Friday, April 29, 2011

Aftursvar til Eivind Ortind Simonsen: Hvussu søguligur er Jesus?

Las eina roynd, hjá ateistinum Eivind Ortind Simonsen úr gudloysisfelagnum, sum rør uppundir,  at Jesus er ein ógvuliga lítisverdur persónur, tá tað kemur til søgu og søguliga gransking. Kann ikki siga, at eri samdur við øllum tí, sum maðurin vil hava okkum at trúgva. Eg vil tí í hesum aftursvarinum rætta uppá nøkur av hansara uppáhaldum, eins væl og at kunna lesaran eitt sindur um ta gransking, sum í løtuni fer fram í samband við Jesus og upprunatekstirnar. Eg vil her vísa aftur pástandirnar hjá Eivind, tildømis, at evangeliini vórðu skrivað niður umleið 100 ár eftir Jesu deyða, og at evangeliini ikki vórðu nevnd fyrrenn í ár 180. Hetta er eitt langt aftursvar
Annars, ein annar gudloysis skribentur, Heri Joensen skrivar so á gudloysis blogginum:
Fyrstu ferð evangeliini eru nevnd av søguskrivarum, er í 180 e.Kr., tá Theophilus nevnir Jóhannesar evangeliið. Hann kallar tó ikki Jóhannes fyri ein lærusvein, men fyri ein lærdan mann. Tann fyrsti, ið nevnir øll fýra evangeliini í einum, er Irenaeus, og tað ger hann í 200 e.Kr. Hareftir verða tey ofta sipað til av kristnum skrivarum. Tað mest sannlíka er, at evangeliini vórðu skrivað ímillum 180 og 200 e.Kr.
Her ger Heri sama feil, sum Eivind ger við árinum 180 (kanska gudloysingurin bara hevur kopierað tann fyrra). Eisini sigur Heri, at evangeliini vórðu skrivað millum ár 180-200. Kann Heri vísa mær á søguligar ábendingar fyri hesum? Kann Heri vísa mær á granskarar, sum halda seg til hesa tíðarfesting? Er hetta tað, sum Ehrman, Sanders, Metzger, Dunn, Stanton, Ludemann og aðrir siga? 
Um evangeliini vórðu skrivað millum ár 180-200, sum Heri sjálvur sigur, hví sigur hann so eisini, at Irenaus nevnir øll 4 í ár 180? Hvussu kann ein slíkur mótsetningur koma fyri í somu paragraf, og uttan nakra søguliga uppbakking? Veit Heri tildømis, at fleiri av handritunum vit hava, kunnu tíðarfestast til nøkulunda somu tíð sum Irenaeus, og at summi av hesum eru funnin enntá í fjarskotnum økjum, og hava longu tá verið ígjøgnum eina øld av kopiering? Og hvussu við John Ryland-handritinum av Jóhannesar evangeliinum, sum er tíðarfest millum ár 120-140, og hvar summir siga ár 150 e. Kr., og aðrir ár 100? Her er eisni talan um eitt kopi. Vil Heri her koma og halda uppá, at John Ryland-handritið varð skrivað eftir ár 180? Hetta er tilvitað villleiðing frá tykkum gudloysingum, og hetta líkist ongum. 
Eg skal annars koma aftur til Eivind og viðgera nøkur av uppáhaldunum, sum hann kom fram við.
1.    Var Jesus ein veruligur søguligur persónur?
2.   Sigur søgan okkum nakað um Jesus, sum ein søguligan persón?
3.   Hvussu álítandi eru keldurnar, sum kunna okkum um Jesus?
Ikki tí eg ynski at loypa á Evind persónliga, men út frá áðurnevndu grein fái eg meg illa at trúgva, at Eivind veruliga hevur fingist við veruliga útdýpaða gransking av evninum. Sær meiri út sum ein samling av google-bitum frá her og der. Alnetið er tíverri á tremur við úttalilsum og tilfari, sum ikki er roynt í veruligum reinsandi, akademiskt-objektivum eldi. Ikki tí, hópurin av útgivnum lesnaði um evnið, er somuleiðis sloppin alt ov lætt. Tað, sum ger mær ilt, er, at slíkir pástandir, sum slett ikki hoyra veruleikanum til, fáa so frítt spæl, og harvið sleppa at mynda hugaheimin hjá lesarum. Tað ger mær ilt, at gudloysisfelagið á sínum bloggi velur at lúgva fyri sínum lesarum um søgulig fakta, sum nærum allir granskarar halda vera sonn?
Tey punktini, sum eg haldi hava týdning í hesum høpi, eru fylgjandi:
1)   Fleiri av teimum uppáhaldum, sum Eivind vísir á, ganga ímóti enntá teimum mest kritisku granskarunum; hann tekur tí pástandinar alt ov langt.
2)   Uppáhaldini hjá Eivind eru bygd á hypotesur og ástøði, ikki á próvtilfar ella søguligar keldur.
3)   Tað fyrikoma ið hvussu er 4 trupuleikar við hypotesunum, sum Eivind setur fram: 1) tørvandi próvtilfar, 2) tær stóru ósemjurnar, sum valda ímillum granskarar um hesar hypotesur, 3) útskifting av hypotesum (hypotesunar eru í áhaldandi útskifting, og fleiri av pástandunum byggja á hypotesur, sum ikki longur eru galdandi í nútíðar søgugransking), 4) fleiri av uppáhaldunum hjá Eivind eru fullkomuliga skeiv og villleiðandi, og høvdu neyvan verið nýtt ímóti kristindómin enntá av teimum mest radikalu kritikarunum, til dømis ein mistulkan av einum broti úr Eusebius, og ávísar tíðarfestingar.
4)   Eivind tykist eisini at umfevna ‘radikala skeptisismu’, nakað, sum enntá fleiri kritikarar (eitt nú Collins) meta at vera eina álvarsama akademiska fellu. Hetta er ein fella, um ein nýtir hana at leita eftir sannleikanum, men er sera nyttulig, um ein fryktar sannleikan, og ynskir at goyma seg fyri veruleikanum. Innan bíbliukritikk var hetta fyrsta galdandi meginreglan hjá spekulantu kritikarunum Troeltshe og seinni Rudolf Bultmann, og er tað enn millum nógvar gudloysingar í teirra viðferð av søguligum keldum. Tá gransking byggir á slíka veruleikaflýggjan, er tessvegna eisini lítið høpi í uppáhaldunum. Tað tykist fyri mær, sum at Eivind blandar skeptisismu við kritikk. Eg veit ikki hvørt Eivind hevur lisið gudfrøði ella ikki, men hesi hugtøk eru ikki heilt tað sama. Eg meti sjálvur, at kritikkur hevur týdning, eisini innan bíbliugransking, men eg síggi tað sum bera býttisligheit, bara at vera skeptiskur, fyri at undirbyggja eina subjektiva heimsmynd.
Vóni, at lesarin ber yvir við mær, fyri at eg áhaldandi komi at endurtaka meg í hesi greinini, men hetta kemst av, at greinin hjá Eivindi verður svarað punkt fyri punkt. Ætli mær tó at skriva eina grein um hetta seinni, uttan at sipa til Eivind.
Eivind skrivar:
Setur tú henda spurning til ein trúgvandi, so er ongin ivi um, hvat svar tú fært: sjálvandi var Jesus ein veruligur persónur, sum gekk á jørðini fyri 2000 árum síðan og gjørdi alskyns undur. Hetta má tann trúgvandi halda, tí uttan ein veruligan Jesus so gevur trúgvin ikki nakra meining. Trupulleikin við trúgv er bara tann, at hon krevur ikki nakað prógv, og setur tú omanfyri standandi spurning til ein persón, sum krevur haldgóð prógv fyri ein pástand, so vil svarið allarhelst gerast eitt annað.
Veruleikin er tann, at tað finnast nærum ongi søgulig prógv fyri einum persóni sum tí kristna Jesusi.
Høgni svarar:
Eg vil fyrst viðgerða hetta uppáhaldið hjá Eivind (hetta verður heldur langt), nevniliga hvørt tað veruliga eingi søgulig prógv finnast fyri tí søguliga Jesusi?
Hvat siga granskarar?
Rokni neyvan við at granskarar (heldur ikki Bultmann) eru heilt samdir við honum í hesum, og eg skal tríva í, hvat fleiri av hesum siga. Sigast kann, at radikali skeptikarin Bultmann trúði, at Jesus livdi, doyði á einum krossi, at lærisveinar Jesusar høvdu eina uppliving av onkrum slag, sum leiddi til trúnna, at Jesus reis frá teimum deyðu. Bultmann hevði enntá ilt við at avnokta undrini hjá Jesusi. Um Eivind skal koma og grundgeva fyri einari uppaftur snævurskygdari lýsing av Jesusi enn sjálvur Bultmann, so kann eg ikki annað enn “face-palma”. Men lat okkum bara halda okkum til bíbliukritikarar, so at keldurnar eg brúki, eru ‘óheftar’, sum Eivind eisini kemur inná seinni í samband við høvundar evangelianna. Til dømis Barth Ehrman, sum í bókini 'Jesus: Apocalyptic Prophet of the New Millennium’ metir, at tess nærri vit koma samtíð Jesusar, tess betri eru keldurnar. Hetta sigur so mikið sum, at evangeliini sjálv kunnu og mugu nýtast sum søguligar keldur: 

The best sources, of course, are those nearest the time of Jesus...what his contemporaries or near contemporaries said about him’ (bls. 22). 

Serstakliga leggur hann dent á Q kelduna. Eisini í bókini ‘Lost Christianities’ metir hann Ný Testamentliga tekstin at vera varðveittan nærum 100 prosent (bls. 219-21). Satt er, at Erhman eisini hevur úttalað seg um hendan tekstin sum óvarðveittan og broyttan (sí ‘Misquoting Jesus’ og ‘Jesus: Apocalyptic Prophet of the New Millennium’). Men hetta er, sum Craig Evans vísir á, heldur eitt álop á 'fundamentalisku rørðsluna' og forvæntningin, at hvørt orð og komma í hvørjum griskum handriti skal vera guddómliga varðveit (Evans, Fabricating Jesus, s. 25-31). Hetta er ikki tað, sum flest kristin halda kortini, heldur ikki eg sjálvur.

Fara vit í holt við sjálvan uppruna-kristindómin, til tíðina har tann tekstuelli kritikkurin ikki heilt grynnir, so mugu vit til heilt aðrar granskarar enn Ehrman. Her mugu vit spyrja keldukritikaran og teir, sum greina søguna og upprunan av tekstinum. Her nyttar form-kritikkurin ikki longur, og enntá redaktións-kritikkur er farin at dragna afturúr. Skulu vit her nýta ein granskara, sum er bæði kritikari og negativur um yvirnátturligu elementini í kristindóminum, men sum samstundis er objektivur og óheftur, so skulu vit til John A. T. Robinson í bókini ‘Redating the New Testament’, sum skakaði akademiska heimin við sínari gransking, og út frá søgukritisku metoduni tíðarfesti alt tilfarið í Nýggja Testamenti áðrenn ár 70.
Robinson er langt frá einsamallur í hesum, J. Moffat, Bo Reicke og enntá Charles Harold Dodd (1884-1973), sum Raymond Collins í bókini ‘Studying the New Testament’ metir at vera ein tann besta enska gudfrøðingin í seinastu øld. Robinson í sínum bókum tíðarfesti annars evangeliini eftir ár 70. Tó viðgekk hann tilseinast í samband við Robinson, at Synoptisku Evangeliini væl møguliga vóru skrivað áðrenn ár 70. Hetta staðfestir hann í einum brævi til Robinson:

You are certainly justified in questioning the whole structure of the accepted ‘critical’ chronology of the NT writings, which avoids putting anything like first-generation testimony. I would agree with you that much of this late dating is quite arbitrary, even wanton, the offspring not of any argument that can be presented, but rather of the critics prejudice that if he appears to assent to the traditional position of the early church he will be thought no better than a stick-in-the-mud... (Redating the New Testament, s. 360)’.

Áhugavert, at ein so víðagitin granskari sum Dodd skuldi samanlíkna hesar kritisku hypotesunar, sum tíðarfesta evangeliini eftir ár 70, við samansvørjingar, ið byggja á óerliga gransking, og sum enntá koma fram til eina skeiva  niðurstøðu. Áðrenn hetta hevði Dodd í sínari skriving tíðarfest evangeliini seint, just tí hann ikki vildi verða hugdur á sum ein slíkur stick-in-the-mud. 

Eg siti her við bókini hjá Dodd, 'The Apostolic Preaching and It's Developments', har hann tíðarfestir hesar keldur seint. Men hesin víðagitni granskari vildi seinni vera við, at akademiski heimurin legði trýst á hann og aðrar, at koma fram við slíkum skeivum og ógrundaðum pástandum. Eg haldi, at hetta sigur okkum eitt sindur um motivið og óerligheitina innan bíbliukritiska gransking, og at hesir ofta nýta monopol og makt-propaganda at  laga veruleikan til sín tørv. Eitt nú Etta Linnemann, næmingur hjá Rudolf Bultmann og eisini ein víðagitin bíblíukritiskur professari, mátti somuleiðis viðganga, at stórur partur av bíbilskari gransking ídag byggir uppá gudloysis-monopol. Ræðandi, haldi eg sjálvur, at okkara unga fólk, sum neyvan veit betur, sita á skúlabonki í okkara hægru skúlum, so sum Student of HF, og verða fylt við hesum akademiska ørvitistosinum, uttan at tað fær nakað mótspæl ella verður átalað.

Tað er eisini áhugavert, tá vit bíta merki í, at fleiri av oddamonnunum innan bíbliu-søguliga gransking í 19.-20. øld mettu eitt nú Matteus at vera skriva í 40unum ella 50unum. Hetta er um sama tíðarbil, sum man metir Q, ella partar av Q at vera skrivaðar, alt eftir hvørjum granskara tú fylgir. Eivind man ikki vera klárur yvir, at Ehrman, hesin núverandi erkafíggindi kristindómsins, skrivar, at Q er ein aldargomul kelda, sum lýsir tann søguliga Jesus. Hann skrivar: 

'In terms of our own study, this means that the earliest sources should be especially valued, our best source of all would be Paul...and then Q' (Ehrman, Jesus, s. 88).

So nú koma vit aftur til tíðina áðrenn ár 60, kanska niður í 40ini. Hetta er júst tann tíðin av fyrsta árhundrað, sum granskarar bera ótta fyri at grópa ov nógv í, sum Bauckham tekur til. Ístaðin tykjast teir bara at sleingja út pástandir, tildømis at tey fyrstu kristnu vóru illa organiserað, ikki dugdu at skriva ella lesa, tíansheldur at varðveita informatión í teirra minni, fyri ikki at gloyma at evangeliums-tekstirnir vóru søgur, sum sirkuleraðu frá persóni til persón (E.P. Sanders, The Historical Jesus, s.57-59).  Hetta verður tó rættiliga ómøguligt hjá kritikarum at prógva, ómøguligt, tí at einki av hesum kann grundast í veruleikanum, og øll odds eru ímóti. Hetta eru ikki annað enn langar detaljur av møsni, sum skulu til fyri at varðveita ateistisku heimsmyndina.
Veruleikin er, at vit lesa um kristnu organiseringina og leiðsluna longu í elstu brøvunum hjá Paulusi, eitt nú 1. Korintbrævi og Galatarabrævinum, har enntá kritikarar meta Paulus at vera høvundan. Harnæst gera jødiska mentanin og tær metodur vit vita hesir nýttu í fyrsta árhundrað, fyri at varðveita informatión, hesa døpru myndina hjá kritikarum fullkomuliga til einkis. Eg fái ikki viðgjørt alt hetta í detaljum í hesum aftursvarinum (eg kann sipa til granskingina av Gerhardsson, Riesenfeld, Bauckham og aðrar), men hetta seinna forklárar uttan iva tann opinleika redaktiónskritikkur í Tubingen í seinastuni er farin at vísa slíkari gransking (Birger Gerhardsson, The Reliability of the Gospel Tradition, s.xviii-xix).

Víðari vísir Q keldan, at tey kristnu vóru væl fyri í teirra skrivligu og søguligu førleikum, og at tey fyrstu kristnu dugdu væl at nýta pennin líka frá fyrstu tíð. Enntá, Kloppenborg, víðagitni granskarin innan Q og ein bíbliukritikari, metir Q í sær sjávum at vera eitt tað best skrivaða tilfar vit hava av hesum slag frá hesi tíðini, og metir at tey fyrstu kristnu høvdu ótrúligar førleikar at skriva (The Formation of Q, s. 89-90). Ongar av hesum óheftu keldum bakka upp pástandin sum Eivind vil hava lesaran at svølgja.  

Men hvussu so við informatiónini sjálvari? Skal eg aftur vísa á eina óhefta keldu, so metir E.P. Sanders í bókini ‘The Historical Figure of Jesus’ størsta trupuleikan ikki at vera sjálv orðini hjá Jesusi, men heldur samanhangurin, sum orðini eru sett í (4). Áðrenn Eivind pástendur, at eg pelli fyri lesaranum, so lat meg sitera  Sanders, sum skrivar um slík, sum pástanda eins og Eivind at einki ella nærum einki søguligt prógv er fyri Jesusi:

‘Reading the accounts of Jesus that have been written by earnest and dedicated scholars during this 200-year period reveals that conclusions have been remarkably diverse, a fact that leads many to the view that we do not really know anything. This is an over-reaction; we know quite a lot’ (5). Sanders er tildømis sannførdur um, at Evangeliini av røttum staðfesta nógv um lívið hjá Jesusi, tildømis: ‘We know that he started under John the Baptist, that he had disciples, that he expected the ‘kingdom’, that he went from Galilee to Jerusalem, that he did something hostile to the temple, that he was tried and crucified. Finally we know that after his death, his followers experienced what they described as the ‘resurrection’: the appearance of a living but transformed being person who had actually died. They believed this, they lived it, and they died for it...we have a good idea of the main lines of his ministry and his message (280-81).

Ljóðar bara ikki sum um at lærdir kritikarar eru so heilt samdir við Eivind. Lat meg so eisini siga í samband við Sanders, at Sanders heldur seg tó til form-kritiska uppáhaldið av keldukritiki, at evangeliini byggja uppá smá skrivað ella munnliga endurgivin pettir av ymiskum høvundum og persónum, sum síðani eru savnað saman. Kortini metir hann, at evangeliini eru meira ella minni álítandi, tó at tey ikki kunnu líknast við biografiir, hetta tykist at hava havt stóran týdning fyri Sanders í at viðgera søguligt tilfar ( The Historical Figure of Jesus, s. 74).

Tað hevur tó verið eitt paradigmu-skift síðani Sanders. Okkara vitan um biografi í fyrsta árhundrað hevur førkað seg munandi. Veit ikki um Eivind og aðrir vita um hetta. Týðandi granskarar, har eg kann nevna R.A. Burridge og Keener, vísa á ta gransking, sum ídag byggir nógv meiri uppá søguligu keldurnar enn bara hypotesur. Her verður staðfest, at evangeliini, enntá Jóhannesar Evangeliið, eru typisk dømir uppá aldargamla ævisøgu (biografi). (Bauckham, The Testimony of the Beloved Disciple, s. 9-21). Við hesum sigi eg ikki, at aldargamlar biografiir altíð eru álítandi, men hetta vrakar í hvussu er form-kritisku hypotesuna um eina langa og innviklaða tilgongd av uppbygnaðinum av evangeliunum, og vísir heldur á skrivaða avrikið av einum høvunda pr. evangeliums keldu. Hetta lýsir ikki tað kaos, sum nógvir granskarar halda fast við, og stuðlar tí nógv heldur søguliga trúvirðinum av tí Jesusi, sum evangeliini framleggja, annaðhvørt tey vórðu skriva í hansara samtíð, ella í samtíð eygnavitnanna.
Annars vísa evangeliums 'pericopini' (smáu eindirnar) slett ikki á eina kaotiska samling av sirkulerandi eindum, sum kritikarar pástanda. Eindirnar vísa, at tilfarið í evangeliunum byggir á varðveitta traditión, jødar varðveittu vanliga sínar frásagnir í smáum eindum (Gerhardsson, síða 42). Víðari kann sigast, at eftir sum synoptisku evangeliini hvør sær innihalda brot, sum hini ikki hava, men sum kortini byggir á eina felags keldu, so staðfestir tað, at sjálvt biografiska tilfarið byggir uppá eina uppaftur eldri keldu. Hetta leggur aftur upp til spurningin viðvíkjandi tíðarfestingini av evangeliinum, og hættir at varðveita hesa informatión, áðrenn hon varð niðurskrivað. Hetta er tað, ið kritikarar ræðast mest, og uttan mun til teirra stóru og vælumtóktu pástandirnar, er hetta tann konteksturin sum um teir slett ikki grynna í.  
Eivind skrivar
Tað týðningarmesta við góðum søguligum prógvum er, at tey eru samtíðarheimildir. Tekstir, standamyndir ella hvat tað nú er skulu helst stava frá somu tíð, sum tað tey fortelja um. Tað økir munandi um trúvirði á eini søguligari keldu, at hendan kelda í tíð og stað er so nær sum gjørligt at teimum viðurskiftum hon lýsir.
Høgni svarar aftur:
Definera tíð? Vit meta fyrsta árhundrað at verða ‘eina tíð’, júst tí at eygnavitnir hjá Jesusi og hjá ápostlunum vóru á lívi til endan av hesum árhundrað. 
Grundað á leiðslu-yvirføring í einum jødiskt mentunarligum høpi í fyrsta árhundrað, er hetta í samband við informatión at rokna sum ‘ein tíð’. Veit ikki um tú kennir til hugtakið 'the living and abiding word'; hetta var eitt tekniskt begreb um tað traditión, sum varð yvirførd av eygnavitnum, tá hesir vóru á lívið. Fleiri granskarar vísa á, at 'the living and abiding word' var galdandi enntá við endan á fyrsta árhundrað. Ættarliðið, sum livdi í tíðini tá 'the living and abiding word' enn var galdandi, livdi líka til seinnu helvt av 2. árhundrað. Klement úr Róm sipar tildømis til sína samtíð sum eygnavitnir av Pæturi ápostli.
Um tú ti sigur, at evangeliini ikki eru samtíðarheimildir tó at tey eru skrivað í einum slíkum miljø, er tað tað sama sum at rokna søguskriving um seinna heimsbardaga óálítandi, um hon er skriva niður í 1950-90unum, óansæð um eygnavitnir vóru á lívi. Eg begrípi ikki, hvussu tú kemur til slíkar niðurstøður.
Her tykist Eivind at meta fyrsta árhundrað at vera eitt kaos, tá talan er um at varðveita informatión, men harvið vísir hann bara hvussu lítið hann veit um fyrsta árhundrað, serstakliga í einum jødiskum og uppruna-kristnum høpi.
Eivind skrivar
 Eitt annað, sum økir um trúvirði er, at keldan er óheft. Ein óheft kelda roynur ikki at selja nakran ávísan boðskap, men fortelur tingini sum tey eru. Søgan er øguliga ofta søgan hjá sigursharrunum, og tað er ikki altíð vist at hendan søga hevur so stórt virði tá tað kemur til at fortelja søguna soleiðis sum hon reint faktiskt hendi.
Høgni svarar
So vóni eg eisini at tú ert samdur við mær í at bíbliukritikkur í sær sjálvur er ein akademiskur sigursharri, og ikki hevur gjørt annað enn at selja tilfar, sum granskarar sjálvir tykjast at vraka. Vilt tú harvið siga, at granskarar innan bíbliukritikk selja ein boðskap, sum slett ikki er eftirfarandi, og at teir tí slett ikki fortelja søguna, sum hon reint faktiskt hendi, og at nýtslan av teirra gransking og bókum sýnir brúk av informatión, sum slett ikki er óheft? Lat meg her vísa á bæði Rudolf Bultmann (formkritikkarin) og Kasemann (redaktiónskritikkarin), sum í bókunum ‘Jesus Christ and Mythology’ og ‘Essays of the New Testament Themes’ fegnast um, at bíbliukritikurin er vorðin akademiski sigursharrin í stríðnum við tey sum byggja á Bíbliuna heldur enn gudloysis-heimsmyndina.
Eg skilji tí ikki, grundað á orðalag títt, at vit skulu vraka evangeliums-kelduna, sum varð skrivað niður 30-60 ár eftir hendingina, bara tí hon er skrivað niður av kristnum. Eg spyrji tí hví tú sjálvur velur at fylgja einum holdningi, sum heldur ikki er óheftur? Tú hevur annars rætt í, at søgan hjá sigursharrum ofta ikki er í tráð við veruleikan. Hetta er í hvussu er veruleikin viðvíkjandi negativum bíbliukritikki, tá vit tildømis hugsa um, at Tubingen og aðrir granskarar í 18.-19. øld fóru skeivir í útvið 100 ára gransking av tí søguliga Jesusi. Og tá man skuldi trúð, at teir høvdu lært av royndunum, taka teir og leggja til síðis ástøðið hjá Bultmann og stóran part av form-kritikkinum, og harvið rúgvuvís av ástøðum og niðurstøðum, bara fyri at geva pláss til uppaftur nýggjari hypotesur, sum nú ídag eisini standa fyri skotum. Og hvat sigur tað so víðari um slíka gransking, tá slíkir granskarar generelt eru ósamdir um grundleggjandi ástøðir, gevur tað so okkum ikki ein ferðil av illgruna um, at slík kritisk gransking (sum tú sjálvur hellur til her) reint sagt selur okkum nakað sum slett ikki passar?
Eg kann sjálvadi prísa hesum granskarum fyri teirra erligheit í áhaldandi at útskifta sínar hypotesur, men hví skulu hypotesunar ídag vera meiri álítandi enn tær, sum vóru í nýtslu fyri 50 ella 25 árum síðani? Tað eru mong ídag, sum eru troytt av, at hesir granskarar niðurtrýsta søguligar veruleikar, og heldur fleska okkum við fantasi og gitingum fyri at uppihalda eina fanatiska, naturalistiska heimsmynd.
Tildømis Etta Linnemann og Thomas Oden, bæði næmingar hjá Rudolf Bultmann (form-kritikaranum), vendu bæði hesari akademisku fløkjuni bakið, inkluderað redaktións-kritikkinum. Thomas heldur, at tíðin er komin at kritisera kritikaran, og Linnemann hevur skrivað fleiri bøkur í samband við vandan og óerligheitina við negativari kritiskari bíbliugransking ('Gud og Bibelkritiken' og 'Is There a Synoptic Problem'). Aðrir, sum tildømis Marcus Borg og Walter Wink, eru nú farnir yvir at trúgva, at Jesus veruliga gjørdi undur, og Wink pástendur, at hann sjálvur varð grøddur yvirnátturliga (Eddy and Boyd, The Jesus Legend, s. 77). 
Tað slepst ikki undan, at Ehrman, sum einaferð trúði á Gud og Bíbliuna, tveitti hetta frá sær, men tað slepst heldur ikki undan, at leiðandi røddir innan gudloysi og bíbliukritikk eisini missa álitið á gudloysis hugsan, motivum og granskingar metodum, og venda sær til Gud og Bíbliuna.
Eivind skrivar
Bíblian sum kelda
Trupulleikin við at nýta bíbliuna sum søguliga keldu er, at hon als ikki er óheft. Hon hevur eitt klárt endamál, sum er at selja eina ávísa søgu. Tað svarar eitt sindur til stevnuskránnar hjá politiskum flokkum, sum hvør í sínum lag fortelja um tær herligheitir sum júst hesin flokkur stendur fyri, men í veruleikanum ikki siga tað heilt stóra, tí teirra aðalmál er at selja ein ávísan boðskap, sum veljarin vónandi keypir til næsta val.
Høgni svarar:
Myndin, tú setir upp her, er fyri tað fyrsta púra skeiv. Um tekstir, ið ikki eru óheftir, ikki eru álítandi kundu vit fyri so vítt tveitt størsta partin av heimsins skriving í skrell. Eitt nú bókin ‘Origin of Species’, skrivað av Darvin, er dømi uppá ein, ið trúði og livdi fyri tí hann skrivaði. Men so er skrivingin jú ikki óheft. Her siga summir kritikarir, at evangeliini eru ‘apologetisk’ ella ‘polemisk’ og tí ikki eftirfarandi, og tað er í veruleikanum tað tú sigur (eg eri slett ikki samdur við hesi niðurstøðuni, men læt tað fara fyri nú). 
Trupuleikin er bara ‘The Origin of Species’ er líkaleiðis eitt polemiskt verk, sum J. W. Burrow vísir á í formælinum til bókina, útgivna av Penguin Books í 1985: 
‘For all that, and for all its lack of challenging epigrams, The Origin is a profoundly polemical work...he was trying to show that it was possible that transmutation of species had occurred’ (s.15). 
Ella hvussu við bókini hjá Richard Dawkins: ‘The God Delusion’ sum gudloysingar heiðra upp um skýggini, ella bókin hjá Russell ‘Why I am not a Christian’, ella eitt nú bókin hjá Richard Carrier, ‘A sense and goodness without God: a defence of metaphysical naturalism’? Ivaleyst gloypir tú tí, sum hesar bøkur siga uttan at hugsa meiri um tað. Men ongar av hesum bókum eru óheftar, tær royna allar (sum tú sigur) at selja okkum eitt ella annað, og sum tí mugu selja okkum nakað, sum tí slett ikki er eftirfarandi. Ella er tað soleiðis vorið, sum eg havi varhuga av, at hetta geldur í tínum huga bara fyri Bíbliuna og tílíkar bøkur? Men í so fall kanst tú ikki siga, at tú hevur hugsað objektivt um tingini, tíðansheldur at tú veruliga metir heftar keldur at verða óálítandi.
Eivind skrivar:
Teir tekstir vit finna í Nýggja Testamenti eru heldur ikki samtíðarheimildir. Tey elstu handritini í Nýggja Testamenti eru brøvini hjá Paulus. Hesi brøv vóru skrivað 20 ár eftir deyða Jesu, og eru ein roynd hjá Paulus at boða Gleðiboðskapin út til ymisk kirkjulið. Tað áhugaverda við brøvunum hjá Paulus er, at tey nevna onki um tann søguliga Jesus. Tey nevna nógv um tann andaliga Jesus, men onki verður nevnt um øll tey undur Jesus gjørdi ella allar tær góðu gerðir Jesus framdi. Tey orð Jesus talaði verða heldur ikki nevnd. Fjallaprædikan verður ikki nevnd við einum orði av Paulusi. Tað vildi verið upplagt hjá einum frammstandandi trúboðara 20 ár eftir Jesus deyða, at nevnt hesi viðurskifti, um tey veruliga vóru hend. Kann tað hugsast, at orsøkin til at Paulus onki kendi til hesi viðurskifti var tann, at søgan um Jesus var nakað sum bleiv skrivað aftaná at Paulus var deyður?
Høgni svarar:
Sigur tú, at eitt nú 1. Korintbræv og onnur Paulusar brøv ikki eru samtíðarheimildir, bara tí hesi eru skrivað 20 ár eftir hendingina? Er hetta galdandi fyri alla skriving?
Tá tú sigur, at Paulus einki sigur um tann søguliga Jesus í 'Pauline Corpus', kann tað tá hugsast, at Paulus skrivar eitt bræv, og ikki vil fylla brævið við innihaldi, sum tey longu vita um gjøgnum munnliga traditión?. Paulus siterar tildømis evangelisku kelduna í 1. Korintbrævi, tískil er evangeliska keldan eldri enn skrivingin hjá Paulus. Eisini skrivar hann til tey kristnu í Kolosse, í Kolossebrævinum kapitli 3, at tey skulu lata orð Jesusar búgva ríkliga millum tey. 
Eyðsæð sipar Paulus ikki til síni orð, men læru og traditiónir tey longu hava um hendur. Við 'orð Jesusar' sipar hann til læruna hjá Jesusi, sum er evangeliska keldan, tað vil siga orðini hjá Jesusi vit lesa um í evangeliinum, saman við evangeliums-søguni, sum í røttum rabbiniskum høpi varð yvirført saman við læruni hjá einum lærumeistara (Birger Gerhardsson, The Reliability of the Gospel Tradition). Harnæst leggur Paulus dent á tann andaliga Jesus (Christology) heldur enn Jesuology, tí at hetta er tað sum hevur týdning í teirra kristna lívi. Her sær ein týðiliga munin á praktiskari skriving í brøvum, ivaleyst við cursive skrift, í mótsetning til tað man hevði til endamáls við tí søguliga tilfarinum í liturgisku yvirføringini og tekstinum, sum eru í evangelisku keldunum. Endamálið hjá Paulusi var tí ikki at endurtaka tilfar um tann søguliga Jesus, men at skriva inní tær umstøður, tey kristnu fóru ígjøgnum júst tá (David Wenham, Paul Follower of Jesus or Founder of Christianity, s. 6). Haldi eisini, at hetta mótsigur bíbliukritiki sum heild, har teir pástanda, at evangeliini vóru baserað uppá umstøðurnar (sitz im leben) í uppruna-kristindóminum, við øðrum orðum, at hesi bara skrivaðu Jesus inn í hendingina, so at lesarin visti, hvussu Jesus hevði taklað støðuna. Tað er bara ikki slíkt vit lesa í brøvunum hjá Paulusi, har Paulus heldur sipar til evangeliums-kelduna sum søguliga, sum orð, ið upprunaliga komu av munni Jesusar. Alt hetta greiðir kanska eisini tín spurning um læru Jesusar í brøvum Paulusar. Hyggur tú eftir læru Jesusar, so varð nógv av innihaldinum talað í umstøðum, sum ikki hóskaðu í einum brævi til eina grikska samkomu (Wenham, s. 6). Evangeliska keldan viðger søguliga Jesus, brøvini hjá Paulusi viðgera akuttar støður. Eg undrist yvir at tú kanst at yvirsíggja eina slíka simpla detalju. Harnæst er læran hjá Jesusi heldur ikki burtur í brøvunum hjá Paulusi (sum tú pástendur), hon gongur aftur, men við øðrum orðum. Paulus kennir læruna og søguna um Jesus væl (F.F. Bruce, Paul Apostle of the Free Spirit, s. 86, 96). Tað eru enntá granskarar, sum meta, at Paulu siterar Jesus indirekta meiri enn 1000 ferðir (Wenham, s.25). Bruce sipar tildømis til Rómbrævið 12 sum tykist rættuliga ávirka av læru Jesusar (Bruce, s. 96). 
So Eivind, her er aftur ein rúgva av ávísum sum ikki bakkar tín pástand upp!
Eivind skrivar:
Tað eru fyrst og fremst tey fýra evangeliini sum fortelja søguna um Jesus. Hesi fýra vórðu vald út tí tey fortelja nøkunlunda somu søguna um Jesus.
Høgni svarar:
Her tykist einki skil at verða í pástandinum; tað er slett ikki týðiligt hvat tú sipar til! Hvat meinar tú við, at hesi nøkulunda fortaldu  somu søguna um Jesus? Sigur tú harvið at Jóhannes er akkurát líka sum tey Synoptisku? Og nú vit eru ígongd, svara mær eisini hesum: tey 4 evangeliini, hvørjum  vórðu tey vald út frá, og hvørji onnur evangeliir vóru annars í fyrsta árhundrað? Meinar tú við gnostisku evangeliini? Tú hevur neyvan hugsa um, at elstu gnostikararnir hildu seg til tey fýra evangeliini. Teir roknaðu vanliga evangeliini at verða líkningasøgur og allegoriseraðu tey (Irenaeus, Against Heresies 3. 11. 7 og Hyppolytus, Refutation of All Heresies, Book 1, chapter 14), men hetta var uppruna tilfari teir høvdu um hendir. Tað var ikki fyrrenn í øðrum árhundrað, at hesir byrjaðu at smíða síni egnu evangeliir. Er tað tí løgið, at tey 4 evangeliini standa seg so væl í hesum kjakinum, og at hesi verða roknað sum søgulig?
Um Tú meinar við kirkjufundir í 4-5 øld, hvussu forklárar tú so at kristnir leiðarir og granskarir longu í 2-3 øld, sum tildømis, Irenaeus, Klement úr Alexandria, Origin og Tertullian og aðrir, longu sipa til 4 evangeliini sum serstakar evangeliums keldir og sum ein lista av útvaldaum bókum? Hvussu forklárar tú handritini sum vísa somu virðing fyri somu keldum og ikki inkludera gnostiskar skriftir? Aftur, Eivind, her er ein fitt rúgva av detaljum, sum ikki bakka tínar pástandir upp.
Eivind skrivar:
At tey fortelja somu søgu er ikki so løgið tá mann hugsar um, at út av teimum 666 versum í Markus, so verða tey 600 endurtikin í Matteus. Markus verður mett at vera tað elsta evangelii og tað er klárt at tann ella tey sum skrivaðu Matteus hava verið dugnalig til at endurtaka tað, sum Markus hevði skrivað.
Høgni svarar:
Hetta er heldur ikki heilt so einfalt. Rætt er, at hypotesan um Q og ástøðið um ‘Markan Priority’ hevur verið vælumtókt í nútíðar gransking. Men tíanverri er slík gransking ofta bara ein trendur. At Matteus nýtir Markus er í veruleikanum bara ein hypotesa, hon hevur hvørki eitt veruligt priori, tíansheldur eina staðfesting. Tó eri eg sjálvur eri opin fyri hesum, men hetta er og verður also bara ein hypotesa. 
Ivaleyst verður tað ov nógv at koma inná granskarar, so sum Streeter og Stonehouse í hesum aftursvarinum, men Stonehouse skrivar í 1964, at pástandirnir viðvíkjandi nýtsluni, sum Matteus og Lukas hava gjørt av Markusi, eru gamlir og hava ongantíð verið heilt kritiseraðir. Hetta passar rættuliga væl. Tó hava ávísir granskarar í nýggjari tíð (eitt nú Linnemann) mett, at líkheitin á orðalagnum hjá Matteus og Markus hesum viðvíkjandi er so ymisk, at Matteus slett ikki kann hava nýtt Markus (Is There A Synoptic Problem, bls. 67-129). Okkurt týðir nógv heldur á, at hesir nýta somu keldu. Tað er ur-keldan, sum eitt nú Eichorn metir at vera handa okkum ymiskum formum. Hetta er eisini tann myndin, sum indirekta sæst út frá bókini hjá Richard Bauckham 'Jesus and the Eyewitnesses'. Eg hevði seinasta ár framíhjarættin at hava Richard Bauckham heima til náttura. Bauckham segði seg hava sitið saman við ávísum oddamonnunum innan hesa gransking, og sum hava skrivað bøkur, ið eg havi lisið, hvarí teir ídnir tala fyri Q og Matteusar nýtslu av Markus, men sum í persónligum samtalum við Bauckham játta, at teir ikki hava tað minsta ánilsi fyri hvat evangelium varð skrivað fyrst, Matteus ella Markus. Hetta staðfestir bara, at í dag er stór vend komin í, tí nógvir granskarar vraka ástøðið um Q og nærum keldukritik sum heild.
Eivind skrivar:
 Nú var tað neyvan nakar Markus sum skrivaði hetta evangeliium. Hvør rithøvundurin er fæst ikki at vita nakrastaðni í sjálvum tekstinum, og í tí tíðini var vanligt at seta okkurt stórt navn sum rithøvunda til eitt verk, sum mann ynskti skuldi takast í álvara.
Høgni svarar
Nógv skriving var anonym um hesa tíð, eisini um hon var virðismett, tó var tað so, at lesarin vanliga kendi til høvundan. Annars, so vóru evangeliini ikki keldur, ið høvdu til endamáls at peika á høvundar, men at varðveita læruna og gerðinar hjá Jesusi. Hetta hevði í hvussu er stóran týdning elstu jødisku-kristnu mentanini. Júst hetta er ein risastór gransking í sær sjálvum. Men tín pástandur verður í hvussu so er ómøguligur at staðfesta, tí mær vitandi hava vit ikki ta heilt stóru nøgdina av fyrstu síðunum (protokollon) ella seinastu síðunar av gomlum P (papyrus-codex) handritum úr øðrum árhundrað. Tískil kunnu vit ikki pástanda, at nøvnini á høvundanum ikki vóru partar av handritunum. Men nøkur av hesum gomlu handritum staðfesta tó, at ápostolisku nøvnini fylgdu við longu í fyrstu helvt av øðrum árhundrað. Lat meg bara sitera hvat Carsten Peter Thiede skrivar um hetta:

Papyrus p66, of the Gospel of John, written in the mid-second century, perhaps even slightly before AD 150, mentions the name of John in the title. Papyrus p75, with Luke and John written at the end of second century...mentions Luke in a postscript at the end of the Gospel, and John at the beginning of this. Matthew’s name is mentioned on a broken-off piece of papyrus which was found next to the oldest papyrus of Luke’s Gospel, the p4, which belongs to the late first or early second century’ (Jesus, Life or Legend, s. 72-3).

Annars, um vit ynskja at fara longur aftur enn elstu handritini, so eru vit kunnað um navnið Markus út frá einum ‘internal evidence’ í skrivingini hjá Papias um ár 80-110. Stóra verkið hjá Papias er ikki til longur, men Eusebius siterar fleiri brot í sínari søgubók, og so er Papias eisini  nevndur í samband við Polycarp av Irenaeus í ár 170-180 (Against Heresies 5. 33. 2-4). Irenaeus, sum var á lívi í ár 140 (Hoskyns og Davey, The Riddle of the New Testament, s. 184), vildi kent fleiri av ápostolisku lærisveinunum, bæði í rætningi av Jóhannes og Pætur; tað er um vit hugsa um týðiliga sambandið millum Ignatius í Antiokia og Polycarp í Lítla Asia. Hetta ger Irenaeus til eina góða søguliga keldu. Hesin Papias kunnar okkum um, at Markus skrivaði tað niður, sum Pætur talaði. Tískil er Markusar evangeliið í veruleikanum at rokna sum Pætursa evangelium. Hetta er partvíst staðfest av Justin Martyr, sum virkar í Róm umleið 140-160, og sum sipar til fleiri evangeliskar tekstir, millum annað Endurminningina hjá Pætur, har hann siterar úr Markus 3. Her hava vit tískil eina góða óhefta keldu, sum stuðlar tí sum Papias skrivar.

At Pætur talaði, meðan Markus skrivaði, er eisini staðfest av Irenaeus (Against Heresies, 3.1.1 og 10.5), sum var lærusveinur hjá Polycarp, lærisveini hjá Jóhannesi ápostli, og sum kendi fleiri av ápostlunum og eygnavitnir.

Sum eg áður nevndi, var Irenaeus ikki ‘hvør sum helst’, hann lærdi frá hesum Polycarp og ferðaðist eisini í Róm, har hann umboðaði tey kristnu í Lyon. Vit vita, at í Róm var kirkjusøgan síðan Pætur ápostul væl varðveitt. Tískil eru góðar grundir at trúgva, at Markus skrivaði evangeliið eftir orðum Pæturs. Hoskyns og Davey sipa eisini til tað vit kalla 'Anti-Marcionite Gospel Prologues', sum eru skrivað millum ár 160-180 (s.184). Sjálvt um hesar keldur vórðu niðurskrivaðar í miðjum 2. árhundra, so vísir hetta, at henda vitan í 'Gospel Prologue' er nógv eldri, og eftirsum at kristnir leiðarar um hesa tíðina eisini vóru knýttir at ápostoliskum lærisveinum, so er góð grund at trúgva, at henda vitan var aldargomul.

Her kemur kritikarin vanliga upp við 3 mótargumentum: 1) at Pætur ikki var høvuðskeldan, 2) at Markus ikki skrivaði tilfarið niður, 3) at Papias ikki skrivar fyrrenn ár 140.

Til hetta kann eg svara, at eg havi í mínum aftursvari víst á 3 ymiskar keldur úr 2. árhundra fyri at grundgeva mín pástand, og tann eina byggir enntá á ‘internal evidence’.

Annars, einki prógv er fyri, at Pætur ikki var høvuðskeldan fyri Markusar evangeliið! Einki prógv er fyri at Markus ikki skrivaði. Tey fyrstu kristnu vildu verið skralltóm, um tey bara uttan víðari settu navn Markusar til eina slíka keldu. Tað er heldur einki prógv fyri, at Papias skrivar í ár 140! Summir siga, at Papias doyr í ár 140, men tað kann heldur ikki prógvast og kann heldur nýtast sum prógv fyri at Papias ikki skrivar í árunum 90-100.

Men prógvast kann, at Papias í sínum egna teksti sipar til sína persónligu kontakt við eitt eygnavitni av Jesusi, ið er Jóhannes tann Elsti. Hetta kundi týtt uppá, sum Richard Bauckham hevur lagt dent á, at Papias skrivar einaferð millum ár 80-100, ella at hann seinni sipar til hendan, tá hann sum yngri varð lærdur av Jóhannesi tí Elsta.
Eivind skrivar
Tú hevði neyvan komi langt við einum evangelii sum bar heitið ”Evangelii eftir Emil” tí so høvdu fólk spurt ”hvør er Emil?”. Týðningarmikið at velja rætta navnið, og tað er ikki av tilvild, at tey nøvn sum blivu vald, kundu setast í samband við lærusveinar Jesusar á ein ella annan hátt.
Høgni svarar:
Heldur ikki hevði tú komið langt við ‘evangeliinum eftir Markus’, um høvundurin ikki veruliga var Markus, og um fólk ikki vóru kunnig við søguna um handritið? Hví Markus? Hvør hevði annars hoyrt um Markus? Hví ikki navnið á einum av kendu ápostlunum, Jóhannes, Pætur, Tummas? Somuleiðis við Lukas, hví ikki heldur navnið á einum ápostli? Um tey kristnu í øðrum árhundrað høvdu tørv á at geva ápostoliskt vald til evangeliini, vildi tað so ikki verið meiri logiskt og sannlíkt at tey valdu sær ápostolisk nøvn og góvu hesum fyrsta pláss? Hetta er nakað, sum granskarar slett ikki geva sær far um, tá teir sleingja hendan pástandin út.
Eivind skrivar:
At hetta var vanligt tá í tíðini sæst eisini aftur í, at tað finnast evangeliir eftir Tummas og Filippus, sum eisini vóru lærusveinar Jesu, men hesi evangelii verða ikki mett at vera falsanir, sum hava fingið eitt flott navn sett á permuna.
Høgni svarar:
Jamen, her hevur tú púra rætt, gnostikararnir vóru ikki býttari enn so, at tá nøvn skuldu setast til teirra evangeliir í øðrum og triðja árhundrað, so fóru teir ikki eftir Markus, Demas,  Lukas ella eftir nøkrum av nøvnunum hjá 'Hippolytusa 70', men eftir nøvnum hjá ápostlum, ella slíkum sum persónliga kendu Jesus. Hetta er júst tað, sum eg royni at siga. Tað, at nøvnini Markus og Lukas hoyra til tvey av evangeliunum, gevur teimum júst tað bakgrunds søguliga viðhald, tey hava brúk fyri.
Eivind skrivar:
Innan kristnu kirkjuna er vanligt at tíðarfesta tey trý fyrstu evangeliini til í øllum førum at vera skrivað áðrenn ella um 70 e.kr.. Orsøkin til hetta er, at Jerusalen bleiv lagdur í oyði hetta ár, og Jesus hevði profeterað um, at Jerusalem skuldi leggjast í oyði. Tankagongdin er so, at vóru evangeliini skrivað aftaná at hetta var hent, so høvdu tey eisini nevnt tað. Trupulleikin við hesum er bara, at tú kanst aldrin nýta tað ein tekstur ikki skrivar til at tíðarfesta tekstin við.
Høgni svarar
Tú blandar eina rúgvu at tingum saman her. Henda myndin, tú gevur her, skal ivaleyst skiljast hin vegin runt. Tað eru fyri tað fyrsta ikki øll kristin, sum tíðarfesta tey 3 fyrstu evangeliini áðrenn fall Jerusalems grundað á, at Jerusalem fall í 70 e.Kr. Heldur ikki øll kristin meta, at eitt nú Matteus og Lukas endiliga vórðu skrivað áðrenn ár 70. Flestu kristin meta tó Markus at vera skrivað á tíð Pæturs, eftirsum at Markus skrivar tað, sum Pætur sigur. Tó skal sigast, at einki prógv er fyri, at eitt nú Matteus varð skrivað eftir ár 70. Enntá fleiri kritikarar meta, at Matteus varð skrivað langt áðrenn, og fleiri av teimum kendastu ivast enntá í pástandinum, at Markus varð skrivað fyrst (hetta havi eg longu nomið við). Tá talan er um hesa tíðarfesting í samband við ár 70, so eru tað vanliga kritikarar, sum hava verið skjótir at tveita út pástandir, tildømis at tíðarfesta evangeliini eftir ár 70, eftirsum uppfyllingin av orðum Jesusar um fall Jerusalems brýtur við tað sum ateistar og aðrir meta at vera nátturliga møguligt. Hetta er einasta “prógv” kritikarin kann peika á fyri at tíðarfesta evangelisku skrivingina seint. Men so skal eisini sigast, at so er hetta ikki eitt prógv, men heldur ein filosofiskur pástandur, ið byggir á eina radikala, naturalistiska heimsmynd.
Eivind skrivar:
Tað er jú lætt nokk at sita og skriva ein tekst aftaná ein hending er hend, og ”gloyma” at nevna hesa hending fyri at fáa tað at síggja út sum um, at teksturin er skrivaður áðrenn hendingina. Tað er onki við evangeliiunum sjálvum sum ger tað gjørligt at tíðarfesta nær tey vóru skrivað annað enn at tey eru skrivað eftir Jesu deyða uml. ár 30 e.kr.. Tískil noyðast vit at hyggja eftir, hvat aðrar kristnar keldur í hesi tíð nevna um evangeliini fyri at finna útav, nær tey eru skrivað.
Innan katólsku kirkjuna verður Pætur roknaður sum tann fyrsti pávin. Pætur læt lív í Rom onkuntíð um 60 e.kr. og maðurin, sum summi meina bleiv valdur til páva eftir Pætur, var Clement. Clement var virkin í kristnu kirkjuni frá uml. 60 til 97 e.kr.. Tað áhugaverda við Clement er, at hann eins og Paulus skrivaði eitt bræv til kirkjuliðið í Korinth. Í hesum brævi ávarar Clement ímóti, at kirkjuliðið har hevur gjørt uppreistur ímóti teimum elstu í samkomuni. Í brævinum nevnir Clement brøvini hjá Paulus, og hann fortelur um lívið hjá Jesusi, men hann nevnir onki um nakað evangeliium. Hví ikki? Um evangeliini vóru skrivað áðrenn 70 e.kr. so átti Clement heilt klárt at kent til hesi evangelii og tað hevði verið upplagt hjá honum at víst til hesar keldur, eins og hann vísti til brøvini hjá Paulus.
Høgni svarar:
Hvør sigur, at Klement ikki kendi til evangeliini? Kanst tú prógva henda pástandin Eivind?
Haldi ikki tú hevur sett nóg mikið inní hesa gransking. Tak tildømis Papias. Enntá Papias, sum skrivar um hesa tíð, sigur seg hava atgongd til skrivaða tilfarið, men heldur tó nógv meiri um tað munnliga, og hendan meginreglan var heilt vanlig á teimum døgum og er typisk fyri Klement. Við øðrum oðrum, so var dentur ikki lagdur so nógv á høvundar, men heldur á kelduna sjálva.
Tildømis  siterar Klement í brævi sínum fleiri bøkur og brøv úr bæði Gamla og Nýggja Testamenti, uttan at nevna høvundar. Hetta var ikki tí at Klement ikki kendi til fyrstu Mósebók, Orðatøkini, Pætursbrøvini og onnur brøv hjá Paulusi (sum hann siterar), hetta var bara skrivihátturin hjá Klement, og hetta var heldur ikki óvanligt, enntá tá vit koma út til 3. Árhundrað. Nú veit eg ikki, um tú hevur lisið gjøgnum skrivaða tilfarið hjá eitt nú Origen og Clement úr Alexandria, har hesir, ið annars høvdu atgongd til alskyns keldur, og eisini nevna høvundar, men tó áhaldandi eisini sitera keldur uttan at nevna høvundar, annaðhvørt talan eru um evangeliir ella aðrar keldur. Hetta var ikki tí at Clement úr Alexandria og Origen ikki kendu høvundarnar, men teir mettu ivaleyst, at slíkt ikki altíð var neyðugt. Her skulu vit eisini bíta merki í, at skrivingin hjá Origen og Clement úr Alexandria telur túsundavís av síðum, meðan skrivingin hjá Klement úr Róm snýr seg um eitt bræv.
Sum sagt í tíðini hjá Klement var heldur ikki so stórur dentur lagdur á tað skrivaða. Hetta forklárar eisini hví høvundar ikki altíð vórðu nevndir í samband við sitat. Denturin varð lagdur á sjálva kelduna. Tað vil siga, at um ein lærisveinur siteraði sín lærumeistara, var ikki altíð neyðugt hjá honum at leggja dent á næmingin, sum yvirførdi kelduna, men á lærumeistaran.
Fara vit inná evnið ‘yvirtøka’ og ‘yvirføring’, har granskarin Gerhardsson hevur gjørt eitt megnar avrik, síggja vit týðiliga hesa fyriskipan í bæði tí jødiska og ur-kristna samfelagnum. Tað skrivaða var enntá lært uttanat og endurgivið soleiðis. Irenaeus skrivar tildømis, at tey kristnu í Germania hava evangelisku kelduna uttan skriftir, og at tey kristnu í Rómverska ríkinum kundu nýta evangeliska tilfarið uttan bøkur. Eisini tá Paulus skrivar til kristnu samkomuna í Kolosse í 50unum, leggur hann dent á, at tey longu hava orð Jesusar munnliga. Tað er eisini um hetta mundið –  meta nógvir – at Q verður niðurskrivað. Hesa munnligu yvirføringina virdu tey nógv meiri enn ta skrivaðu í tíðini upp ímóti ár 100, eftirsum eygnavitnir enn livdu. Og hetta er júst tað, sum Papias leggur dent á, og sum Klement eisini tykist gera.
Annars skrivar Irenaeus, lærusveinur Jóhannesar, um hendan Klement, at hann gjørdi í síni tíð brúk av bæði tí munnliga og tí skrivliga tilfarinum. Hendan lýsing av Klement kann ikki takast lættliga, eftirsum Irenaeus var lærusveinur Jóhannesar, hevði samband við kristnu leiðsluna í Róm, ið hevði eina væl varðveitta søgu, og eisini tænti kristnu samkomuni í Lyon undir einum av teimum elstu lærusveinunum (ivaleyst einum lærusveini hjá einum ápostoliskum lærusveini); alt hetta ger Irenaeus til eina stak góða søguliga keldu.
Eivind skrivar:
Clement er onki undantak í so máta. Allir teir fyrstu kirkjufedrarnir sum skrivaðu brøv í tíðini frá 50 til 120 e.kr. nevndu hvør í sínum lagi brøvini hjá Paulusi og ápostlunum, men vóru tigandi um evangeliini. Tað er ikki fyrrenn 180 e.kr. at evangeliini vórðu nevnd fyrstu ferð. Tað er 150 ár eftir at Jesus var deyður, og tað eru ongi søgulig prógv fyri, at evangeliini skuldu verið eldri enn tað.
Høgni svarar:
Her kom ein rúgva av pástandum upp. Sigur tú, at kirkjufedrar vóru tigandi um evangeliini inntil ár 180? Aftur sigi eg bara at her fært tú neyvan nakra uppbakking frá søgu ella granskarum. Skulu vit taka teir heilt kritisku granskararnar til eftirtektar, so pástanda hesir, at Papias skrivar umleið ár 140, og at hann útalar seg um eitt nú Markus og møguliga Matteusar evangeliið (alt ann uppá um tú heldur teg til Schleiermacher’sa pástand um Matteus sum logia). Men so er tað bara tað (sum eg var inni á áðrenn), at einki prógv er fyri, at Papias skrivar so seint. Heldur hvílir hesin pástandurin á tí grundini, at kritikararnir hava tørv á hesi tíðarfestingini fyri ikki at loyva Papias ov nær uppruna-kristindóminum, sum annars kundi havt við sær, at Papias kann nýtast sum rímiliga gott søguligt tilfar. Eg eri eitt sindur bilsin av óerligheitini í hesi viðferð av søguni, um vit nú gera rætt í at kalla tað søgugranskan. Tað tykist, sum tit ateistar ræðast søguligar keldur.
Aðrir granskarar, eitt nú Bauckham, meta, at Papias skrivar umleið ár 80-100. Henda tíðarfestingin hvílir ið hvussu er á innvortis prógvum (internal evidence) í tekstinum, og er tí ikki heilt hypotetiskur. Men óansæð hvørja síðu tú velur at taka, søguliga ella hypotetiska, so byggir Papias uppá informatión, sum stavar frá tíðini millum ár 80-140. Men tú fert so mikið langt sum at pástanda, at árið er 180, tá elsta referatið til evangelisku høvundarnar uppstóð. Hetta er púra skeiv lýsing av veruleikanum, og so vrakar tú eisini próvtilfar.
Óansæð, so er árið ikki 180, neyvan er tað eldri enn ár 140 í skrivingini hjá Papias, tað vil siga 110 ár eftir Jesus uppreisn, men ivaleyst er tað, grundað á ‘internal evidence’, skrivað væl áðrenn ta tíðarfestingina eisini. Tó kann sigast, at um ár 140 vóru ápostoliskir lærusveinar enn á lívi, sum hildu seg til ‘succession’ metoduna.
Eisini havi eg verið inni á Justin Martyr og hansara sitering av Pætursa endurminning, sum er Markusar Evangeliið, einaferð millum ár 140-160. Hetta samsvarar ikki við tínar pástandir, og kanska er hetta grundin til at tú persónliga tekur ta støðu tú tekur.
Eivind skrivar:
Óheftar samtíðarheimildir
Tann besta keldan er jødiski søgufrøðingurin Josefus. Hann skrivaði m.a. Fornsøga Jødanna og í hesi bók eru tvey brot, har Jesus verður nevndur.
Høgni svarar:
Eg eri samdur í, at Josefus er ein kelda, men neyvan er hann besta keldan. Eg eri samdur við Ehrman, sum eg áður nevndi, sum sigur, at evangeliini eru bæði elsta og besta keldan. E.P. Sanders tykist eisini sannførdur í hesum. Annars finnast av øðrum gomlum keldum eisini Tacitus (ár 115), sum staðfestir eitt nú krossfesting Jesusar undir Pilatusi, tá Tiberius var keisari (Annals, 15: 44).  Her undrist eg á, at Heri Joensen bara blakar út pástandin, at hesin teksturin í Tacitus er ein falsking. Hvussu ætlar tú tær at prógva hetta? Løgið, at tá ateistar biðja um prógv, og síðani fáa tað ávíst av óheftum søguligum tilfari, so eru teir skjótir at skíra slíkt fyri falsan. Haldi ikki, at teir veruliga ynskja prógv á borðið.
Eivind skrivar:
Tað eina brotið er heilt klárt ein falsan, tí tað passar ikki inn í tekstin har tað stendur. Onkur kristin hevur sett tað inn aftaná, og tað má vera ein kristin sum hevur skrivað tað, tí brotið nevnir hvussu Jesus var tann lovaði Messias, og fyri ein trúgvandi jøda sum Josefus vildi tað verið púra óhoyrt at skrivað slíkt.
Høgni svarar:
Tú tykist at loypa alt ov skjótt út í ta niðurstøðu, at brotið er ein falsan. Trupuleikin við hesum er, at bara tveir faktorar eru galdandi fyri hesum ástøðinum. Tann fyrri, júst sum tú sigur, at Josefus var ein jødi, sum vit skuldu trúð, ikki trúði á Jesus sum Messias.
Tann seinni faktorurin, at eingin kristin siterar brotið fyrrenn Eusebius í fyrru helvt av fjórðu øld. Hetta er tað, sum fær flestu granskarar (eisini kristnar) at rokna onkran kristnan skribent í fjórðu øld at hava lagt aftrat hesi upprunaligu lýsingini av Jesusi í skriving Josefusar. Ávísir kristnir granskarar, so sum F.F. Bruce hava enntá endursmíðað sama tekstin, uttan hesi kristnu elementini, sum man metir vildu tykst so fremmand fyri Josefus, og so sanniliga um endursmíðaði teksturin ikki eisini flýtur (Josh McDowell & Bill Wilson, He Walked Among us, s. 43-45).
Persónliga avnokti eg ikki møguleikan, at onkur kristin møguliga legði aftrat tekstinum, men eg rokni eisini við ávísum trupuleikum í hesi hypotesuni. Tildømis spyrji eg meg sjálvan hví viðkomandi ikki falsaði nógv meiri? Samstundis veit eg, at tað eru aðrir granskarar, tildømis E. Bammel, sum ikki eru samdir við endursmíðingini av brotinum, og sum meta, at brotið er ófullfíggjað og ikki flýtur, um kristnu elementini verða frátikin. Bammel vísir eisini á, at vælumtókti granskarin Meier metir, at Josefus ivaleyst ætlaði at skula sýna á margtýdning (E. Bammel, A New Variant Form of the Testimonium Flavianum, in the Historical Jesus, A Comprehensive Guide, s. 67-69).
Eisini umhugsi eg endursmíðingina við iva, eftir sum ein tekstur úr 4. øld, sum av Pines var kallaður st. Michaels teksturin, sum varð týddur til Arabiskt í 10. øld, byggir á sama innihald. Ivist í, at Eusebius og hesin teksturin hava havt so tætt samband við hvønn annan, og sum tískil leggur upp til, at ein slík falsking kann vera nógv eldri. Men so koma vit jú til tíðina, tá tey kristnu vóru syndabukkar hjá myndugleikunum, og neyvan høvdu almenna valdið at falsa ein rómverskan-jødiskan, søguligan tekst, uttan at aðrir klókir menn varnaðust.
Heldur ikki meti eg søguliga framferðarháttin vera rættan, tá vit heilt avgjørt pástanda, at Josefus, grundað á jødiska hugsan, ongantíð hevði fingið seg til at skriva ein slíkan tekst. Í veruleikanum mugu vit bíta í okkum, at hetta er ikki annað enn ein hypotetiskur pástandur. Harnæst vita vit eisini, at Josefus broytti holdning til landsmenn sínar og til jødisku religiøsu leiðsluna. Tískil kunnu vit heldur ikki staðfesta hvørt jødiska hugsanin hjá Josefus hevði forðað fyri slíkari skrivligari úttalu. Tað vóru nógvir jødar, sum tóku við kristnari trúgv um hesa tíðina, og tað var hørð atsókn móti slíkum. Hervið pástandi eg heldur ikki, at Josefus var ávirkaður av kristindóminum, men møguleikin er avgjørt tilstaðar. Fall Jerusalems kundi eisini gjørt sítt til, at trúgv Josefusar á jødadómin var viknað.
Somuleiðis er pástandurin, at Eusebius er elsti kristni høvundur, heldur ikki heilt eftirfarandi. Millum annað vita vit, at stórur partur av kristnu skrivingini í fyrsta til fjórða árhundrað eru ikki til longur. Bøkurnar hjá eitt nú Papias og kristna søgan hjá Hegesippus, og nógv annað tilfar skrivað av kendum kirkjufedrum er horvið við tíðini. Tískil kunnu vit heldur ikki staðfesta pástandin, at gamlir kristnir granskarar ikki siteraðu brotið, sum tað stendur.
At brotið ikki samsvarar við heildarmyndina av tekstinum er eisini ein gomul skrøna. Sjálv heildarmyndin, sum brotið er siterað úr, samsvarar heldur ikki við størru heildarmyndina. Summir granskarar halda tí, at Josefus bara setur ávísar keldur saman.
Eivind skrivar:
Hitt brotið er ein lítil viðmerking um, hvussu tað fanst ein persónur nevndur Jesus, sum fekk nógv fólk afturat sær. Meira stendur ikki um Jesus, og hetta er tann besta óhefta samtíðarkelda vit hava um Jesus. Faktiskt, so skrivar Josefus nógv meira um Jóhannes Doyparan enn hann skrivar um Jesus, og tað kundi bent á, at Jóhannes Doyparin var ein størri profetur enn Jesus var. Tá kristin skrivaðu evangeliini uml. 100 ár eftir Jesu deyða, so vóru tey eisini fullgreið yvir hendan trupulleika, og tí syrgdu tey fyri, at Jóhannes Doyparin í evangeliiunum sigur, at Jesus er størri enn hann sjálvur er.
Høgni svarar:
Hetta er faktiskt sama brotið, tað sum vit kalla ‘Testimonium Flavianum’. Veit ikki, hvussu tú kemur til ta niðurstøðu, at hetta eru tvey brot. Haldi, at tú blandar við eitt annað brot, tá Jesus er nevndur í samband við beiggja sín, Jákup (Antiquities 20.9.1).
Men her er byrðan at skula prógva á tínari síðu. Tú mást prógva, at tey kristnu skrivaðu evangeliini umleið ár 130, haldi tó ikki at nakar granskari harúti kemur at halda við tær, heldur ikki teir sum veruliga hata kristindómin. Tú mást eisini prógva, at høvundurin av Jóhannesar evangeliinum fabrikerar hesa informatión. Mær vitandi vórðu bøkurnar ‘The Antiquities’ og ‘Jóhannesar Evangeliið’ skrivaðar nøkulunda samstundis. Tað er bara heilt hol í høvdið, at Jóhannes, yviri í Efesus, skuldi hava so skjóta atgongd til ein tekst so nýliga skrivaður í Italia. Eisini var ‘Antiquities’ hjá Josefusi ikki at líkna við eina evangeliska keldu, sum sirkuleraði skundisliga við tí endamálið at spjaða seg skjótt. Heldur ikki haldi eg, at Jóhannes ella høvundurin hevði givið sær far um Josefus. Tá vóru tey kristnu longu í holt við kjak og ivaleyst skriving, sum var av nógv størri avbjóðing fyri tey kristnu, enn skrivaða avrikið hjá Josefusi.
Tú metir eisini, at tað vóru tey (fleirtal) kristnu, sum skrivaðu Jóhannesar Evangeliið, og tey settu tekstin upp soleiðis. Men hesin pástandurin hjá tær byggir uppá gamlar hypotesur, sum vóru galdandi serstakliga áðrenn 1970ini. Granskingin seinastu árini hevur lagt nógvan av hesum keldukritikkinum til síðis, og rør nú uppundir møguleikan, at Jóhannesar Evangeliið varð skrivað av einum høvunda (Bauckham, The Testimony of the Beloved Disciple, 14-21). Hetta hevði tú varnast, um tú las bøkur, heldur enn bara alnótina, og um tú fylgdi við søguligu gongdini av slíkari gransking. Hetta hevur stóran týdning, um tú ynskir at halda á við slíkari skriving.
Tað eru ivaleyst aðrar orsøkir til, at Josefus skrivar lítið um Jesus. Kann vera, at Josefus skrivar lítið um Jesus í síni samtíð, eftirsum kristindómur er blivin ein avbjóðing fyri rómverska stýrið. Hetta síggja vit týðiliga í skrivingini hjá Klement úr Róm, og eitt nú einari heilt óheftari keldu, Pliny the Younger til Trajan (The Letters of Pliny the Younger, bók 1, 95-96). Harafturímóti var Jóhannes doyparin ikki ein hóttan.
Annars haldi eg heldur ikki, at størri ella minni skriving avger stórleikan hjá einum persóni, ivaleyst má tað vera innihaldið, og her vinnur Jesus greitt yvir Jóhannesi, enntá um ástøðið um endursmíðingina av brotinum skal takast til fulnar. Um so Josefus tó einki hevði at siga um Jesus, og heldur rúgvuvís um Jóhannes, haldi eg kortini ikki, at hetta hevði veitt nakað prógv, hvørki fyri ella ímóti.
Eivind skrivar:
Tá kristna kirkjan í 325 e.kr. setti seg niður fyri at finna útav, hvørjar bøkur skuldu sleppa við í bíbliuna, so vóru 300 ár liðin síðan Jesus var deyður. Tá í tíðini var eitt stórt stríð ímillum ta ortodoksu kirkjuna, og so gnostisku tankagongdina. Av reint politiskum ávum var týdningarmikið fyri Konstantin keisara at bert tær ”røttu” søgurnar sluppu við í bíbliuna, tvs. tær søgur sum fortaldu ta ortodoksu søguna um Jesus ístaðin fyri ta gnostisku. Maðurin sum fekk hesa uppgávu á sínar herðar var Eusebius ein av kirkjufedrunum.
Høgni svarar
Her gert tú tann feil, nevniliga at loypa umleið 200 ár av skriving um. Góðir listar og viðmerkingar um bøkurnar vóru til langt áðrenn kirkjufundin í Nikea, eitt nú í skrivingini hjá Irenaeus og Origen. Viðgangast skal, at ikki øll brøv í Nýggja Testamenti vórðu góðtikin allaðstaðni, tildømis, 2. Pætursbræv, 2.-3. Jóhannesarbræv og Judasarbrævið. Tað vil tó heldur ikki siga, at hesi kristnu hugdu niður á hesar tekstir. Harnæst haldi eg, at tú blandar kirkjufundirnar saman, Nýtestamentliga kanónin var ikki eitt høvuðsmál á Nikea fundinum. Heldur ikki var sum so avgjørt hvørji evangeliir skuldu sleppa í Bíbliuna, hetta var longu alment viðtikið, fyri í hvussu er tey 4 evangeliini, og flestu av brøvunum longu  í 2. árhundrað. Og nú giti eg, at tú meinar við tey 4 evangeliini, tá tú sipar til ‘søgurnar’.
Heldur varð avgjørt at staðfesta hvørjir tekstir vóru góðtiknir. Um tú heldur, at ein samansvørjing fer fram við at geva Eusebius ábyrgdina at falsa eina søgu, so ert tú ikki nógv frægari enn tey, sum meta Da Vinci Code at umboða søguligan veruleika.
Tað vóru fleiri kristin bóksøvn til um hesar tíðir, eitt nú í Róm og tað heilt stóra í Kæsarea. Hartil vóru nógvir kristnir granskarar. Fleiri høvdu skrivað søgur áðrenn Eusebius, eitt nú Hegesippus, og fleiri skrivaðu aftaná; hesir høvdu atgongd til somu keldur og persónar sum Eusebius. Alt hetta og allir hesir vóru slopnir snikkaleysir undan hørðu atsóknini undir keisaranum Diocletian. Tíðskil hevði tað neyvan verið møguligt hjá Euebius, ella nøkrum øðrum, at falsa eina heilt nýggja søgu. Og um tú pástendur, at eg fari skeivur, so vil eg fegin hava prógvini út frá søguligum keldum.
Eivind skrivar:
Hesin Eusebius skrivaði eina kirkjusøgu, har hesi orð blivu nevnd
”Vit skulu bara innføra í søguna tær hendingar sum kunnu vera brúkiligar, fyrst fyri okkum sjálvar og síðan fyri komandi ættarliðum” (Kirkjusøgan vol 8 kap 2)
Hetta var tankagongdin hjá tí manni, hvørs høvðusuppgáva var at savna bíbilsku søguna um Jesus.
Høgni svarar:
Tað var ongantíð høvuðsuppgávan hjá Eusebius at savna bíbilsku søguna um Jesus.
Men aftur til pástandin hjá tær, sum í hesum høpinum snýr seg um at fokusera. Hvør ger ikki soleiðis? Hvussu nógvar bøkur, søguligar keldur, uppgávur, vísindalig gransking osv, innihalda tilfar, sum er óbrúkiligt ella irrelevant? Um allar óbrúkiligar detaljur skuldu verið varðveittar í eini hvørjari bók, høvdu vit drukna í skrivaðum tilfarið. Eg veit ikki hví hetta skal vera ein trupulleiki bara fyri kristindómin.
Tað er tó ein uppaftur størri trupuleiki við tínari lýsing av hesum brotinum. Tað tykist, sum um tú við hesum lýsir Eusebius sum ein, ið var settur at falsa søguna. Men hendan lýsingin kemur slett ikki til sjóndar, um tú lesur brotið í fullum samanhangi.
Samanhangurin snýr seg ikki um kirkjusøguna sum heild, ella um skrivingina hjá Eusebius sum heild, men serstakliga um atsóknina móti teimum kristnu, sum varð birt uppundir av keisaranum Diocletian, eisini nevnir Eusebius eitthvørt, sum var hent beint áðrenn. Eusebius ynskir ikki at skriva alt niður um hesa atsókn, tildømis hvør í luttók, og hvørji kristin undir miklari pínu avnoktaðu sína trúgv, og hvussu nøkur høvdu borið seg ókristiliga at. Hatta er tað hann meinar við, tá hann sigur, at hann ynskir bara at inkludera tað sum kann verða brúkiligt fyri kristna samfelagið:
But it was not for me to describe their wretched misfortunes in the event: nor is it my business to leave on record their quarrels and inhumanity to each other before the persecutions, so I have made up my mind to relate no more about them than enough to justify the divine judgement. I am determined therefore to say nothing even about those who have been tempted by the persecution or have made complete shipwreck of their salvation...I shall include in my overall account only those things by which first we ourselves, then later generations, may benefit’
Einki í hasum brotinum lýsir hasa samansvørjingina tú ætlaði at lumpa lesaran við. Eitt er, at tú sjálvur velur at pilka brot burturúr samanhanginum og lumpa teg sjálvan. Men tá tú soleiðis, uttan samvitsku, alment velur at villeiða ein hóp av lesarum, tá haldi eg, at tú, umboðandi gudloysingar í føroyðum, førir søk tykkara út í ómetaliga ringt ljós.
Ella kanska fari eg skeivur her, kanska tú ongantíð hevur granskað Eusebius, men heldur bara googlaði hatta upp, uttan at kanna sjálvan tekstin. Óansæð, so vísir hetta, at slík gransking –  út frá einum ateistiskum ráki –  má takast inn við nøkrum kilo av salti.
 Og nú tá vit finnast at Eusebius, so er at siga, at tað er púra rætt, at vit finna møguligar feilir í hansara skriving, tildømis tá hann viðger kristna samfelagið í Edessa. Tá er knappliga ikki heilt skil í einari ávisari tíðarlinju av persónum. Men hóast hetta var Eusebius slett ikki ein vánaligur og óerligur granskari. Tildømis tá hann viðger tað vit kalla ‘lines of succession’, sum hevði ómetaligan søguligan og apologetiskan týdning fyri tey kristnu, so játtar hann tildømis, at hansara listi yvir kirkjuleiðarar í Jerusalem úr fyrsta árhundrað møguliga ikki er heilt eftirfarandi, eftirsum hann ikki hevur nóg mikið av keldutilfari. Her kundi maðurin smoygt sær undan, og bara endurgivið tey nøvn, sum hann hevur fingið fatur á. Tann, sum veit nakað um aldargamla kirkjusøgu, veit eisini hvussu avgerandi júst hetta og júst henda linjan úr Jerusalem hevði fyri søguliga grundarlagið í kristindóminum. Men hetta trúgvi eg neyvan, tú hevur givið tær far um, tíansheldur at tú hevur innlit í.   
Eivind skrivar:
Kann vera, at allar søgurnar um Jesus ikki eru lygn og heilaspuni, men tað er í øllum førum ein stór lygn at siga, at søgan um Jesus er væl staðfest søguliga.
Høgni svarar:
Hmm