsfólkið undirvísast í samkyndum tilfarið.
 
Starvsfólkið sýtti, greiddu frá at fleiri av íbúgvunum vóru yvir 80 ára gomul, kristin og summi fyrrverandi trúboðarir og pastorar, sum hvørki vóru von við prátt um sex, slett ikki um homosexualitet, og so slett ikki um hvat slag av sex tey sum 80 ára gomul dýrka. Starvsfólkið greiddi frá at hetta var belastandi, óviðkomandi og provokerandi mótvegis teirra religiøsa og mentunnarligu áskoðan.

Men hetta vildi býráði slett ikki hoyra tal um, og valdu teir tí, at stempla ellisheimi sum homophobist, og harvið stegða allan statsliga stuðul til heimið, út við 130.000 krónir.

Tá ein hugsar um at íbúgvarnir hava goldi skatt, heila teirra lív, og at hesi eru enskir statsborgarir, er einasta niðurstøðan tann, at býráði valda at revsa ein bólk av 80 ára gomlum, sum sjálvandi liva í einari aðrari tíð og mentan, fyri ikki semjast við einum nútíðar hálovaðum lívstílið.

Men er hetta tolerantur hugburður? Er hetta ikki meira at kallað ándsvagt? 

Í hesum eina førinum vóru tey kristnu tó vindikeraði. Ellisheimið kærdi málið og býráðið bakkaði út og heimið varveitti rætt sín til statstuðulin. Í sakini var tað fastsligi at avgerðin hjá býráðnum, var lítið annað enn ynski, at revsa ein bólk av ellisgomlum fólkum og at hesi høvdu goldi sín skatt og tí høvdu slíkan stuðul uppibornan.


Hesar gudleysu kreftir, sníkja seg í núverandi tíð, inn allastaðni, og ávirka bæði lóg og hugburð. Ivaleyst er rætt at siga, at eingin veit hvar slíkt rák førir okkum, og alt við hava at peika á, eru gudleysu politisku krefturnar í fortíðarsøgu, hvar vit í retrospekt, eru vitni til ætlað etisk og moralsk áhugamál, sum endaðu í kúgan og vitloysi.  

Sum kristin eiga vit at verða ansin, ávarða og fyri alt í verðini ikki lata okkum lumpa av teirra propaganda.

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.