Friday, July 1, 2011

Ateisma, menniskjamaskinan og etikkur


Henda greinin viðger serstakliga spurningar um ateismu, moral og siðalæru út frá skrivingini hjá Richard Dawkins og Paul Kurtz.
Dawkins er av tí hugsan at sjálvsøkni menniskjans skyldast at menniskjan er ein maskina stýrd av arvaeindum. Vit kunnu byrja við at siga, at mong hava lýst hesa hugleiðingina hjá Dawkins sum vanligu dagligu egoismuna sum býr í okkum, men Dawkins hevur opinbart eina meiri eirindaleysa atferð í huga. Hetta 'sjálvsøkni' snýr seg um meg og mín týdning, um at verða sterkast og at yvirliva; í stuttum nakað sum knýtir seg at 'social darwinismu'. Dawkins gevur tó úttryk fyri at dapra myndin av menniskja natúruni nýtist ikki at taka móti frá okkum, tí menniskjan kann hóast alt læra seg at stríða ímóti óndu natúru sínari. Tað er í hesum høpið at eg dragi ateistiska heimspekingin Paul Kurtz uppí, sum ein í hálvavegna mótsigur Dawkins og gevur úttryk fyri at ein slíkur bardagi nóg illa kann definerast út frá ein ateistiskari heimsáskoðan.

William Provine (professari í Cornell universitetinum) sigur soleiðis um modernaða samfelagið sum sermerkt er avgudloysis ávirkan:

‘modernaða samfelagi leggur upp til at vit arva onga siðamentan ella etiskar lógir, einki absolut sum kann vegleiða menniskja samfelagið’.

Orðini hjá Provine lýsa gudleysu heimsmyndina, soleiðis sum Dawkins eisini lýsir hana!

Innan menningarlæruni er henda dapra lýsingin grundleggjandi galdandi. Richard Dawkins fer so langt sum at bólka menniskja við eina maskina, stýrda av sjálvsøknum arvaeindum. Hesar arvaeindir virka í maskinuni sjálvsøkni sum leggur upp til at maskinan nørist yvirtekur, útruddar og yvirlivir?

Hetta er niðurstøðan hjá gudloysinginum Richard Dawkins í bókini ‘The Selfish Gene’ (1-12). Dawkins skrivar:
 
‘My own feeling is that a human society based simply on the gene’s law of universal ruthless selfishness would be a very nasty society in which to live. But unfortunately, however much we may deplore something, it does not stop it being true. This book is mainly intended to be interesting, but if you would extract a moral from it read it as a warning. Be warned that if you wish, as I do, to build a society in which individuals cooperate…you can expect very little help from biological nature.’

Tikið samanum, so fylgja arvaeindirnar einari eirindaleysari lóg. Dawkins fastheldur at eitt samfelag sum stýrt verður út frá slíkari lóg, neyvan verður livandi í; harmiligt heldur professarin, men tó ein veruleiki.

Vælkomin til tað gudleysu heimsáskoðanina.

Dawkins er tó ikki óvitandi um vandan við slíkum úttalisum, tí leggur hann samstundis dent á, at hann ikki vil miðskiljast. Dawkins ynskir ikki at bólkast saman við teimum sum ynskja samfelagið at fylgja arvaeinds sjálvsøknini:

‘I am not advocating a morality based on evolution. I am saying how things have evolved. I am not saying how we humans morally ought to behave’ (3).

Sjálvur ivist eg onga løtu í at Dawkins harmast um hesa støðuna sum tilveran og menniskjan er knýtt at; eg eri vísur í at Dawkins ikki ynskir arvaeindunum at stýra okkara samfelags tilgongd og hugburið. Men hareftir uppstendur trupuleikin, tí óansæð um Dawkins leysrívir seg frá lívfrøðiligu ávirkanini á okkara moral og etik, so viðger Dawkins kortini í hesum høpi, lívfrøði í samband við atferð:

‘I am an ethologist, and this is a book about animal behavior’ (xi)

Við ‘djór’ meinar hann eisini við menniskju: ‘Among animals, man is uniquely dominated by culture ’ (3).

Men enntá í hesum høpinum er menniskjan í huguheimi Dawkins, fyrst of fremst ein maskina; vit eru blind og forritaði:

‘We are survival machines—robot vehicles blindly programmed to preserve the selfish molecules known as genes. This is a truth which still fills me with astonishment’ (x).

Ein kann neyvan annað enn samtykja, tá eg sigi at Dawkins teknar eina dapra mynd av tilveru menniskjans og líttla vissu gevur hetta okkum fyri øðrum enn at menniskja samfelagið ongantíð kann at menna seg til tað betra og moralska.

Vit, eg og tú eru jú ikki annað enn blindar maskinir, robottar, forritaði, við endamálinum at varveita óndar arvaeindir.

Trýrt tú hasum? Ert tú bara ein blind forrita maskina?

Kanst tú erliga siga teg verða samdan við Dawkins?

Einum nýtist ikki at filosofera leingi, áðrenn ein varnast at slík vandamikil lýsing av tilveruni, kann senda ein hugtakandi, men samstundis diaboliskan boðskap út til Dawkinsa tilhengaranir og ateistar yvirhøvur. Dawkins lýsir jú ikki hvat vit kunnu útinna um hesin sjálvsøkna hugburðinum far yvirtøku yvir okkum, men hvat eg og tú longu eru. Hetta er jú nátturan og Dawkins vil verða við, at eftirsum arvaeindirnar eru óndar, er avleiðingin fyri samfelag okkara at sjálvsøkni eisini kemur at ráða. Hvør er orsøkin uttan sjálv arvaeindin og tess maskina (eg og tú):

'This gene selfishness will usually give rise to selfishness in individual behavior (2)… a human society based simply on the gene’s law of universal ruthless selfishness would be a very nasty society in which to live. But unfortunately, however much we may deplore something, it does not stop it being true (3)'.

Vit skulu tó ikki lýsa mannin negativari enn hann sjálvur loyvir. Grunda á menningarlæruna og heimsmyndina lýsir Dawkins jú ikki heimin sum hann ynskir hann, men tann heim sum heimsáskoðan hansara myndar hann í egna hugaheimi.  Sjálvur leggur hann dent á, at í ljósinum av hesi myndini av tilveruni, er hann mangan feilsiteraður og miðskiltur, at hann hansara lívfrøðiliga áskoðan ikki skal blandast við hansara moralsku hugsjón:

‘I am not saying how we humans morally ought to behave. I stress this, because I know I am in danger of being misunderstood…’ (3)

Víðari sigur hann, at vitandi um dapra veruleika menniskjans kunnu vit hóast alt betra um veruleikan og fara í hernað móti óndu og eirindaleysu genunum:

‘…we may at least have the chance to upset their designs, something which no other species have ever aspired to do…Our genes may instruct us to be selfish, but we are not necessarily compelled to obey them all our lives’ (3).

Søguliga var hetta ivaleyst tað, tey mongu megnaðu sum á sinni fóru bardaga móti herviligu nazismuni; hóast alt var nazisman ikki sørt annað, enn ein roynd at yvirføra hetta stríð íbirt av arvaeindunum til eitt socialt støði, hetta nøkur kalla ‘social darvinisma’.

Í hesum liggur kanska eisini tann positiva síðan til slíka menning, sum Dawkins skrivar:

‘…the human importance of this subject is obvious. It touches every aspect of our social lives, our loving and hating, fighting and cooperating, giving and steeling, our greed and our generosity’ (2).

Nátturan kann tiltíðir uppføra seg eirindaleys, men møguleikin er tilstaðar at skapa javnvág við mótsætta hugburðinum, sigur Dawkins. Eg ynski ikki at fordøma Dawkinsa vón um javnvág í nátturu menniskjan, men havi enn hug at spyrja: at um lív og tilvera eru undirløgd sjálvsøknu arvaeindunum, er tað so ikki høpisleyst í hesum føri at sipa til kærleika, samstarv, gávur og gávumildni. 

Men í hesum høpinum, nýtist okkum tó slett ikki, at fokusera á nazismuna ella kommunistisku maktinar.

Við at stríðast móti egnu nátturu okkara og arvaeindunum, meinar Dawkins ivaleyst eisini, við tey moralsku og etisku virðini í tí dagliga. Hvussu skulu vit skilja, sjálvsøkni, dráp, neyðtøku, ótrúðskap og annars ringa viðferð av menniskjum? Er hetta óndskapur ella nátturligt sjálvsøkni? At hesin ágangur í samfelagi okkara valdar er opinlýst; ateistar kalla hetta ‘náttura’ (ein fysisk og nátturlig støða, um eg skilji Dawkins rætt), meðan kristin kalla hetta synd (ein andaligur trupuleiki).

Dawkins er væl vitandi um problematisku støðuna, tí talar hann um mótstríð móti nátturuni. Men hvussu ætlar Dawkins at menniskjan skal fara í hernað móti síni egnu nátturu? Um tað liggur í nátturu okkara at drepa, neyðtaka, verða sjálvsøkin og ótrúgv, hvussu skal eg sum menniskja megna at fara í hernað móti mær sjálvum? Tað sum verri er, um talan veruliga er um nátturu okkara, hvør megnar so at taka monopolin at umtala slíkan eirindaleysan holdning sum skeivan og ómoralskan? Hóast alt, er talan jú um nátturunar tilgongd. Eitt snøkt dømi kundi verði Mickey Knox í filminum ‘Natural Born Killers’, har spurningurin um orsøkina aftanfyri eirindaleysa og ónda hugburð hansara, far hendan herviliga hópdrápsmannin at sleingja djúpu og vælúthugsaði orðini út: ‘I am a natural born killer’. Í veruleikanum, í ljósinum av heimsmynd Dawkins, var Mickey Knox ikki annað, enn ein í nátturan hevði tillaga í hansara egnu nátturu og hugaheimi, at verða eitt yvirmenniskja, í eirindaleyst drepur fyri áhaldandi at røkja yvirmenniskja støðið.

Ella hvussu við slíkum sum grunda á ósømuliga atferð, uttan skil og ábyrgdarkenslu gera kvinnu eftir kvinnu við barn, í hist og her. Fyri flestu av okkum vildi slíkur lívstílur verði dømi uppá ómoralskan hugburð og atburð, men eftir nátturunar karmun, um vit skulu taka Dawkins uppá orði, er hesin lívstílur møguliga ikki annað enn dømi uppá eitt djór, í hevur tráan eftir at undirleggja kvennkyni sexuelt undir seg og sum kanska eisini kennir á sær tørvin at formera seg sjálvan.

Ella hvussu við pedofili? Skulu vit taka hugburðin hjá sexuela serfrøðingin  Kinsey í álvara, er kynsligi hugurin eftir børnum ikki annað enn nátturligur eginleikið, heldur enn ein ørvitis feilur ella biologiskur trupuleiki. Heldur ikki í hesum førinum, kann Dawkins siga annað enn at viðkomandi, bara hevur fylgir nátturu sjálvsøknini sum drívur hvørja einstaku menniskja maskinu.
Dawkins harmast sjálvandi um óndskapin sum valdar av hesum, men um slík atferð bara er av biologisku nátturuni íkomin, hvussu vil Dawkins so at menniskjan sum livir eftir hesi heims áskoðan taklar stríði millum sjálvsøknu nátturuni og tí sum er moralskt og rætt?

Ella vit kundu eisini spurgt hvat er ‘rætt’ í eini slíkari tilveru?

Vóru maskinirnar Hitler og Stalin skeivir í teirra atferð, um slík heimsmynd nú einaferð er galdandi? Ella vóru hesir bara undirlagdir teirra egnu arvaeinds sjálvsøkni og tí hvørki útførdu handlingar sum hvørki vóru moralskt ella etiskt rættar ella skeivar, men bara nátturligar? Sigast kann at langt frá allir týskir nazistar, við hondini í hópdrápunum gleddust um blinda lýdni móti statinum, hetta var ikki rokna annað enn neyðugt sjálvsøkni hjá einari rasu at ráða yvir aðrari og yvirliva. Um menniskjan ikki hevur sál ella veruligt endamál, um menniskjan ikki umboðar annað enn eina blinda maskinu 'who can blame them'?

Dawkins sigur jú sjálvur um nátturuna og tilveruna:

‘…einki snið, einki endamál, hvørki gott ella ilt, einki uttan blind, eirindaleys líkasæla.’

William Provine (professari í Cornell universitetinum) sum eg siteraði áður, tekur undir við hesum:

‘…modernaða samfelagi leggur upp til at vit arva onga siðamentan ella etiskar lógir, einki absolut sum kann vegleiða menniskja samfelagi.’

Aðrastaðni sigur hann:

‘Tað eru eingir gudar, einki endamál, einki sum vegleiðir okkum…einki absolut fundament fyri etik, eingin meining við lívinum og heldur ikki fríður vilji’

Vit kunnu tí ikki annað enn gleðast um, at lógir eru settar at verja borgaran undan hesum nátturu avleiðingunum; kanska hetta er tað sum Dawkins sipar til, tá hann sigur at vitan um tilveruna kann hjálpa okkum at bøta uppá skaðiligu gongdina; men enntá í hesum høpinum, har í lógin setur karmarmar, tykist nátturan at vinna tilseinast og nátturu avleiðingarnar lata sostatt hópin av líkum og brotnum menniskju eftir seg.

Vit mugu eisini harmast um, at ávís stýrir hava seinastu 100 árini lati hesa hugsjón verða valdandi. Ateistisk stýrir so sum Sovjet, Kina, Reyðu Khmeranir og Norður Korea, vóru og summar av hesum eru framvegis, samfelags skipanir knýttar at eini heimsmynd, har menniskjan ikki verður rokna hægri enn eitt djór ella ein maskina. Hetta hevur aloftast ført við sær ágang og kúgan av teimum sum standa í forðing fyri tí ynskjandi tilgongdini og menniskjanum sum heild. Ironiskt er tað, at tilgongdin, sum aloftast hevur verið positiv á at líta, ber orð fyri at skifta ham, tá ein tíð er gliðin, og eirindaleysa nátturan av hesi gudleysu heimsmyndini far yvirhond. Her kunnu vit sjálvsagt sipa til Jacobine rørðsluna undir Fronsku Kolveltingini og Kommunistisku maktirnar, sum eftir ávísum hagtølum myrdu útvið hundra milliónir menniskju, ella fyri at nýtta rætta málbrúki sløktu fyri 100 milliónum tólum seinastu 100 árini.

Tað eigur tí ikki at undra okkum at Dawkins og aðrir við honum, longu er farnir at tosa um eitt slag av statsateismu, har frælsi og rætturin hjá øðrvísi hugsandi (tað vil siga teistum) verður skert. Ótoleransin hevur longu verði rættuliga sjónskur á tí akademiska økinum, har uppsagnir, akademiskt tryst, hóttanir og enntá møguleikin fyri handtøku hevur verði galdandi, um øðrvísi hugsandi ynskja at framstanda við sínum egnu sjónarmiðum. Eitt nú hava nógvir kristnir næmingar seinastu 20 árini verið offur fyri akademiskari forðing í hægri lestri tá teirra trúgv og meiningar verða uppsporaðar. Kristin ídag kunnu skjalprógva túsundavís at slíkum dømum. Talið av offrum innan vísindaliga, samfelagsliga og søguliga gransking verður í vesturheiminum í dag met at liggja væl yvir hundratúsund. Hetta er sostatt eitt eirindaleyst kríggj, heimsmynd móti heimsmynd, harí svik, lygnir, politikkur, rættarsakir, hóttan og samsvørjing eru týðandi faktorar.

Men hetta er bara soleiðis Dawkins skilir nátturuna; tað er í hesum vit eiga at síggja sjálvsøknina. Tann eini bólkurin má yvirliva, hin má bukka undir. Hetta er at líkna við arvaeinds kríggi, sum eisini stýrir maskinaríði, menniskjan og okkara atferð; eigur tað tí at undran okkum at vit longu síggja útveljing, yvirtøku og eirindaleysa útrudding í tí akademiska umhvørvinum? Dawkins er sannførdur í at holdningur arvaeindsins, verður holdningurin sum eisini eykennir maskinuna.

Týðiligt er tað, at undirleggur ein menniskja undir heimsmyndina hjá Dawkins, verður menniskja rivi frá síni upprunaligu støðu. Tað verður bólka sum ein maskina, stýrd av arvaeindum við villari djórða atferð. Við øðrum orðum vinnur menniskja ikki sjálvsvirði, tað missir tað. Í filminum hjá Orwell, ‘1984’, verður verður oyðilagda og niðurtrykta menniskja Winston, píndur fyri sín ringa hugburð ímóti einum stýrið sum tykist at fylgja ávísum niðurstøðum í hesi heimsmyndini. Filmurin lýsir eitt samfelag, har tørvurin at yvirliva er alt galdandi, har menniskja einki virði hevur og ikki verður rokna fyri annað enn eitt djór. Tá Winston verður píndur tí at hann fastheldur uppá sítt menniskjaliga virði, staðfestir økisleiðarin O’Brien henda dapra veruleika, við at pilka eina leysa tonn úr munninum hjá Winston, við orðunum, ‘hatta er seinasta menniskja’. Um heimsmyndin hjá Dawkins sýnir ein so vónleysan og dapran veruleika, hvat nyttar so tos um moral og etik?

Kann tað hugsast, at gudloysi ikki megnar at definera moral og etik út frá tess egnu heimsmynd? Dawkins argumenterar bara at vitanin um sjálvsøkni arvaeindana gera tað møguligt at stríði ímóti, men letur tað seg í veruleikanum gera? Ivamálið vísir seg at verða í samtráð við útsøgnina hjá Paul Kurtz, ein av høvuðs oddamonnunum innan felagskapinum Council of secular humanism. Hann skrivar (leysliga yvirsett):

‘Fyrsti parturin av samtakið okkara, hevur verið at viðgera grundleggjandi nátturuna í religiøsari trúgv og hetta hevur eydnast væl. Tann fylgjandi parturin harafturímóti, sum viðger menningina av etiskum meginreglum og virðum—er nógvar ferðir torførari at útgreina og langt er á mál…tørvur er eisini á nágreiniligari frágreiðing um tess týdning í samband við persónligan moral’.


Í  aðrari grein skrivar hann:

‘Lykla spurningurin er um sekularistar eru førir fyri at menna sekuler etisk virðir sum geva meining og leggja grundina fyri moralskum reinlyndi’

Við øðrum orðum, prátið hjá Dawkins, um at forða fyri skaðiligu avleiðingunum av arvaeinds sjálvsøknini, út frá einari gudleysari heimsáskoðan, hevur higartil miseydnast; tað er: um vit skulu taka Paul Kurtz í álvara. Víðari, leggur hann aftrat, at langt er á mál og setur síðani spurningin um slíkt yvirhøvur letur seg gera?