Wednesday, April 3, 2013

Reis Jesus veruliga upp frá hinum deyðu: Reint íspinn ella søguligar ábendingar?



Vit hava akkurát lagt Páskini afturum okkum. 

Í kristnum høpið snúgva páskini seg um deyða og uppreisn Jesusar og hesar seinastu dagarnar hava kristin um alt land okkara luttikið í hópin av møtum og tiltøkum í samband við hesar hendingar. 

Millum kristin eru báðar hendingar av týdningi, eftirsum báðar hendingar leggja grundvøllin undir kristna trúgv og kristna lívinum hjá tí einstaka.
Serstakliga fagna tey kristnu seinnu hendingina, sjálva uppreisn Jesusar. Tann fyrra viðvíkur støðu menniskjans yvirfyri Gudi, har Kristus tekur Guds dóm yvir synd og óndskaps menniskjan yvir seg. Tann seinna fullførir hetta verkið. Paulus skrivar um týdningin av uppreisnini:

"...er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við...Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovna eru í Kristusi" (1 Korintbræv 15: 14, 18-18).

Men uppreisn Jesusar hevur eisini onnur endamál. Í brævið sínum til tey kristnu í Róm skrivar Paulus:

"...og sum eftir Anda Heilagleikans er við kraft prógvaður at vera Sonur Guds við uppreisn frá hinum deyðu--Jesus Kristus, Harra okkara"(Rómbrævið 1: 4)

Aftrat sínum andaliga endamálið, hevði uppreisnin eisini sum endamál, at seta Guds fingramerkið í heimsøguna; sum eisini liggur í orðunum 'við kraft prógvaður'.

Tað er her, tað nátturliga møtir tí ónátturliga. Og tað er hesum viðvíkjandi at mong heimsins menniskju hava ilt av at slík hending skal eitast fyri at verða søgulig.

Søga inniheldur jú eina tær áhaldandi tilgongdirnar sum tú og eg, ella vanlig menniskju, empiriskt royna ella eygleiða til dagligt...ella ger hon?


Treiska sinnið

Í kjakinum við Habermas um uppreisn Jesusar, helt gudloysingurin Antony Flew fyri: 

Even if you grant that the resurrection has occurred, this seems to me to be an event so extraordinary that I don’t know what’s to be said about it at all...because one must approach any question about an alleged miracle with a pretty stubborn presumption that it didn’t really happen, because its extraordinariness depends on its being a unique event’ (39).

Við øðrum orðum, er uppreisnin ein hending, sum er ov ónátturlig og ov serstøk til at kunna góðtakast; sum eisini er orsøkin til, at einum nýtist at hava eitt treiskt sinnið.

Ein bítur skjótt merki í, at treiskni í hesum høpið, ikki kann samanlíknast við at verða kritiskt sunnur. 
Sum Paul Rhodes Eddy skrivar:
"We will see that some form of this circular reasoning lies at the foundation of most of the arguments put forth in defense of a naturalistic methodology. It reveals, among other things, just how inextricably tied the naturalistic historical method is to a priori worldview...Hence this western critical scholarship is not driven by empirical claims but by metaphysical claims" (Jesus The Legend: A Case for the Historical Reliability of the Synoptic Jesus Tradition, s. 49-50)
Ivaleyst hevur Craig Evens rætt tá hann lýsir hendan hugburðin:

"Hyptercriticism is all too common in scholarly circles they seem to confuse criticism with scepticism, the more sceptical the position the more criticial it it. But radical scepticism is no more critical than is credulity" (Fabricating Jesus, s. 21).

Hesir kritikarir eru vanliga ikki so kritiskir í huga enn at tá behov er fyri tí, aðrar tíðir tykist tað, at hesir aloftast gloypa einum og hvørjum postulati rátt. 

Eitt snøkt dømi, er ivaleyst ateisturin Richard Carrier, sum í kjakið við William Lane Craig í 2008 um Uppreisn Jesusar pástóð, at leyslating Barnabasar var ein metaforisk mynd av syndabukkinum, sum undir Stóru Bótarhøgtíðini var sleptur út í oyðimørkina fyri synd fólksins. 
Við øðrum orðum er frásøgnin, full av bókmentarligum íspinni, írokna uppreisnin. Tá ein lurtar eftir framløgu og argumentum Carriers, so varnast ein, at tað ikki væntar av høpisleysum pástandunum, sum eru so mikið nógvir, at ein ikki veit hvar ein skal byrja.
Hetta er sami maður, sum, tá spurdur um Guds tilveru, pástóð at vit út frá støddfrøðini hava rokna okkum til, at alheimur okkara, sum inniheldur fleiri svørt hol enn onnur universir, staðfestir at óvinarliga tilvera okkara, ger tað ósannlíkt at trúgva á ein skapandi Gud.

Samstundis pástendur maðurin, at kristna samfelagið í einum 30-40 ára tíðarskeiði, frá Jesus uppreisn til fyrsta skrivaða evangeliið, ikki kann hava megna at varveitt eina søguliga hending; sjálvt í einari rabbinara mentan.

C.S. Lewis lýsir hendan hugburðin í bókini 'Timeless at Heart':
"...they belive in old bones supposed to be millions of years old. The prehistoric man on whom we have no evidence of what so ever, is science and he is belived in stronger than the historic man" (CS Lewis, Timeless at Heart, pp.19-20).
Kjakið millum agnostikaran og tekstkritikkaran Bart Erhman og kristna trúarverjan William Lane Craig, í 2008, um uppreisn Jesusar, varpar eisini ljós á hvussu hesir bíbliukritikkarir veruliga hugsa. Í sínari roynd at afturvísa hendingini sigur Ehrman:
"I’m just going to say that miracles are so highly improbable that they’re the least possible occurrence in any given instance. They violate the way nature naturally works.What about the resurrection of Jesus? I’m not saying it didn’t happen; but if it did happen, it would be a miracle. The resurrection claims are claims that not only that Jesus’ body came back alive; it came back alive never to die again. That’s a violation of what naturally happens, every day, time after time, millions of times a year. What are the chances of that happening? Well, it’d be a miracle. In other words, it’d be so highly improbable that we can’t account for it by natural means. A theologian may claim that it’s true, and to argue with the theologian we’d have to argue on theological grounds because there are no historical grounds to argue on. Historians can only establish what probably happened in the past, and by definition a miracle is the least probable occurrence. And so, by the very nature of the canons of historical research, we can’t claim historically that a miracle probably happened. By definition, it probably didn’t. And history can only establish what probably did."

Við øðrum orðum, so eru 'undur' og ónátturligar hendingar ósøguligar, tí tær bróta við hvussu summi av okkum uppfata søguna, ella rættari sagt: hvussu summi av okkum vilja uppfata søguna og hvussu vit vilja at onnur eisini skulu uppfata søguna.

Ehrman fer so mikið langt sum at skjóta upp eitt alternativ til uppreisnina; tildømis at familja ella lærisveinar Jesusar møguliga stjólu líkið úr grøvini, sleipaðu tað við sær, vóru fangaðir av rómverskum vaktum, sum drupu teir og tveittu øll líkini, inkludera Jesus, í eina felagsgrøv. Læriveinar Jesusar mistóku seinni ein tvíburð Jesusar fyri at verða Jesus, sum íspann søguna at Jesus var upprisin.

Heldur Ehrman hesa skrønuna verða álítandi? Nei! Men kortini heldur hann hetta alternativi verða meiri sannlíkt og eftirfarandi enn frásøgnuna um at Jesus var upprisin.

Treiskni Ehrmans, er tí slett ikki dømi uppá sunnan kritik, ei heldur sunnan opinleika, men yvirskeptiskan hugburð, sum vil at søga og uppfatan av hendingum skal fella undir teir reglar, metodir og avmarkingar sum vanliga gudloysingar leggja í tess.

Trupuleikin við hesum er: eg eri ikki gudloysingur, enntá fleiritalið av íbúgvum jarðarinnar eru ikki gudloysingar, fleiritalið av íbúgvum Europas og tess lesandi eru heldur ikki gudloysingar og eru heldur ikki so anti og yvir óttaful fyri tí ónátturliga ella andaverðini. Hesir søguligu reglar, metodir og avmarkingar, sum nakrir naivir gudloysingar nærum krevja at ein og hvør skal boyggja seg undir, bara tí teir vilja uppfata søguna sín veg, galda bara ikki fyri meg.

Ehrman og aðrir bíbliukritikkarir, taka heldur ikki til eftirtektar at uppreisnar hendingin, var yvirførd í einari rabbinarmentan, eins væl og hon var niðurskriva í einari rabbinaramentan, tá ættarliðið í kendi Jesus og teirra lærisveinar og kenningar enn vóru á lívi. Søguliga sæð, upphevjar søguliga trúvirði í uppreisnini seg yvir láturlig alternativir og yvir hugburðin at frásøgnin má verða ein myta, eina tí at hendingin ikki hóskar seg okkara heimsmynd og teimum metodum og avmarkingum vit áseta fyri hvussu vit halda søga og hendingar skulu uppfatast.

Uppreisn Jesusar: reint íspinn ella søguligar ábendingar?

Tað stuttliga við hesum er, at tá ein hugsar um tær søguligu detaljurnar sum flokkast um uppreisnina, so er tað eitt lítið lop frá hesum til tað niðurstøðuna, at Jesus veruliga er upprisin. Einasta forðingin, er at hendingin er ónátturlig. Hetta er eisini grundin til, at nógvir main-stream søgugranskarir meta fleiri av detaljunum at verða sannlíkar, tó so at frásøgnin um uppreisnina má verða ósannlík. Flestu granskarir velja tí at verða agnostiskir um hendingina, vitandi og játtandi at okkurt hendir millum deyða Jesusar og uppruna Kristindómsins, tað vil siga, okkurt sum broytti alt, okkurt sum legði grundvøllin undir kristnu trúnnað, tað sum Dibelius, redaktiónskritikkarin kallar 'the historical kernal.'

Hesir serfrøðingar halda serstakliga framkomu Jesusar, eftir deyða hansara, verða av áhuga. Hesir velja vanliga ikki at forklára nátturuna aftanfyri hesar hendingar, uttan at tær vóru hendingar og at lærisveinar Jesusar vóru sannførdir um hesar hendingar.

Russel Shorto sum er ein skeptikari skrivar:

no one, not the most skeptical skeptic, denies that some of Jesus’ followers had an experience of him after his death. So who cares what form that resurrected being took’ (Gospel Truth, s. 208).

Bultmann sum pástóð at evangeliini einki høvdu at siga um veruleika, mátti somuleiðis viðganga, at lærisveinarnir vóru sannførdir at teir saman høvdu sæð Jesus:

"the fact that the first disciples came to believe in the resurrection and that they thought that they had seen the risen Jesus" (60).

Cairns, ein annar kritikkari, skrivar:

"had the disciples not been utterly convinced that the resurrection happened, there would have been no church" (160, David Cairns, A Gospel Without Myth, Bultmann’s Challenge to the Preacher, SCM Press Ltd, Bloomsbury Street London, 1960)

Við øðrum orðum, millum fleiri mainstream serfrøðingar, byggir uppreisnar frásøgnin ikki á íspinn, hvørki frá lærisveinum Jesusar ella frá kristna samfelagnum seinni í fyrsta árhundra, men á sannførðing teirra fyrstu ápostlana.
Hetta er grundin til, at Cairns fastheldur at kristna samkoman er grunda á tað sum eygnavitnir Jesusar vóru sannførd um og vóru sannførd um at tey høvdu sæð.

Raymond Brown sum eisini fylgir hesum hugsunnarhátti, meinar at kristna missiónin, vøksturin og evangeliumsboðanum, ongantíð kundi verði ígongdsett ella verði áhaldandi uttan sannførðingina at Jesus var upprisin (Brown, E. Raymond, 1973, The Virginal Conception & Bodily Resurrection of Jesus)

Ein kundi tí skoti upp, at elstu lærisveinar Jesusar møguliga íspunnu frásøgnina, vitandi at søgan vildi medvirka komandi kristnu trúboðanina.

Mainstream serfrøðingar, eru tó ikki samdir í hesum. Slíkt postulat tykist eina grynna um ein fastheldur seg til pástand Reimarusar, at lærisveinarnir høvdu tørv á uppreisn Jesusar grunda á verðsliga vinningin. Men neyvan er tað nakar sum í nútíðini vildi verði samdur við Reimarus. Og so var heldur ikki. Læra Jesusar leggur heldur ikki upp til slíkt. Kristna siðvenjan vísir á at allir hesir (frárokna Jóhannes ápostulin) liðu pínslaváttadeyðan. At liva sum lærisveinur Jesusar, førdi mikla líðing og elendigheit við sær; ein og hvør kristin var so mikið upplýstur um veruleikan. Og so var eisini lagnan hjá øðrum eygnavitnum og teimum ápostolisku lærisveinunum sum eftir komu.

Hetta hevur fingi mangan granskara at spyrja, hví hópurin av upprunaliga kristnu, valdu at doyggja fyri tað sum tey vistu verða eina lygn.

Sum bara styrkir forkláringina, sum flestu granskarar eisini mugu bíta í seg, at lærisveinar Jesusar, hesir sum pástóðu seg at hava sæð Jesus eftir deyða og uppreisn hansara, veruliga vóru sannførdir um at hendingin var verulig og sannførdir um tað í tí teir høvdu sæð.

Cairnley, eisini ein bíbliukritikkari peikar á ein aðra ábending. Hesin sum annars sáar iva um tómu grøvina, má tó fasthalda at tað finst betri próvtilfar fyri framkomu Jesusar, eftirsum hesin partur av evangeliumsfrásøgnini kann tíðarfestast tíðliga.

Her er talan millum annað um Fyrra Bræv Paulusar til tey kristnu í Korint, har hann skrivar:
"Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, at Hann var jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann var sæddur av Kefasi og síðani hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum ísenn--av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum" (Fyrra Korint 15: 3-7).
Paulus sipar her til fleiri møtir við lærisveinunum, og so til tann eina fundin har 500 lærisveinar vóru til staðar; teir flestu av hesum sum eisini liva, tá brævið verður skriva. Ivaleyst er hetta sama hendingin vit lesa um í evangeliinum, har í Jesus møtir teimum í Galilea (Matteus 28).

Tað áhugaverda við hesum tekstinum er, at brævið eru skriva um ár 50-51, tað eru umleið 20 ár eftir deyða og uppreisn Jesusar.
Tá Paulus skrivar hetta brævið, eru flestu av eygnavitnunum enn á lívið. Við øðrum orðum, kunnu hesi uppsøkjast og tráðspyrjast. Paulus umtalar enntá Pætur í hesum brævinum, sum ferðast í somu kredsum sum brævið verður sent til.

Fleiri gudfrøðiligir serfrøðingar, millum annað kritikarin Bart Ehrman, heldur at hendan keldan møguliga var givin Paulusi, á einum fundi við eygnavitnum í Jerusalem um ár 36, har millum annað Pætur ápostulin var til staðar. Í so fall stavar keldan frá tíðini beint eftir at Jesus reis upp.

Fyri at vísa hesum aftur, hava ávísir kritikkarir víst á, at talan kundi verði um eina hópa-yvirsjón, við øðrum orðum, at fleiritalið av lærisveinum sóu somu yvirsjónina samstundis. Hetta er evnið til eina aðruferð, men hesin pástandur er vorði afturvístur so tað forslær.


Tað eru aðrir granskarir sum ikki vilja gera so mikið burturúr nátturuni av hendingini, men heldur velja at samtykja at okkurt løgið er farið fram.

Ludemann, skeptikarin og ateisturin sigur:

"...it may be taken as historically certain that Peter and the disciples had experiences after Jesus’ death in which Jesus appeared to them as the risen Christ" (60). 

Paula Fredriksen er av somu áskoðan:

"I know in their own terms what they saw was the raised Jesus. That’s what they say and then all the historic evidence we have afterwards attest to their own conviction that that’s what they saw. I am not saying that they really did see the raised Jesus. I wasnt there. I don’t know that they saw. But I do that as a historian that they must have seen something".

Og fyri at taka samanum kunnu vit sitera E.P. Sanders

“…he was tried and crucified. Finally we know that after his death his followers experienced what they described as the resurrection: the appearance of a living but transformed person who actually died. They believed this, they lived it, and they died for it...That Jesus’ followers (and later Paul) had resurrection experiences is, in my judgement, a fact. What the reality was that gave rise to the experiences I do not know” (The Historical Figure of Jesus, s.280).
Skulu vit taka søguliga viðger til eftirtektar, og útilukka tað ónátturliga, so eru hesar søguligu detaljurnar aftanfyri uppreisn Jesusar.

Óansæð um ein trýr á tað ónátturliga ella ikki, so er tað fyri summi eitt bitturt fakta at skula bíta í seg, at søguliga sæð, koma vit ómetaliga nær hendingini, so nær, at tað er torført at upphugsa onnur alternativ.

Hvør er so niðurstøðan?