Sunday, November 13, 2011

Bloggurin hjá 'Gudloysi' brýtur 266b

Enn ein áheitan til 'Gudloysi'. Læt meg fyrst siga, at eg ongan beinleiðis, persónligan kritik havi mótvegis limunum í 'Gudloysi' sum heild. Óansæð teirra kritik á religión og kristnum, so haldi eg, at fleiri av hesum (fyri meg persónliga) fyrikoma ómetaliga væl dannaði. Má kanska mangan sláa meg sjálvan í høvdið, haldi meg sjálvan til tíðir, at verða nógv ógvusligari í mínum úttalisum (Havi annars broyt meining hesum viðvíkjandi ídag, 29 mai 2012)

Veit eisini, sum Heini mangan hevur tikið uppá mál (og sum vit fara at koma inná nú), at felagið 'Gudloysi' ikki neyðuga tekur sama sjónarmið, sum ein og hvør av teirra bloggarum dittar sær at sleingja út fyri almenningin at lesa. Við øðrum orðum kunnu limir í 'Gudloysi', skriva ávíst á bloggin hjá 'Gudloysi', tó at hesir ikki umboða felagið 'Gudloysi', eg blívi ikki heilt klókkur uppá hatta, men læt tað fara. 

Tó so kann eg ikki lata verða við festa meg í at 'Gudloysi' loyvir ávísum persónum at nýta bloggin til beinleiðis haturstalu og niðring. Veit væl at teistar og ateistar hava sum eitt av mongum endamálunum, at vísa á vandarnarar og feilirnar hjá hvør øðrum; eg loypi jú áhaldandi á Richard Dawkins og limir í 'Gudloysi', gera sítt fyri at loypa á Jenis av Rana og Miðflokkin. Men hetta er ikki einsbetýðandi við, at talan skal verða um beinleiðis niðring, hatur og vandamikla uppøsing móti ávísum persónum og bólkum. 

Veit tí ikki hví 'Gudloysi' loyvir slíkari niðring á blogginum sum vit eru vitni til í seinasta upplegginum; har í ein ávísur bloggari skrivar:

"Heldur vil eg lýsa støðuna í Føroyum soleiðis, at vit í fleiri árhundrað hava barst fyri at vinna frama fyri rationalitet og humanismu ímóti fundamantalistisku trúgvandi andsdvørgunum. Og eg sigi andsdvørgum í somu niðrandi merking, sum tú hevur lisið tað: ein persónur, óansæð um hann er ein intellektuel kempa, sum ger seg til fortalara fyri eini so ódámligari, ósympatiskari og fordømandi dogmatiskari  læru, sum kristindómurin er, er framvegis ein andsdvørgur í mínum eygum."

Í hesum førðinum háðar bloggurin hjá Gudloysi tveir bólkar: kristin og dvørgar. Eg haldi at í ljósinum av núverandi lóggávu og typiskum samfelagsholdningi er hetta átaluvert.
Hetta er sami persónurin sum áður hevur úttala seg um at útrudda religión (Gud viti hvussu, tað kundi hesin ikki svara mær uppá fyrr í árinum), sum vil hava Sovjet líknandi lógir at bannað kristnari dogma fyri kristnum børnum í kristnum heimum og beinleiðis hevur hótt við verbalum andlit til andlits ágangi. 

Fyri mær kann tað verða floytandi líka mikið, um ateistar undirdýggja kristin við ókvæðmisorðum, hetta provokerar meg slett ikki. Men um tit ynskja at uppnáa nakra virðing, so er hetta bara ikki vegurin frammat. Torið væl at siga, at kristin hava gjørt seg skyldug í líknandi úttalisum og slíkt gevur sum sagt bakslátur. 

Haldi at felagið út frá núverandi lóggávu átti at tikið eitt sindur av ábyrgd fyri, at bloggur tykkara ikki verður eitt tól nýtt til slíkt nazi-líknandi jabbarí, ikki minst tí, at tit ivaleyst verða sæddir (um eg skilji rætt, men rætta meg endiliga, møguliga fara eg púra skeivur her) sum fyrimyndir fyri lógum so sum 266b, tá tað kemur til rættindini hjá ávísum bólkum, sum sigur: 

§ 266b.: Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.

Ella hvat? Telur lógin fyri muslimar, myrkan húðalit og samkynd, bara ikki kristin? Sum sagt eg veit ikki heilt hvat tykkara støða til 266b er og um tit yvirhøvur eru samd um eina slíka lóg.


Tápulig lóg? Tað halda summi, men hetta er í hvussu er holdningurin í løtuni og tí geri eg vart við meg, um bólkar ella persónar forbróta seg í samband við ágang móti kristnum. Í hesum førinum er tað greitt at bloggur tykkara inniheldur niðurgerð og háðan av einum samfelagsbólkið, í hesum førinum kristnum. Tað má tí verða tykkara ábyrgd sum felag, at heimasíðir ella bloggar sum felagið umboðar, eisini heldur seg til núverandi lógina og holdningin og tekur ábyrgd fyri hvat bloggarir og limir úttala seg um, á tykkara bloggi.

Sum kristin so havi eg sjálvandi mína áskoðan um ateismu og eitt nú samkyndan lívstíl (bara fyri at nevna tvey klassisk dømir). Eg havi tó ongan rætt til, at fordøma, háða, loypa á, ella niðurgera hesar persónar á nakran hátt, sjálvt um eg haldi at dialogur og kritkkur eigur at verða vælkomin frá báðum síðum, serstakliga um tann eini bólkurin leggur upp til tað. 

Um viðmerkjarir á 'Kristindómur Svarar', kristnir ella ikki, loyva sær (á blogginum) at nýta slíkt hatursmál um ateistar ella samkynd, ella nakran annan, verður viðkomandi átalaður ella teksturin slettaður. So simpult sum tað.


Ljóta greinin á 'Gudloysi' kann lesast her:  http://gudloysi.fo/2011/11/gudloysi-i-manntal/

No comments:

Post a Comment

Tað er einum og hvørjum frítt at viðmerkja og kritisera, men bannan, persónlig álop, og niðring kunnu verða strika.

Verður ákæra reist um óerligheit ella lygn, eigur viðmerkjarin ikki at verða duldur.

Trøll og persónar sum bevíst royna at eitra kjakið fáa ikki longur loyvi at luttaka.