Wednesday, June 20, 2018

Mín viðmerking til sendingina "Gud signi Føroyar"



Mynd hjá Kristindómur Svarar

Mín viðmerking til sendingina “Gud signi Føroyar”

Eg var sjálvur partur av aðru sendingini í røðini, og her eru mínir tankar, sum kunnu kókast niður í fimm punkt av kritikki til sendingina.
Eg skal ikki vera negativur um alla upplivingina. Eg haldi, eg hevði gott samstarv og prát við Heina og upptøkumannin. Og eg haldi, at teir virdu meg sum persón og fyri tað, sum eg eri, og tað seti eg stóran prís uppá.

1) Eg dugi ikki at siga, hvat leiðslan í Zarepta og tey, sum skipaðu sendingina, høvdu avtalað, men sjálvur skilti eg tað sum, at hetta fór at vera ein sending um Zarepta við onkrum kritikki. Tað, sum eg ikki var vitandi um, var, at hetta fór at bera brá av onkrari uppgerð, einari hyperskeptiskari sending, nærum uppløgd at skaða umdømið hjá Zarepta.
Endamálið við sendingini vísti seg nevniliga ikki at vera ein viðgerð av Zarepta ella Nesvík, men hetta var harafturímóti ein long viðgerð av evninum ‘helviti’, har Zarepta og Nesvík í høpinum vóru nýtt sum negativu dømini.
Eg skal vera varin, hvussu eg orði hetta, tí kanska var tað als ikki ætlanin. Men tá hugsað verður um døpru og skeptisku umtaluna av Zarepta og døpru uppsetingina av sendingini, so eru tað mong - og eg svari fyri mong - sum sita og kenna á sær, at Kringvarpið onkursvegna misnýtti tað álitið, sum har varð víst teimum.

2) Tað. sum skuffaði meg, var tað, eg sat eftir við eftir sendingina - dapurleikin, hvussu sendingin legði upp til, at Zarepta er eitt stað, sermerkt av heilavaskan, ræðslu og tvingsli, ein mynd, ið als ikki málar veruleikan, hvussu leguluttakarar uppliva Zarepta í hesi tíðini. Zarepta var ikki at kenna aftur í sendingini.
Tá tað er sagt, so kann tað ikki dyljast, at helviti er partur av bíbliulæruni hjá Brøðrasamkomuni. og at helviti tí hevur sítt pláss í tess frálæru sum heild, eisini í Zarepta. Men himmalvíður munur er á, at helviti er partur av tí, sum samkoman lærir, og til at siga, at helviti fyllir samkomulív og legulív út um alt mark.
Tó kann tað heldur ikki dyljast, at tað eru fólk, sum hava verið óansin og penslað helviti ov grafiskt á vegginum, og at ung hava verið bangin. Men talan er um dømir, sum typiskt kunnu sporast aftur til undanfarnar tíðir.
Á leguni, sum víst varð í sendingini, minnist meg ikki helviti vera nevnt av nøkrum leguleiðara ella talara eina einastu ferð, og minnist meg rætt, var helviti ikki nevnt eina einastu ferð inni á kamarinum, har eg og ein annar leiðari høvdu andakt alla vikuna. Ikki tí at eg ikki vildi ella ikki mátti ella ikki tordi. Eg var bara meiri upptikin av at læra dreingirnar um at halga Jesusi alt lív sítt.

3) Eg sat við ein ávísari kenslu av skepsis, tá eg hoyrdi um tilburðin, har ein leiðari hevði undirvíst 10 ára gomlum leguluttakarum um demonir.
At byrja við í frásøgnini var eg bilsin, men ikki heilt ivandi. Eg kundi tó ikki lata vera at hugsa um strongu reglurnar, toymisleiðararnir á 16-17 ára leguni fingu at halda seg til í sambandi við samskifti við børn og ung á liðinum. Eg kann ikki ætla, hvussu strangar reglurnar eru fyri samskifti við børnini á 10 ára leguni.
Eg kundi heldur ikki lata vera at hugsa, at eingin leiðari við síni fullu fimm fór at tosa við 10 ára gomul um demonir – og ikki at gloyma, at evnið demonir er ikki eitt evni, sum er nógv frammi í Brøðrasamkomuni. Í mínum huga var okkurt har, sum ikki hekk saman.
Tó vóru tað nøkur orð í innihaldinum av hesari demonframløguni, at demonir: “kravlaðu eftir vegginum og krógvaðu seg í myrkrinum...” sum gjørdu, at ketan hoppaði av.
“Demonir, sum kravla á vegginum og krógva seg í myrkri”, er hvørki bíbilsk ella kristilig terminologi fyri demonir, og eg eri 100% vísur í, at orðavalið hevur verið eitt heilt annað, um ein leiðari hevði greitt frá evninum. Demonir, sum krógva seg í myrkri, skápum, undir songini og ganga upp eftir veggjum, eru demonir, sum vit síggja í filmum, og tað fekk meg at hugsa, at tað møguliga var meiri sannlíkt, at evnið var partur av prátinum millum leguluttakarar heldur enn ein framløga hjá einum leiðara.
Tað er ikki óvanligt, at 10 dreingir í einum liði tosa um Ku Klux Klan, Adolf Hitler, endatíðina, aliens, ”ånden i glasset” og demonir. Tá eg var 10 ára gamal og á legu í 1982, minnist eg, at vit sótu fleiri dreingir í kamarinum í meir enn ein tíma og tosaðu um tað ónaturliga. Á 9 ára leguni í 1981 sótu vit 9 ára gamlir og tosaðu um rúmdarverur. Tað kemur meiri enn so fyri, eitt nú við eina andakt, at líknandi evnir koma upp, og at leiðarin antin má steðga prátinum ella greiða frá evninum við meiri javnvági, meiri fyri at sissa leguluttakararnar. Kundi tað hugsast, at hetta var veruligi samanhangurin?
Eg kann ikki siga og fari ikki at siga, at kvinnan, sum greiddi frá hendingini, segði ósatt. Ivaleyst upplivdi og tulkaði hon hendingina, soleiðis sum vit fingu greitt frá henni. Men tey fýra punktini omanfyri siga mær samstundis, at tað átti at verið pláss fyri nøkrum mótspurningum til frásøgnina, og teir vórðu ikki tiknir fram.
Eg havi annars seinastu dagarnar fingið innlit í eina heilt aðra frágreiðing um hendingina frá øðrum, sum eisini vóru á kamarinum. Onkur teirra greiddi frá, at teir minnast drongin fara heim, men einki um hesa framløguna um demonologi. Onkur annar teirra vil vera við, at prátið um demonir í veruleikanum ikki var framløgan hjá einum leiðara, men upprunaliga var partur av prátinum millum legulutakarar, sum samsvaraði við mín illgruna um, at demonir, “ið krógva seg í myrkri og kravla eftir vegginum”, ikki eru orð, sum ein Zarepta-leiðari hevði brúkt at lýsa ein demon.
Eg tori tó ikki at vera ov avgjørdur, men vóni, at hesin ivi mín eisini verður móttikin jaliga, nú vit skulu viðgera hendingar og keldur og mugu tola kritikk.

4. Tað undraði meg, at so lítið jaligt kom fram um legurnar, at vinkulin sum heild var negativur og bara negativur, og at sjálvt tá hópurin av ungum, sum stuttleikaðu sær, varð vístur, var tað við døprum tónum spældum í bakgrundini, har ið tað tyktist, sum at enntá stuttleikin og positivar upplivingar vórðu lýst dapurt og huldisligt. Eftir sendingina bar til at sita eftir við kensluni av, at Zarepta má vera eitt ótespiligt stað at koma í – líkur einum dularfullum, devulsettum umhvørvi úr einum ræðufilmi.
Men hvussu við teimum, sum kunnu siga, at Zarepta hevur havt positiva ávirkan á teirra lív, ella at Zarepta hevur verið ein varði á teirra lívsleið, ella at Zarepta hjálpti teimum ígjøgnum torførar tíðir og umstøður? Einki í sendingini vísti á, at Zarepta hevur broytt lívið hjá mongum ungum til tað betra og hevur stimbrað tey á lívsleiðini.
Mær dámdi als ikki, hvussu sendingin var miðvíst redigerað soleiðis, at hon tænti endamálinum at eitra myndina av umhvørvinum.

5) Men tað, sum veruliga gjørdi mær ilt, var, at í øllum hesum vóru upptøkurnar av ungum legulutakarum, teirra andlitum, víst við døprum bakgrundstónum fyri líkasum at prenta í huga hyggjarans, at hetta eru tey heilavaskaðu offrini, ella nógv verri, teir ungu tilhangararnir av hesari helvitis kultini - hesi ungu, sum elska og fylgja hesum ræðuliga gudinum, sum drepur fólk, slær fólk við sjúku, tveitir smádreingir í helviti, hesi ungu, sum í dularfullu myrku høllini í kór syngja: “Lat gleðiboðskap frá Zarepta bleiktra út.” Ein upptøka, ið ivaleyst varð upptikin í høllini, tí at klangurin egnaði seg til upptøku, men sum í sendingini snildisliga varð vavd inn í ein feril av víðgongdari tilgongd.
Ræðandi tankin slóð meg so, hvat tað var, vit møguliga høvdu útsett hesi ungu fyri, tá vit lótu tey verða tikin upp og lýst í slíkum ljósi í einari sending, sum hevði eitt so mikið áleypandi og skeptiskt endamál.
Henda hugsan rakti heldur ikki heilt langt við síðuna av, tí eftir sendingarnar hoyrdu vit frá ungum leguluttakarum, sum vóru at síggja í sendingini, at fleiri vóru stúrin og óttafull um at koma í sítt dagliga umhvørvi aftur.
Eg dugi ikki at siga, hvat komandi sendingarnar hava at bjóða hyggjarunum, men hesa sendingina av Zarepta og Nesvík dámdi mær lítið. Eg vóni heldur ikki, at hesar sendingar, sum vilja varpa ljós á ávíst, sum fleiri halda hevur týdning at fáa fram, og sum skal betra um okkara land, samstundis eru við til at elva til størri spjaðing millum føroyingar í okkara lítla samfelagi.
Høgni Johannesen

Wednesday, June 13, 2018

Socialistisk Ung siga hvat?





So fekk eg Sosialistisk Ung uppá nakkan.

Teirra aftursvar til mítt skriv bendir á, at eg onkursvegna má viðurkenna høgravendu sjónarmið Breiviks og harnæst fríkenni mannin grundað á, at hann er psykopatur:
“Høgni Johannesen skrivar m.a., at gerningsmaðurin handan álopið hin 22. juli ikki umboðar høgravenda hugsan, men psykopatismu.
Hetta passar einfalt ikki. Gerningsmaðurin hevur onga sálarliga diagnosu, og rættarpsykiatarin metti hann vera fullkomiliga føran fyri at standa til svars fyri sínar gerningar í rættinum. Við øðrum orðum var gerningsmaðurin ikki sálarliga órógvaður, tá hann framdi álopið og tók lívið av 77 menniskjum.
Gerningsmaðurin var ein høgraekstremistur, og álopið var politiskt.”
Her leggur SU beint fram orð í mín munn, tí í undanfarna skrivi legði eg áherðslu á, at:

“Breivik umboðar tí ikki høgravenda hugsan sum heild, men psykopatismu.”

Eg undrist á, at SU ikki gav sær far um orðini 'sum heild'. 

Eg sigi sostatt ongastaðnis, at Breivik ikki hevur høgravendu áskoðan og dugi eins og SU sjálvandi eisini at síggja vandan við høgravendari ekstremismu, men samstundis sum eg dugi at síggja út um nakrar rammur og eisini innsíggi vandan við vinstravendari ekstremismu, islamismu og øðrum ismum, sum eisini kunnu leggja lív og samfelag okkara í sor.

Á hesum sinni fari eg ikki at brúka tíð til at viðgera sálarliga persónleika Breiviks. Eg havi ikki somu áskoðan sum SU og onnur, at Breivik er sálarliga rættvorðin. Breivik er lýstur sum ein sera sálarliga skaddur maður við bakgrund í einum sálarliga órógvaðum heimaumhvørvi, har bæði omma og móðir vóru sálarsjúkar.


Eg skilji heldur ikki, hví so mikið verður gjørt burtur úr at lýsa mannin sálarliga rættvorðnan, tá vit júst í hesum døgum lýsa flestu syndir og víðgongdar hugburðir sum úrslit av sálarligum ella likamligum trupulleikum; bara ikki hjá Breivik.
Flestu munnu tó halda við mær, at tá eitt fólk uttan himpr og skuldarkenslu beinir fyri 69 tannáringum, so ber viðkomandi tað brá av álvarsomum sinnisligum trupulleikum.
Harvið skal eg tó ikki halda uppá, at maðurin ikki var tilvitandi; flestu psykopatar eru tilvitandi og kunnu taka fulla ábyrgd fyri sínar ógerðir.

Tað, sum eg legði dent á í mínum skrivi, var, at talið á høgravendum og enntá ultrahøgravendum, sum vildu fylgt í fótasporum Breiviks, høvdu umboðað eitt fáment herlið.

Men aftur til tað, sum hevur týdning.

Nakrar persónligar viðmerkingar hava, síðani eg legði skrivið út, fingið tað at ljóða sum um, at eg hevði eitthvørt ímóti teimum vinstrasinnaðu ungu, sum vóru úti fyri ræðuleikunum á Utøya. Einki er meira fjart frá sannleikanum. Hóast ósamdur við hópin av teirra áskoðanum, so eri eg sannførdur um, at talan er um sera fitt ungfólk, sum meina ómetaliga væl, og sum veruliga vilja gera heimin til eitt betri stað, enn hann í løtuni er.

Í míni upprunaligu grein og aftursvari frá SU var tað ikki fyri at lasta tey ungu á Utøya, men upprunaliga í samanhanginum av framsøgnirnar hjá Erik Poppe, at eg legði undanfarna skriv út, har Poppe skal hava borið fram, at filmurin var gjørdur við tí endamáli at lýsa, hvussu høgraekstremisma kann síggja út. 

Erik Poppe. Maðurin handan filmin Utøya.


Poppe ville lage filmen for å minne verden om hvordan høyre-ekstremisme kan se ut. Det sa han under møtet med pressen etter filmen. Terroristen som drepte 69 mennesker på Utøya hadde høyre-ekstreme ideer.

Spurningurin, sum eg sjálvandi loyvi mær at seta her, er: hvat  er høgraekstremisma í hugaheiminum hjá Poppe og ivaleyst øðrum vinstrahallaðum ella vinstraekstremistum?

Eg royndi í greinini at vísa á, at Breivik er dømi um víðgongdan ørskap (also íblandaðan psykopatismu), men so legði eg dent á, at hansara ørskapur ivaleyst var ein mótgerð móti øðrum víðgongdum ørskapi.

Hvørjum øðrum víðgongdum ørskapi?

Sum eg eisini vísti á í skrivinum, so snýr høgrahalla aktivisman í Bretlandi í hesum døgum seg millum annað um at verja rættin og tryggleikan hjá túsundtals (nøkur siga í hesum døgum hundraðtúsundatals) ungum gentum, sum í mong ár hava verið útsettar fyri kynsligum trælahaldi og skipaðari neyðtøku.
Um slík aktivisma kemur undir at vera høgrasinnaður ella enntá høgravíðgongdur, so eru eg og mong við mær í hasum føri, høgravíðgongd.

Tað sagt, so er tað ómetaliga harmiligt at gølan mangan verður rænd av høgra hugsandi í eisini hava ilt í huga.

Men snýr høgraekstremisma seg um at varpa ljós á slíkar ræðuleikar heldur enn at tiga og sópa teir burtur, so kann eg enn einaferð, í hasum føri, roknast sum høgravíðgongdur.

Snýr høgraekstremisma seg um rættin at finnast at einum myndugleika, sum í mong ár hevur vent blinda eygað til hesar skipaðu hópneyðtøkurnar og enntá handtikið offur og hjálparleys foreldur ístaðin, so er tað heilt greitt, at eri eg høgraekstremistur.

Tá so SU langar út og áleggur mær at stuðla sínum stríði í bardaganum móti høgraekstremismu, tí høgraekstremisma er ein vaksandi hóttan í Europa, so vantar ein nærri lýsing frá teimum av, hvat høgraekstremisma veruliga hevur við sær og umboðar, ið hvussu er í teirra hugaheimi.
Meina tey við nasismu, rasismu ella líknandi psykopatar sum Breivik, so vil eg jaliga bólkast millum teirra, ið standa høgrarákunum ímóti.

Men er talan um at vera politiskt korrektur, at vera forðaður í at finnast at aðrari mentan, at tora at hugsa øðrvísi og vera religiónskritiskur, so vendi eg jaliga kritikki mínum móti teimum vinstrumegin.

Tað er eyðsæð altíð harmiligt at viðgera slíkar truplar sakir. Í hesum føri má eisini staðfestast at tað finnast hópurin av fittum og góðum muslimum, sum ongantíð vildu stuðla slíkum ágangi; eg kenni nógvar. Tó eiga vit heldur ikki at síggja burturfrá, at búrkropparnir vóru eftirfylgjarir av religiónini Islam og ein má seta neyðugu spurningarnar hasum viðvíkjandi, ella koma vit ongantíð til rótina av trupuleikanum.   

Hvat roynir SU at siga?

Ávíst í aftursvarinum hjá SU skelkaði meg, og satt at siga veit eg í løtuni ikki, um SU miðskilti okkurt í mínum undanfarna skrivi.

Í skrivinum nýtti eg sum samanbering av víðgongda ørskapi Breiviks gøluna, sum seinastu árini hevur verið í Ongland, har omanfyri nevndu túsundtals blaðungu genturnar hava verið lumpaðar og tvingaðar til áhaldandi skipaða neyðtøku í mong ár av harkaliðum, samansett av eftirfylgjarum Islams.


Sjálvandi bólka við slíkt undir víðgongdan ørskap. Men neyvan kann tað sigast at vera minni víðgongt og ørligt, tá myndugleikar og miðlar venda hesum blinda eygað, lata tað um seg ganga fyri at hava sátt við Islam og tilflytarar og harvið velja at ofra hesar ungu borgararnar á altarinum fyri at vera politiskt korrekt.

Her er eina játtanin: 

Disgraced former Labour politician Denis MacShane has admitted that he shied away from investigating allegations of a child sex abuse scandal in Rotherham because he is a 'true Guardian reader' and did not want to 'rock the multi-cultural boat'.
The former MP, who resigned as MP in 2012 over the expenses scandal, said ‘misplaced racial sensitivity’ prevented him from 'burrowing into' the widespread sexual abuse allegations and oppression of women in the Muslim community.
He made the comments after a damning child protection report found 1,400 children were sexually exploited in the town by gangs - most of them of Pakistani origin - between 1997 and 2013.
A group of 'influential' Pakistani councillors were accused in the report by a council officer of blocking attempts to tackle the abuse and also meddling in domestic abuse cases involving Asian women in the town.
Mr McShane said: 'I think probably [I didn’t do as much as I could]. I think that I should have burrowed into it. 
'Perhaps yes, as a true Guardian reader, and liberal leftie, I suppose I didn’t want to raise that too hard.'
He also told the BBC: 'I think there was a culture of not wanting to rock the multi-cultural community boat if I may put it like that....

...In the report, one council official also told author Professor Alexis Jay social workers felt pressure from Pakistani officials to reveal the whereabouts of women fleeing domestic violence.
They were also told to encourage women to go back to their attackers rather than support the victims' own choice of action, they said.
Ukip's Yorkshire and Humber MEP Jane Collins said: 'This part of the report is just shocking. 
'To cover up something of this scale, they cannot have been acting out of shame; it is evil.'
http://www.dailymail.co.uk/news/article-2735194/Girls-young-11-doused-petrol-told-raped-next.html

Tað eru nøkrum, men ikki mongum vinstrahallum politikarum, miðlum ella aktivistum fyri at takka, at gølan lak út fyri nøkrum árum síðani, og at hesar gentur nú hava eina umboðandi rødd og hava fingið rættindi og tryggleika.

Eg veit ikki, um tað er, tí at eg hugsi høgravent í hesum føri og um vinstrahøll ikki hugsa soleiðis. Eg vóni ikki, at tað er so, men tann, ið hugsar eins og eg, hevði hildið tað vera rætt, moralskt og etiskt, at myndugleikarnar beinanvegin smekkaðu til, veittu gentunum hjálp og rættvísi, revsaðu búrkropparnar og settu ókorrekta politiska spurningin, hví flestu ofrini vóru ungar hvítar gentur og nú eisini gentur við bakgrund í sikhara religiónini, og hví allarflestu brotsmenninir vóru eftirfylgjarar av Islam?
Tað er eyðsæð, sum eisini mangan er bori fram at tað eru hvítir enskir menn, ið fremja líknandi ræðugerðir, men tað er eisini eyðsæð, at teir eru ikki vardir av politiskt korrekta filtrinum.
Eitthvørt hevði í hesum føri við sær, at myndugleikar og miðlar valdu at vera politiskt korrektir fram um túsundtals (møguliga hundraðtúsundtals) vanlagnur.

Til hetta sigur SU í sínum aftursvari:
Høgni tekur upp dømi úr Stóra Bretlandi, har hann skýrir vinstravendum at leggja bond á løgreglu, almennar tænastur og miðlar fyri at steðga víðgongdari islamismu.
Hesar ræðuligu og syrgiligu hendingar, ið eru úrslit av víðgongdari islamismu, mugu sjálvsagt steðgast, men loysnin er ikki einføld. Vit noyðast at vera humaniter, og tað er langt frá altíð lætt.
Image result for what meme

Skilji eg aftursvarið hjá SU rætt (og tey mugu endiliga rætta meg, um eg ikki geri), so tykjast tey vilja vera við, at ensku myndugleikarnir vístu sanna humanitera atferð og hugburð, tá tey lótu sex-trælkanina av tannáringum og skipaðu og áhaldandi neyðtøkurnar av ungum gentum niður í 11 ára aldur fara fram ósteðgaðar í mong ár. Hetta var í hvussu hugburðurin hjá vinstrahallaðum politikarum og miðlum. 

Hví? Tað tykist, sum um SU vil vera við, at tað, sum hevur størsta týdningin, er, at “øll skulu vera partur av samanhaldinum”? Eg eri sum heild samdur, men ikki tá ið tað hevur við sær neyðtøku, sex-trælkan, islamisering, avmarkað hugsunar- og talufrælsi og politiska korrektheit.
Um so er, gevst Høgni her at hugsa vinstrasinnað.

Beint mótsett áskoðanini hjá SU, soleiðis sum eg skilji aftursvarið, so haldi eg loysnina vera sera einfalda og sera lætta. Fólk, ið hugsa humanitert og vilja hvørjum einstøkum tað besta, fara ongantíð at grunda sín moral á rák og fara altíð, altíð at varpa ljós á veruleikan, eisini dapra veruleikan (eisini um Islam má standa fyri skotum) og at leggja uppí, tá tey veiku eru fyri vanlagnu. Tað var ikki framferðin í hesum máli, og tað tykist heldur ikki vera framferðin, sum SU tekur undir við.

Image result for british authorities scandal grooming gangs

Eg eri samdur við SU um, at vit eiga at ansa okkum eftir høgravíðgongdum hatursrákum og ivist ikki eina løtu í, at slíkt víðgongt samfelag fer at gera støðuna hættisliga fyri mong. Men tað er samstundis einki í mær, sum jaliga tekur undir við hesum ræðandi, men í løtuni positivt ílatna samfelagnum, ið SU tykjast umboða, har tað er ein humaniter avgerð at lata ræðuleikar um seg ganga fyri at verja eina ávísa ideologi. Slíkt boðar frá einum vandamiklum politiskum hugsunarhátti, og slík áskoðan eigur ikki av hava nakran sum helst leiklut í einum frælsum framkomnum samfelagi.

Tað var ið hvussu er niðurstøðan í mínum fyrsta skrivi, at slík áskoðan og slík samfeløg leiða til hópin av ofrum og harnæst kúgan, og so uppala vit jú, sum frá líður, ein annan Breivik ella eitt rák, ið hugsar sum Breivik.


Wednesday, May 16, 2018

Tankar um filmin Utøya



Sjálvur havi eg sæð filmin Utøya, sum eg helt verða ein rámandi og neyðugan film í okkara sárbøru og ørvitisligu døgum. Ógvusligt men vert at seta tíðina av til.
Tó so hevði eg samstundis kensluna av at filmurin bar ávíst brá av propaganda og varnist nú, at mistankin ikki rakti so langt við síðunar av. 
Slíkt propaganda kann gerast ómetaliga villeiðandi, serstakliga tí langt frá øll høgra hugsandi eru víðgongd og langt, langt er frá at verða generelt høgra víðgongdur til at fylgja í fótasporum Breivisk við áhuga í plaffa ungdómar og onnur øðrvísihugsandi niður.
Breivik umboðar tí ikki høgravenda hugsan sum heild, men psykopatismu.
Tað er satt at víðgongdur høgra sinnaður hugburður er í vøkstri í Europa. Tað eigur ikki at takast positivt og har eri eg samdur, men har má ein samstundis geva rúm fyri tí fullu myndini og spyrja: hví høgravend ekstremisma er í sovornum vøkstri.
Kann tað hugsast at slíkur hugburður uppstendur grunda av aðrari, mótsættari ekstremismu?
Fylg mær eina løtu.
Take eitt nú Stóra Bretland, Í Bretland hevur man í meiri enn tíggju ár latið muslimskar bandar gera túsundavís av ungum enskum gentum, líka niður í 11 ára aldur, um alt landi, til sex-trælir. Ikki fyri at gloyma at bara í einkultum støðum í Birmingham eru túsundavís av ungum gentum offur fyri neyðtøku ella neyðtøku royndum í líknandi mentunarligum umhvørvi.
Hetta vóru enskir mynduleikar sum fylgdu politikki og hugburði teirra vinstrasinnaðu upplýstir um: bæði løgregla, almenna tænastan og miðlar.
Men her valdi man at tiga og heldur offra túsundavís av gentum, bæði tannáringum og børnum í navninum av 'political correction' fyri at toknast einum minniluta.
Var Breivik víðgondur og psykopatiskur so var tað líkaleiðis víðgongt og ikki minni psykopatiskt at offra ungu genturnar í landinum í hendurnar á fremmandari religión og mentan, at eygleiða og samstundis reinsa samvitskuna við teirri innbiltu ynskihugsan at ein kortini hevur verði moralskur og fittur.
Eg haldi tað eisini verða av týdningi at seta spurningin, hví Breivik kom sær út í slíka diaboliska hugsunnar fellu? Eins og tað samstundis er vert at fáa greiðu á, hví høgravend ekstremisma er í sovornum vøkstri?
Fáa vit skil uppá detaljurnar heldur enn at fylgja trendinum verður tað óiva óneyðugt í framtíðini, at propagera við meira villeiðandi tilfarið, tí ein varnæst at vesturlendska samfelagið longu er úti í einari vandamiklari glíðibreyt.


Tuesday, April 19, 2016

Mynstur og ID


Ein gudloysingur helt fyri mær, fyri nýðliga, at tað er ein himmalvíður munur á nátturligum sniðið og vitugum og at hetta týðiliga skilir millum 'tilvildarligt' og 'tilætla design'.

Eg hugsaði við mær sjálvum at maðurin tekur munnin í so fullan, hugsaði aftur á okkurt undrunarvert skordýr ella veggjalús og hvussu hetta dýrið hevði leitt huga mín aftur sjálvsama tilætlaða mynstrið í Pakistan.

Læt meg melda út beinavegin, bara so at eingin miðskiljing verður og onkur í berðum rasarí trashtalkar meg niður, at eg pástandi ikki at myndirnar niðanfyri eru prógv fyri 'Intelligent Design', men tey mótprógva í hvussu er pástand omanfyri sjálvút nevnda vísmannsins.

Niðanfyri: ein Azalea lace bug - Stephanites pyriodes, samanborin við spegilsmynstrini í Sheesh Mahal borgina í Lahore Pakistan.

Eg hevði møguleikan ein heitan og svangan vetrardag í 1996, beint undir islamsku ramadan føstuni, at spáka gjøgnum alla borgina og síggja glass-spegils mynstrini prýða tess rúm og hallir.


https://www.flickr.com/photos/opoterser/16282893237








https://en.wikipedia.org/wiki/Sheesh_Mahal_(Lahore_Fort)





Monday, March 28, 2016

Kristnir ræðuleikar?


Nøkur orð um kristnar ræðuleikar.
Vanligt er at hoyra at Kristindómur koloniseraði fáttækra londini, gjørdi fólki til trælir og framdi óhugsandi ræðuleikar.
Eitt dømi um hetta er Leopold II, kongurin í Belgia.
Leopold ferðaðist kring heimin og sá hvussu onnur vesturlendsk lond vunnu sær ovurhonds ríkidømi úr tess hjálondum. Leopold kunngjørdi tí at hann vildi hava part av afrikansku kakuni, sum var Kongo.
Belgiska viðferðin av tess íbúgvum var milt sagt ræðulig, ein veruligur skamplettur í okkara vesturlendsku søgu.
Eg fari tí ikki at verja koloniserings tilgongdina og tess gerningar, men vil her vísa aftur ákæruna um at tess hugburður og náttura var kristin.
Leopold lærdi um kolonisering, eitt nú millum bretsku valdharrarnar í India. Í India eins og aðrastaðni, bygdi koloniseringin ikki á kristnu trúnnað. Evangelisering av uppruna fólkinum var í eina tíð við lóg bannað og annars frárádd. Hugburðurin móti uppruna íbúgvum bygdi oftani nógv meiri á filosofisku, vísindaligu vitanina og mentalitetin í Europa, sum kanska roknaði indarar og afrikanar meiri sum djór heldur enn menniskju.
Hetta brýtur jú fulkommuliga av við Kristindómin sum lærir at øll fólkasløg eru menniskju við einum og sama virði, har í ábyrgd okkara ikki liggur í at leggja undir okkum men gera lærisveinar og læra hesi orð og lívstíl Jesusar.
Einki í kolonisering hugburðurin fylgir grundleggjandi læru Jesusar.
Í veruleikanum vóru trúboðarnir ein tornur í holdinum hjá koloniserings valdinum, tí kristni boðskapurin førdi til framgongd sum lættliga kundi leggja kýlar í kolonisering tilgongdina, sum hevði fyri neyðini at tess undirsáttar vóru óvitandi og socialt aftanfyri.
Hetta sæst í brævið frá Leopold til trúboðarar í Kongu, har hann heitir á teir um ikki prædika Gud ella religión men at virka fyri áhugamálum hjá Belgia. Leopold skrivar í brævinum at fólki í Kongu longu hevur sínar gudar og sína religión.
Leopold heitir enntá á hesar trúboðarar um at misbrúka kristna tekstin till tess at halda upprunafólkunum niðri. Eitt nú við at læra tey setningin hjá Jesusi: 'sæl eru tey fáttæku' fyri at fólki skuldi vísa neyð síni nøgdsemi, sum er reina misbrúk av tekstinum og háðan av kristnu trúnnið.
Trúboðarar tyktust tó ikki vísa áhugamálum Leopolds vælvild. Trúboðarir skrivaðu brøv sum mótmæltu ræðugerðunum og aðrir varpaðu ljós á veruleikan alment, eitt nú føroyski trúboðarin Dollin.


Leopold og belgiska harkaliðið megnaði tó miklum strevi at trýsta alla mótstøðu niður, inkludera trúboðara felagskapir og katólsku kirkjuna og tað eydnaðist ómetaliga væl at tiga veruleikan munandi.
Í stuttum, hesir ræðuleikar umboða ikki Kristindómin, men rákið og hugburðin sum fylgdu ókristiligu glíðibreytini á teirri tíð.
Brævið hjá Leopold ljóðar soleiðis:


Friday, February 13, 2015

Aftursvar til Stephen Fry: Er Gud eitt bølmenni?


Aftursvar til Stephen Fry: Er Gud eitt bølmenni?

Eg ynski í hesum skrivi at gera nakrar viðmerkingar til Stephen Fry. Har Fry í práti við ein sjónvarpsvert fyri nýðliga úttalar seg um sambandið millum Gud og óndskap, har Gud verður ímyndaður sum ein sadist og eitt bølmenni.

Mær nýtist neyvan at fara inn á detaljur her, eftirsum práti og úttalisini reika runt á netinum sum heit kaka og ein og hvør sjálvur kann leita bakgrundina til hetta skrivi upp.

Eg havi ikki svara uppá alt, fari heldur ikki at royna tað, og hetta skriva nemur bara ein ávísan vinkul av spurninginum. Hópin av øðrum skrivum og øðrum vinklum finnast eisini.

Fry er ein persónur sum eg vildi verði ósamdur við á mongum økjum (tað fara vit ikki inn á, á hesum sinni), men óansæð ein persónur sum eg altíð havi havt stóra virðing fyri. 

Í hesum skrivi ynski eg ikki at harta Fry fyri hansara ógvusliga orðalag, eina helst tí at Fry ivaleyst deilir hesa reaktión uppá Gud og tilveru, við flestu jarðbúgvar, eisini teistar og kristin og enntá Guds profetar í halgubók.

At heimurin er eitt brutalt samfelag og umhvørvi at búgva í og at Gudurin tykist fráverandi og líkasælur var kenslan sum nívdi mangan Guds mann í Bíbluni eisini.

Dávid helt soleiðis fyri:

“Hví stendur Tú so langt burtur Harri, hví fjalir Tú Teg á neyðartíðum” (Sálmur 10: 1)

Job sigur í sínari klagu:

“Tí pílar Hins Alvalda sita í mær, andi mín drekkur eitur teirra, ræðslur Guds fylkja seg móti mær…Hevði bøn mín verðið hoyrd, hevði Gud uppfylt mær vón mína” (Job 6: 4-8)

Reaktiónin hjá Fry er tí slett ikki nýggj, óbíbilsk ella fremmand; hetta neyðarróp og ónøgdsemi hevur verði til staðar í fleiri túsund ár.

Eg havi mangan sjálvur í mínum lívið undrast yvir Guds fráveru, tildømis tá eg reikaði runt á gøtunum í Pakistan, India og hinumegin Afghanistan marki og sá tað vanlukku sum menniskjan kúgaðist undir.

Eg havi eisini undrast yvir Guds fráveru í samband við yngru dóttir mína, sum hevur ligið so ræðuligt av ógvusligari colitis líka frá eitt ára aldri.
Ikki fyri at gloyma tá hon sum 5 ára gomul lá traumatisera, útsligin, nærum deyðasjúk á Hvidovre sjúkrahúsinum, við opnum sárum, leidningum og slangum stingandi út allastaðnis á kroppinum. Her vildu flestu pápar ivaleyst lufta tankan: Gud er ikki til, ella um Hann er, so innast inni borið uppá somu døpru kenslu sum Fry, at Gud ein stórur sadist.

Veruleikin er at flestu av okkum einafer ella fleiri ferðir í lívinum hava sett, seta ella koma at seta somu spurningar sum Fry. Mong, kanska flestu av okkum hava longu uppliva djúpan bitturleikan til Gudin sum so oftani er fráverandi.

Eg skal verða ómetaliga varðin við hvussu eg viðgeri hetta, men eg haldi meg kunna viðgera hetta, eftirsum eg sjálvur eri teist, kristin og havi uppliva meiningsleysa líðing.

Eg haldi meg eisini kunna viðgera hetta, tí í øllum hurligvasanum, har eg kundi brotna, mist mína trúgv, ella sum so mong onnur, fari í lívslangan bardaga við hendan Gudin undir heitinum gudloysingur, tó at motivi heldur var meiri persónligt, tó so í øllum havi eg eisini uppliva Gud.
Og hevur ein veruliga, og eg meini veruliga uppliva Gud, so vendst ikki aftur óansæð hvussu hart stormurin leikar.
Og enn einaferð, eg skal ivaleyst verða varðin við at siga slíkt, tí tankin uppstendur, at ein kann verða royndur fyri at sleingja tað út.

Hví haldi eg Fry fer skeivur?

Fyri tað fyrsta, er tað mær týðiligt at Fry viðger tvær skeivar myndir av Gudi og  harnæst setur hesi móti hvørjum øðrum.

Tann fyrra skeiva myndin:

1.     Gud er góður og alvaldandi.
2.     Ein góður Gud vil at tað besta fyri heimsins íbúgvar.
3.     Ein alvaldandi Gud vil gera alt tað besta fyri heimsins íbúgvar.

Tað er øllum týðiligt at handan myndin og hasin gudur ikki heilt samsvarar við veruleikan sum vit heimsins íbúgvar trælka undir.

Harvið kann tað ímyndast, at eina tvær niðurstøður gerast galdandi:

4.     Gud er ikki til
5.     Gud er eitt bølmenni (monstur)

Hetta seinna (5) er hin skeiva myndin av Gudinum: Gud er eitt bøllmenni.

Nú tað eru grundir til at eg ikki kann góðtaka logikin omanfyri.

1.     At heimurin er øtiligur og ræðandi er ikki samsvarandi við at Gud ikki er til, í ringasta føri er niðurstøðan tann, at eydnan ikki var við okkum, tá lív títt og mítt uppstóðu.
2.     Víðari argumenti er ov simpult og Gud er ikki simpul. Um Gud er simpul er Gud ikki Gud. Okkara alheimur er ikki simpul, okkara jørð er ikki simpul, embryologi er ikki simpult. Gud er bara ikki simpul. Gud er ikki ein persónur sitandi á einari trónnu høgt ella ovast uppi í alheiminum, har hann hyggur niður, ræður, stýrur og brokkar seg. Nei, Gud hevur skapt/vilja alheim okkara og allar alheimar. Teirra tíð, teirra rúmd, teirra orka og evnið. Hesi eru øll uppstaðin av hesum ófatandi sum er størri, omanfyri og er orsøkin til alla tilveru. Gud samsvarar á ongan hátt við láturliga spagettuveruna hjá gudloysingunum. Gud er ikki tilvera, Gud er meiri enn tilvera, Gud er upprunin til hetta sum vit kalla tilveru.

Hvussu kann logiski, vælfungerandi heili okkara yvirhøvur nakrantíð fata nakað slíkt? Og hví eru vit so mikið naiv at vit kunnu draga hendan mátt niður á okkara vesaliga alheimstøðið og seta honum spurningar og kritik sum var Hann eitt ella annað samsvarandi við tilveru?
Ella, kemst hetta kanska av at vit eru óvitandi um hvat Gud veruliga er fyri nakað? Og tá eg sigi ‘er fyri nakað’, má hetta í fyrstu siftu ikki blandast við ‘hvussu Gud er’.

Hetta er eisini orsøkin til at vit hava gudfrøði, har Gudurin hevur verði viðgjørdur og granskaður, sum best ber til í ár túsundir.
Veruleikin er kanska, at tá ein kavar ov djúpt í alt hetta kann ein gerast fulkommuliga svakur, tí ein kann reint sagt drukna í ‘mightmarre’ (stórleikamarru).

Veruleikin er at flestu sum hevur fordjúpa seg í gudfrøði, og samstundis strítt við somu kensluna sum Fry (og á hesum økið eru vit øll pragmatisk), síggja neyvan heilt stóra logikin í omanfyri nevnda argumentinum og tess niðurstøðum. Gud er ov stórur til at eg og tú kunnu draga nakra menniskjaliga niðurstøðu, óansæð hvussu væl hon enn er samansmíða.  

Hatta er tann fyrsta bitra lektian sum ein og hvør teistur má bíta í seg. Gud er Gud, Gud kann í veruleikanum gera sum honum lystir.
Hetta vísir ikki aftur Hansara yvir-eksistens, hetta vísir einans á Hansara óheftu nátturu.

Tað er í Esaias bókini at Gud sigur:

“Fólkini eru øll somul sum einki fyri Honum; fyri púrt einki og beran tómleika metir Hann tey. Hvønn ætla tit tá at líkna Gud við…” (Esaias 40: 17-18).

Ein fer næstan at hugsa um fjarstøðuna millum partiklar á atom støði og undir atom støði, tá ein varnast at einki nærum eksisterar uttan tíð og rein orka.

Men eftir orðum Esaiasar er tilvera okkara mótvegis Gudin reinur tómleiki, einki. 

Við øðrum orðum, samanbera vit okkum og jarðarríkið okkara við Gud, so eru vit einki, nærum ikki eksisterandi.

Mín fyrsti spurningur ljóðar tí, hví skuldi Gud tí bryggja seg um beina-kreft, hungursneyð, um tað regnar í Afrika, niðurundirkomu gøtu biddarnar í India, ella dóttir mína?

Eg havi nýtt hetta argumentið fyrr, og tað kom fram fyri meg aftur ímorgum tá eg kona mín sótu og ótu morgummat og tosaðu um Fry.

Eg hugsaði, hvat havi vit logisku hugsandi, rationalistisku og etisku menniskju just gjørt okkum skyldig í? Eg havi just fylt ketilin við vatni og kóka okkum um ein heitan te munn.

Var tað so ómoralskt?

Jú kanska tá ein hugsar, at eg í teirra gerð samstundis eirindaleyst útruddaði lívið av milliónatals bakteriðum.

Fyri tveir koppar av te???

Men hetta løgdu eg og konan ein skid í. Eg legði heldur ikki ein skid í tað ígjár, tá yngra dóttir okkara hevði føðingardag, og meðan vit onnur hugnaðu okkum skaptu vit eitt Auschwitz fyri og annað eftir í hugnaliga køkinum.

Hví skuldi eg yvirhøvur givi hesum far?

Og hví skuldi Gud givi okkum far?

Nú veit eg ikki, um hetta byrjar tað at sinka inn?

Harnæst hvørja søk kunnu vit føra móti Gudi? Móti einum slíkum mátti kunnu vit ikki føra ein søk.

Við Job sum hevði allan rationella og logiska, men menniskjaliga orsøk, rætt og førleika at seta fram sín kritik av Gudinum, svarar Gud soleiðis:

‘...hvussu skuldi menniskjað kunnað havt rætt móti Gud! Vildi Gud farið til dóms við honum, kundi hann ikki svarað honum til eitt túsund...hvør setti seg ímóti honum og varð óstraffaður’ (Job 9: 2-4).

Hví?

Gjøgnum profetin Esaias lýsir Gud mátt sín mótvegis tilveruni:

“Hvønn ætla tit at líkna meg við og meta meg javnt við? Hvønn ætla tit at líkna meg saman við, so vit skuldu verið líka...Eg sum frá upphavi kunngeri endan og langt frammanundan tað, ið enn ikki hevur hent, Eg sum sigi: “Ráð Mítt skal ganga út, og alt tað, ið Eg vil geri Eg!”” (Es. 46: 5, 10)

Enn einafer, hvørja søk kann menniskja føra mót ein slíkum Gudi?

Aðrastaðnis gjøgnum profetin Esaias sigur Gud soleiðis:

“Eg sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg sum gevi lukku og skapi vanlukku—eg Harrin, eri tann, ið ger alt hetta...Vei honum í trætir við skapara sín—pottabrot millum hini pottabrotini av jørð! Kann leirið siga við leirmyndaran: “Hvat kanst tú gera!” Og kann verk títt siga um teg: “Hann hevur ongar hendur!”...So sigur Harrin...Eg havi gjørt jørðina, og menniskjuni á henni havi Eg skapt; hendur Mínar eru tað, ið hava tant út himmalin...”(Es.45: 7-12). 

Tá eg undan hesu segði, at flestu ikki hava ferðilin av hvat Gud er fyri nakað, gjørdi eg tá tær lesaranum órætt?

Hetta er fyrsta stigi í at skilja nátturu Guds, og vit eru ikki komin til Hansara persónligheit enn.

Higartil kunnu vit ikki staðfesta um Gud er beinleiðis óndur ella góður. Tað nærmasta vit koma er at Gud hevur skapt ljós og myrkur (Skaparin av allari tilveru) og at Gud kann geva lukku og skapa vanlukku (partur av Hansara attributum). Men tað sum verður gjørt heilt greitt er, at Gud er stórur, so stórur at Honum nýtist ikki at geva skabninginum nakra uppmerksomheit.

Við hesum kann tann heimur sum Fry í úttalisi sínum lýsir, væl verða ein veruleiki og samstundis samsvara við Gud.

Er Gud harvið: ‘bara algóður og alvaldandi’, ella er Hann eitt bølmenni, eitt monster?

Eftir mínari gudfrøðiligu vitan at døma og eftir mínum egnum royndum eru báðar niðurstøður falskar.

Jú Gud er algóður og alvaldandi. Men í sær sjálvum er hatta ikki bíbilska myndin av Gudinum, heldur ikki er hatta gudurin sum samsvarar við tilveru okkara, og bíbilska myndin av tilveruni dylur ikki at heimsamfelagið er eitt bløðandi samfelag.

Eg nevndi omanfyri at Gud ikki er simpul. Innan Gudfrøðini hava vit millum annað valt at deila Gud upp í tað vit kalla ‘attributir’ og líknandi slang sum eg ikki fari at troytta tykkum við. Attributir og onnur slang kunnu tildømis verða: Gud er heilagur, Gud er kærleiki, Gud er rættvísi, alvaldandi etc.

Tað er tí ymiskt hvussu ein kann uppliva Gud.

Tildømis Gud kann tykjast fjarður, tað er tað sum Fry var inni á. Hví grípur Gud ikki inn, tá órættvísi, sjúka og vannluka rakkar okkara samfelag?
Í hesum førði lærir Bíblian eitt negativt faktum, tað at Gud kann taka avstand og hevur tikið avstand frá menniskja samfelagnum. Negativt? Ja, men tað samsvarar við tað tilveru sum okkara jarðarbúgvar mugu bíta í seg.

Gud er heilagur, nú tað er positivt, men til tíðir kann hetta eisini gerast negativt, tí uppreistur móti nátturu Guds kann hava við sær guddómliga fráverðu (sum eg nevndi omanfyri) og enntá vreiði.

Men Gud er eisini kærleiki (tað er ein heilt positiv attribute) sum merkir, tildømis, at Gud unnir okkum eina fungerandi tilveru. Jesus sigur millum annað: “Tí Hann letur sól Sína renna upp og niður yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís”(Matteus 5: 45). Men sjálvandi tað at Gud er heilagur, kann eisini ávirka tað støðuna øðrvísi.

Tað at Jesus kom til jarðar, fyri at vísa okkum vegin aftur til Gudin, var eisini tekin upp Guds kærleika til okkum.

Tað at Jesus leið ómetaliga og doyði fyri skuld okkara, er tekin uppá guddómligan sjálvuppofrandi kærleika.

Tá tú velur at gerast eftirfylgjari Jesusar og verður, frelstur, endurføddur, etc upplivir ein eisini Guds kærleika.

Tað verður ov nógv at penna alt niður her. Men tað er ein onnur lektia at læra eisini. Tað er sambandið millum Gud, okkum og okkara ábyrgd.

Áðrenn vit peika fingur, kritisera og fordøma Gudin og spyrja hvar Gud er, so er tað í hvussu er nakað í bíbilskum og kristnum høpið sum ein má bíta merki í.

Tað er eyðsæð at Guds frávera og Guds vreiði kann føra mongum til vanlukku.

Tó, so eru flestu vanlukkur ídag ivaleyst íbirtar av menniskjum, antin beinleiðis ella grunda á líkasælu. Vit kunnu sita og vænta og vóna at Gud her og nú ger enda á øllum órættvís og elendigheit, men hetta vildi ivaleyst verði endin á tær og mær. Tað er hóast alt okkara egoisma og líkasæla sum hyggur yvir tað faktum at børn at doyggja í hungri og av dálkaðum vatni hvønn einasta ein dag.
Alt meðan vit fylla okkum við burgarum og smooties, oysa pengar í rúsdrekka og sigarettir, ferðast suðureftir, keypa dýrastu tøknina og tað nýggjast, nýggjasta, so liggja medmenniskju okkara og ørmaktast av trongd, svongd og eirindaleysari kúgan. Vesturlendska samfelaga okkara sum hálovar sínari egnu framgongd og rættvísi og sum er skjótast at døma Gudin, leggur ikki ein skid í hesa vanlukku. Og hesi neyðars menniskju eru hóast alt okkara medmenniskju, á okkara støði.

Okkara tráðan eftir meiri, størri produktion, betri tøkni, og meiri av øllum hesum, dálkar okkara umhvørvi, strálar okkara heim, fyllir kropp okkara við eitrandi evnum, og vit doyggja av krabba, alzheimers og øðrum sjúkum. Samstundis sum vit í áravís hava ditta okkum at drena fáttækralondini fyri teirra ráðvørum.

Nú hoyra vit enntá um óviljan hjá granskarum og teirra fíggjarligu stuðlum at veita gransking í neyðuga heiliváðin í møguliga kann lekja ella steðga sjúkum so sum krabba og øðrum ótespuligheitum. Slík læknafrøði og heiliváðgur styrkir jú ikki um teirra fíggjarligu framgongd og hvat er sjúka og doyggjandi menniskja annað enn ein hentur møguleiki at skovla pengar inn?

Er hetta veruliga veruleiki ella íspinn? Tað vita vit ikki enn, annað enn frá ryktum. Vit vita tó at moralska og sjálvrættvísa menniskja í vesturheiminum roknar mannaðlív fyri einki og lív teirra í proximity í pengum. Um støðan var øðrvísi, vildi hart trongda loysnin uppá Ebola, sum teir nú lova at veita heimssamfelagnum seinni í 2015, verði veruleiki fyri ártíggjundum; stuttligt at vit ikki rakna við fyrrenn vesturlendska samfelagið sjálvt verður rakt av hesi hóttan. Øtiligt eisini, at áhugin at stegða hópdrápi minkar um hesi liva meira longur suðuri í Afrika, ikki eru ein økonomiskur hentleiki ella ikki koma undir teir bólkar sum eru vardir av okkara politisku korrektheit?

Tá hugsa verður um Gud og tilveru, veit eg tí ikki ordiliga um vit eru egnaðir dómarir; eru vit veruliga før fyri at døma? Vit eru øll partur av vitloysinum og vit ynskja vitloysi so leingir tað tænir okkara fyrimuni, eisini her í Føroyum.

Kann tað hugsast at fráverandi Gudurin roynir, testar sjálvrættvísa samfelag okkara?
Eg meini so við, tá Bíblian sigur at vit eru skapt í Guds mynd, so merkir hetta, at vit eru skapt við ábyrgd og við førleikanum at gera tað besta fyri okkara tilveru her á klótini.

Sum ikki er okkara áhugamál.

Tá ein gudloysingur fyri nýðliga vísti á hvussu vinir og familju hjálptu sær í umstøðum har Gudurin hevði svíkt seg, staðfestir hetta akkurát endamál Guds við menniskjanum. Vit eru mynda soleiðis, at samvitskan vegleiðir, at vit eru før fyri at skilja og velja millum gott og ilt. Vit hava førleikan at gera heim okkara til ein betri heim. Tað er hetta sum liggur í orðunum: ‘skapt í mynd Guds’. Heimur okkara og tilvera okkara eru ábyrgd okkara. Tað var kanska ikki bønarsvar áðurnevndi gudloysingurin hevði tørv á, tað var menniskjum í vístu ábyrgd.   

Hetta samsvarar við hesa núverandi tilveru sum Gudurin vildi uppstanda.

Fry sigur at útilukkan av Gudi er vegur til reinleika og eitt betri samfelag. Men er hetta ikki akkurát tað sum heimssamfelagið royndi seinastu hundra árini, og er samfelagið okkara veruliga so nógv betri?
Var tað ikki hetta vit eygleiddu í Sovjet seinasta árhundra, har enntá riðilin av gudleysum vesturlendingum fylgdu eftir, og meintu væl (tað kann ein ikki taka frá teimum). Øll hesu meintu væl, øll hesi vildu eitt reinari og betri samfelag, men uttan Gud. Kanska fleiri av hesum vóru av tí somu sannføring, at Gud var eitt monster og at vit menniskju uttan hendan Gudin kundu gera tað betri.

Trupuleikin tykist bara og søgan staðfestir, at uttan Gud innsíggja vit skjótt at bølmennið í veruleikanum ikki er Gud, men vit. Tað var hesin bitturleiki sum ávís samfeløg máttu uppliva seinasta árhundra, har samfelagi ikki gjørdist meiri reint men ótespuligt, ikki meiri moralsk men ómoralskt, ikki meiri rættvíst men órættvíst; har avskeplaða menniskja, nú var redusera til reint evnið; eitt samfelag og ein hugburður, har man umsíðir innsá at tilveran í veruleikanum ikki hevur nøkur verulig virðir, óansæð hvussu ein pyntar uppá tað við menniskjaligum etiskum virðum ella kristnum virðum.

Veruleikin er at uttan Gud, og tá vit fulkommuliga skilja okkum frá Gudi sum samfelag og endi verður gjørdur á Guds ávirkan, tá uppstendur tann risiko at vit veruliga gerast til bølmennir.

Eg eri tí ósamdur við Fry.

Jú eg havi sæð og uppliva neyð og líðing sum ikki kann lýsast við orðum. Eg stríðist við somu kensluna. Men eg havi eisini uppliva Gud, tildømis tað løtuna eg var endurføddur, gjøgnum andaligar upplivingar og ikki fyri at gloyma omanfyri nevndu hendingina í samband við yngru dóttur mína, tá hon lá so illa fyrikomin á Landsjúkrahúsinum í novembur 2013.

Dóttur mín Adonia hevði verði ígjøgnum tveir skurðar og ávíst var ikki í lagið. Tjúktarmurin var longu tikin og stórur partur av tunntarminum avskorin frá ovara partinum og ovari parturin var óvirkin. Matur fór eingin niðurum, og sum vikurnar gingu fánaði líttla Adonia burtur. Sum foreldur vóru vit óttafull. Eingin tosaði um deyða, men tað var heldur ikki neyðugt. Læknar bæði í Danmark og Føroyum ógvaðust yvir teir ræðuleikar hesin líttli kroppur máttu fara ígjøgnum og sum foreldur fyrireikaðu okkum uppá tað ringasta.
Minnist tað kvøldið eldra dótturin og eg koyra heima frá sjúkrahúsinum. Standurin er ringur, eg havi mist mótið, eg nærum vænti tað ringasta. Eg spyrji sjálvandi hvar Gud er?
Sum vit koyra, síggja vit at ljós er í hølinum hjá Lívdini (samkomuni vit koma í). Eg komi í tankar um at har er bønarmøtið.

Dótturin og eg parkera skundisliga bilin og renni inn.

Veit ikki hvussu eg havi sæð út og rødd mín hevur ivaleyst verði meiri øtilig, men eg greiði teimum frá at eg vænti tað ringasta. Vit biðja fyri Adoniu, eg meini veruliga biðja við desperatheit og síðani halda eldra dótturin og eg leiðina heim.

Komin heim og vit seta okkum í sofuna, ringir telefonin. Kona mín sum er á sjúkrahúsinum við yngru dóttrini er hinumegin. Hon sigur: ‘Adonia hevur akkurát spurgt um hon kann fáa ein burgara úr Burger King’.

Eg hugsaði Wow.

Var tað Gud? Møguliga…eg havi hoyrt um og sæð slíkt henda fyrr.

Well…Burger King var ikki opið so seint, men eg lovaði at koma við einum burgara úr Burger King so tíðliga sum tilbar, morgunin eftir.

Og tað gjørdi eg, líttla Adonia byrjaði at eta aftur.

Nei, eg havi ikki varhugan av at Gud er ikki líkasælur, í hvussu er ikki tá eg hugsi um gudfrøðina, veruleikin er bara eitt sindur djúpri enn vit skilja.

Tildømis eru tað vanliga tey vælmettu, glaðu og nøgdu typirnar í vesturheiminum sum ikki síggja samanhengin ímillum Gud og líðing. Samstundis sum tey fáttøku, líðandi og kúgandi í øðrum samfeløgum søkja sær til Gud.
Samstundis sum ríkir vesturlendingar drukna seg í rúseitri fyri at finna andaliga frið og aðrir taka lívið av sær, tí hesir hava nátt øllum málum og bara funni tómleika, so finna hesi líðandi guddómliga troyst í teirra neyð teirra.

Og tað ironiska, sjálvt um vit í sekulera, vælferðar samfelag okkara ikki skilja sambandið millum Gud og líðing og vit enntá ditta okkum nýta støðuna hjá hesum sum líða og teimum mongu sum finna troyst hjá Gudi í teirra umstøðum, sum dømi uppá at Gud ikki er, so samstundis leggja vit sum eru skapt í mynd Guds, við førleika og ábyrgdarkenslu ein doytt í teirra hætisligu umstøður.

Sum sagt alt er ikki so simpult, og vit eru slett ikki í stand til at døma og so slett ikki tá vit við tí ábyrgd okkum er givin kortini feila og tað so dyggiliga.

So Fry, eg havi ikki svar uppá alt. Eg havi lisið eitt sindur og uppliva eitt sindur og har frá komi eg til mína niðurstøðu. Og míni niðurstøðu sjálvt um eg væl dugi at seta meg inn í tína frustratión og ikki kann døma tína frustratión, er at tú fer so dyggiliga skeivur.